Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 201 — 21. OKTOBER 1994 Greiðari reglur fyri privat vaktarvirksemi Landsstýrið heldur, at greiðari reglur eiga at galda fyri privat vaktarvirksemi. Tá lógin er komin fer Brunatrygging at lata fólkum og fyritókum, sum eru knýttar at privatum vaktarfyritókum, avsláttur Landsstýrið hevur fingið fyrispurning frá ríkisum- boðnum um lóg um privat varktarvirksemi kann setast í gildi í Føroyum. Málið hevur verið til viðgerðar hjá fútanum sum mælir til, at lógin, við ávísum tillagingum, verður sett í gildi her. Landsstýrið hevur nú lagt málið fyri tingid. Víst verður á eitt álit, sum liggur til grund fyri donsku lógini, at ein åvisur tørvur er á privatum vaktarvirksemi og at hesar fyritøkur virka fyribyrgjandi móti brots- verkum. Tað verður eisini hildið, at samskifti millum løgregluna og vaktarfyri- tókur hevur týdning fyri lógregluarbeiðið. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið millum annað, at samfelag- ið hevur áhuga í tí virksemi, sum vaktarfeløgini hava, og er hetta hevuðssjónarmiðið fyri at gera reglur á øknum. Sagt verður eisini, at privat vaktarvirksemi líkist frá øðrum vinnulívi soleiðis, at uppgávurnar kunnu minna um løgregluuppgåvur. Ti er neyðugt við lóggávu, sum tryggjar fyritókunum so tær kunnu reka teirra virksemi á ein tryggjandi og fullgóðan hátt. Landsstýrið heldur tað eisini hava týdning at hugsa um rímiliga kravið hjá borgarum um vernd móti eftiransan og kannan, so eisini av teirri orsøk er neyðugt við lóggávu. Eftir uppskotinum skulu privatu varkarfyritøkurnar í Føroy- um hava eina serliga g60- kenning. Biligari trygging Brunatryggingin hevur ei- sini vent sær til fútan um at fáa eina tilika lóg setta í gildi í Føroyum. Bruna- tryggingin hevur boðað frá, at hon er sinnað til at geva avsláttur til teir tryggingar- takarar, sum eru knýttir at privatum vaktarfyritøkum. Hetta mál hevur áður verið á tingi. Tað var í vár, men varð ikki liðugt við- gjørt, og av ti at vit fingu nýval, datt tað burtur, og ti hevur landsstýrið nú tikið málið fram aftur. Uppskotið um lóg um privat vakarvirksemi kem- ur fyri á tingi í dag seinra- parun. tór.- Landsstýrið heldur, at uppgávurnar hjá privatum vaktarfyritókum kunnu mistakast fyri at vera løgregluarbeidi Tíðindablaðið (371 | Bjarni Thomsen á Vaktargarði: Login tekur lívið av okkum — Tað er heldur ikki neyðugt hjá Brunatryggingini at bíða eftir nakrari lóg at geva viðskiftafólki okkara avsláttur, sigur Bjarni Thomsen sum kennur seg beinleiðis lumpadan Tað ljóðar so gott í við- merkingunum hjá lands- stýrinum til uppskotið um lóg fyri privatar vaktar- fyritøkur tå Brunatrygging- in vil lata avslåttur til tey, sum eru viðskiftafólk hjá privatum varkarfyritøkum. Bjarni Thomsen hevur nú í 16 ár rikið Vaktargarð, men hann er alt annað enn fegin um uppskotið frá | landsstýrinum. Bjarni Thomsen á Vaktargarði er alt annað enn fegin um uppskotið frá landsstýrinum. Mynd: Alan BjarniThomsen sigur, at var hetta í milliónabýum, so hevði hann skilt tað, men her í Havn hava vit als ikki brúk fyri tílíkari lóg, sigur hann. Krovini í lógini kostar Vaktargarði stórar upp- hæddir. So stórar, at hann heldur, at vandi er fyri at hann má gevast. -Einaferð vóru vit átta mans. Nú eru vit triggir eftir, men enn havi eg so klára at svara hvørjum sítt. Fáa vit nú hesa lógina smoygdaoman yvirokkum, verður lítið eftir, sigur Bjarni Thomsen, sum heldur, at tað má vera eitt eindømi, at lóg skal gerast um ein einstakan persón. Eingin forðar tryggingini at geva avsláttur Bjarni Thomsen skilur heldur ikki sjónarmiðini hjá Brunatrygging, sum sigur seg vilja geva avsláttur um vit fáa eina tílíka lóg. Hann sigur, at eingin forðar Brunatryggingini á nakrar hátt í dag at geva teimum, sum nýta Vaktar- garð avsláttur í tryggingini. -Eg våni, attingmenn fara at hugsa seg um áðrenn teir samtykkja eina tilika lóg sum í fyrsta lagi ber í sær, at nøkur arbeiðspláss fara fyri skeyti, sigur Bjarni Thom- sen. tór.- Á GILJANESI FERÐAMANNAHEIM Tlf. 32900/TIf. 87199 +,