Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sr Stor hjartarenning í Havn leygardagin Leygardagin skipa Hjarta- felagið og Bragdið fyri stór- ari renning í Havn. Byrjað verður við ÍSF-húsið kl. 14, men hálvan tíma áðrenn er upphiting á skránni, og tá kunnu fólk eisini fáa mált blóðtrýstið — eins og tey kunnu fáa tað gjørt aftaná. Tá renningin er liðug, er ætlanin at hava lítla hugna- løtu í ÍSF-húsinum við kaffi og køkum, og øll, ið hava verið við í renningini, eru tá við í lutakasti um troyggjur, nøkur og annað, umframt at tey fáa skreytblað. Eisini fer rennarin Albert Marni Joensen at tosa um renning og heilsu. Hann er fremsti rennari okkara, og í løtuni starvast hann áLands- sjúkrahúsinum í sambandi við at hann lesur til lækna. Hjartafelagið og Bragdið hava nú fingið motións- renningina at liggja í fastari legu, og tá ikki stormur ella stórkavi forða tí, verður runnið í Havn hvønn leyg- Leygardagin verður stór- ur rennidagur í Havn (Tilvildarliga vald mynd) ardag til og við 3. desember. Bert hesin eini stóri renni- dagurin er eftir í heyst, men ætlanin er athava fleiri aftur komandi vár Væleydnað tiltak í Skálavík Mikudagin 5. og hósdag- in 6. oktober hevði Hjarta- T felagið eitt serstakt tiltak í Skálavík, har eini 60 fólk vóru til fyrilestrar við Mari ann Patursson, kostráð geva, og Erik Norderg, yv- irlækna. Umframt lótu yvir 200 fólk iøllum aldursbålk- um blóðtrýstið verða målt, umframt kolesterol - og sukurinnihaldið íblóðinum. | Ætlanin hjá Hjartafelagn- um er at lata slík tiltøg ger- ast regluligar tættir í virk- seminum, og miðað verður ímóti at hava tvey sovorðin tiltøk um árið — eitt á vári og eitt á heysti. Næsta tiltakið verður í Suðuroy næsta ár, men enn er dagur ikki ásett- ur. hj. Skammleysur »itrottar«sosialur Ein tann rúgvusmiklastu — alt summarið tann rúgvusmiklasti - parturin av Sosialinum er so- nevndi >Ítróttarsosialurin<. Hann snýr seg tó ikki um ftr ótt, men um fótbólt. Fótbólt, fótbólt og so at siga eina og aleina fótbólt. Eisini eftir at fótbóltskappingin er av út á heystið, snýr tað seg framvegis bara um fótbólt. Hygg í Sosial- in frá í dag (tysdegi] — tvær samfullar síður um fótbólt. Ikki eitt orð um annan ítrótt. Hóast tað eru nógvar aðrar virknar ítróttargreinar. Av teimum skal eg bert nevna og umreða ta einu — hondbólt. Av vetrarítróttargreinunum er hondbólturin tann størsta. Kappingarárið byrjar fyrst í oktober og enda fyrst í apríl. Men hondbólt hevur Sosialur- in av gjørt, at einki skal skrivast um — uttan kanska ein stubbi aðru- ella triðjuhvgrja viku. Oftast úr tilfari, hann fær borið upp í hendurnar. leiðis var Sosialurin alt síðsta kappingar árið. Og nú verður byrjað aftur á sama skammleysa hátt — ella uppaftur verri. T.d. sendi VÍF eitt drúgt tíð- inddskriv Mil fjølmiðlarnar síðsta mikudag unt nýggju royndir VIF's atøkja um áhug- an fyri hondbóltinum, bæði hjá áskoðarum — og hjá fjølmidl- um. Og tilfar um komandi dystin í Vestmanna millum tvey av teimum fremstu hond- bóltsliðunum í Føroyum. Aðrir fjølmiðjar, serliga út- varpið, tóku væl ímóti hesum Men Sosialurin? Teir tveittu tað í ruskspannina og grettu einki um