leygardagur 22. oktober 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 22. OKTOBER 1994
Síða 12
Sverri hjálpir her Magnus Poulsen at fáa skinni av einum lambi. Nýggi flettingarhátturin er munandi nossligari
Sverri Patursson, bóndi i Kirkjubø:
Vit kunnu læra av
okkara grannum
— Føroyskir bøndur kunnu fáa ein munandi stórri part av kjótmarknaðinum, leggja vit
okkum eftir at fáa ærnar at lemba tvey. Innflutta kjøtid í Føroyum er alt tvílembulomd,
sigur Sverri sum ætlar at broyta skipanina so við og við
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir Kalmar Lindenskov
Abbasonur Sverra, Rúni, trívist væl millum seyðin
Føroyski seyðurin kann
geva munandi meira kjøt
og føroyskir bendur
kunnu fáa ein munandi
stórri part av kjøtmarkn-
aðinum. Innflutta seyða-
kjøtið vit keypa er alt tví-
lembulomd, meðan i Før-
oyum er tað meira vanligt,
at ein ær bert hevur eitt
lamd. Føroyingar eiga eis-
ini å ødrum økjum at
leggja i geyma hvussu
okkara grannar bera seg
at. Teir duga at fáa land-
búnaðin at bera seg.
Hetta er ein samandráttur
av pråtinum Sosialurin
hevði við Sverra Patursson,
bónda í Kirkjubø, fríggja-
kvøldid í farnu viku. Okk-
ara ørindi hetta friggjakvøld
var at hyggja eftir hvussu
Sverri ber seg at í fletting-
ini. Hann hevur tikid upp
nýggjan sið og flettir eins
og á sláturvirkjum í okkara
grannalondum, serliga í Ís-
landi. Hagin hjá Sverra
liggur eystantil á Kirkjubø-
reyni, ein víður og grítutur
hagi til 8 1/2 markagarðin í
Kirkjubø. Á Glyvursnesi
hevur Sverri bygt nåtimans
fjós og alt hansara virki í
samband við seyð fer fram í
hesum fjósi. Sverri sigur, at
hann var heppin, hann fekk
væl av peningi fyri grót-
brotið á Glyvursnesi og fyri
hendan pening bygdi hann
fjósið. Við verandi seyða-
haldi í Føroyum hevði eitt
tílíkt fjós ikki borið seg.
Fjósið hjá Sverra er í
tveimum hæddum. Tað er
innrættað eftir norskari
fyrimynd. Fjósið er í tveim-
um hæddum, við einum
tvørbygningi. Í tvørbygn-
inginum er hoyløda i erva
og í kjallaranum er fletting
arrúm.
Vambakonurnar
Tá id vit komu út á Glyv-
ursnes, fríggjadagin í sein-
astu viku, var steðgur í flett-
ingini. Flettararnir fingu
sær ein bita, teir áttu fyrra
skaff, sum tikið verður til
umborð á skipi. Men gólvið
var ikki slætt í kjallaranum.
Vambakonurnar høvdu úr
at gera.
— Flettingin gongur so
skjótt fyri seg, at tað er ikki
altíð vit klára at arbeiða
undan, segði tann eina,
meðan hon tømdi eina
vomd.
Vambakonumar hava
góðar arbeiðsumstøður.
Tær standa við eitt rúmligt
borð, sum er somikið høgt,
at tær kunnu arbeiða upp-
Tíðindablaðið (2K"1)1
rættar. Tvær taka sær van-
liga av at vaska vemburnar
Tær nýta vatnkranar, sum
eru so tætt við, at:tær altíð
røkka.
Tær stinga slanguna i
vinstrið og lata sidan spaku-
liga vatnið renna, fyrst
gjøgnum rukkulakkan,
síðan keppin og at enda í
vombina. Ein snørisstubbi
typpir vælindi. Spakuliga
upploysist innihaldið í
vombini og gerst til flótandi
gor. Tá vambakonan held-
ur, at nú er nóg bleytt, sker
hon eitt lítið hol á vombina
og gorið rennur niður í eina
rist og er horvið í allar ævir.
Síðan skrúvar vamba-
konan kranan for frá og
reinsar av einslistum
vombina. Hon hevur ong-
antíð slept slanguni inni í
vinstrinum.
Fyri endan á sama borði
standa tvær kvinnur og
reinsa garnmerin. Tær hava
eisini hvør sín krana og á
krananum er eitt tunt rør,
sum tær smoyggja gamar-
endan uppá. Hetta er hegni-
sligt arbeiði, sum krevur
varsemi, skal hol ikki koma
a.
Lira til døgurda
Vit fara upp uppá at heilsa
uppá flettingarmenninar.
Teir sita í hugnaliga køk-
inum og eta døgurda. Mat-
skráin hendan dagin er líri
úr Trøllhøvda. Eisini er
leskiligur føroyskur við-
skeri. Matmóðurin eitur
Elsa, ættað úr Havn. Hon
hevur skil á øllum og syrgir
fyri mati til tey mongu, sum
arbeiða hjá Sverra um
heystarnar, bæði fjallmenn
og tey sum taka upp skakt.
Norsk fyrimynd
Fjallmenninir fara niður
aftur og Sverri vísir fjósið
fram
Innrætningurin av fjós
inum er efir norskum leisti
Norðmenn halda tað vera
sera týdningarmikið ikki at
lyfta og handska seyð,
seyðurin kann fáa afturstig
av hesum. Í okkara fjósi er
heldur ikki neyðugt at lyfta
ein tann einasta seyð. Skulu
vit flyta seyð millum rúm-
ini, so kunnu vit bara taka
eitt portur frá eini smogu og
leiða seyðin yvirum. Eg
haldi sjálvur, at seyðurin
trivist betri, verður hann
ikki handskaður. Vit binda
heldur ikki seyðniður, sigur
Sverri Patursson.
--Í fjør var fyrsta árið, at eg
lat allan seyðin brunda inni.
Hagin hjáokkum er somikið
víður, at ringt er at fylgja
við. Men nú hava vit betri
eftirlit við brundingini og
úrslitið er, at færri ær eru
brundgeldar. Vit taka eisini
seyðin innaftur tríggjar
vikur fyri lembing og síðan
føda vit hann inni til gróður
er í haganum. Seinastu vik-
urnar, áðrenn lembing, viga
vit hvørja ær og á vektini
síggja vit um eitt ella tvey
lomb eru í henni. Hetta er í
hvussu er rættuliga neyvt.
Tvílemburnar fáa mund-
andi meira av fóðri, tær
hava jú tvey at føda. Vit
geva hoyggj og kraftfóður,
serliga fiskamjøl. Fólk vilja
ikki hava feitan seyð longur,
sigur Sverri Patursson.
Á einum borði, sum minn-
ir um ein fundarpult, liggur
eitt ringbind. Í bindinum er
eitt A-4 ark til hvønn einasta
seyð hjá Sverra. Har verður
skrivað upp ymskir upp-
lýsningar um seyðin. Vekt,
slag og annað, sum er undan
ærseyðinum.
— Nú er alt so moderna,
Dóttir sverra, Maria, sílar blóð í tunnuna