Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 201 — 21. OKTOBER 1994 Síða7 Myndir: Kalmar Martin fær nógvar tímar at ganga við stokkunum Wivika heldur eyga við Jóannesi, men hann dugir væl sjálvur at fáa perlurnar upp á tráðin handils, gera døgurda, taka av borðinum 0.a., sum er vanligt húsarbeiði. Uttanfyri í urtagarðinum hava tey ymist grønmeti, sum tey hava etið av í summar. Tey skiftast eisini um at fara at svimja, tí ikki ber til hjá øllum at fara í senn. Virkni hevur nógvar hentleikar. Tey hava gos- bað, kondirúm o.a. Eisini havatey "hvítarúm" har tey Ford Fiesta biliga til sølu. Tlf. 12779 - 10315 Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahusinum, Íslandsvegur 10 B, er opin månadag-friggjadag frå kl. 9-11. Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring 0123 og bid um 16929 ella 10714. kunnu hvíla seg afturvið tónleiki á eini vatnsong, sum vibrerar, og ljósið spælir á vegginum. Hetta rúmið hava serliga tey gleði av, sum antin ikki hoyra, ella eisini hava brúk fyri at venja sansir. Arbeiðsdagurin er við at vera av, og tey rudda upp eftir seg. Um eina létu kemur MBF-bussurin eftir teimum, og hver fer til sítt. randi BERGMENN dansítónleikur id dugir | Andreas Petersen, landsstýrismaður: Raðfestingin skal haldast — Stýrið fyri Landssjúkrahúsið hevur sent Almanna- og Heilsudeildini í Tinganesi áheitan um at seta 1. byggistig í verk. Í skrivinum grundgevur stýrið fyri hesum við at vísa á arbeiðsloysið, og at fólk í byggivinnuni hava ov lítið at gera. Grundgevingin er ov veik, sigur Andreas Petersen Eee — Andreas Petersen, landsstýrismaður:- Tað er ein ov veik grundgeving at útbyggja sjúkra- húsverkið fyri at lætta um hjá byggivinnuni og fyri at bóta um arbeidsloysid Nógv hevur verið tosað um skúr-ætlanina á Landssjúk- rahúsinum, men misjavnt hevur verið, hvussu starvs- fólk og myndugleikar hava tíkið móti hesum ætlanum. Seinasta friggjadag var fundur í stýrinum, har bert hetta evnið varð tíkið upp av nýggjum og vidgjørt. Úrsliuð av fundinum varð, at citt samt stýri heitti á landsstýrismannin í sjúk- rahúsmálum, um ístaðin fyri barakkætlanina, at seta 1. byggistig av byggiætlan frå 1991, i verk. Tad kostar 30 mið. krónur. Grundgevingin hjá stýri- num er m.a., at arbeiðs- loysið er stórt, og at tað ser- liga er byggivinnan, sum er fyri bakkasu í hesum døg- um. Tað hevði lætt um hjá vinnuni, um útbyggingin varð framd á Landssjúkra- húsinum, umframt at tað hevði lætt um hjá Arbeiðs- loysisskipanini. Stuðul úr ílegugrunninum Viðvíkjandi fíggingini, vís- ir stýrið til 60 mió. grunnin. Í skrivinum verður víst til vinnuligt — og alment virksemi, sum hesin grunn- ur kann veita pening til - Eg hevði roknað við hollari grundgeving frá stýrinum í hesum máli. Ar- beiðsloysi er ikki nóg góð grundgeving fyri at fara undir útbygging av sjúkra- húsinum. Vit fara tó at við- gera áheitanina frá stýri- num, sigur Andreas Peter- sen. - Taðertó vert at minna á, at vit hava 508 mó. krónur í halli á fíggjarlógini, og ti verður neyðugt at taka pen- ingin inn um skattin, skúla- verkið clla aðrastaðni. - Eisini skal havast í huga, at vit skulu halda raðfest- ingina í útbyggingini av sjúkrahúsverkinum. Tað er tó ein spurningur um tíð. I Klaksvík og á Tvøroyri verður cingin útbygging frameftir. Har manglar bert at gera byggingina á Tver- oyrilidna. Aðrennhon er av, verða ongar útbyggingar framdar, sigur Andreas Petersen. - Tað er ein sannroynd, at Landssjúkrahúsið hevur tørv á húsarúmd? - Tað er rætt, men nú ræð- ur um at fáa sum mest burt ur úr teimum fermetrum, sum eru tøkir á landssjúkra- økinum. Landssjúkrahúsið leigar út til fólk - Eitt nú verða ikki allar í- búðir nýttar á økinum, eins og landssjúkrahúsið leigar rúm út til fólk, sum arbeiða ella ganga í skúla í Havn. - Umframt tað, so ivist eg stórliga í, um danir fara at góðtaka útbýgging júst nú, sigur Andreas Petersen. Vit fara ti at kanna møgulcikan at fáa stuðul úr føgugrunninum ella 60 mió. króna grunninum, eins og vit fara at kanna hølisvidur- skiftini gjølla á sjúkrahús- økinum. - Vitkunnu bert åsanna, at hølistrupulleikin er stórur á Landssjúkrahúsinum, men kunnu kortini fegnastum at heilsuverkið virkar væl Raðfestingin skal haldast - Nærum eingin biditid er, og útgerðin á Landssjúkra- húsinum stendur ikki aftan fyri hana, sum sjúkrahús í grannalondunum hava, heldur hinvegin, sigur And- reas Petersen. - Landssjúkrahúsið krev- ur tó åbøtur og umvælingar, tí bygningarnir eru gamlir. Eini 12 mió. krónur vóru á fíggjarlógini í fjør til åbøtur og umvælingar, og sama upphædd verður sett av í ár. - Vit mugu fáa sum mest burtur úr tí peningi, sum er tøkur, geva tol og halda rað- festingina, og síðani um- hugsa, hvat annars er ul at taka, fyri at skaffa Lands- sjúkrahúsinum rúmligari arbeiðsumstøður, sigur Andreas Petersen. Dagny