leygardagur 22. oktober 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin } Nr. 202 — 22. OKTOBER 1994 Síða 13
Feðgarnir Sverri og Tórur. Tórur skal taka við eftir Sverra
sonurin flytir eisini upp-
lýsningarnar á teldu. Hver
seyður hevur eitt nummar í
einum klipsi. Klipsið hevur
ymiskar lítir, alt eftir hvat
slag av seyði talan er um. Tá
eitt lamb er flett, verður
nummarið hongt í sperruna,
og so kunnu vit eisini meta
um kjøtdygdina undan
hvørjan einstakari ær, sigur
Sverri Patursson.
Skipanin er 180 í okkara
haga. Men nú hava vit
skorið hana niður til 175. Eg
veit ikki hvussu langt niður
vit fara. Tað tekur tíð at fáa
eitt slag, sum lembir tvey.
Men tað ber til, okkara
grannar hava prógvað hetta
fyri okkum, sigur Sverri
Patursson.
— Lembir hver ær tvey
góð lomd, so hava føroysku
bøndurnir eisini møguleika
at lækka kjøtprisin. Vit fåa
jú meira burturúr hvørjari
einstakari ær. Hetta má vera
leiðin hjá føroyskum bønd-
rum, sigur Sverri Patursson.
Sverri fer inn í hoylød-
una. Her er nógv turt hoygg.
—Vit føda bert við turrum
hoyggi. Vit hoyggja uppav
hógvi, men vit hava eisini
blásarar til turka hoygg
inni, sigur hann.
Við rúkandi ferð
Viteru aftur í kjallaranum
og nú verður flett. Fletting-
armenninir hava tikið eitt
nýtt fylgi niður í kjallaran.
Seyðurin stendur í einum
rúmi og hann sær ikki hvat
gongur fyri seg uttanfyri.
Rúmið tekur 35 seyðir.
Ein maður tekur seyðin úr
rúminum, setur byrsuna fyri
pannuna og loysir av uttan
at binda seyðin niður. Hann
flytir seyðin á eitt svæv-
ingarborð, svævar og letur
blaða. Tá seyðurin er út-
bløddur, verður hann lyftur
uppá eitt borð, sum hevur
skap sum ein klovin tunna.
Her verður rist fyri og føtur-
nar skornar av. Seyðurin
verður fluttur á eitt annað
borð. Har verður bringan
tummað leys. Eisinu verða
kjógvini loyst og halin
loyst, móti mjadnunum.
Síðan verður seyðurin
hongdur uppí eitt jarn, sum
minnir um eitt Øvugt
akslatræ. Akslatræið hong-
ur í einum skinnara, sum
gongur heilt yvir til ásin
Skinnið verður varliga hál-
að av. Rist verður fyri, væl-
indi loyst, og leysablóðið
rennur frá. Framvegis beint
niður í eina rist og út, oman í
Nólsoyarfjørð.
Kroppurin verður nú eftir
skinnara fluttur til borðið,
har vomb og garnar verða
tikin úr. Bringan og kokan
verður klovd, mørur og
nyrumørur tikin úr, síðurnar
skivaðar og krovið hongt á
ásin.
Ein kvinna tekur sær av
blóðinum, skolar merar og
fær tálgina ul høldar.
Skorist væl í ár
Arið í ár hevur hildnast
væl. Meðalvektin á veður-
lombunum liggur beint
undir 32 pundum. Men vit
merkja eisini at fólk hava
minni pening um hendur.
Tað gongur ikki so væl sum
undanfarin ár at sleppa av
við kjøtið. Avroðini selja
Vit eisini.
Sverri er 57 ára gamal og
sonur hansara, Tórur, skal
taka við eftir hann. Hugurir
hjá elsta soninum, Sjúrða
stendur til sjógvin. Hann
siglir sum maskinmeistari
við Vágasteini. Tórur hevur
arbeitt á eisini seyðaroynd-
arstóð á Borgarfjørdinum.
Har var Sverri eisini sum
ungur. Tórur hevur eisini
gingið tveir vetrar á land-
búnaðarskúla á Hvanneyri í
Íslandi
S-erri hevur stóran koll-
uttan veðr gangandi í seyð-
húsinum. Hetta er ein veð-
rur av norska slagnum
"spelsau", sum meginpart-
urin av núlivandi føroyska
Tórur tekur innanúr
Tórur Andreassen úr Norðadali, ristir fyri við kønari hond
seyðinum er av. Pápi
Sverra, fekk hetta slag úr
Noregi. Sverri sigur at nú er
tynt út av slagnum og hann
umhugsar at fáa sær nýggj-
an brund úr Noreg.