týsdagur 25. oktober 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A "—— ————
Tíðindablaðið | sostalurin ) mm Nr. 203 — 25. OKTOBER 1994 — Sida5
Vilja tosa
Vågbingar:
Nú er ovboðið
- Vit kunnu ikki at bíða eftir, at arbeiði kanska verður aftur í mars mánaði, tí hvør sigur,
Á fundinum í Vági um vikuskiftið vóru allir løgtingslimirnir fyri sunnaru helvt av Suðuroy móttir. Mynd: Rógvi Johansen
at nókur skip tá eru eftir, ella at Fiskavirking tá er til, sigur Kári Jacobsen
Í Suðuroyar sunnaru helvt
hevur arbeiðsloysið leingi
verið stórt, og tá so boðini
komu friggjakvøldid, at
flakavirkið í Vági skal
leggja stilt, til kongafisk-
urin verdur aftur i mars
månadi, fleyt bikarid yvir.
Nú kann vera nóg mikið,
halda vágbingar.
Eingin visti av nøkrum, tá
tey fríggjadagin fingu boð
um at koma á fund á flaka-
virkinum. Har var Kári í
Garði, deildarleiðari í
Fiskavirking, og hann hevði
tey boð at bera, at einki ar-
beiði fór at verða á virkin-
um komandi mánaðirnar.
Virkið havt hall
Fyrra hálvár í ár hevur
virkið havt hall, og nú er
kongafiskatíðin fyri í ár
eisini av. Kári í Garði
greiddi fólkunum frá, at tað
hevði verið ein smeitur fyri
virkið, at Oymafjall fór av
landinum vid fiskinum.
Men vågbingar eru ikki
sinnadir at ganga hendur í
lumma, til kongafiskur
einaferð kemur aftur.
- Hvør kann vita, um nøk-
ur skip verða eftir tå til at
fiska kongafiskin, og hvor
veit, um Fiskavirking held-
ur er til tá, sigur Kári Ja-
cobsen, formaður í arbeiðs-
mananfelagnum Framtíðini
í Vági.
Hann er ein teirra, sum er
sera argur inn á, at alment
virksemi er flutt úr Vági til
Tvøroyrar. Men tað skulu
fólk á Tvøroyri ikki lastast
fyri, tí tað er ikki teirra
avgerð, og sjálvandi taka
tey ímóti.
Kári Jacobsen skilir væl,
at virkið hetta hálvárið
hevur havt hall, soleiðis
sum stýrt hevur verið. Teir í
Fiskavirking hava verið so
trekir at senda fisk suður til
Vágs, og hann nevnir dómi
Vágbingar vóru ikki blíðir á fundinum.
um, at fiskur stóð í triggjar
dagar á Tvøroyn, áðrenn
hann kom suður. Tá var
fiskurin so rotin, at hann fór
til slógv. Søleidis hevur lív-
ið verið, sigur Kári Jacob-
Gekk væl fyrr
- Og tað er nógv fyri, ti
virkið koyrdi væl, áðrenn
Fiskavirking yvirtók tað,
virkið er løggildad og kundi
arbeitt allan fisk, sigur ein
annar vágbingur.
- Nú má okkurt henda, tí
annars doyr alt út her. Nógv
eru flutt, og verður einki
arbeiði, fara fleiri. Tað ljóð-
ar, at nú standa 70 hús tóm í
Vági, sigur Kári Jacobsen.
Sunnukvøldid bjóðaðu
feløgini í Suðuroyar sunn-
aru helvt til fundar, arbeið-
arafeløgini, útróðrarfelag-
ið, handverksmeistarafel-
agið og handverkarafelag-
ið.
Fluttu fundin
Fundurin var í VB-hús-
inum, men har kom bein-
anvegin so nógv fólk, at tey
noyddust at flyta fundin í
ítróttarhgllina. Onkur met-
ir, at eini 500 fólk vóru á
fundinum, har tey løgtings-
fólkini úr Vági, Jákup Jo-
ensen, Ingeborg Vinther,
Henrik Old og Jákup Olsen
vóru við.
