Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 16. juli 2003 19 Í kvøld verður pro- logurin í súkklukapp- ingini Statoil Kring Føroyar koyrdur í Klaksvík. Fram til sunnudagin fara súkklarar úr Føroy- um, Danmark og Íslandi at traðka fyri lívinum runt Føroya land. Besta føroyska vónin er Gunnar Dahl-Olsen SÚKKLING Stefan í Skorini Áttanda árið á rað skipar Tórshavnar Súkklufelag í samstarvi við Statoil fyri kappingini Statoil Kring Føroyar. Fyrsti teinurin, tann sonevndi prologurin, verður koyrdur í Klaksvík í kvøld. Saman við oyggjaleikun- um er hendan kappingin tann størsta avbjóðingin hjá føroyskum súkklarum, og tí er tað við stórum spenn- ingi, at teir føroysku súkkl- ararnir nú seta seg á hjól- hestin. Tilsamans 23 súkkl- arar úr trimum londum fara at kappast. Íslendingar við fyri fyrstu ferð Hetta eru fyrstu ferð, at ís- lendingar luttaka í kapping- ini. Fýra íslendskir súkklar- ar eru við í kappingini hesuferð, og onkrir teirra skulu at vera rættiliga sterkir. Íslendingar hava havt eina innanhýsis kapping fyri at gera av, hvørjir súkklarar skulu sleppa til Føroyar at kappast. Nevn- ast kunnu Gunnar M. Zo- ega, sum skal vera ídnasti súkklari í Íslandi, og Hauk- ur M. Sveinsson, sum hev- ur verið íslandsmeistari bæði á fjallasúkklu og kappsúkklu. Aftur í ár er luttøka úr Danmark. Seks danir hava lagt leiðina hendanvegin at vera við í Statoil Kring Føroyar. Tveir teirra súkkla í A-bólkinum, sum merkir, at teir vanliga súkkla saman við yrkissúkklarum. Ein av størstu favorittun- um í kappingini er 22 ára gamli Thomas Japp Hansen, sum er A-súkklari. Hann hevur fingið góð úrslit í Danmark, og hann er ein, sum haldast skal eyga við. Niels Jakob Thomsen er hálvur føroyingur, og hann hevur áður luttikið í hesi kappingini. Síðst hann var við, koyrdi hann í C-bólk- inum, men hann hevur nú arbeitt seg upp í C-bólkin. Gunnar og hinir Gunnar Dahl-Olsen er væl fyri í løtuni, og hann hevur júst vunnið eitt bronsu- merki á oyggjaleikunum. Hann er besta føroyska boðið uppá ein vinnara av Statoil Kring Føroyar. Bogi Christiansen er ein annar frægur súkklari, men hann skal giftast leygar- dagin, og tí verður hann ikki við á øllum teinunum. Møguliga verður hann við á onkrum av teimum fyrstu teinunum. Eli Christiansen er ein ungur súkklari, sum eisini var við á oyggjaleikunum. Hann hevur neyvan nakran møguleika at vinna, men møguliga kann hann gera seg galdandi á onkrum ein- støkum teini. Tann súkklarin, sum er fremstur í samlaðu upp- gerðini, fer at koyra í eini bláari statoil-troyggju. Unglingakapping Sum nakað nýtt verður í ár skipað fyri eini serstakari unglingakapping. Áður hava teir ungu kappast sam- an við teimum eldru, men hetta hevur ofta víst seg at vera ov tungt hjá ungum og óroyndum súkklarum. Unlingarnir hava sína egnu kapping, og teir skulu ikki súkkla eins langt og teir eldru. Teir hava eisini sína egnu føraratroyggju eins og hinir. Tríggir ung- lingar eru við í ár, og teir kappast innanhýsis. Fyrireikararnir harmast um, at einki konufólk er