týsdagur 15. juli 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 15. juli 2003
17
Annar sigurin á rað
hjá nýggja bátinum
hjá Havnar Róðrar-
felag ber við sær, at
tað nú stendur upp til
tær sjálvar, um tær
skulu basa teimum á
Argjum í FM
kappingini
5–MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Tað eru framvegis fleiri
boð upp á FM heitið í kapp-
ingini millum 5–mannafør
við gentum. Blikur er eisini
eftir Vestanstevnuna fremst
í FM kappingini, men nú
hava tær á Argjum rættuliga
fingið kapping frá Dreka
manningini, sum rættuliga
hevur gjørt um seg, síðani
tær fingu nýtt far at rógva í.
Fyrst vann Drekin í Fugla-
firði, og leygardagin vóru
tær aftur fyrstar á mál. Tað
hevur við sær, at Drekin
bara er eitt stig aftanfyri
Blik, og harvið er tað upp
til Dreka manningina at
gera av, um tær skulu vinna
fyrsta FM heitið í gentu-
kappingini til Havnar Róð-
rarfelag, uttan at tað er
Sílið, sum stendur fyri tí.
Sílið vann FM í fjør, og
Drekin við gentumanning
hevur ongantíð vunnið FM.
Drekadreingirnir vunnu í
1993 og aftur í 1996 og í
1997.
Sílið, sum endaði á triðja
plássinum leygardagin, og
Havfrúgvin, sum gjørdist
nummar fýra, hava fram-
vegis møguleika at vinna
FM. Um Sílið skal gerast
meistari, so skulu tær vinna
á Ólavsøku, og so skal
Blikur ikki verða nummar
tvey. Møguleikin hjá Hav-
frúnni er eftir soltna úrslitið
hesa ferð nógv minni. Hav-
frúgvin skal vinna á Ólav-
søku, og so skulu fleiri
aðrir lutir ganga upp. Tað
ger einki, um Sílið verður
nummar tvey, tí so verður
Havfrúgvin meistari við
sama stigatalið sum Sílið.
Men um tað skal eydnast
Havfrúnni at vinna FM við
sama stigatali sum Sílið, so
skal onkur annar bátur enn
Blikur ella Drekin gerast
nummar trý, og tað er
rættuliga óhugsandi.
Leygardagin var Ørnin
nummar fimm í heima-
sjógvi. Tær vóru eina lítla
bátslongd aftanfyri Hav-
frúnna. Junkarin og Fir-
valdur hildu umleið somu
plássini, sum tær hava gjørt
fyrr í summar. Einki var at
síggja til Fípuna Føgru,
sum hevur verið við í øllum
hinum kappingunum. Har-
afturímóti var Tekla við.
Hon var m. a. mannað við
fleiri, sum undanfarnu árini
hava sett dám á umborð á
Páll Fanga, og sum nú eru
komnar av flatlondum at
halda summarfrí.
Sílið tóktist fáa besta
startin, og eina løtu høvdu
tær hug at fara tað mesta av
einari bátslongd frá kapp-
ingarneytunum. Havfrúgv-
in fylgdi væl við fyrra part-
in av málinum, men sum
kappingin leið, vóru tað
Blikur og Drekin, sum
bjóðaðu av, og hesir báðir
bátarnir vunnu á Sílinum.
Drekin var drúgvastur, og
so er stóri spurningurin,
hvussu tað verður á Ólav-
søku. Blikur er framvegis
fremstur, men úrslitini hjá
Drekanum tvær tær sein-
astu ferðirnar leggja upp til,
at tær eru favorittar at vinna
á Ólavsøku og harvið at
gerast meistarar.
Í Sandavági varð enn
eina ferð sjón fyri
søgn, at teir umborð á
Eysturoyingi trívast
illa, tá ið tað er nakað
at í sjónum
10–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Fyri aðru ferð í summar
eydnaðist tað leygardagin
Nólsoyinginum at vinna ein
FM róður. Tey sjey vinnara
stigini bera við sær, at
Nólsoyingurin framvegis
hevur møguleika fyri at
vinna fyrsta FM heitið
síðani 1989. Undan Ólav-
søkuni eru fyritreytirnar
greiðar, og tær siga, at tað
ikki ber nólsoyingum sjálv-
um at gera av, um teir skulu
vinna FM.
