Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 15. juli 2003 19 Eftir sætta sigurin í seks kappingum bendir alt á, at 8–mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag verður fyrsti báturin yvirhøvur, sum fer at vinna sjey FM róðrar í einum og sama ári 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Mest sannførandi vinnarin av øllum í Sandavági var Ørvur. Hann var meiri enn eina bátslongd framman fyri næstu kappingarneyt- arnar, og harvið vann 8–mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag meistaraskapin við maner. Ørvur hevur fult stigatal, og hann er fjúrtan stig frammanfyri næsta bát- in. Tað ber ikki til at tosa um nakran kappingarneyta hjá Ørvi. At tað kiksaði hjá kvinn- unum umborð á Gongu- rólvi í Sandavági hevur við sær, at tað nú bara er Ørvur, sum hevur vunnið allar róðrarnar í hesum kapping- arárinum. Tað er ilt at í- mynda sær nakran annan vinnara í ólavøkuróðrinum enn Ørv, og harvið verður hann bæði besti kappróð- rarbáturin yvirhøvur í ár, samstundis sum hann verð- ur fyrsti báturin yvirhøvur, sum vinnur sjey róðrar í einum og sama ári. Talan er jú um fyrsta árið, har tað eru sjey FM róðrar á skránni. Knørrur legði bragdliga fyri. Tað kendist sum um teir umborð á 8–manna- farinum hjá Knørrafelag- num ætlaðu ikki at standa aftanfyri 6–mannafarið bæði við kvinnum og monnum hjá sama felag, sum vunnu sínar kappingar. Knørrur var tað mesta av einari hálvari bátslongd á odda eftir fyrsta spurtin, og munurin aftur til næstu bátarnar hevði hug at leingjast eina løtu. Men tað skalaði ikki teir umborð á Ørvi, at teir ikki fingu besta startin. Sjálvs- álitið er, sum tað skal vera, og tað er væl skiljandi. Ørvur helt seg til sítt. Ára- lagið var, sum tað plagar at vera, taktikkurin var, sum hann plagar at vera, og tá ið róðurin var einar trý hundr- að metrar gamal, fór tað at líkjast tí, sum tað hevur verið allar hinar ferðirnar. Ørvur tók Knørr, sum kort- ini ikki datt heilt afturav. Knørrur var støðugt við í kappingini um næstu pláss- ini, og á málinum var mun- urin frá fjórða plássinum hjá teimum og fram til næsta bátin ein evarska lítil hálvur skutur. Ørvur vann sannførandi, og kappingin var bara um næstfremsta plássið og harvið telving um undan Ólavsøku at liggja best fyri í kappingini um silvur- krónurnar. Argjabáturin var drúgvastur í kappingini við Kvívíkingin og Knørr, men munurin var rættuliga lítil. Frá Argjabátinum á næst- fremsta plássinum og aftur til Knørr á fjórða plássinum var munurin minni enn ein hálv bátslongd, og inn ímillum teir báðar kom Kvívíkingurin á mál. At Argjabáturin var frammanfyri Kvívíkingin ber við sær, at teir á Argjum nú hava bestu silvurkortini á hondini. Um plasering- arnar á Ólavsøku verða, sum tær hava verið higartil, so verður Argjabáturin næstbestur, sjálvt um tað skuldi tørnað soleiðis út, at Kvívíkingurin verður nummar tvey og Argjabát- urin nummar trý í síðsta róðrinum. At Ørvur fer at vinna á Ólavsøku, er tað neyvan nakar ivi um. Ørvur er bestur av øllum Mest sannførandi vinnarin av øllum í Sandavági var Ørvur. Hann var meiri enn eina bátslongd frammanfyri næstu kappingarneytarnar, og harvið vann 8–mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag meistaraskapin við maner Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 131 - 15. juli 2003 Stóra málið hjá kvinnunum umborð á Jarnbardi er at vinna á Ólavsøku, men tað kom ikki óvæntað á tær, at tað eydnaðist at vinna í Sandavági 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Stóra málið hjá kvinnunum umborð á Jarnbardi hevur verið, at tær skulu vinna á Ólavsøku. Soleiðis er tað framvegis, men sjálvandi fegnast tær um, at tað eydnaðist teimum at koma fyrstar á mál longu á Vest- anstevnuni: – Í Fuglafirði vóru vit tætt við. Tá vóru vit 6/25 av einum sekundi aftanfyri Gongurólv. Vit roknaðu tað at vera longdina á einum blýanti ella lítið meiri enn tað. So vit høvdu gott