týsdagur 25. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
V
Bjarti Mohr, stjóri svarar østu suðuroyingunum:
Nr. 203 — 25. OKTOBER 1994
ú
VB-hølin var nærum fullsett av ørkymladur og vónbrotnum vågbingum. Mynd: Rågvi Johansen
” Tidindabladid CL
Vågbingar hava
fingið sin part i år
— 5000 tons eru longu virkað i Vagi í ár og vit leiga virkið i Porkeri út, hetta gevur eini 30 arbeiðspláss. Suðuroyggin hevur ongantíð
fingið so nógvan fisk sum í ár. Men virkið í Vági má lata aftur fyri veturin. Virkið er alt ov dýrt at reka, sigur hann
Eftir Jústinus Eidesgaard
Grundgevingarnar hjá
Føroya Fiskavirking fyri
at lata virkið í Vági aftur
fyri veturin eru greiðar.
Virkið er bygt til eina
aðra tíð við eini rúgvu av
råvøru og er munandi
dýrari at reka enn onnur
virkir. Her verður serliga
hugsað um streymnýtslu-
na. Í dag er ov lítið av
råvøru til at halda virkið
opið og Fiskavirking hev-
ur ikki tøkan pening til at
halda virkið opið við und-
irskoti.
Bjarti Mohr stjóri á
Fiskavirking er rættuliga
avgjørdur, tå vit spyrja
hann, um hann ikki hevur
nøkur uggandi ord til våg-
bingar, nú virkið i Vági er
afturlatið.
— Tá politikaramir av-
gjørdu at avtaka studningin,
samstundis sum teir settu
kvotuskipanina á stovn, so
tóku teir eisini eina aðra
avgerð, sum teir kanska ikki
eru greiðir yvir. Hendan av-
gerð var, at nú máttu virkini
bera seg. Tað er júst fyri at
náa hesum máli, at neyðugt
hevur verið hjá okkum, at
lata virkið í Vági aftur fyri
eina tíð. Tað hevði givið
undirskot at hildið fram í
Vági í løtuni, sigur Bjarti
Mohr.
— Eg haldi at tað verður
"fokuserað" skeivt í løtuni,
tá tosað verður um trupul-
leikarnar í Vági. Fólk stara
seg blind í, at virkið í Vági
verður stongt í nakrar mán-
aðir. Glovmt verður. at vit
hava virkað útvið 5000 tons
í Vági í ár. Gloymt verður
eisini, at vit hava leigað
Roykivirkið í Porkeri út og
har hava 30-40 fólk havt
stødugt arbeiði. Tað kemur
heldur ikki fram, at Fiska-
virking hevur arbeitt nógv-
an fisk á Tvgroyri. Hetta er
eitt lokalt mál, sum Fiska-
virking ikki rættuliga er ført
fyri at loysa, sigur Bjarti
Mohr.
— Eg haldi ikki, at Sudur-
oyggin nakrantid fyrr hevur
fingið so nógvan fisk sum í
ár. Heldur ikki í teimum
góðu árunum, í åttatiårun-
um.
— Sambært Hagtíðindum
so tók Súðuroyggin teir
fyrstu sjey mánaðarnar í ár
móti 13.000 tonsum av
fiski. Teir fyrstu sjey
mánaðarnar í ár komu sam-
anlagt 46.379 tons uppá
land. Tað vil siga at Suður-
oyggin hevur fingið 28 pro-
sent av gllum fiski sum er
landaður í Føroyum, sigur
Bjarti Mohr.
— Hyggja vit eftir hvussu
nógvur fiskur varð landaður
í Suðuroy, áðrenn Fiska-
virking fór til verka, so vóru
í 1992 15.791 tons landaði í
Suðuroy. Árið fyri 18.550
tons og í 1990 17.786 tons. Í
fjør fekk Suduroyggin 20.-
000 tons. Tá er P/F Fisk í
Hvalba eisini við. Eg haldi
ikki at Fiskavirking hevur
gloymt Suðuroynna, sigur
Bjarti Mohr.
Hví var neyðugt at lata
virkið í Vági aftur fyri vet-
urin?
— Råvørunøgdin. Vit
fingu 200 tons av råvøru i
seinastu viku til niggju
flakavirkir. Tær nytist ikki
at kenna til fisk fyri at skilja
at hetta er lítil nøgd. I Mið-
vági var stongt, tað sama í
Fuglafirði, Vestmanna fekk
50 tons, á Tvøroyri vóru
landað 50 tons á Eiði 20
tons 0.s.v., sigur Bjarti
Mohr, stjóri
Harðar treytir
— Fiskavirking hevur
fingið sera harðar treytir at
virka undir, bæði frá kredit-
orum, men sanniliga eisini
frá partacigarunum. Hetta
ger, at vit verða noyddir at
repa og arbeiða meira ratio-
nelt enn vit higartil hava
gjørt. Eg haldi sjálvur, at vit
hava givið ov nógv út, tå við
hugsa um sosialu áhuga-
málini. Hetta ber ikki til, vit
hava fingið strong boð um
bæði frá kreditorum og
aktionerum um at reka
Fiskavirking burðardygt,
sigur Bjarti Mohr.
Skitna arbeiðið
— Eg haldi at tað er ov lætt
hjá politikkarum og gðrum
at kasta alla skuldina á
Fiskavirking. Vit eru settir
at gera tað skitna arbeiði. Eg
haldi hetta vera vánaligt og
ábyrgdarleyst. Vit rudda
upp eftir áttatiárunum,
meðan politikkararnir
vaska hendurnar. Politikar-
amir gera als einki, sigur
Bjarti Mohr.
Um tit ikki lótu virkið í
Vági, hevði so verið neyð-
ugt at latið eitt annað virk-
ið aftur?