leygardagur 22. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (NH
F rá í Arbeiðsloysisskipanini:
Tað skal loysa
seg at arbeiða
Ísambandi vid at farið verð- arbeiða u
ur yvir til eina nýggja frá- vikuna og
boðanarskipan fyrst í no- tekur og
vember no. verður í gj
blaðnum í dag lýst ein
Arne er farin
f. 6. sept. 1919 — d. 8. okt. 1994
Heystfjøllini gingin —
seyðurin komin í hús —
nógv at fegnast um.
Brådliga steðgaði alt upp —
tú legði frå tær.
Ein fyrimynd —
lítillátin, spakligur,
vart tú alt hjá tínum.
Har tú vart, var fjálgt og trygt.
Altíð tann sami.
Bart teg ongantíð undan —
gav alt, tú átti, einki knarr.
Tá harðast leikaði á —
vart tú uggi hjá okkum.
Meðan hjarta títt græt,
vísti tú okkum eymliga á ljósið og vónina.
Hetta ljósið heldur nú fram at lýsa fyri
tínum kæru.
Eins stillisliga og tú livdi —
ført tú —.
Saknurin verður stórur,
men bert góð minni legði tú eftir teg.
Hvíl í friði, góði Arne.
til 10 tímar um
ramvegis standa
Sn til út-
Fólk, sum hava havt fast
kunngerð um, at ein kann arbeiði bara nakrar tímar
um vikuna, hava higartil
ikki verið roknað sum tek á
arbeiðsmarknaðinum. Hev-
ur t.d. ein vaskikona havt
arbeiði einar sjey tímar um
vikuna, hevur hon ikki havt
rætt til arbeiðsloysistrygg-
ing.
Hetta verður nú broytt so-
leiðis, at tað altíð skal loysa
seg at taka av einum arbeiði
nakrar tímar um vikuna.
Upp til 10 tímar
um vikuna
Broytingin ber í sær, at nú
kunnu fólk vera tk á ar-
beiðsmarknaðinum og
hava rætt til arbeiðsloysis-
trygging, samstundis sum
tey hava eitt arbeiði upp til
10 tímar um vikuna.
Við ødrum orðum kunnu
fólk vinna 2.260 krónur í
einum tveimum vikurs út-
gjaldingarskeiði, men
framvegis verða í arbeiðs-
loysisskipanini. Men skip-
anin virkar soleiðis, at 67
prosent av lønini verða
drigin frá arbeiðsloysis-
upphæddini.
Váttan og fráboðan
Broytingin er einføld. Tað
fyrsta, fólk, sum Þava fast
arbeiði av hesum slag,
skulu gera, er at lata Ar-
beiðsloysisskipanini eina
skrivliga váttan frá arbeiðs-
gevaranum um, at tey hava
rætt at fara úr arbeiðinum
beinanvegin, um tey fáa
bjóðað eitt longri, fast starv.
Harumframt skulu fólk
eftir hesi nýggju manna-
gongdini aðruhvgrja viku
lata arbeiðsloysisskipanini
oyðublað, sum skal verða
undirskrivað av teimum
sjálvum og arbeiðsgevar-
anum. Skriv verður sent út
til hvønn einstakan við
nærri frágreiðing.
Mánaðarkortið tikið av
Seinasta árið hevur eitt
mánaðarkort verið gald-
andi fyri fólk, sum bara
hava havt arbeiði av og á.
Mánaðarkortið verður nú
tikið av, so oktober mánaði
er seinastu ferð at hetta
verður brúkt. Ístaðin skulu
fólk, tá tey fáa arbeiði, sum
er longri enn 10 tímar um
vikuna, melda seg úr skip-
anini. Hetta kann gerast við
at nýta tey gulu fráboðanar-
kortini, sum liggja á post-
húsunum og á lokalu ar-
beiðsávísingunum. Post-
gjaldið er goldið.