hondbólt. Hverki undan hesum ødrum umfari í landskappingini í hondbólti, ella aftaná. At vit kortini høvdu eina sanna hondbóltsveitslu í Vest manna sunnudagin, við 320 áskoðarum í høllini, er ein onn- ur søga. Sosialurin ræður sjálvsagt fyri, hvat hann vil skriva um og hvat hann vil tíga burtur. Tó må blaðstjórin á Sosialinum kunna siga okkum (eg vil biðja blaðstjóran sjálvan svara, og ikki eitt sum Hilmar Jan): Hví er ítróttur í Sosialinum so at siga bert fótbóltur? Og hví hevur Sosialurin so stóran illvilja móti størstu vetr- arítróttargrein okkara, hond- bólti? Hans Pauli Strøm, skrivari VÍF's Sosialurin ætlar ikki at gloyma vetrarítróttin Fyrst av øllum skal Hans Pauli Strøm, og eisini onnur, ið hava havt sama hjartasuff, fáa sín fullarætt í, at Sosialurin seinnu árini hevur gjørt ov lítið við tann partin av ítróttinum, ið fer fram um veturin. Tað er spell, og eingin harmast meira um tað enn vit á Sosialinum. Í summarhálvárinum eru tað serliga fótbóltur og kappróður, ið eru, og hesar báðar ítróttar- greinar hava vit roynt at dekk- að sovæl sum gjørligt — kanska ov væl, vil onkur halda. Nú veturin stundar til og vetrarítrótturin longu er farin í gongd, undrast mong kanska saman við Hans Paula og spyrja: Hvar er Sosialurin nú? Orsøkin til, at einki enn er komið í blaðið frá vetrarítrótt- inum, er millum annað hon, at ógreitt hevur verið, hvussu innanhýsis arbeiðsbýti her á blaðnum hevur skulað verið. Hetta er nú fingið upp á pláss, og eitt nú verður frá týsdags- blaðnum komandi farið undir at gera burtur úr hordbóltin um, eins væl og ødrum ítrótti, ið verður á skránni í vetur. Meðan vit um summarið havatvey fólk attakasær av ítr- óttarskrivingini og eitt triðja burtur av vanligu manningini til kappróðurin, hava vit bert eitt fólk tøkt í vetur — í hvussu er í fyrsta umfari. Men sum sagt eru allir ivaspurningar um arbeiðsbýti og annað endiliga avgreiddir, so nú fer eisini So- sialurin til verka. At tíðindskrivið frá VÍF fyri viku síðani ikki fekk rúmd í blaðnum, kann helst skyldast, at ábyrgdarpersónurin av inn- sendum ítróttartilfari — var staddur uttanlands ta vikuna, og eingin tí hevur givið skriv- inum gætur. Tað harmast vit um, men vóna ikki, at tað held- ur VÍF ella nøkrum ødrum aft ur frá at senda okkum tíðindi av ymsum slagi. At skriva um ítrótt er sera nógv tengt at, at ítrótturin sjálvur eisini vil rætta blaðnum eina hjálpandi hond, og henni taka vit fegin ímóti her á Sosi- alinum. Her verður hugsað um smá tidindaskriv, at senda dómaraseðlar inn, lata okkum fáamyndir, táokkurt er, og siga okkum frá, tá okkurt serligt til- tak er, ið vit so kanska fáa gjørt okkurt burturúr. Sosialurin hevur ongan ill- vilja móti vetrarítrótti, hond- bólti ella nøkrum ødrum, og tað vóna vit eisini, at vit fáa prógvað í vetur, so eingin ivast í, at Sosialurin hevur rúmd fyri ødrum enn fótbólti. Vit fara at gera okkara besta, so eisini vetrarítrótturin fær ta blaðrúmd, hann hevur uppi- borið. Eisini eru vit her á blaðn- um opin fyri hugskotum frá fólki, ið halda seg hava okkurt upp á hjarta, ið kann beta um dygdina á tí, vit arbeiða við. Kanska megna vit ikki at fáa alt við, men í