Tað var ein hampiligur og
sidiligur fundur, sjálvt um
fólk eru óð. Endamálið við
fundinum var at biðja løg-
tingsfólkini um hjálp.
Summi hava hug at leggja
trýst á samgonguna, meðan
onnur ikki halda tað vera
nakra loysn at spreingja
hana nú, tí tí verður eingin
mettur av.
Politikararnir kundu ikki
geva fundarfólkinum nak-
að lyfu um, at virkið verður
opið, men aftaná henda
fundin var fundur millum
nevndimar í feløgunum og
løgtingsumbodini, sum
lovaðu at fara at tosa við
landsstýrið í dag.
Løgungsmadurin Jákup
Joensen setti ilt í, tá hann
vildi vera við, at vágbingar
ikki høvdu verið líka ídnir
sum tvøråmenn, og hann
gjørði vart við, at hann als
ikki fór at strúka vágingum
við hárinum í hesum máli.
Jákup rýmdi
Tá helt Jógvan Krosslá,
býráðsformaður, seg vera
noyddan at tala at. Hann
segði m.a., at hetta ikki var
stríð millum Tvøroyri og
Våg, og at vågbingar høvdu
roynt td. við at fáa upp-
bodssøluna. Politikararnir
vórðu kallaðir á fund í ti
vón, at teir kundu hjálpa.
Hetta aftursvar tók Jákup
Joensen illa upp og rýmdi
av fundinum.
Á fundinum varð eisini
tosað um, at stødan er líka
ring nógva aðrastaðni í
landinum. Tað er tó verri, tá
tað er ein býur, og fólkini
eru løntakarar burturav.
Nú bíða øll spent eftir,
hvat samgongan fer at siga.
Halda vakt
- Hvat enn hendir, so góð-
taka vit ikki, at virkið hjá
okkum verður latið aftur.
Virkið er grundarlagið und-
ir øllum, og steðgar tað,
doyr alt annað eisini, bæði
handlar og alt. Vit halda nú
vakt við virkið, nátt sum
dag, tí haðani skal einki út.
Tað halda vit okkum hava
rætt til, sigur Kári Jacobsen.
randi
við Fiska-
virking
— Fiskavirking hevur stutt og greitt
disponerað skeivt við virkinum í Vági,
sigur Jákup Joensen, lótingsmaður
*
Tað gjørdist so heitt á fundinum í Vágiu, at Jákup valdi at
rýma. Her er hann á veg út. Mynd: Rógvi Johansen
- Fundurin var á so lágum
stødi, at eg valdi at
smoyggja mær út, sigur
Jákup Joensen um fundin í
Vági sunnukvøldid.
Okvæmisord timdi hann
ikki at hoyra, sigur hann.
Men aftanå fundin hava
hann og aðrir løgtingslimir
frætt frå nøkrum, sum vóru
við, og sum hava hug til at
royna nakað annað enn bara
at tosa við politikararnar.
Tey vilja koma í talu við
Fiskavirking og hava biðið
politikararnir um at stuðla.
Hesi fólk eru fyrrverandi
fólk á flakavirkinum, sigur
Jákup Joensen.
Teirra hugsan er at fræg-
ast er at royna líka sum við
grindabýtinum at býta
fiskin millum alt fólkið.
Jákup Joensen heldur, at
fiskavirking bar seg skeivt
at við at taka maskinur út av
virkinum í Vági og ístaðin
fyri at leggja seg eftir at
arbeiða kongafisk og annan
fisk úr irmingarhavinum.
Tað var skeivt disponerað,
sigur Jákup Joensen.
randi
Hetta var maðurin sum
stóð fyri skotum í Vági um
vikuskiftið. Kári i Garði,
stjóri í Fiskavirking, bar
vågbingum døpru boðini