mót, tá ið vit fóru vestur í Vágar, tí nú høvdu vit vant tríggjar ferðir afturat. Tað eydnaðist at vinna, og vit eru sjálv- andi ovurfegnar yvir, at tað gekk so væl, men eingin skal ivast í, at stóra málið hjá okkum er at vinna ólav- søkuróðurin. Har verður tað avgjørt, um stutta kapp- ingarárið hjá okkum verður væl eydnað ella ikki. Tað er Jannie Dam Jac- obsen, sum vit tosa við. Hon er stýrimaður og báts- formaður umborð á Jarn- bardi. Tað hevur hon verið í fleiri ár. Tær vunnu FM í fjør og eisini í 1997, 1999 og í 2000. Í ár høvdu tær ikki umstøður at vera við í teimum fyrstu róðrunum, men nú líkist manningin heilt nógv henni, sum í 2000 vann FM. Á Vestan- stevnu vóru allar tær somu við sum í 2000 uttan ein. – Tá ið vit mannaðu bátin undan Sundalagsstevnuni var tað meiri fyri stuttleik- ar. Undan Jóansøkuni skiftu vit tvær út, og aftaná Jóansøkuna skiftu vit aftur tríggjar út. Tær, sum síðani eru komnar umborð, eru royndir rógvarar. Fleiri av teimum búgva niðri og eru heima í summarfrí. Síðani eftir Jóansøkuna hava vit tikið venjingina í stórum álvara. Tað hevur gingið væl. Vit vóru nær við at vinna í Fuglafirði, tað eydnaðist hesa ferð, og vit ætla okkum heilt víst at vinna á Ólavsøku, sigur bátsformaðurin avgjørdur. Tær, sum mannaðu Jarn- bard í Sandavági, vóru Jannie Dam Jacobsen – Rannvá Eiriksdóttir, Sign- hild Petersen, Svanna Ják- upsdóttir, Eivy Olsen, Brynhild Klein og Rannvá Jacobsen. Í fjør vóru fýra at teimum vit til at vinna FM – Jannie, Eivy, Brynhild og Rannvá. Næstan beinanvegin fremstar Jannie Dam Jacobsen ásannar, at umstøðurnar at rógva í Sandavági vóru øðrvísi, enn tær hava verið í hinum kappingunum. – Lotið og aldurnar lógu inn á síðuna úti á málinum. Tað var torført at halda seg til tað, sum vit framman- undan høvdu ætlað. Tá ið vit spurtaðu, bar tað hjá summum til at seta føtur í bekk, men tað vóru ikki all- ar, sum fingu føturnar upp av lunninum. Á seinna partinum av málinum var tað meiri undan. Tá bar tað til so at siga at ríða á ald- unum. Tað eydnaðist onkra ferðina, men so lúrdi vand- in fyri at enda í aldudalin- um, og tá kendist tað næst- an, sum um báturin stóð stillur. Kendi tú tað soleiðis, sum um tit stýrdu kapp- ingini alla tíðina? – Eg haldi ikki, at tað royndist so væl hjá okkum í fyrstu tøkunum, eftir at vit vóru startaðar. Men eftir tey fyrstu tíggju fimtan tøk- ini vóru vit frammanfyri. Kappingin var alla tíðina stór frá bæði Páll Fanga og Gongurólvi, men eg haldi, at tað kom ikki fyri, at hinir bátarnir vóru frammanfyri okkum. Munurin var stutt- ur, men tá ið vit hoyrdu fyrsta skotið, var eg púra sannførd um, at vit høvdu vunnið, sigur royndi stýri- maðurin umborð á Jarn- bardi. Hóast manningin hevur nógvar royndir og hevur vunnið nógv, so var hetta fyrsta ferðin, at tær vunnu við nýggja bátinum, sum Knørrafelagið hevur fingið í ár. Tí spyrja vit, um tað er munur á, hvussu bátarnir skikka sær. – Tað er tað heilt víst. Fyri at fáa nýggja bátin at ganga væl, so er neyðugt at vera nógv friðarligari um- borð, enn tað var á hinum bátinum. Nýggi báturin er rankari, og hann tykist tola minni av, men hann gongur væl, tá ið vit fara við hon- um, sum vit skulu. Blandað manning Næstu kappingarneytarnir hjá Jarnbardi í Sandavági vóru FM manningin á Gongurólvi og tær umborð á Páll Fanga. Tær í Klaks- vík vunnu ta kappingina, og harvið endaði Gongurólvur á triðja plássinum í fyrsta róðrinum í ár, sum tær ikki vunnu. Men tað er greitt, at tær hava vunnið FM heitið, hóast tað framvegis er møguleiki fyri, at onkur annar bátur kann vinna sjey stig á Ólavsøku. Eingin ivi man kortini vera um, at tær umborð á Gongurólvi fara at gera alt, sum tað ber til, fyri at vinna síðsta róðurin. Nú hava tær tvær vikur at fyrireika seg til ta kapping- ina í. Fyrr í ár skuldi tað eitast, at manningin á Jarnbardi, sum vann FM kappingina í fjør, var á Scilly oyggjunum og kappaðist. Men tað vóru bara tvær av