Nólsoyingurin er trý stig
aftanfyri
Eysturoyingin.
Tað hevur við sær, at um
nólsoyingar skulu hava
nakran møguleika at vinna
FM, so skulu teir vinna á
Ólavsøku. Og so skal Eyst-
uroyingurin
ikki
vera
fremri enn nummar trý. So
fær Nólsoyingurin sjey stig
og kemur upp á 40, og
Eysturoyingurin
fær
í
mesta lagi fýra stig og
kemur eisini upp á 40. Tá ið
tað stendur á jøvnum í FM
kappingini siga reglurnar,
at tann vinnur, sum stóð seg
betri í ólavsøkuróðrinum.
Hetta er møguleikin hjá
Nólsoyinginum, men tað
kann kortini ikki sigast
annað, enn at tað er rættu-
liga sannlíkt, at tað skal
eydnast Eysturoyinginum á
Ólavsøku at endurvinna
FM heitið.
Nólsoyingar stýrdu
Tað var rættuliga tætt á
fyrstu metrunum í Sanda-
vági.
Vestmenningurin,
sum higartil í ár ikki hevur
staðið seg soleiðis, sum
hann hevur gjørt nógvu tey
undanfarnu árini, hekk væl
uppi í fyrstu tvey hundrað
metrarnar og kanska reiði-
liga tað. Bátarnir vóru
rættuliga tættir, men kortini
var tað heilt skjótt, at
Nólsoyingurin legði seg
framum hinar, og so megn-
aðu teir tað sama, sum teir
og hinir vinnararnir hava
megnað fyrr í ár. Havnar-
báturin og Eysturoyingurin
gjørdu onkra roynd at hótta
fremsta plássið hjá nólsoy-
ingum, og onkra løtuna var
tað heilt tætt, men so høvdu
teir umborð á Nólsoyingin-
um eyka orkuna.
Undan
endaspurtinum
fór Nólsoyingurin frá kapp-
ingarneytunum. Hann kom
á
mál
eina
bátslongd
framman fyri Eysturoying-
in. Millum Havnarbátin og
Eysturoyingin var kapping-
in rættuliga stór um næst-
fremsta plássið. Men Eyst-
uroyingurin var eitt lítið vet
frammanfyri.
Havnarbáturin hevur ikki
fingið tað burturúr árinum,
sum róðurin á Norðoya-
stevnu legði upp til. Men
teir umborð á Havnarbátin-
um taka kappingina í rætt-
uliga stórum álvara, og úr-
slitið í Sandavági vísti, at
teir hava møguleika at vera
við í kappingini, og harvið
hava teir við sigri á Ólav-
søku møguleika at bjarga
róðrarárinum. Í síðstu viku
var Havnarbáturin vesturi í
Vágum. Manningin koyrdi
vestur og fyrireikaði seg í
róðrarøkinum, har kapping-
in var leygardagin. Nú er
Havnarbáturin
aftur
á
Havnarvág, har teir fyri-
reika seg til kappingina í
heimasjógvi, sum verður
annan mánadag.
Rættuliga á útivølli
Eysturoyingurin
hevur
vunnið tríggjar róðrar, og
hann er framvegis favoritt-
ur at vinna FM. Kappingar-
nar higartil vísa, at tað ser-
liga er hjá Eysturoyingin-
um, at tað kemur illa við,
um tað er eitt sindur at í
sjónum. Teir tykjast ikki
trívast í øðrum enn deyða-
vatni, og teir trívast best í
kapping á 2000 metrum og
á sløttum.
Á Norðoyastevnu róðu
10–mannaførini 1500 met-
rar í Klaksvík. Tá vóru um-
støðurnar ikki optimalar.
