Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 201 — 21. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið (71 Síða 14 Á hesum áhugaverda kortinum, sum verður almannakunngjørt fyri fyrstu ferð, síggja vit ein tvørskurd av teim- um ymsu flåunum i undirgrundini báðu- megin Hetlandsrenn- una. Til høgru siggja vit eina av nýggju bretsku oljukeldunum. Til vinstru síggja vit boringinga í Lopra, Lowisian hascment og SF Devoman-Ca | shonterenus sum næstan er komin ! nidur gjøgnum basalt- ið. Møguleiki tykist | DDV Síðtnr vera fyri, at løgini bådu megin rennuna eru tey somu - í hvussu er tykjast tey at hava sediment, sum kunnu goyma olju. Á bretsku síðuni er hetta longu váttað, tí har er einki basalt, sum tarnar leit- ingini Y At bora í tað okenda Nakrar av fråbodanunum um oljuævintýr í Atlantshavi hava verið alt ov bjartskygdar, men oljuídnaðurin fer so líðandi at flyta fleiri og fleiri útreiðslur vestur eftir við tí í hyggju at vinna olju vestan fyri Birgir Christiansen ABERDEEN Aberdeen 19. okt. 1994 Um nakrar fáar vikur fara versnandi veðurlíkindini at steðga leitingini eftir olju vestan fyri Hetland fyri í ár. Tað at boripallamir verða tiknir til lands fer tó ikki at steðga spekulatiónunum, hvørki í London ella í Norð- urskotlandi, hvørt møgu- leiki veruliga er fyri einum oljuævintyri afturat. Hóast leitingarvirksemi hevur verið so nógv sum ongantíð áður, er ikki líkt til at nakað nýtt øki er funnið í år. Øll oljan, sum er vunnin vestan fyri Hetland í ár, er komin frá royndum i økj- um, sum oljufelggini kendu til. Boripallar hava verið beindir á leiðir av jardfrød- ingum, við vón um at fáa meira at vita umskap av økj- unum og í hvørjum mongd- um olja fanst. Tann besti møguleikin um eitt týðandi nýtt øki í år, hóast tað enn ikki er vist, ksmur frá einum brunni, sum BP boraði í vestara kantinum av royndargkin- um, ið BP og Shell hava í fe- lag. Henda roynd er tó mett sum »tøtt«, so at skilja, at einki verður sagt hart úr royndarhøvudsstødini hjá BP í Dyce, nærhendis Ab- erdeen, um annadhvørt olja ella gass verður funnið áðr- enn lok verður sett á brunn- in fyri veturin. Tað, at júst henda bori- royndin er mestsum í loynd — og sum hevur fingið nógv fólk at telja hvønn nýggjan brunn sum eitt øki í sær sjálvum — er vanligur at- burður í oljuídnaðinum og Hetland serstakliga tá tað finnast leiðir nærhendis, ið einki felag enn hevur loyvi til at royndarbora í. Hver fær loyvi at gera royndarbor- ingar fæst kanska at vit í næsta útbjóðingarumfarin- um. Einans vitan um bygning- in í grótinum, fyri ikki at tala um hvussu nógv kann framleiðast úr einum øki, kann geva kappingarneyt- um møguleika fyri at koma upp í tað, sum verður mett sum tað besta kanningar- økid í løtuni, síðani BP fann Foinaven og Schiehallion fyri tveimum árum síðani. Lítil ivi tykist vera um, at leitingarvirksemið í 1994 verður skírt væleydnað, or- sakað av allari vitanini, leit- ingarvirksemið hevur givið um verandi økini vestan fyri Hetland, Hvort BP er í ferð við at leita í skotsku fjøllun- um eftir einum nýggjum navni — bæði Foinaven og Schichallion eru nøvn á skotskum fjøllum, ið BP nýtir at doypa oljugki vest- an fyri Hetland — er í løtuni Óvist. BP hevur við vilja lagt størstan dentin á Foinaven- økid,sum BP hevur sett um- leið 5 milliardir krónur av til í fyrstu atløgu, har BP ætlar at flótandi boripallar í besta føri skulu vinna olju seint næsta ár. Boringin rundan um Foinaven-gkið í år var fyri at fáa meira at vita um — møguleikarnar at byggja økid út til ein fastur boripallur kann nýtast seinni. Orskað av einum dýpi uppá yvir 300 metrar, er tað ikki møguligt at nýta kavar- ar til at seta saman og við- líkahalda útgerð á havbotn- inum. Tøknifrødin viðvíkj- andi fjarstýring er í dag so mikið framkomin, at ventil- skipanir og onnur útgerð kann setast á havbotnin. BP hevur sum sagt lagt størsta dentin á Foinaven- gkið, men møguleikarnir at gera nakað við Schichallion -økid batnaðu fyri nøkrum vikum síðani, tá Amerada Hess boðaði frá, at Schie- hallion-økid breiddi seg suður eftir inn í ein av kann- ingarblokkunum