Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 200 — 20. OKTOBER 1994 Upplýsingarherferð hjá Heilbrigdinum: Lýsing fyri túsundtals krónur í Dimmalætting Almenni viðgerðarstovnurin á Velbastað hevur eina upphædd á figgjarætlanini, sum er ætlað til upplýsing og fyribyrgjandi tiltók. Heilbrigdið nýtir upphæddina til heilsíðulýsing í Dimmalætting, sum kostar 10.000 krónur Vøkur og glæsilig er heil- síðulýsingin hjá Heilbrigd- ið í Dimmalætting. Í fyrstuni heldur tú at hon er handilslýsing fyri okkurt gistingarhús. Tað næsta tú hugsar er, at Heilbrigdið vantar viðskiftafólk ella sjúklingar, sum teir nevna tað, tá fólk hava rúsdrekka- trupulleikar og hava brúk fyri hjálp. Ingi Mohr, leiðari á Heil- brigdinum, sigur við Sosial- in, at teir hava nóg mikið at gera, og als ikki hava tørv á at fáa fleiri fólk í viðgerð á Velbastað. Tað er ikki or- søkin til, at stovnurin hevur sett heilsíðulýsing í blaðið. Peningurin av - upplýsingarkontoini - Vit hava ávisa upphædd til fyribyrgjandi og upplýsan- di arbeiði, og tað er henda upphædd, sum vit hava valt at brúka, við at seta lýsing í Dimmalætting, sigur Ingi Mohr. - Fólk venda sær ofta til okkara, fyri at fáa upplýsing um viðgerð o.a. í samband við rúsdrekkatrupulleikar. Vit hava gjørt ein faldara, sum ætlanin varð at senda í hvørt hús í Føroyum, so sum Blákrossheimið eisini hevur gjørt, men vit hildu hetta vera lættasta loysnin, sigur Ingi Mohr. Heilbrigdið er á fíggjar- lógini við 4,7 mió. krónum í 1994, og stovnurin heldur seg innan fyri fíggjarliga karmin, sigur Ingi Mohr. - Vit royna at brúka pen- ingin til tað, sum upphædd- in er ætlað til, t.v.s., at heil- síðulýsingin í Dimmu er tíkin av kontoini til upplýs- ing og fyribyrging. Kann verða spard burtur - Tá Heilbrigdið ikki hevur brúk fyri at fáa fleiri fólk í viðgerð, kundu tit so ikki nýtt peningin til annað endamál? - Nú er tað soleiðis, at játt- anin til Heilbrigdið er skor- in nógv niður seinastu árini. Brúka vit ikki peningin, sum er tøkur til ávísu enda- málini, so verður eisini tann upphæddin spard burtur, sigur Ingi Mohr. Trý fólk stóðu á bíðilista at sleppa í viðgerð á Heil- brigdinum mikudagin. Dagny Lýsingin hjá Heilbrigdi- num í Dimmalætting er ein roynd at upplýsa um og fyribyrgja rúsevnismisnýtslu. Heilbrigdið hevur játtan á fíggjarlógini, sum er 4,7 mið. krónur í 1994. Lýsingin í Dimmalætting kostar 10.000 krónur, og upphæddin er tikin av kontoini til upplýsandi og fyribyrgjandi tiltók, sigur Ingi Mohr, leiðari á Heilbrigdinum Tíðindablaðið GSK á alkohol- 2 Viðgerðin gevur úrslit - varandi loysnin trupulleikunum Hevur tú alkoholtrupulleikar, so ring til okkara á heiminum á Velbastað ella Yviri við Stronc > Hvat er Heilbrigdið tik. 28055 ella tlf. 18160 - ella stokk inn á gótvið ås iðgerðar I. Vit eru altíð til reiðar at hjálpa tær og vegleiða teg Su BO i SS ea Familjurådges ing Alkoheolisma Alkoholsma hey ur tim sørskildar eginleikar. Teir eru Óli Jacobsen, landsstýrismaður: Arbeiði er eisini annað enn fiskur - Handilsavtalan við ES er fríhanidlsavtala, og tað inniber, at vit kunnu útflyta allar vørur, undantikið fiskavørur tollfritt til ES lond, sigur Oli Jacobsen Í Landsstýrinum hava tey ikki gloymt arbeiðsloysið. Har verður arbeitt við