við í ár, tí undanfarin ár hava nøkur konufólk roynt seg í kappingini. Teinarnir Kappingin er býtt í fimm teinar, og prologurin verður í kvøld í Klaksvík, har ein sonevndur einkultstartur á 8 kilometrar er á skránni. Tann fyrsti veruligi tein- urin er í Eysturoynni hós- dagin. Byrjað verður í Havn og súkkað verður síð- ani til Eiðis og um Eiðis- skarð. Súkklararnir skulu eisini ein túr til Leirvíkar áðrenn endað verður við Saltangará. Hetta er longsti og harðasti teinurin, serliga er tað túrurin um Eiðis- skarð, sum er tungur. Síðani verður farið til Sandoynna fríggjadagin, har enn ein einkultstartur er á skránni. Leygardagin verður kappast í Suðuroy, har súkklað verður av Tvøroyri til Fámjin. Málið er í Vági, eftir at súkklararnir hava verið um Hestin. Sunnudagin er seinasti teinurin á skránni. Byrjað verður á Eiði, og kappingin endar við Statoil støðina í Gundadali, har súkklararnir koma á mál umleið klokkan fimm. Allir fimm teinarnir enda við eina Statoil støð á staðnum, har súkklararnir verða heiðrarir eftir lokna kapping. Statoil letur pen- ingagávur til tríggjar teir fremstu súkklararnir í samlaðu kappingini. Fremsti súkklarin fær 3.000 krónur, tann næstbesti fær 2.000 krónur og nummar trý fær 1.000 krónur. Statoil Kring Føroyar: Áttanda árið á rað Um Statoil Kring Føroyar 2003 5 teinar í 5 dagar Samlaði teinurin er 330 kilometrar 23 luttakarar úr trimum londum Elsti luttakari er 61 ár yngsti luttakari er 14 ár Einki konufólk er við í ár Fakta FLOGBÓLTUR Stefan í Skorini Tann 21. mars í ár skipaði ÍF Flogbóltur fyri eini Konto In flogbóltskapping fyri gentur og dreingir 14 ár. Kappingin varð hildin á Kambsdali og var fyrir- eiking til FM kappingina, sum var vikuna eftir, og hon eydnaðist væl. Vinnari av kappingini fyri gentur 14 ár var KÍF úr Kollafirði, og vinnari av kappingini fyri dreingir 14 var Nøvan av Oyrabakka. Flogbóltskapping á Kambsdali KÍF úr Kollafirði vann Konto In kappingina fyri gentur Nøvan av Oyrabakka vann Konto In kappingina fyri dreingir Frá vinstru sita Gunnar Dahl-Olsen, sum er besta føroyska boðið uppá ein vinnara, Steinfinnur Mittel- stein frá høvuðsstuðlinum Statoil og Poul Henrik Poulsen, sum skipar fyri kappingini í ár Mynd: Álvur Haraldsen Føroy- ingarnir íkappingini Gunnar Dahl- Olsen Bogi Christiansen Sverri Mohr Edvinsson Bergur Ingemarsson Johansen Bárður Huusgaard Beinir Waagstein Rasmussen Dánjal Michaelsen Eli Christiansen Christian Guttesen Evald Rasmussen Kári Simonsen Eyðtór Joensen 19 Nr. 132 • mikudagur • 16. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sum ikki einaferð, tá føroysk lið møta eysturevropearum, hevur tað verið sera torført at fáa upplýs- ingar um mótstøðu- liðið til vega. Hópurin hjá HB er hinvegin væl fyri, og allir lykla- leikararnir eru við CHAMPIONS LEAGUE Stefan í Skorini – Vit hava fleiri royndar leikarar við í hópinum, sum hava spælt bæði evropeisk- an fótbólt og hava verið við á landsliðnum. Tað eru hes- ir leikarar, ið skulu taka tey tungu tøkini hjá okkum í kvøld, sigur