hósdagur 20. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið E5,;
-
LANDINGAR
UTTANLANDS
Er tað íkki eisini óhoyrt at
hoyra fullkomuliga ó-
broyttu ýlini, so sum hesi
hoyrast úr FA regi, tá Inge-
borg Vinther (í somu fylk-
ing sum Óli Jacobsen, men í
skurrandi andsøgn til hen-
dan): Landingar uttan-
landa skullu bannast,
flakavirkini skulu yvir aftur
á privatar hendur?? Be-
tongi man vera um at
stadna: Hvat er galið? Er
flakavinnan meira almenn
nú, við ongum studningi,
enn tá skattgjaldarin varð
tíkin fyri 200 milliónir
krónur meira enn saml-
aðu løngjaldingarnar á 22
flakavirkjum, um árið?
Men áhugavert hevdi verið
at vita um tað er flatfiskurin
og tey fáu hýsu- og toska-
tonsini, íð útróðramenn roy-
na at fáa sum frægast burt-
urúr, vid at leggja fiskin í
kassar og síðan selja til EF,
sum blankan fisk, ella tað er
Barentshavsflotin,“íð Inge-
borg Vinther man hava í
huganum tá hon tosar um
bann fyri landingum uttan-
landa? Er tað tað seinna, so
er avgjørt talan um nakað
sum munar! Neyvan nakað
annað tiltak hevði munað
betur tann positiva vegin, tá
hugsað verður um valuta-
inntøkurnar, íð stava frá
sølu av fiski og fiskaúrdrátti
í Bretlandi, um tað í stundini
var sett bann fyri prísdum-
pingini, íð stendst av at oysa
marknaðin har, undir við tí,
uppá seg, sera stóra útboð-
num av singlefrystum
toskaflaki (hýsan verður
tveitt í aftur havið) íð milli-
ónirnar av 15 punds eskjum
frá hesum skipum útgera.
ØLL VIRKI OPIN?
Og hvørja virkan vildi tað
ikki havt, um hesin útflut-
ningur (av bæði fiski og pe-
ningi) í staðin fyri at fara til
rentur og avdráttir, av illa-
sæddum verksmiðjutog-
arum, heldur gjørdist grun-
darlag fyri fiskavirking á
landi og soleiðis kom eini
stórri fjøld enn nøkrum út-
valdum sekteristum til góð-
ar. Tað er nú einaferð henda
"stórri fjøld" sum av síni fe-
lags ogn gjaldir 148 000
fiskatons fyri hesa uppá
fleiri mátar so sera eksklu-
sivu kvotu.
ILLASÆDDIR
Hesir resoursudestroyarar
sigast illasæddir og undir
illgruna av bæði teirru
Norsku og Russisku sjó-
verjuni, íð gita, at teir um-
borð á hesum mastodon-
tum, íð kosta 120 - 130 mil-
liónir krónur hver, drepa
nógv meira fisk enn teir
gevaupp. Hettaeruannars
skip har ongin vanligur fø-
royingur soleidis heilt uttan
víðari sleppur umborð á,
attan at verða "clearaður"
fyrst. Umhvervisfelags-
skapirnir, íð nú meina, at
heimsins fiskastovnar ikki
longur kunnu bjargast, siga,
at hesi skip vanliga dumpa
umleið helmingin av tí tey
draga upp úr sjónum. Er
hettar áleiðis rætt, so fiska
hesi skip eina nøgd av fiski
íð er væl stórri enn tann
nøgd id samlað verður land-
að í Føroyum í dag!
Um gongdina annars um-
borð á hesum skipum verð-
ur sagt frá, at allur fiskur íð
ikki gevur rímiliga stór fløk
verður tveittur í aftur havið,
meðan allur fiskur íð er
stórri enn tað í maskinurnar
kunnu taka, verður kappa-
ður av framman fyri gotið.
Stertaparturin ferð í maski-
numar meðan fremri og
stórri parturin av fiskinun
ferð aftur í havið.Tað er at
vóna at tað er hetta Inge-
borg Vinther hevur í huga-
num, meðan tað er at vóna
at tað ikki er hetta Oli Ja-
cobsen hevur í sínum huga,
tá hann talar um landingar
uttanlanda.
OSERIØSUR
KRITIKKUR
Tad er at harmast um at
Marita Petersen fór uppí
hetta grunna kórið av óseri-
øsum kritikkarum. Hon er
kunnað um, hví tað er sera
trupult fyri ikki at siga
ógjørligt, at fáa naka líkinda
lønsemid í føroyska fiski-
vinnu. Hon er kunna um, at
stóra forðingin fyri lønsemi
er at finna í einvísu satsingi-
ni í ein skeivan flotatek-
nikk. Serliga nú har flotin er
vorin mótpartur hjá flaka-
vinnuni, aftur ímóti vidur-
skiftunum undan fiskavirk-
ing, har flotin var ein, ikki
viljandi, integreraður part-
ur av teirru samlaðu fiski-
vinnuni í Føroyum. Møgu-
leikarnir fyri at gera grund-
leggjandi broytingar, íð ra-
dikalt kundu haft skapað
grundarlag fyri lønsemi í
føroyskari fiskivinnu, vóru
tilstaðar bæði so og so, åd-
renn bygnaðarnevndin,
segði sín Salomonska dóm,
sum A-klassaði ein skeivan
flota frá 1993 at rokna og
higartil hesin floti er rustað-
ur burtur. Eg vil halda, at
Marita Petersen hevur betri
innlit í spurningin um løn-
semi í fiskivinnuni heldur
enn serliga danski parturin
av toppinum í pf. Fiska-
virking. Út ífrá hesun er
hennara kritikkur sera ein-
oygdur og órættvísur.
