Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lagt 4 til rættis: -” Qddbjørg Poulsen A vitjan i Betania Einaferð tå Jesus var á ferð, var Hann boðin inn til eina konu, sum æt Maria. Hon hevði eina systur sum æt Maria. Hon setti seg við Harrans fótur og lurtaði væl eftir. Tá segði Marta: >Harri, leggur Tú einki í, at Maria ikki hjálpir mær?< Jesus svaraði: >Marta, Marta. .. Maria ger ikki nakað skeivt… tað er gott at hon hevur valt at sita við mínar fótur, og lurta eftir Mær«. Hvussu itu bådar systrarnar, sum høvdu vitjan av Jesusi? (snsof Mm Qu) Aðalfundurin hjá Pf. Pressan av 1981, sum 13. okt. varð lýstur at vera 25. okt. 1994, verður týsdagin 1. november 1994, kl. 18 á Argjavegi 26, 160 Argir. Nevndin Eykaaðalfundurin hjá Pf. Húsið, sum 13. okt. varð lýstur at vera 25. okt. 1994, verður týsdagin 1. november 1994, kl. 18 á Argjavegi 26, 160 Argir við áður lýstu skrá. Nevndin Jóan Pauli Poulsen í Sandvík farin Tíðin stendur ikki í stað, og sjálvt um vit vildu gjørt nakað við hetta, so ber ikki til. Tað er bara soleiðis, og gott er tað, øll hava vit okkara tíð, soleiðis er lívið okkum lagað. Aftaná eitt langt lív, vóru árini nú komin, nú mín góði persónligu vinur, Jóan Pauli Poulsen í Sandvík hevur nú lagt árarnar inn. Tann báturin, sum lá væl bundin við bryggjuna, línan sum bant hann, hon var nú so slitin at seinastu trægrirnir slitnaðu, og nú rekur báturin á deyðans havi. Hetta er lív okkara frá vøggu í grøv. Jóan Pauli var ein álitismaður í øllum virki sínum, og tað sum sermerkti hann var hansara erligi máti at siga sína hugsan um lívsins viðurskifti. — Politiskt var eingin ivi um hansara stóðu. Á ungum árum hevði hann tikid støduna, og hon broyttist ikki, sjålvt um hann serliga harðliga fanst at ti broyting, sum var farin fram í flokki okkara. Hóast broytingin ikki fór fram eftir hansara hugs- an, so broytti hann ongantíð stóðu um tað politiska. Hart og týðiliga segði hann sína meining á rætta stað, men samstundis var hann tann trúgvi stuðulin, tá á stóð, tí hugsjónin, hon var ongantíð broytt. Jóan Pauli hevur verið okkara flokki ein trúgvur og góður stuðul, og vit fara at minnast hann og hansara máta at vera uppá í stórum takksemi. Á Løgtingi hevur hann eisini verið okkara umboð, og tað eru enn løgtingslimir, sum minnast hansara rødu í orðaskifti við táverandi andstøðu. Tað, sum hevur eyðkent Jóan Paula, var hansara sera vakri málburður og tað at taka til, sum eyðkent var fyri allar sandvíkingar. Hetta fekk andstøduleid- arin á tingi tá at merkja. Tað er tungt at siga tað seinasta farvæl fyri okkum, sum hava kent Jóan Paula, men meira persónligt er tað fyri tykkum, sum vóru hansara. Tit vóru hansara eitt og alt, tit hava mist so nógv, men í sorg og sakni koma tit at minnast tær góðu løturnar, og onkuntíð vilja tit smílast og minnast aftur á tað, sum hann hevur sagt. Persónliga fari eg at minnast mín góða vin Jóan Paula við stórum takksemi, og takka lagnuni fyri, at eg fekk møguleika at virka saman við hesum álitis- Í djúpasta takksemi drýpi eg høvur við deyða Jóan Paula Poulsen. Tíðin stendur ikki í stað, lívið sum streymurin rennur, á ugnum ári tú ei gevur tí gætur, brátt eru runnin ár, og fram standa myrkar nætur. Hvussu vit venda og hvussu vit snara, sum árini renna vit fyrst hesum vara, at alt vit gjørdu er stokkut løta. Tað, sum er avgerandi er, at vit aftur møla teimum, sum undan fóru, teimum sum bygdu land. Vinur mín hevur lagt árarnar inn, og tómt er, nú hann er farin. Á Mørkini tvey minni góð standa, varðin og bygdin vil í takksemi minnast, ein mann í æru og dygd, sum verður lagdur til hvíldar í Sandvík, hansara heimbygd. Sverre Midjord BILLUTIR |87 palletvognar - Sela, eykalutir og tænasta! útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR aum. Eru á goymslu. Tlf. Fax. Kaj Andreasen PF. 21605 Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600 21666 Eliaskirkjan Vesterbrogade 49, København. Kristiligur fundur verdur leygardagin kl. 19. Bussarnir 1,6, 16, 28 og 41 steðga nær- hendis. Sunnudagsskúlin á Oyrasundskollegiinum verður sunnudagin kl. 14. TIf. 32 88 67 27. Á beinkjunum í SMS Dagurin seigliga styttist og úti er illsligt og kalt, á beinkjunum aftur teir sita, meðan »stressada« fjøldin titar framvið skundisliga, vid fyltum skjåttum å veg heim til heimid har heima. Í summar var tynnri á beinkjunum, ja, onkran dagin teir vóru tómir, tå var lýðka í luftini og sólin vermdi so væl. Tú sást teir fróar stetla tætt við Rúsuna, ella hugna sær á Skansanum, náttúrunnar reystu og glaðu kappar. Nú er aftur kalt og einsligt úti og fólk renna bjálvað avstað, tit manna aftur beinkirnar, sita og reypa í flokki, vidhvørt. Oftast tó heilt einsamallir, sutla av fjaldari pisu í loynd. Í meðan gongur fjøldin framvid, skoðar tykkum av fyrstu parkett og fjalir rodnandi sína vanvirðing, hon takkar innantanna tí góða Gudi, at hon ikki er sum tit, drykkjubørn, apukattar, bukkar og viljaloysingar. Tit eygfara eisini rennandi fjøldina í tykkar fløkta kensluheimi. Kenna tykkum lítlar eina løtu: >Tað gongst henni væl<, hugsa tit. So manna tit tykkum aftur. Pisan gevur nýggja megi. Klokkan er farin av fimm, enn manna tit hvítu beinkirnar. Skjótt tagna klirrandi kassatól vaktarmenn reka úr rætt. Uttan fyri bíðar náttin og angistin nú hvítu beinkirnir eru tómdir. Jústinus 19/10-1994 Fundur í MBF-grunninum mikudagin 9. november Umsóknarblað fæst vid at venda sær til skrivstovuna hjá MBF, Íslandsvegur 10c, ella tlf. 17373. Umsóknir mugu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. november. Endamál grunnsins er at veita brek- aðum og hjálparfólki teirra stuðul til ferðir, fundir, skeið og onnur tiltok fyri brekað í Føroyum og uttanlands. Nevndin Blindastovnur Foroya hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16. Telefonir: 18222 og 19288.