týsdagur 15. juli 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 16. juli 2003
15
14
Nr. 132 - 16. juli 2003
Palli Dalsgaard - bók um staðanøvn uttangarðs í Skálavík og litir á seyði
Palli Dalsgard í Skála-
vík, sum fylti 75 ár
mánadagin 14. juli,
hevur givið út áhuga-
verdu bókina "Staða-
nøvn uttangarðs í
Skálavík og litir á
seyði". Bókin er
prýdd við myndum,
sum vísa nøkur av
staðanøvnunum og
við kortum, sum vísa
hvar tey ymisku
støðini eru
BÓKAÚTGÁVA
Magnus Gunnarsson
Tað munnu vera ómetaliga
nógv staðanøvn til í Før-
oyum, tá ein heil bók sum
hendan kann skrivast um
staðanøvnini uttangarðs í
einari bygd. Tað munnu
eisini vera fá sum hætta sær
undir eitt so stórt og krevj-
andi arbeið, sum hetta í
veruleikanum er. Men tey
sum kenna Palla Dalsgaard
vita, at tá hann fer í gongd
við eina uppgávu, so verður
hon fullførd út í æsir. Tað
má vera ein rættuligur
fongur hjá fólki í Sand-
oynni at fáa eina slíka bók.
Eisini tá hugsað verður
um at hetta er tilfar, sum
hevur ligið í nógv ár. Tá
løgtingið eftir kríggið setti
eina staðanevnd at taka sær
av at savna inn tilfar um
staðanøvn, varð heitt á lær-
arar í teimum ymisku bygd-
unum um at taka sær av
hesi uppgávu. Ein teirra var
Leifur Tróndarson (1901-
1980), sum var lærari í
Skálavík. Hann gjørdi eitt
gott arbeiði og fekk góða
hjálp frá staðkendum fólki.
Tá Leifur doyði, 78 ára
gamal í 1980, lá nógv
skrivligt tilfar um staða-
nøvn uttangarðs í Skálavík
eftir hann. Tað bleiv so Palli
Dalsgaard, sum átók sær
uppgávuna at geva út bók-
ina við staðanøvnunum
uttangarðs í Skálavík.
Leifur Tróndarson, sum
savnaði
tilfarið,
hevur
skrivað um hvørt einstakt
staðanavn, hví tað eitur so,
og um søgnina sum møgu-
liga er knýtt at navninum,
hetta hevur Leifur gjørt við
sínum serstaka málburði.
Tíðirnar broytast, fyrr vóru
staðanøvnini ein nátúrligur
partur av gerandisdegnum,
fólk gingu nógv í haganum,
bæði millum bygdir og í
sambandi við arbeiði. Øll
kendust við staðanøvnini
og høvdu tey á munni
hvønn einasta dag. Í dag
ganga fólk lítið í bø og
haga, staðanøvnini fáa frið,
tí ongin hevur brúk fyri
teimum longur.
Talan er um eina sera
snøgga og væl úr hondum
greidda bók við nágreini-
ligari frágreiðing um staða-
nøvnini uttangarðs í Skála-
vík. Bókin er eisini prýdd
við myndum, sum vísa
nøkur av staðanøvnunum
og við fullfíggjaðum kort-
um sum vísa nágreiniliga
hvar tey ymisku støðini
eru. Aftast í bókini skrivar
Palli um lit á seyði, hetta er
er eisini tilfar, sum Leifur
Tróndarson hevur savnað.
Bókin er 88 síður, hon er
prentað á Dimmalætting í
400 eintøkum. Hon fæst til
keyps í bókabúðunum í
Havn og á Mølini í Skála-
vík.
Leifur
Tróndarson
var
føddur 25. oktober 1901 í
Skálavík. Hann var sonur
Mariu, f. Joensen, og Trónd
Petersen á Trøð, bæði úr
Skálavík.
Hann
tók
læraraprógv á Føroya Lær-
araskúla í 1932 og var lærari
á Føroya Fólkaháskúla frá
1933-34, og lærari í Skálvík
í 1934, hann var ferðalærari
í Dímun frá 1935-38, og
ferðalærari í Nes-Vági og í
Vikarbyrgi frá 1938-43.
Hann varð settur sum lærari
í Skálavík í 1943, og røkti
hann hetta starv til 1.
september 1969, tá hann fór
frá fyri aldur. Hann var
deknur í Skálavík og limur í
kirkjuráðnum
alla
sína
læraratíð, tey nógvu árini
sum formaður. Hann var
giftur við Marin, f. Olsen, úr
Skálavík, tey áttu sonin
Trónda, sum býr í Skálavík.
Leifur andaðist 15. juli
1980, 78 ára gamal.
Palli Dalsgaard í Skálavík hevur givið út bókina "Staðanøvn
uttangarðs í Skálavík og litir á seyði". Bókin kom út samstundis
sum hann sjálvur fylti 75 ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Í bókini eru fullfíggjaði kort, sum vísa hvar tey ymisku støðini eru
Leifur Tróndarson
1901-1980
C
M
Y
K
14