STUDNINGS-
VINNINGUR
Møgulcikarnir at diska upp
við flottum árðroknskapum
úr tí korporativt rikna ko-
oporativinum Føroya Fis-
kasølu vóru annarleiðis og
so nógv betri, enn teir eru
tað hjá pf. Fiskavirking og
hetta vita Jákup i Lopra, In-
geborg Vinther, Óli Jacob-
sen alt um, tí er hetta bæði
grunt, populistisk, ógrun-
dað og grovt óforsvarligt at
"almennir tænarar" føra seg
fram við sovornum undir-
gravandi virksemi, heilt
eyðsýnt ikki ætlað til annað
enn at tekkjast teirri hásu
fjøldini, íð hevur valt eina,
180 stig snaraða, misnøgd
íð stavar frá einari hetzlík-
nandi reint paranoidari de-
magogiskari øsing, ætlað
øllum og øll, íð vóru og
verða hildin at verða forandi
fyri teirri heilt speciellu
maktgimd, id er so eyðkend
fyri tann maniska dema-
gogin
FEUDALI
PISKURIN
Fiskavirking yvir aftur á pri-
vatar hendur siga hesi fólk.
Allarhelst man tað vera sak-
nur í tí feudala pískinum.
Tað man vera hann, íð
dregur. Kundi føroyska
flakavinnan veruliga "tak-
ast upp" av privatum før-
oyskum kapitali, var nøkur
onnur fíggjarlig loysn? Tað
kann neyvan vera talan um
somu privatu kreftirnar, íð
Nr. 200 — 20. OKTOBER 1994
råddid fyri bor gun, tå saml-
aða føroyska fiskivinnan fór
av knóranum, íð hugsað
verður um, tá tosa verður
um privatar, tí tað kann
yvirhøvur ikki hugsast at tað
skulu kunna vera bygdar
upp privatar formúðir
burtur úr leivdinum av ein-
ari studningsvinnu, íð fór
fallit.
Aðrenn menn eru farnir út
og hava dokumenterað ein
so veldugan studningstørv,
sum talan var um, má tað
gangast út frá, at allur pri-
vatur kapitalur er mistur og
er hettar íkki tilfelli& tå
mugu hesi viðurskifti mel-
dast, kannast og rætturin ei-
gur síðan at talað.
TAÐ ER MUNUR A
Meðan Føroya Fiskasølu-
monopolid i 21,5 år tvang-
styrdi at kalla allari ti før-
oysku fiskivinnuni og ime-
dan hetta fyritaksemid len-
sadi føroyskar skattgjalda-
rar fyri milliardir, so var
hetta makabra virksemið
friðhalgað av teirri føroysku
pressuni. Sjónvarp, Útvarp
og bróðurparturin av føro-
yska blaðheiminum, bar
trúðliga, eina ferð um mán-
aðin, tey tíðindi, íð monopo-
lið sjálvt fann fyri gott at
lata almenninginum til
"kunningar". 12 ferðir um
árið vóru føroyingar, danir,
bretar, og aðrir, høgir og lá-
gir, kunnaðir um gongdina
hjá Føroya Fiskasølu. Eina
ferð um árið varð hildin
pressufundur, og tað yvir-
høvur framúr góða figgjar-
liga úrslitið varð almanna-
kunngjørt.
Hugsa tykkum til eitt yvir-
skot úkið úr einari vinnu
sum bara í tí eina árinum
(1989) kostaði ti føroyska
skattgjaldaranum 605 milli-
ónir krónur, hvat halda tit
hesin studningur man telja í
milliardum eftir 21,
árum??
Síða 9
Hver var tað, íð tosaði um
undirskot? - Og hvat er al-
ternativi??
Ikki fyrr enn nú tá stud-
ningur er um at gerast søga,
ikki fyrr enn nú gevst Olaf
Olsen við at fiska eftir stud-
ningi, nú - oktober 94 - verð-
ur tonsamentanin løgd á
hyllina. jfr.O Olsen i SvF 18
okt.94, har sagt varð, at fyrr
vóru fiskað tons, íð góvu so
og so nógvan pening. Nú
skuldi roynast við kvaliteti
og peningur (virði) skal fá-
ast úr hvørjum kassa. Hetta
eru stór og góð tíðindi, íð
geva vón um at tað ikki fara
at ganga fleiri ár, til rokkið
er á mál: Tá virði skal fáast
úr hvørjum ti einasta fiski,
og tá, vónandi verður Olaf
Ísen aftur at síggja og
hoyra í SvF, tá hann fer at
boða frá, at skulu vit røkka
málinum (tí tað er neyðugt)
3