hvussu er fara vit at leggja dent á atdekka alt tað, ið hendir í ovastu deildunum innan tær ymsu ítróttargrein- arnar Vinarliga Jan Múller, blaðstjóri Tíðindablaðið ED Nr. 200 — 20. OKTOBER 1994 Sida 11 VÍF vann á KIF Nýggja áskoðaratiltakið hjá vest- menningum eydnaðist avbera væl 1. deild, menn: VIF-KIF 19-17 (7-11) Sunnudagin møttust ICY bædi grannalidini VIF og KIF í itrøttarhøllini í Vestmanna. Talan var um cin javn- an og spennandi dyst, frætta vit úr Vestmanna, har cinki var avgjørt, fyrrenn liðugt var. So er eisini vanligt, at tað er í slíkum grannauppgerð- um millum VIF og KIF. Fleyr Leygarkvøldid 29. okto- ber kl. 19 verdur står veitsla í Gundadalshøll- ini í sambandi við, at í ár eru tíggju ár liðin, síðani feløgini Kyndil, Neistin og Fleyr kundu taka høllina í nýtslu. Felggini hava gjørt av at hava eina stóra felags veitslu, heldur enn tríggjar smærri. Hetta hava tey wy feløgini ongantíð roynt fyrr, men tankin er rættiliga nær- liggjandi, tú felggini skulu jú frammanundan standa saman um høll- ina, , Mangt og hvat verður eisini á skránni hetta komandi leygarkveld. Borðreitt verður við súp- an og oksakjøti, og om- aná verður ísur, kaffi og køkur. Seinni verður so eisini morgunmatur — súpan og langbreyð. Undir borðhaldinum verður ymist til undir- halds, og aftaná fer bólk- urin Twilight at spæla til dans. — Freistin at keypa sær atgongumerki er úti mikudagin, og vit vóna, at tey, ið altíð eru sein á veg at fáa sær atgongu- merki, gera skjótari av hesaferð. Tað er jú nógv lættari at leggja alt til rættis, tá ein veit, hvussu mong koma, siga tey í veitslunevndini. — Vit hava eisini lagt Gundadals- høllin stora fødingar- dagsveitslu Heldur enn at hava triggjar smærri veitslur, skipa Kyndil, Neistin og ri einari stórari veitslu sam- an. Roknað verður við 5-600 gestum Undan dystinum hevði VIFlyst við ymiskum til- tøkum, ið skulu gera tað stuttligari at koma til hondbólt í Vestmanna, og eydnaðist tað eisini stak væl — 320 áskoðarar vóru til dystin. ; Toppskjúttar hjá VIF vóru brødurnir Aki og Ingi Olsen við fimm mál- um hvør, meðan Eddi Jo- ensen var toppskjutti hjá KÍF við seks málum. hj. stóran dent á at hava eina so bíliga veitslu sum gjørligt, tí tað noyðist ein at hugsa um í hesum døg- um, tå fólk ikki hava nógvan pening millum hendur. Atgongumerk- ini kosta bert 100 krónur, og tey kunnu keypast í Gundadaishøllini. Fyrireikaramir rokna við, at eini 5-600 fólk koma til veitsluna. Nakr- ir gestir eru eisini bodnir við til veitsluna, og eru hetta lýsararnir í høllini, stuðlarnir hjá feløgun- um, gamlir nevndarlim- ir, býráðslimir og umboð fyri flogbóltssambandið, hondbóltssambandið og ítróttarsambandið. Nú hvílir høllin í sær sjálvari Síðani Gundadalshøll- in varð tikin í nýtslu á vári í 1984, fór hon á tvang fyri góðum tveim- um árum síðani, og tá keyptu tey uy feløgini hana aftur. Yvirhøvur verður høllin brúkt frá morgni til myrkurs — fyrst og fremst av eigar- unum til venjing og dyst- ir, men eisini verður hon nógv leigad út. — Sum stødan er nú, hvílir høllin í sær sjålv- ari, og tað ger tað so mik- ið lættari hjá feløgunum, verður sagt úr Gunda- dalshøllini. hj.