Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nýggi presturin á Tvøroyri: Spennandi at uppliva nakað nýtt og gørvisi Månakvøldid komu nýggju prestahjúnini og teirra fýra børn til Tvøroyrar, og gleða tey seg. Í morgin verður Hartvig Poulsen innsettur í starvið sum prestur — tað hevur hann ikki roynt fyrr, hóast hann hevur verið prestlærdur síðani 1989 Gudstænastan í Dómkirkj- uni í Havn í morginárini kl. 11 er eitt sindur ødrvisi enn tær vanligu. Tá verður nevniliga nýggi presturin á Tvøroyri, Hartvig Poulsen, innsettur sum prestur. Hann skal avloysa Jón- svein Bech, sum fyrr í ár segði prestagjaldid á Tvør- oyri frá sær fyri at gerast prestur í Nest prestagjaldi. Hartvig Poulsen er 32 ára gamal, og er hann ættaður úr Vesturjútlandi. Líti landsbýurin Hodsager, ið liggur miðskeiðis millum Herning og Holstebro, er fødistadur hansara. Nýggi presturin á Tvør- oyri varð liðugur við guð- frødilesturin í Keypmanna- havn í 1989, har hann gekk á DBI — Dansk Bibel Insti- tut. Fyrsta starvid sum prestur Starvið á Tvøroyri er hansara fyrsta sum prestur. Hann arbeiddi sum eftir- skúlalærari í Bjerringbro frá sumri 1990 ul á jólum í 1992, og á vári 1993 var hann á pastoralseminarii, men síðani juni 1993 hevur hann verið arbeiðsleysur. — Eg havi so roynt at søkt ymisk størv, men ikki fyrr- enn nú eydnaðist tað hjá mær, greiðir Hartvig Poul- sen sjálvur frá. Hann tók í summar av- gerð um at sýkja starvið á Tvøroyri, men nakað av tid gekk so, áðrenn hann fekk at vita, at hann hevði fingið starvið. — Onkrir føroyingar, ið eg havi lisið saman vid, søgdu mær frá leysa prestaembæt- inum á Tvøroyri, og eftir at hava hugsað meg um eitt sindur gjørdi eg av at sýkja, sigur hann. Til Føroya meðan børnini eru små — Vit hava små børn, so tað mátti hugsast eitt sindur igjøgnum, áðrenn gjørt varð av at sýkja. Tað er kanska eisini tað lættasta at taka eitt sovorðið embæti nú, meðan børnini enn eru so smá. Hartvig Poulsen er giftur við Lisbeth, og eiga tey fýra børn — tíggju, átta, fimm og hálvtannað ára gomul eru børnini. Tey komu til Tvøroyrar månakvøldid, og har véru tey væl móttikin. - Tey í kirkjuráðnum høvdu verið so vinarlig at hita húsini upp, so eg vil siga, at vit fingu eina sera hugnaliga og góða móttøku, sigur hann. Frammanundan visti Hartvig ikki so nógv um Føroya ella føroysk viður- skifti, men síðstu tíðina hev- ur hann roynt at kunna seg um landið og fólkið. Eitt nú hevur hann lisið eitt sindur av føroyskari søgu og før- oyskari kirkjusøgu, um- Tíðindablaðið GSM Síða 14 Nr. 202 — 22. OKTOBER 1994 Hans Jacob Joensen, bispur, saman við nýggja prestinum á Tvøroyri, Hartvig Poulsen framt at hann hevur roynt at fylgt við, hvat er hent í Før- oyum seinnu tíðina. — Eitt nú havi eg fylgt væl við í nókrum sendingum um Føroyar, ið hava verið í donskum útvarpi, og soleið- is hevur ein hoyrt eitt sindur um eitt nú búskaparligu støðuna hjá Føroyum, sigur presturin. Vanur við, at fólk koma í kirkju Hann gleðir seg til at upp- liva kirkjulívið á ein eitt sindur ødrvisi hátt, enn hann er vanur við í Dan- mark, og eisini er hann spentur uppáat upplivaeina aðra og gðrvísi mentan. — Niðri er ikki tað stóra kirkjulívið í stórbýunum, har lítið fólk gongur í kirkju, men á smærri pláss- um er gðrvísi, sigur hann. — Í mínum heimbýi eri eg vanur við, at fólk gongur í kirkju, og tað minnir kanska eitt sindur um kirkjugongd- ina í Føroyum. So eg vænti ikki, at tað verður tann heilt stóra broytingin í tí Sjálvsagt gleða Hartvig Mynd: Kalmar Lindenskov Poulsen og hansara familja seg til komandi tíðina, ið tey skulu vera á Tvgroyri, men hann leggur aftrat, at fyri hann er tað mest spenning- urin at royna nakað, ið er nýtt og ødrvisi, ið hevur fingið hann at koma hend- anvegin. hj. Kára Hansen sýnir fram list í Saltangará Ein áhugaverð framsýning av list er í hesum døgum at síggja í deildini hjá Føroya Sparikassa í Saltangará. Kára Hansen úr Runavík sýnir fram tilsamans átjan oljumálningar, ið bæði eru at síggja í stóru sýnisglugg- unum og inni í sjálvari av- Finska hjá sparikassan- " Framsýningin hevur ver- ið at sæð í um síðani mánadagin 10. okto- ber, og verður hon uppi til fríggjadagin 18. november. Kára Hansen hevur málað síðstu fimm árini, og hevur hon eisini verið við á fleiri framsýningum hesi árini, eitt nú á árligu Lions-fram- sýningini í Runavíkar skúla og á ólavsgkuframsýning- um. — Eg brúki at kalla hvørja leysa løtu heima við hús við at mála, og soleiðis hevur tað stórt sæð verið gll árini, síðani eg byrjaði at mála, sigur Kára Hansen við Sosi- alin. — Motivini, ið eru við á hesi framsýningini eru eis- ini ymisk, so sum kvinnu- myndir og myndir av yms- um landsløgum. Hetta er fyrsta framsýn- ingin av hesum slag í deild- im hjá Føroya Sparikassa í Saltangarå, men sum skilist, er hetta bert tann fyrsta av fleiri, id sparikassin hevur ætlanir um at hava har. Ti- likar framsyningar hava i fleiri år verid i deild spari- kassans við Tinghúsvegin í Havn, har fleiri listafólk hava sýnt verk fram. Fólk hava eisini møgu- leika at ogna sær málning- amar hjá Káru Hansen, tí talan er um eina sølufram- sýning. hj.