Lætt at koma aftur
í skipanina
Tað hevur ljóðað, at tað er
sotrupultat koma inn aftur í
skipanina, um fólk hava
verið úti í arbeiði. Hetta er
ein misskiljing. Fólk, sum
hava verið úr skipanini í
minni enn tvær vikur, fáa
ongan bíðidag. Tey skulu
einans boða ALS frá við at
nýta tað gula fráboðanar-
kortið.
Hava fólk verið úti úr
skipanini í meira enn ein
mánaða, skulu tey biðja um
eina váttan frá arbeiðsgev-
aranum uppá, at tey ikki
longur eru í arbeiði hjá hon-
um.
Men øll eiga at minnast
til, at tey mugu sjálvi boða
ALS frá, bæði tá tey fara í
arbeiði og tá arbeiðið er lið-
ugt og tey sostatt hava rætt
til at koma inn aftur í skip-
anina.
Og fara fólk undir út-
búgving ella flyta av land-
inum, eiga tey eisini bein-
anvegin at boða frá.
Eftirlitsarbeiðið
Í eftirlitsarbeiðnum er ALS
vorðið varug við, at summi
fólk halda, at Arbeiðsloys-
isskipanin sær, tá tey hava
havtaðra inntøku. Á ein hátt
er hetta rætt, men ALS sær
hetta kortini ikki fyrr enn
langt eftir at fólk hava havt
inntøku, sum ikki er fráboð-
að.
Men tá eftirlitið sær inn-
tóku, fólk hava havt afturat
arbeiðsloysistryggingini,
verður hendan inntøkan
mótroknað arbeiðsloysisút-
gjaldinum.
Hetta ger fólk ørg og gev-
Nr. 202 — 22. OKTOBER 1994
Síða 9
Psykoterapi
Hevur tu hug til at arbeida psykotera-
peutiskt vid tinari egnu persónligu
menning í bólki saman við 5 ødrum
fólkum, ert tú vælkomin at ringja til mín
til tess at frætta meira. Ætlanin er at
hittast annaðhvort hóskveld frá umleið
1. november og einar 10 ferðir fram. Eg
eri vanliga at hitta eftir klokkan 18.
Anna Debes Hentze
Psykologur - Tlf. 13504
ALT TIL
SEYMING
Å EINUM
STAD IX,
Vetrarskeiðini eru byrjað og sum vant
hava vit alt til seymingina — líka frá
knappanálini og til mynstrið og toyið,
sum plaggið skal seymast úr — fyri
SAMULIGAR PRISIR.
Handilin er stúgvandi fullur av góðum
og nýmótans verum.
Eisini hava vit nógv SERA BÍLIGT
TOY og GÓÐAR RESTIR. Komið inn
og síggið.
Bygdaordrar verða avgreiddir sama
dag.
vit hava sjálvandi eisini stórt úrval I
av Seymimaskinum og Overlock-
| maskinum.
| Bernina - Bernette og Riccar |
seymimaskinur.
Prísur frå kr. 2.595,- til 19.595,-
Biðið um brochurur! ]
Næmingar á seymiskeiði fáa 10% av-
sláttur við kontantkeypi av seymi-
maskinum — undantikið tær, ið eru á til-
boð — við at vísa kvittan fyri seymi-
skeiðið.
Opið leiðis;
Mánadag-hósdag
Fríggjadag
=
Pf. MARJUN HEIMÅ
frå kl. 09—17.30
frå kl. 09-19.00
frå kl. 09-1 4. DD
; C. Pløyensgøta 4 - 190 Tórshavn | |
Telefon 12531 - Telefax 12319 |
ur ALS nógv eyka arbeiði.
Tí loysir tað seg altíð — fyri
báðar partar — at fólk, sum
eru inni í skipanini, boða frá
sohvørt, tå tey fáa aðra inn-
tóku, sigur ALS í tíðinda-
skrivi.
FERDAMANNAHEIM
Tlf. 32900/TIf. 87199