Jarnbardi við í tí kappingini. Afturat teim- um vóru fimm aðrar, sum tær umborð á Jarnbardi nú kappast við av øllum alvi, men sum tær tá fingu at hjálpa sær. Talan var um rógvarar umborð á Gongurólvi, Páll Fanga og Riddaranum. Í Sandavági hekk Lómur leingi uppi í oddastríðnum, men argjakvinnurnar noyddust at sleppa síðsta partin av teininum. Mun- urin á málinum millum Jarnbard og Páll Fanga var ein lítil bátslongd, munurin millum Páll Fanga og Gongurólv var so at siga eingin, og fjarstøðan mill- um Gongurólv og Lóm var 2–3 bátslongdir. Smyril kom einsamallur á mál, og Fuglfirðingur vann tøttu kappingina við Fortunu um at sleppa undan aftasta plássinum. Sigurin hesa ferð rokna tær sum hjáveiðu Eftir tvær ferðir at hava ligið undir fyri vestmenningum, vunnu dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag aftur, og nú eru teir stórfavorittar at vinna FM heitið 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Tað er heilt víst, at Sílið fer at vinna í Sandavági. Tað ljóðaði millum róðraráhug- að, sum undan Vestan- stevnuni høvdu fylgt við venjingunum á Havnarvág, har ein stórur partur av kappróðrarmanningunum venja. Og spádómurin gjørdist til veruleika. Sílið vann rættuliga sannførandi. Tað var gott og væl leyst aftur til Havfrúnna, sum hevði vunnið teir báðar undanfarnu róðrarnar. Tjaldrið royndi at halda seg til á fyrstu metrunum, men tað var skjótt greitt, at kappingin um fremsta plássið bara fór at standa millum Sílið og Havfrúnna, og soleiðis varð tað. Men vestmannadreingir megn- aðu ikki at halda tørn, og so vann Sílið sera sannfør- andi. Hava tit skift fólk, síðani tað nú aftur gekk so sera væl, spyrja við bátsfor- mannin á Sílinum, Sigtór Lützen, og hann svarar so- leiðis: – Nei, vit hava akkurát somu manning. Men vit hava lagt rógvingina eitt sindur um. Hvat vit hava gjørt, leggi eg ikki í at siga nakað um, men vit hava verið rættuliga miðvísir í venjingini, sum Hallgrím Joensen, ið áður hevur ver- ið við bæði Havnarbátinum og Ørvi, hevur hjálpt okk- um við. Men tað var neyð- ugt at gera okkurt við tað. Havfrúgvin so smurdi okk- um av á Jóansøku. Í Fugla- firði var munurin lítil og eingin. Vit høvdu gott mót, tá ið vit fóru vestur í Vágar, og tað gekk rættuliga væl. Kendu tit tykkum darv- aðar av, at tað ikki var heilt slætt? – Tað bilaði ikki. Tað ráddi um at fáa nyttu burt- urúr, tá ið vit vóru á aldu- kambinum. Tá títtaðu vit, men tað haldi eg, at allir gjørdu. Men tað var eitt sindur øðrvísi, enn tað plagar at vera, staðfestir væl nøgdi bátsformaðurin á Sílinum. Blikur og Tjaldrið kapp- ast um bronsukrónurnar. Hesa ferð var Tjaldrið frammanfyri, men kapp- ingin er tøtt, og tann av hes- um báðum, sum verður fremri á Ólavsøku, fer at vinna bronsu. Orduligt FM heiti Í FM kappingini skal tað vilja heilt illa til hjá teimum á Sílinum, um teir ikki skulu vinna FM. Sílið er fimm stig frammanfyri Havfrúnna. FM heitið má metast at vera meiri enn á stokk- inum? – Tað fært tú meg ikki at siga, men vit liggja væl fyri. Undir venjing undan Jóansøkuni brotnaði ein ár hjá okkum. Okkurt sovorð- ið kann koma fyri, men um einki óvæntað hendir undir róðrinum, so vinna vit FM á Ólavsøku, heldur Sigtór Lützen, men hann leggur afturat, at øll FM heiti smakka ikki eins væl: – Í fjør var eg við Sílin- um, og vit vunnu FM. Men Tjaldrið vann á Ólavsøku. Sjálvandi vóru vit fegnir um FM heitið, men vit kendu tað soleiðis, at tað hevði verið nógv stuttligari, um vit eisini høvdu vunnið á Ólavsøku. So vit hava nógv at stríðast fyri um fjúrtan dagar. Hesa ferð ætla vit okkum at vinna alt. Men tað verður kapping um fremsta plássið á Ólav- søkuni. Tað vita vit. Sílið fann aftur á rætta lagið – Eg haldi ikki, at tað royndist so væl hjá okkum í fyrstu tøkunum, eftir at vit vóru startaðar. Men eftir tey fyrstu tíggju fimtan tøkini vóru vit frammanfyri, sigur Jannie Dam Jacobsen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18