Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 132 - 16. juli 2003 Nr. 132 - 16. juli 2003 17 Leygardagin skipaði Norðoya Rossafelag fyri djóradegi í Klaksvík. Í einum fjósi á Uppsølum hevði felagið savnað um 20 ymisk sløg av djórum DJÓRADAGUR Orð og myndir: Rúna Sivertsen Tað var næstan sum í Nóa Ark í fjósinum hjá Magnus Mikkelsen leygardagin, har eini 20 ymisk sløg av djórum vóru savnaði. Har vóru hestar, kálvar, fleiri sløg av hundum og kettum, dunnur, mini- froskar, kaninir, kanariu- fuglar - og enntá ein papa- geykur, sum dugir at tosa. Tað var Norðoya Rossa- felag, sum skipaði fyri framsýningi. Felagið varð stovnað í 2000 og er í menning, sigur Ólavur Jó- hannesen, formaður. Djór hittast í Klaksvík Delta er St. Bernhard-hundur. Børnini flokkaðust um henda ógvusliga, men sera góðsliga hund Væleydnað tiltak Í fjør gjørdi felagaði av, at felagsfjós skuldi byggjast, og søkt varð um grundøki á Norðoyri. - Enn er ikki alt greitt, men vit rokna við at fáa økið til keyps, sigur Ólavur. Djóradagurin leygardag- in var eitt lið í arbeiðnum hjá felagnum at savna pen- ing til fjósið. Ætlanin er, at fjósið skal rúma 20 rossum. Djórini, sum vóru við á framsýningini, høvdu eig- ararnir latið felagnum til láns ókeypis. Framsýningin var væl vitjað, og fyriskipararnir eru sera vælnøgdir við undirtøkuna. - Hetta fara vit at gera aftur eina aðru ferð, møgu- liga á norðoyastevnu, siga tey. Polly tekur øll orð uppaftur. Henda dagin framsýningin var, rópti hann stútt: "Mamma, mamma!" Lítli Birgir heldur, at tann gráa persarakettan er ljót. - Men hin gula er fitt, sigur hann Petra slapp ein ríðitúr á kálvinum Heidi Vágsá eigur henda vakra dalmatinaran. Tað hava verið hundar av hesum slagnum í landinum fyrr, men Heidi veit ikki um nakran annan í løtuni Nógv munnu børnini vera, sum droyma um at eiga ein hest, men tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa sær eitt slíkt djór at passa. Bogi Tróndheim var millum mongu børnini, sum sluppu á hestbak leygardagin Margretha seldi kaffi, køkur og góðgæti - og kaffi smakkaði stak væl í deyminum frá køstinum Børn sluppu inn fyri 15 krónur, meðan vaksin máttu gjalda tað dupulta. David, Jóan Magnus og Jákup hildu, at ein mynd av damunum hevði verið meiri spennandi - men tað veldst nú um eyga, sum sær C M Y K 17 16