fríggjadagur 21. oktober 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 201 — 21. OKTOBER 1994
Sangløta fyri.
hoyvíkingar
sunnukvøldid
Fleiri kór og bólkar verða við á sang-
lótuni, og innbjóðingarkort verða nú
borin í hvørt hús í Hoyvík. Fyrireik-
ararnir vóna, at mong fara at koma
Sunnukvøldid kl. 18 fáa
hoyvikingar høvi at vera
við til eina stóra sangløtu
í Hoyvíkar Skúla, har
bæði kór og bólkar fara
at luttaka við sangi og
tónleiki.
Tað er Samkoman í
Hoyvík, ið skipar fyri
hesi serligu sangløtuni. I
mong ár hevur samkom-
an regluliga savnast til
meti og onnur tiltøk i
Hoyvíkar Skúla, men nú
verða eisini høli leigað í
býnum, Oasan í Jónas
Broncksgøtu 25.
Á skránni fyri sang-
løtuna sunnukvøldid er
fyrst og fremst négvur
og góður sangur og tón-
leikur, men eisini verður
onkur vitnisburður inn-
ímillum. Hoyvíkskórið,
Ungdómskórið, Barna-
kórið, Annika, Sigrid á
Eisa, bólkurin Ataja og
fleiri fara at seta sín dám
á løtuna, ið fyrireikar-
amir siga fyrst og fremst
vera fyri hoyvikingar.
— Tað er so sjáldan, at
nøkur serlig tiltøk eru í
Hoyvík og fyri hoyvík-
ingar, so tí fara vit nú at
royna við hesari sangløt-
uni at savna fólk í Hoy-
vík, siga fyrireikararnir.
— Vónandi verður und-
inøkan eisini góð. Vit
fara at ganga hús úr húsi
við innbjóðingarkortum,
so øll skulu kenna seg
vælkomin á sangløtuni
sunnukveldið.
Færri fødd
enn deyo
Fólkatalið í Norðoyggjum
er í stødugari minking, og
einki bendir heldur á, at tað
fer at ganga hinvegin, skriv-
ar Norðlýsið í dag.
Tað, sum er hent í Norð-
oyggjum síðstu månadim-
ar, er at burdaravlopid er
horvið, av tí at fleiri fólk eru
deyð enn nyfødingar eru
bornir í heim.
Síðani mai mánað hava
tølini gingið skeiva vegin,
og tað tíðarskeiðið eru bert
tiggju børn fødd í Norð-
oyggjum, meðan tólv fólk
eru deyð. Um samanborið
verður við sama tíðarskeið í
fjør, verður munurin bert
enn sjónskari, tí tá vórðu 29
børn fólk, meðan trettan
fólk doyðu.
Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur í Klaksvík,
sigur við Norðlýsið, at tað
er hesar síðstu fýra mánað-
irnar,attaliðáteimum deyðu
er farið upp um talið á ný-
fødingunum.
— Tad er ikki, ti at so nógv
fleiri fólk eru deyð, enn ár-
ini frammanundan, men tað
at fødingarnar eru so fáar,
sigur presturin.
— Talið á deyðum í Norð-
oyggjum liggur javnt um trý
hvønn mánað.
hj.
Jákup Sørensen úr flogbóltsfelagnum Fram roynir at nærkast tarvinum, ið felagið seinnapartin í dag fer at selja á upp-
bodssølu á Torginum í SMS. Umframt verða eisini tvey lomb seld á uppboðnum
Flogboltsfelagid Fram
selur tarv á uppboði
So hvørt sum tíðirnar gerast
alsamt verri, er neyðugt at
økja um hugflogið hjá teim-
um, ið skulu savna pening
til ymisk endamál, eitt nú
innan ítróttin.
Eitt nú er tað nærmast
vorðið móti at selja ymist á
uppboði, og hetta hava fleiri
roynt við góðum úrsliti.
Flogbóltsfelagið Fram er
eittav teimum mongu ítrótt-
arfeløgunum, ið merkir tíð-
arinnar kreppu á sínum
egna kroppi. Felagið hevur
árliga einar 100.000 krónur
í útreiðslum av hallarleigu,
og umframt allar aðrar út-
reiðslur, ið standast av at
íðka ítrótt, tórvar felagnum
—€ins og so mongum ødrum
— sjálvsagt pening ul virk-
semið.
Roynt ymisk tiltøk
Hesi seinnu árini hevur
felagið roynt seg við fleiri
ymiskum tiltøkum, harav
fleiri hava verið á Torginum
í SMS. Eitt nú hevur Fram
har havt føroyskan djóra-
garð, har høsnarungar, gæs,
dunnur, lomb, tarvkálvur og
mong onnur djór vórðu
synd fram, serliga teimum
smærri til fragd og frøi. Og
fieiri ferðir hevur felagið
eisini havt onnur tiltøk, ið
hava havt tað eina endamál-
ið: At útvega pening til
rakstur og virksemi.
