Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NÚ nærkast degnum, tá danski forsætisráðharrin kemur á vitjan í Føroyum. Ein heilt vanlig vitjan vil kanska onkur siga. Tað er nógv meira enn tað. Henda vitjan fer heilt givið at fáa stóran tydning fyri og ávirkan á komandi samráðingar millum føroy- ingar og danir. Hvat vilja danir við Føroyum hevur verið spurt her í blaðnum, og somuleiðis: hvat vilja føroyingar vid Føroyum. TÍÐINDINI i sjónvarpinum hóskveldið um allan tann sosiala sektorin her á landi vóru óhugnalig. Tað sær ikki mætari út, enn at vit hava ikki verið før fyri at umsita henda so stóra almenna sektorin. Onkur vil siga, at vit hava ikki dugað, men sannleikin er helst tann, at ov lítil orka er løgd í at umsita mongu sosialmálini. Vit koma við hesum at minnast aftur til støduna á Almannastovuni, har táverandi stjórin mátti fara úr starvi, ti alt ikki skuldi rugga rætt har. Sami stjóri hevði aftur og aftur vist politikarunum á, at tað rætt og slætt bar ikki til at umsita sosialu málini vid ti avmarkadu fíggjarorku sett varð av til tess. Nú vátta bæði nýggi landsstýrismaðurin og næsti maður hansara hetta. KENSLAN tú sat eftir við eftir úttalilsi teirra í Sjón- varpinum var, at teir høvdu givið skarvin yvir. Hetta sampakkar illa við ætlanina at lata føroyingum enn størri ábyrgd á sosiala økinum. Alt hetta kemur fram í dagsins ljós nú bert eina góða viku undan vitjan danska forsætisráðharrans. Og tað er neyv- an nakar ivi um, at hetta verður eitt av teimum stóru málunum til komandi fund millum føroyskar og danskar politikarar. Her er rætt at spyrja: hvat vilja danir við Føroyum! Nú okkara egnu ásanna, at vit hava ikki megnað at umsita hetta stóra sosiala økid, er spurningurin, hvat henda åsannanin kann brúkast til. Tad eru danir, sum hava ynskt/kravt, at vit í enn størri mun yvirtaka alla ábyrgd av tí sosiala sektorinum. Nú tað kemur fram, at vit hava ikki megnað at umsita tað, sum vit frammanundan hava havt ábyrgd av, kundi verið spurt, hvat danir hava at siga. Tað eru jú teir, sum í stóran mun lata pengar til nógv av sosialu veitingunum. Kann tað veruliga enda við, at danir heilt hálsa um og rætt og slætt aftur yvirtaka alla ábyrgd av tí sosiala sektor- inum fyri harvið at fáa hann at rigga? ÁHUGAVERT kundi verið at fingið henda og aðrar líknandi spurningar vidgjørdar í fjølmidlunum nú, áðrenn forsætisráðharrin kemur á vitjan. Spurn- ingurin er nevniliga, um tað bert er á sosiala øk- inum at okkurt bagir men í allari skipanini sum heild! Nógv týðir upp á, atviteru á einum avgerandi vegamåti í spurninginum um stødu Føroya í rikis- felagsskapinum. Hvat vilja vit føroyingar er ein sjálvsagdur spurningur. Men hvat vilja og ætla dan- ir — og har fyrst og fremst Poul Nyrup Rasmussen — er kanska ein uppaftur meira áhugaverður spurn- ingur! Vilja føroyingar hava meiri sjálvstýri — og um so er, hvat verður kostnaðurin av tí — ella vilja vit aftur til tað gamla, har tað eru danir, sum bæði gjalda og valda! Og ynskja danir, at vit taka størri ábyrgd av egnum landi ella vilja teir sjálvir átaka sær alsamt fleiri uppgávur, nú tað m.a. kemur fram, at vit hava ikki orku til sjålvir at hava ábyrgd av eitt nú øllum ti sosiala sektorinum. SOSIALURIN FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Biaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Fyritaksstjóri: Krisjan Dahí Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng P/ Sosialurin Argjum hilmar Jan Hansen - Prent: P/E Pressan 1981 | Telefon: 11820 Jústinus Eidesgaard Utgevari: PA Saslalurin Bústaður: Argjavegi 26 i Postadr.: Postsmoga 76 67. ÁRGANGUR 110 Tórshavn Teletax: 14720 Oljufyrisiting og — Gomlu Bókasavnshúsini Satt at siga, so kunnu tað ikki vera fle verið ein bæði sómiligur og bæriligur við at teir, sum Í síni tíð reistu bókasavnshúsini, høv teirra anda at nýtt gamla mentanarmiðdepilin til universitet. iri