fríggjadagur 21. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24 brekað ungfólk hava sítt dagliga arbeiði á dagheiminum
Virkni á Berjabrekku í Havn
Teimum dámdi væl at fáa
vitjan henda dagin, tey
ungu nógv brekaðu, sum
arbeiða á dagheiminum
Virkni. Ein kemur fólka-
ligur og rættir hondina
fram, og ein gav eittklemm.
Og tey høvdu als einki
ímóti at vísa okkum, hvat
tey dagliga fáast við.
Dagheimið Virkni á
Berjabrekku í Havn læt upp
1. august í fjør. Tað er eitt
stásiligt hús, rúmligt og
ljóst. Atta pedagogar og
hjálparfólk starvast í húsi-
num, og so eru tey 24 ung,
sum búgva á Eirargarði og
sambýlinunum, og tey eru
hvønn dag í Virkni og ar-
beiða.
Starvsfólkini halda tað
ganga væl á Virkni, og tey
ivast ikki í, at øllum teimum
24 brekaðu dámar at koma í
dagheimið yrkadagarnar.
Ein arbeiðsvika
Henda vikan hevur ikki
líkst gðrum, tí tey hava havt
framleiðsluviku, sum tey
siga. Tað vil siga, at tey ikki
hava gjørt so nógv burturúr
vanliga húsarbeiðinum,
sum tey plaga. Næstan øll
tíðin er farin við at gera
ymiskar lutir, sum tey selja.
Fá duga so væl sum
Álvur at knýta bond við
perlum í til at heingja
urtapottar upp við
Vit vitjaðu fyrst inni á ti
verkstaðnum, har tey fáast
við silkimáling. Tey veik-
astu fáa hjálp til at føra
pensilin, men nøkur duga
sjálv at mála, og úrslitið er
føgur slips, turriklæði og
annað. Vøkur postkort og
borðkort, sum tey hava
gjørt, hava tey eisini at vísa
fram. Her kann verða nevni,
at tey á Virkni hava gjørt
slips til Havnar Hornorkest-
ur, og nú eru tey júst biðin
um at gera eina stórri nøgd
av búmerkisbrosjum, badg-
es, tó ikki við silkimáing.
Tíbetur hava tey góðar
stundir, tí arbeiðið skal ikki
verða liðugt fyrr enn næsta
summar.
Gera byggikubbar
Á træverkstaðnum stendur
Sanna og arbeiðir. Hon er
sera ferm at saða, og arbeiði
hennara er at saða
byggikubbar, ið fleiri av
hinum duga at pussa við
sandpappíri, og síðan mála
tey kubbarnar í føgrum lit-
um.
Tey 24 eru býtt upp í fýra
bólkar, og hvør bólkurin
hevur sína stovu, har tey
kunnu vera saman, drekka
kaffi o.a. Tey eru ikki býtt
upp eftir, hvørji brek tey
hava, Mcira er hugsað um,
at tey, sum ringast eru fyri,
øll ikki skulu vera saman.
Duga nógv
Autistarnir eru tó fyri seg.
Tað er eftir ynski frá teim-
um, sum dagliga eru um tey.
Autistarnir eru væl betur
fyri enn fleiri av hinum, tey
tosa ikki, men skilja væl.
Inni hjá autistunum situr
Martin og bindir sær eina
vakra troyggju úr føroysk-
um tógvi. Hann situr altíð
við stokkum, siga tey.
Við borðið dregur Jóan-
nes smáar perlur á tráð.
Slíkt arbeiðið, ið krevur
sikra hond, gongur væl hjá
fleiri. Tey gera eisini vakrar
oyralokkar við perlum.
„Við borðendan arbeiðir
Álvur við at knýta bond við
perlum í. Bondini eru so
sløtt og jøvn, og tey verða
m.a. nýtt til at hanga urta-
pottar upp við. Bondini
knýtir hann í nógvum litum.
Øll eru ikki lika arbeiðs-
som. Onkur spælir, og onn-
ur sita bara og fáa sær kaffi
og kanska ein royk eisini.
Selja lutir
Nakað av tí, tey gera, selja
tey í húsinum, og tey hava
eisini havt sína egnu sølu-
framsýning. Framsýningin
var ikki júst við vinningi
fyri eyga, tí lutirnar selja tey
bíliga, men fáa tey pening
inn fyri tilfarið, so eru tey
nøgd. Tað mesta, tey gera
verður selt á vrkstaðnum
Vón, har onnur minni brek-
að arbeiða.
Hesa vikuna hevur ferð
verið á framleiðsluni, og tað
er eisini við jólunum í huga.
Nógv jólaprýði duga tey at
íðindablaðið ÆT 3
[| ||———. ———&— >
Tey gera någv ymist vid
siolkimåling. Her er tað
Jórun, sum málar eitt
slips
gera, og henda dagin fekst
ein pedagogur t.d. við at lita
ull, sum skal nýtast til at
Sanna er ikki bangin
fyri at taka saðina. Tey
hava næstan
gera jólaprýði úr. hópframleiðslu av
Ss. byggikubbum, sum t.d.
Eru húslig barnagarðar hava á
Tildagligt leggja tey ikki so
stóran dent á framleiðsluna,
tí tá verður meira gjørt burt-
ur úr tí húsliga. Tey brekaðu
skiftast um at fara við til
keypt frá teimum