Vindurin var nógvur ímóti,
og hóast Eysturoyingurin
hevði góðan endaspurt, so
var tað Havnarbáturin, sum
vann. Á Skálafjørðinum og
Kollafirði varð róð á 2000
metrum, tað var slætt, og
Eysturoyingurin var báðu
ferðirnar fyrstur á mál. Á
Jóansøku var málið 2000
metrar. Men tað var eitt
sindur av aldu úti á 2000
metra málinum, og tað
tóktist ikki líka teimum,
sum frammanundan høvdu
vunnið rættuliga sannfør-
andi tvær ferðir. Í hvussu so
er megnaðu teir ikki at basa
Nólsoyinginum.
Í Fuglafirði var púra
slætt, og Eysturoyingurin
vann á 2000 metra teinin-
um. Í Sandavági vóru ikki
somu umstøður, sum tær
vóru í Fuglafirði, og Nóls-
oyingurin vann á 1000
metrum.
Á Ólavsøku verður FM
kappingin avgjørd. Málið
verður 900 metrar, og tað er
eingin ivi um, hvørjar
umstøður teir umborð á
Eysturoyinginum
ynskja
sær. Á Ólavsøku er oftast
rættuliga slætt. Onkra ferð-
ina er tað kortini eitt sindur
ófriðarligt frá Argjalandin-
um og inntil bátarnir koma
í lívd av Molanum, men tað
valdast sjálvandi um ættina.
Enn er ov tíðliga at slota
eftir forsøgnum fyri kapp-
róðrarveðrið á Ólavsøku.
Men teir umborð á Eystur-
oyinginum ynskja sær allar
aðrar ættir enn landsynn-
ing, og tí ynskinum fara øll,
sum ætla sær á Ólavsøku, at
taka undir við teimum í.
Nólsoyingur
hevur fram-
vegis møgu-
leikan
Drekin er nú besta boðið
Fyri aðru ferð í summar eydnaðist tað leygardagin Nólsoyinginum at vinna ein FM róður
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 131 - 15. juli 2003
Men kortini er rættu-
liga ivasamt, um teir í
Knørrafelagnum
kunnu gera nakað við
Smyril, sjálvt um teir
leygardagin vunnu
fyri aðru ferð í ár
6–MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Ein av mest spennandi og
torførastu kappingunum at
rokna út hevur higartil í
summar verið tann millum
6–mannaførini við monn-
um. Smyril hevur verið
roknaður sum størsti favo-
ritturin, og vágbingar hava
vunnið tríggjar róðrar. Men
tað hevur fleiri ferðir
myndast soleiðis, at tað
ikki hevur verið fyrrenn á
síðstu metrunum, at teir
hava vunnið. Tí hevur tað
verið rættuliga spennandi,
bæði tá ið Smyril hevur
vunnið, og tær tríggjar
ferðirnar, tá ið hann ikki
hevur vunnið.
Leygardagin vístu teir
umborð á Smyrli aftur
ógvusligan endaspurt, men
teir vóru ov stuttir. Ella ov
seinir at spurta, ber tað
kanska eisini til at siga.
Jarnbardur, sum vann á
Jóansøku, var aftur hesa
ferðina fyrstur á mál.
Menninir umborð á Jarn-
bardi hava altíð staðið í
skugganum av kvinnu-
manningini. Undanfarnu
árini hava teir ongantíð
vunnið. Men nú hava teir
umborð á nýggja bátinum
vunnið tvær ferðir.
Tey sjey stigini, sum teir
fingu í Sandavági, bera við
sær, at Jarnbardur ikki er
heilt avskrivaður í FM
kappingini. Men tað verður
kortini tørført at røkka
Smyrli. Vágbingar hava 36
stig, meðan Jarnbardur á
næstfremsta
plássinum
hevur 32 stig. Kravið til teir
umborð á Jarnbardi er
sostatt, at teir vinna á
Ólavsøku, og so skulu aðrir
bátar hjálpa so mikið til, at
Smyril verður trýstur aftur
á í hvussu so er fjórða
plássið. Tað tykist rættuliga
óhugsandi, men tað ber ikki
heilt til at avskriva møgu-
leikan. Serliga tá havt verð-
ur í huga, at hjá Smyrli
hevur tað fleiri ferðir ikki
verið fyrrenn á teimum
síðstu hundrað ella tvey
hundrað metrunum, at teir
hava bart seg úr miðjuni og
fram í spíssin, og tá har-
afturat verður lagt, at málið
á Ólavsøku verður væl
styttri, enn málini hava
verið higartil í ár.