Frank Skytte undan dystinum hjá HB ímóti FBK Kaunas á Tórsvølli. Hann sipar til leikarar sum Bárð Johannesen, Jan Dam, Símun Eliasen, Hans á Lag, Rúna Nolsøe og Rógva Jacobsen og Andrew av Fløtum, ið eru yngri leikarar við royndum frá landsliðnum. Frank Skytte metir, at prosentini í einum slíkum dysti eru 80-20 til litavisk- an fyrimun. Hann ger tí Kaunas til stórfavorittar, men hann er tó bjart- skygdur undan dystinum. – Vit fara eftir tí lítla møguleikanum, sum hóast alt er til staðar. Vit hava eitt gott og rutinerað lið, sum kann standa seg í evrope- iskum fótbólti. Vit skulu ikki bara vera við til stutt- leikar, men skulu eisini gera okkara ítarsta fyri at koma víðari, sigur Frank Skytte. Hann leggur tó afturat, at lutakastið hevur alt at siga, um eitt føroyskt lið skal hava nakran møguleika fyri at koma víðari í evropeisk- um kappingum. Um luta- kastið ikki fellur væl út, er eingin møguleiki at vinna. Ongar upplýsingar Tað hevur verið óvanliga torført at fáa upplýsingar um FBK Kaunas til vega. Futbolo Beisbolo Klubas Kauno, sum er fulla navn felagsins, hevur vunnið meistaraheitið í Litava í fýra ár á rað, og tað boðar frá góðsku. Felagið liggur í løtuni á øðrum plássi í landskapp- ingini og hevur fyri stuttum skift venjaran út. Eftir tíggju dystir hevur liðið 22 stig. Sjey sigrar, ein javn- leik og tvey tap er úrtøkan higartil. Toppskjúttin eitur Martin Opic, og hann hevur skotið seks mál í landskappingini í ár. – Vit vita at kalla einki um okkara mótstøðulið. Tað hevur verið nærum ógjørligt at fáa nakrar upp- lýsingar, sum vit kunnu nýta í fyrireikingunum, til vega. Vit hava ikki ráð at senda ein mann til Litava at hyggja eftir liðnum, og tí er torført at gera eina meting av liðnum, sigur danski venjarin hjá HB. Hann sigur, at ætlanin ikki hevur verið at gera meira burturúr mótstøðu- liðnum, enn gjørt verður til ein vanligan landskapping- ardyst í Føroyum. – Vit mugu leggja dent á okkara egnu leikarar og spælskipan, heldur enn at spæla eftir teirra treytum, sigur Frank Skytte. Varisligt útgangsstøði Av tí HB ikki kennir nakað til mótstøðuliðið, fer heimaliðið neyvan at leggja hart út, men fer heldur at byrja varisliga. – Vit skulu fyrst og fremst tryggja okkum ímóti einum tapi á heimavølli. Tí fara vit at vera varnir at byrja við, sigur Frank Skytte. Spælskipanin verður ein kombinatión av 4-5-1 og 4- 3-3. Ein leikari verður heilt har frammi, meðan tveir eru úti á vonginum eitt vet longri afturi á vøllinum. Hesir báðir verða helst tiknir longri inn á vøllin fyri at byrgja upp fyri lita- viska uppspælinum. Tað er tí eitt verjukent útgangs- støði, sum fer at eyðkenna HB. Venja nógv Hópurin hjá HB er væl fyri undan dystinum. Bert ein leikari er ikki tøkur, og tað er miðvallarin Kári Niel- sen, sum enn ikki er komin fyri seg eftir beinbrotið fyrr í ár. Bæði Bárður Johannesen og Andrew av Fløtum hava ikki verið við í tveimum teimum seinastu lands- kappingardystunum vegna knæskaðar, men teir eru nú komnir fyri seg og vera við í kvøld. Bæði mánadagin