hjá Ame- rada Hess. Mongdin uppá 5.304 tunnur um dagin frá roynd- arboringini hjá Amerada Hess í Schiehallion-økinum gav eina ábending um, at framleidslan, tå hon cina- ferð byrjar, kann sammetast við framleiðslu úr Norðsjó- num. Amerada Hess hevur í huga at samstarva við BP og . Shell skjótast gjørligt fyri at meta um teknisku og vinnu- ligu møguleikarnar í Schie- hallion-økinum. Amerikanska felagið Amerada Hess verður mett at vera eitt av teimum mest framfýsnu feløgunum í At- lantshavi. Váttanin um, at felagið átti lut í Schichall- ion-økinum kemur eftir at Amerada Hess hevur funnið tvey onnur gki uml. 35 kilo- metrar syðri í undanfarnum árum. Hesi bæði øki — í fyrstu atløgu nevnd Solan og Strathmore — verða mett av ídnaðinum at innihalda samanlagt millum 100 til 250milliónir tunnur av olju, sum hendur kunnu fáast á. Sammett við Foinaven og Schichallion, ið hver sær eru mett at innihalda millum 250 og 500 milliónir tunnur av olju, eru hesi bæði økini hjá Amerada Hess í minna lagi. Nógvur spenningur er um leiðirnar vestan fyri Het- land, men øll økini, sum funnin eru seinastu 3 til 4 árini, eru småting sammett við pylsuskapada Clair- økid longri norðuri og nærri Hetlandi, ið varð funnið seinast í sjeytiårunum. Oljan úr Clair-økinum er tó rættuliga tung og ring at vinna úr havbotninum. Hetta hevur fingið tey olju- feløg, ið hava ein part í øk- inum, at meta tað ikki at vera búskaparliga møguligt at gera nakað við Clair- økid. Hetta kann tó broytast, um framstig á leiðunum vestan fyri Hetland føra til, at rør verða løgd um Clair- økid inn ul tangaskips- terminalarnar í Sullom Voe i Hetland ella Flotta i Orkn- eyoyggjunum. Tíggju oljufeløg góvu Smith Rea Energy Analysts til uppgávu at meta um møguleikarnar í Clair-økin- um. Amerada Hess hevur nevniliga yvirtikid partin hjå Esso i Clair-økinum og sigur Tony Mulcare frå Amerada Hess, at hetta fór at hjálpa felagum betur at skilja torføru jardfrødina har á leið. Ætlanir eru eisini um at gera nágreiniligar royndir í einum brunni á Clair-økin- um fyri at vita, um tað er bú- skaparliga møguligt at vinna olju har og bert tå verður endalig avgerð tíkin um Clair-økid skal teljast millum tey, ið nakað kann fáast burturúr. Spurningurin er so, hvussu nógv olja kann vinnast úr Atlantshavinum, har dýpini eru minst tvífalt stórri enn tey í Norðsjó- num. Serfrødingar innan oljuídnaðin vilja vera við, at nakrar av fráboðanunum nyliga als ikki hava hald í tí, sum við vissu kann sigast um leiðirnar vestan fyri Hetland. Tá viðganga teir tó, at sum frálíður kunnu leiðirnar vestan fyri Ketland gerast eins góðar og tær í Norðsjónum. Stephen Scullion, frá Wood Mackenzie í Edin- burgh, sigur, at hann hevur hoyrt metingar so høgar sum 10 milliardir tunnur — id svarar til meiri olju enn i Brent, Forties og Ninian- økinum í Norðsjónum sam- anlagt — men við teimum mongdum av olju, sum hig- artil eru funnar, er talan heldur um 1 milliard tunnur vestan fyri Hetland. Við ú grundarlagnum skuldi framleiðslan úr leið- unum vestan fyri Hetland vera sein, men støðug — úr 75.000 tunnum um dagin í 1996 til millum 300.000 og 500.000 tunnur um dagin tey fyrstu árini í næstu øld. Hóast framleiðslan kem- ur so høgt sum 500.000 tunnur um dagin, so verður hon bert umleið ein fimta- part av tí, sum kom úr Norð- sjónum tå best stóð til. Framleiðslan úr Norðsjó- num verður mett framhald- andi at vera í minsta lagi 2 milliónur tunnur um dagin í nærmastu framtíð. Mestu útreiðslurnar frá oljufeløgunum til frálanda- vinnu fara framvegis i Norðsjógvin og skapar hetta beinleiðis nógv ar- beiðspláss í Skotlandi, men eisini fær skotski ídnaðurin ágóða av hesum. Rokningin hjá BP fyri at bora vestan fyri Hetland í ár bleiv 500 milliónir krónur og skal hetta sammetast við tær umleið 10 milliardirnar, BP nýtir at leita eftir, út- byggja og halda oljugkið á cysturstrond Bretlands við- líka, men meiri og meiri peningur fer at leita sær vestur eftir, nú útgerð verð- ur biløgd til byrjandi fram- leiðslu vestan fyri Hetland. Last á kranvogns- koyring v/ grabba Total 5 tons (Obindandi tilboð) TIf. 12779