Um Jarnbardur vinnur á
Ólavsøku, og um Smyril
verður nummar fýra, so
fara bátarnir at standa
javnir í stigum, og so verð-
ur Jarnbardur meistari, tí
hann hevur betri úrslit í
ólavsøkuróðrinum.
Men
teir
umborð
á
Smyrli plaga at svara aftur,
tá ið tað ikki hevur hilnast
so væl. Teir taptu fyri Páll
Fanga á Fjarðastevnuni, og
so vóru teir øgiligir í Kolla-
firði, teir taptu fyri Jarn-
bardi á Jóansøkuni, og so
vunnu teir í rimmar enda-
spurti á Varmakeldustevn-
uni, og so er spurningurin,
hvat teir fara at vísa á
Ólavsøku, eftir at teir ikki
vunnu í Sandavági.
Skiftandi og tætt
Í Sandavági var rættuliga
tætt millum teir mongu bát-
arnar. Enn eina ferð vóru
teir umborð á Hvessingi
bragdligir á fyrstu metrun-
um, og enn eina ferð duttu
teir langt aftur í røðina.
Sølmundur
hevur
ikki
staðið seg nakað serligt
higartil í ár. Hann endaði á
fimta plássinum, men hann
setti fitta løtu dám á, og
saman við Stráluni, sum
endaði á fjórða plássinum,
var hann eina løtu heilt
frammi í spíssinum.
Tá ið gott og væl hálvt
málið var rógvið, fór stóra
feltið at líkjast alt meiri tí,
sum tað hevur verið undan-
farnu ferðirnar. Páll Fangi
og Jarnbardur vóru fremst-
ir, og so varð bíðað eftir,
hvat Smyril, sum rættuliga
beskeðin helt seg afturi á
fjórða plássinum, fór at
gera. Smyril tók dyk á seg
síðstu stóru hundrað metr-
arnar, og hann megnaði
akkurát at leggja Páll Fanga
afturum seg. Men hann
megnaði ikki at gera nakað
við Jarnbard. Munurin frá
Jarnbardi og til Smyril var
ein stórur skutur ella ein
lítil hálv bátslongd, og frá
Smyrli og aftur til Páll
Fanga var munurin minni
enn so.
Frá Jarnbardi og aftur til
Sølmund á fimta plássinum
var ikki ein bátslongd. So
tað
er
møguleiki
fyri
nógvum vinnarum í ólav-
søkuróðrinum. Men í FM
kappingini eru tað bara
tvey boð. Smyril er stór-
favorittur. Spurningurin er,
um Jarnbardur, sum leygar-
dagin setti tingini upp á
pláss, fer at gera nakað við
vágbingar, tá ið Jarnbardur
fer at rógva í heimasjógvi.
Lupu á
bláman
Eingin vandi var á
ferð, men tað sá eitt
sindur ógvusligt út, tá
ið 6–mannaførini við
monnum komu á mál í
Sandavági, ella kanska
gjørdu landgongd, sum
tað sá út.
M a n n i n g a r n a r
royndu at fáa sum
frægast burturúr, tá ið
tær vóru á aldukamb-
inum. Tá varð spurtað
so nógv, sum tað bar
til. Tað var stutt av
endamálinum og inn á
sandin. Menninir um-
borð á Lómi, 6-manna-
farinum
hjá
Argja
Róðrarfelag, spentu í,
tá ið teir stutt frá mál-
inum vóru á aldu-
kambi, og áðrenn teir
vistu av, var skúmandi
sjógvur kring teir.
Tað sá eitt sindur
ógvusligt út, tá ið tveir
av manningini lupu
fyri borð fyri at fáa
bátin leysan aftur. Men
har var eingin vandi á
ferð.
Jarnbardur bjóðar av
í FM kappingini
Ein av mest spennandi og torførastu kappingunum at rokna út hevur higartil í summar verið tann millum 6–mannaførini við monnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16