fullari megi at gera lógarar- beiðið, sum skal til fyri at fáa fleiri arbeiðspláss á landi og á sjógvi. Herfyri legði Óli Jacob- sen fram uppskot um, hvat er neyðugt at gera fyri at fáa fleiri fólk í arbeiði. Ein nevnd er sett „sum skal gera lógararbeiðið, og hon skal verða liðug í seinasta lagi 14. november. Uppskotið skal síðani fyri á landsstýrisfundi, og um tað verður góðukið, lagt fyri tingið til viðgerðar. Næsta ár kemur vend í 1. januar skal tað vera møguligt at fara undir at stovna nýggj arbeiðspláss, eftir hesum uppskotinum, sigur Óli Jacpbsen. - Utlitini eru góð, men tað er Ogjørligt at nevna tøl í hesum sambandi. Tað, sum umræður, er at fáa virk- semið aftur í samfelagið, og at fáa vinnulívfólk at trúgva uppá, at tað kann lata seg gera, sigur Óli Jacobsen. Hann heldur, at upp til fleiri arbeiðsætlanir kunnu geva nógv arbeiðspláss, men Óli Jacobsen vil ikki selja skinnið fyrr enn bjórn- in er skotin, sum hann tekur til. - Nýggir møguleikar eru eisini komnir í ljósmála, sum eg ikki kann siga meir um nú, men um einar tríggjar vikur verður nýtt at frætta um tað, sigur Óli Jac- obsen. Hann vil ikki siga, hvørjar ætlanir talan er um, men sigur kortini, at elektron- iska virkið í Vágum, sum fekk so syrgiliga lagnu, ikki skal endurtaka seg, um ein slik fyritøka vil stovna virki i Føroyum. Útflyta tollfrítt til ES - ES-avtalan er ein fríhand- ilsavtala, og hon inniber, at Óli Jacobsen, landsstýrismaður í ídnaðar- og arbeiðs- marknaðarmálum vit kunnu úflyta allar vørur tollfrítt, undantikið fiska- verur. - Her er ein veruligur møguleiki at finna fram til, hvørjar aðrar verur enn fiskavgrur vit kunnu gera í Føroyum, og her er elek- troniski idnadurin avgjørt ein møguleiki. - Fáa vit møguleika at stovna slik virkir, so skal hann loftast, sigur Oli Jac- obsen. - Vit kunnu fáa fleiri ar- beiðspláss, bæði á sjógvi og landi, men vit kunnu eisini royna allar aðrar møgu- leikar, sum ikki hava við fisk at gera, sigur Oli Jaco- 4, Broytingar i ALS: Tryggjar fyribils oll arbeiðsleys Verður nýtt uppskot grundarlag fyri lóg- arbroytinginum, sleppa eini 600 fólk inn aftur í skipanina. Tilsamans 2100 fólk fingu stuðul í farnu viku I løtuni verður arbeitt við at broyta Arbeiðsloysisskipa- nina. Óli Jacobsen, lands- stýrismaður, sigur, at upp- skotið væntandi verður lagt fyri tingið seinni í vikuni. Uppskotið fevnir um, at útgjaldið verður hækkað til 70 pst., rullandi útgjaldið fellur burtur, og tíðin fólk kunnu vera í skipanini verð- ur longd. Tað inniber, at eini 600 fólk, sum duttu úr skipanini 1. august í år, sleppa inn aftur. Sambært samgonguskjal- inum skal ALS broytast, og 50 mió. krónur á fíggjarlóg- ini er partur í broytingini. Umframt inngjaldið í ALS, so er 45 mió. króna lánið tøkt. Tað er lánið, sum stýr- ið fyri ALS ikki vildi taka í fjør. Lánið er tó framvegis ul at taka, um á stendur at fíggja nýggja uppskotið, sigur Óli Jacobsen. Oli Jacobsen sigur, at tað ikki verðir nærri ásett í lóg- ini, hvussu leingi fólk skulu sleppa at vera í skipanini, men at uppskotið tó tryggjar øllum arbeidsloysisstudul árið út í 1995. Í farnu viku fingu 2100 fólk stuðul í ALS. Verður uppskotið hjá landsstýri- num samtykt, fara eini 2700 fólk at fáa arbeiðsloysis- stuðul. Dagny