og týs- dagin vandi allur hópurin hjá HB klokkan 13, og fleiri leikarar hava biðið sær frí frá arbeiði til venj- ingarnar. Hópurin hevur bert havt ein frídag, síðan summarsteðgin í lands- kappingini. Fríggjadagin eftir dystin verður farið til Danmarkar á eina stutta venjingarlegu, áðrenn ferðalagið leggur leiðina til Kaunas, sum liggur miðskeiðis í tí sunn- asta baltiska landinum, Litava. Seinni dysturin verður leiktur tann 23. juli. – Tað verður ómetaliga torført at fáa eitt gott úrslit, men vit skulu ikki gera tað torførari enn neyðugt, sigur Frank Skytte at enda. HB ímóti Kaunas klokk- an 19 á Tórsvølli í kvøld, mikukvøldið. Dómari verð- ur Igorj Ischenko úr Ukre- ina. HB í evrope- iskum fótbólti HAGTØL Stefan í Skorini HB er einasta føroyska felagið, sum nakrantíð er komið víðari í evropeisk- um fótbólti. Hetta hendi tó eftir at lettiska liðið RAF Jelgava ikki møtti upp til seinna dystin, sum skuldi spælast á Toftum. Jelgava vann fyrra dystin 1-0. Besta einstaka úrslitið er 2-0 sigurin á finska lið- num FC Vaasa í 1998. Súni Fríði Johannesen skoraði tá bæði málini í dystinum á Tórsvølli. Hetta er samstundis ein- asti sigurin hjá HB í evr- opeiskum fótbólti. FC Vaasa vann tó seinna dystin við fýra málum móti ongum. Fimm ferðir er tað eydnast at fáa javnleik, men tað er bert á heima- vølli. HB hevur tapt allar sínar evropeisku útidystir. Bestu málskjúttar í evr- opeiskum fótbólti hjá HB eru Bárður Mortansson og Súni Fríði Johannesen við tveimum málum í part. Hagtøl: UEFA Cup 2001: HB - Grazer AK (Eystur- ríki) 2-2 (0-0), Bárður Mortansson (51, 58) Grazer AK - HB 4-0 (2-0) InterToto Cup 2000: HB - Lombard FC (Unga- rn) 0-4 (0-3) Lombard FC - HB 3-0 (1-0) Champions League 1999: HB -FC Haka (Finnland) 1-1 (0-0), Magni á Lakj- uni, (47) FC Haka - HB 6-0 (2-0) UEFA Cup 1998: HB - FC Vaasa (Finnland) 2-0 (1-0), Súni Fríði Jo- hannesen (28, 73) FC Vaasa - HB 4-0 (2-0) Cup Winners Cup 1997: HB - Apoel Nicosia (Kypros) 1-1 (1-1), Uni Arge (40) Apoel Nicosia - HB 6-0 (2-0) Cup Winners Cup 1997: Dinamo Batumi (Geor- gia) - HB 6-0 (3-0) HB - Dinamo Batumi 0-3 (0-2) InterToto Cup 1995: Bólkur 8 HB - Universitatea Cluj (Rumenia) 0-0 (0-0) Tromsø (Noreg) - HB 10- 0 (5-0) HB - Germinal Ekeren (Belgia) 1-1 (0-1), Sig- fríður Clementsen (87) FC Aarau (Sveis) - HB 6- 1 (3-1), Gunnar Mohr UEFA Cup 1994: Motherwell FC (Skot- land) - HB 3-0 (2-0) HB - Motherwell 1-4 (0- 2), Andreas F. Hansen (57) Cup Winners Cup 1993: RAF Jelgava (Lettland) - HB 1-0 (0-0) HB - RAF Jelgava 3-0 (RAF Jelgava møtti ikki til dystin, og HB vann tí 3-0) 1. umfar Universitatea Craiova (Rumenia) - HB 4-0 HB - Universitatea Crai- ova 0-3 Frank Skytte, venjari hjá HB: – Royndirnar skulu bera okkum Síðst HB spældi evropeiskan fótbólt á Tórsvølli var tann 8. august í 2001 ímóti Grazer AK úr Eysturríki, og tann dysturin endaði 2-2. Her skorar Bárður Mortansson til 1-0, og hann legði eisini HB framum 2-0. Eysturríkar svaraðu tó aftur, og dysturin endaði 2-2. Seinna dystin vann Grazer AK 4-0 C M Y K 18