Nýggjasta tiltakið, ið flog-
bóltsfelagið hevuráskránni,
er uppbodssøla av einum
tarvi, og verður hon á Torg-
inum í SMS í dag kl. 16. Har
verða eisini tvey lomb seld,
og er ætlanin at selja tarvin í
tveimum. Samstundis hev-
ur Fram eisini køkutombola
í SMS hesa vikuna.
Hendan uppbodssøla fer
fram á tann hátt, at fólk
bjóða tjúgu krónur hvørja
ferð, og so rinda tey hendan
peningin so hvort sum tey
bjóða. Upphæddin fer upp-
eftir alla tíðina, men tað er
tann, ið síðstur er at bjóða
tjúgu krónur, ið fer avstad
við tí, bjóðað verður uppá.
Við øðrum orðum kann
onkur standa og bjóða fyri
fleiri hundrað krónur, uttan
at fáa tarvin, meðan onkur,
ið bert er stokkin inn á gólv-
ið í SMS til smágrindi, kann
gerast heppin og verða tann
síðsti at bjóða tjúgu krónur
og harvið fáa tarvin.
Hesar uppboðsselurnar
eru vorðnar rættiliga van-
ligar eftirhondini, og sum
oftast kunnu tær geva eitt
gott fíggjarligt úrslit fyri
tey, ið skipa fyri.
— Tað vóna vit í hvussu er,
at hendan uppbodssølan
ger, ti vit hava stórliga brúk
fyri hvørjum oyra, vit
kunnu fáa hendur á, siga
Jákup Sørensen og Magnus
Tausen frá flogbóltsfelagn-
um Fram.
- Eftirhondini er tað eis-
ini alsamt vorðið verri at fáa
fatur á stuðlum av ymsum
slagi, og tí er neyðugt við
hesum ymisku tiltøkunum,
um vit skulu hava møgu-
leika at vera við í kapping-
unum, sum eru.
Færri og færri
eru við í ítrótti
Flogbóltsfelagið Fram er
eitt rættiliga ungt felag, ið
varð stovnað miðskeiðis í
80-unum, tá tíðirnar enn
vóru góðar. Men so hvørt
sum fólk flyta av landinum
merkja tey eisini hetta í fel-
agnum.
- Vit hava verið uppi á
180 limum í felagnum, men
í dag eruteir bert 100, og teir
allarflestu eru yngri enn 18
ár. Tað vísir seg, at fólka-
flytingin tekur burturav hjá
okkum, siga Jákup Søren-
sen og Magnus Tausen.
— Eisini eru tey færri og
færri, ið íðka fleiri ítróttar-
greinar, tí tað ikki er ókeyp-
Fólk úr føroysku ferða-
vinnuni verða í dag kl.
14 stevnd til fyrilestur á
Hotel Hafnia, har tey fáa
ymist at vita um stigfest-
ing og dygdarmeting av
gistingarhúsum.
Tað er Richard Pinn
frá skotsta ferðaráðnum,
ið fer at halda fyrilestur-
in. Hann hevur í síðstuni
ferðast runt umlandið í
teimum grindum at stig-
festa og dygdarmeta tey
føroysku gistingarhús-
ini. Hetta er hann nú um
at verða liðugur víð.
Skoti heldur
fyrilestur fyri
ferðavinnu-
folkum í dag
Tíðindablaðið (55) "|"
ETT
Mynd: Kalmar Lindenskov
is at vera vid. Foreldrini
hava kanska ikki råd at vera
børnunum til hjålpar, so tey
kunnu vera við í øllum tí, tey
hava hug til, og tí minkar
eisini burturav allastaðni, tá
tey ungu noyðast at velja
millum ítróttargreinarnar.
Men hóast nógv fólk er
farið burturav og ger tað alla
tíðina, megnar Fram al
hanga í, og í vetur hevur fel-
agið lid í stórt sæð øllum
deildum í flogbóltskapp-
ingini.
hj.
At Richard Pinn kom
til Føroya at gera hetta
arbeiðið, er ein líður í
miðvísu royndini, sum
Ferðaráð Føroya er farið
undir at gera, fyri at fáa
hækkað stødid í føroysku
ferðavinnuni.
Í fyrsta umfari hevur
Richard Pinn bert kann-
að eftir umstødunum á
gistingarhúsunum, hvat
tey hava at bjóða og so
framvegis. Seinni er so
ætlanin, at ein dygdar-
meting skal gerast.
hj.