meiningar um, at hábærsligi grótbygningurin hevði høvudsbygningur hjá okkara lítla universiteti. Eg rokni du dámað hetta sera væl — tað hevði verið í Eg eri eisini vissur Í, at teir frá tí staði, teir nú eru, høvdu ynskt alt gott yvir tann landsstýrismann, ið tók eina slíka avgerð, skrivar Jóan Pauli Joensen m.a. í >Sjónarmið< Her fyri kom Martin Næs, landsbókavørður, við einum sera skilagóð- um íkasti til orðaskifti um tey gomlu bóka- savnshúsini, sum ætlanin nú er at nýta til oljufyri- sitingina. Sosialurin hevur tikið evnið upp í oddagrein í dag. Heldur ikki hann heldur skil vera í hesi av- gerð. Satt at siga, so havi eg ikki møtt einum menniskja her á landi, sum eg havi tosað við, ið skilir hesa avgerð, hvør so tíkið hana hevur. Tí tað mugu finnast fleiri hóskiligari hús enn gomlu bókasavnshúsini, ið kunnu ímynda Føroyar sum oljuland. Verið tað mær tí loyvt at tríva aftur í eitt hug- skot, sum var frammi meðan Marita Petersen enn var landsstýrismaður í skúla- og mentamálum. Ein dag var eg saman við stovnaleiðarunum fyri Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið boðin til fundar í landsstýrin- um. Á hesum fundi varð skotið upp, at kanna møguleikarnar fyri at Føroya Fornminnissavn flutti framsyningar sinar nidan í gamla Listaskålan — hugsanin var at skulpturellu føroysku båtarnir vildu taka seg væl út millum onnur listaverk. Náttúrugripa- savnið skuldi fáa alt Neystið ella Bátasavnið til sínar framsyningar. Gomlu bókasavnshúsini skuldu í framtíðini koma at verða høvudsbygning- ur hjá Fróðskaparsetri Føroya. Vit hildu eftir fundin, at nú fór okkurt skilagott at henda og fóru glaðir heim. Hetta varð kortini, sum so ofta, av ymiskum orsøkum av ongum. Satt at siga, so kunnu tad ikki vera fleiri mein- ingar um, at håbærsligi grótbygningurin hevði verið ein bæði sømiligur og bæriligur høvuds- bygningur hjå okkara litla universiteti. Eg rokni við at teir, sum í síni tid reistu bókasavnshúsini, høvdu dámað hetta sera væl — tað hevði verið í teirra anda at nýtt gamla mentanarmiðdepilin til universitet. Eg eri eisini vissur í, at teir frá tí staði, teir nú eru, høvdu ynskt alt gott yvir tann lands- stýrismann, ið tók eina slíka avgerð. Meðan Thomas Araboð m.a. var landsstýrismaður í skúla- og mentanarmál- um komu ein dag, sum snarljós av klárum himli, harraboð úr landsstýrin- um um at setrið skuldi flyta úr hólum sínum inn- an tvær vikur, tí Heilsu- frødiliga starvstovan hevdi brik fyri hølunum, men tað var ongastaðni at fara, tí varð heldur ikki flutt. Nú, langt um leingi, hevur setrið fingið boðið eini gomul sethús, sum DGU fyrr hevur húsast í. Tey skulu setast í stand fyrst, men ráðini til hetta tykjast at vera ógvuliga smá. Rætt skal vera rætt, tá- verandi landsstýrismað- urin Thomas Arabo segði seg tá eisini av fullum huga at arbeiða fyri at gomlu bókasavnshúsini skuldu koma at verða høvudsbygningur hjá Fróðskaparsetri Føroya. Síðani vit høvdu fundin við Maritu Petersen á sinni, er tað hent, at Før- oya Fornminnissavn er flutt í húsini hjá Málinga- handlinum í Hoyvík. Enn er tí ikki ov seint at reka aftur á aftur, og at taka ta avgerð, sum tá varð hild- in at vera skilagóð, og sum politikarar tá søgdu seg at arbeida fyri. Lat tad at enda verda sagt, at hetta ikki er skrivað fyri at leggja fót fyri Oljufyrisitingina ella fyri virksemið har. Tað vildi verið beinleiðis tápuligt. Teimum verður ynskt alt tað besta. Eitt er vist, at er olja í undir- grundini, so verða ráð til onnur hús til Oljufyrisit- ingina. Heldur ikki er hetta skrivað fyri at skapa tvørleikar fyri Náttúru- gripasavnið, men fyri at taka lut í tí orðaskifti, sum nú er reist um hesi hús. Hvor tíð hevur síni sjónarmið. Jóan Pauli Joensen rektari á Fróð- skaparsetri Føroya COBRA Bensinmotor, borar og brekkar. Søla, leiga, eykalutir og tænasta! | Kaj Andreasen PF. Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600