Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (0 Råvøran er ikki til. Skulu vit hugsa um lokal- samfelagið í Vági og fram- vegis hava virkið opið, so má onkur gjalda undirskot- ið. Um tað frá politiskari síðu, ella frá vágbingum sjálvum, koma pengar til raksturin, so ber til at tosa vid okkum. Vit hava tiverri ikki hendan peningin, sigur Bjarti Mohr. Virkid og dyrt — Virkid i Vågi er bygt til stóra framleiðslu. Stórar nøgdir av upsa. Virkið er sera dýrt at reka, serliga er talan um stóra streymnýt- slu. Virkið nýtir nógv meira streym enn eitt vanligt flakavirkið ger. Møguliga tvífalt so nógv. Hetta er bygt í tíðini, tá nógvur upsi var til. Virkið er bygt uppá nakrar fortreyur sum eru burtur í dag. Fullkomiliga burtur. Virkið er eisini bygt til studning og hesin er burtur í dag.. Studningurin er horvin og fiskanøgdin er halverað, sigur Bjarti Mohr. Fólk havaeisini ilt við at skilja, at vit ikki vilja leiga eitt virkið bíliga til fólk ul at kappast móti okkum. Vit eru frammanundan yvir- tyngdir av øllum møgulig- um utreidslum. Tad gongur ikki. Skal nakar leiga eitt virki undir somu treytum sum vit arbeiða, so hevur hann ikki ein livandi kjans fyri at fáa virkið at bera seg, sigur Bjarti Mohr. — Eg skilji væl at vág- bingar eru vónbrotnir, men, vit hava ikki aðrar møgu- leikar í løtuni, tíverri, sigur Bjarti Mohr. Henrik Old, løgtingsmadur: Kann ikki gera so moti folki - Tað var harimiligt, at so få av arbeiðsfólkunum á virkinum tóku ordid, sigur Henrik Old um fundin i Vågi sunnukvøldid Í dag fara løgtingsumbod- ini, sum vald eru í Suður- oyar sunnaru helvt, at tosa við landsstýrið og sam- gonguna um støðuna í Vági. Oivad fara tey eisini at koma nærri inn á støðuna hjá Fiskavirking, ti nógva aðrastaðni stendur illa til, har virkini eru afturlatin. Hendrik Old, løgtings- maður, skilir væl vágbingar og onnur, sum ikki góðtaka, at virkið í Vági skal lata aftur. - Í Vági hevur fiska- arbeiði verið í hundrað ár, og í nógvum familjum hava bæði maður og kona havt timalønt arbeiði í fiski í yvir 20 år. Tað ber ikki til so- leiðis at taka alt arbeiði frá teimum, sigur Henrik Old. Hann finst at leiðsluni í Fiskavirking, sum íkki regluliga hevur greitt fólki frå fíggjarligu støduni. Tey hava verið í arbeiði hjá Fiskavirking, og um tey eru hava verið timalønt, hava tey rætt til at fáa nakað at vita. At so Fiskavirking kanska ongan kans hevur, er ein onnur søga, og so mugu bara onnur sleppa fram at, sigur Henrik Old. Hann helt fundin sunnu- kveldið vera góðan. Eingin kundi vænta at fáa nakað itøkiligt burturúr, men eftir hansara tykki tók ov fá orðið. Mest harmiligt helt hann tað vera, at ikki fleiri avarbeiðsfólkunum á flaka- virkinum tóku orðið. Or- søkin til tað var kanska, at sjónvarpið var við á fund- inum, og fólk tí ikki tordu at siga sína hugsan. randi Hendrik Old, maður harmast løgtings- stórliga stóðuna hjá vágbingum. Mynd: Rågvi Johansen Vikan Jústinus Eidesgaard, blaðmaður, skrivar: TARVAR á uppboði, matbingo og lomb til heystar ljóðar dagliga í lýsingunum í fjølmidlunum. Lomb til várs eru íkki komin í lýsingarnar enn, men hverveit. Uttan heilt erliga at vilja viðganga tað, so eru føroyingar spæliglaðir sum fáir. Leygardagin í farnu viku var eg staddur í SMS. Har vóru lomb seld á uppboði. Snildisligt uppboð, har tann ið legði 20 krónur omaná verandi boð og fekk hamarslag átti lambið fyri 20 krónur. Beint frammanundan hevði eg nýtt einar tjugu minuttir framman fyri kjøt- diskin í Miklagarði, áðrenn eg fekk slept teinum góðu 80 krónunum, ið ein góður sunnudagsdøguri fyri trý kostar. Aftur til seydauppbodssøluna. Aðrenn eg visti av, hevði eg nýtt 280 krónur. Ég hevði ikki færri enn 14 ferðir bjóðað uppá lambið á pallinum uttan nakað úrslit. Spælidjevulin fór við mær eina løtu og uttan steikina úr Miklagarði, fór eg sørur ur SMS. Men tå ein lota var farin uggaði eg meg við, at eg hevði stuðla einum góðum endamáli, nevni- liga Skótahjálpina. SORGARLEIKURIN um foroysku flaka- vinnuna heldur fram. Fiskavirking hev- ur boðað frá, at virkið í Vági letur aftur fyri veturin. Uttan í frå og uttan at ein sjálvur kennir sviðan av at eitt arbeiðs- pláss letur aftur, er tað lættari at gera niðurstøður og at hava eina meinining hvussu átti at verið farið fram. Fólk utt- an arbeiði, og fiskimenn í trongstødu, hava ilt við at skilja, at lovaða lokomo- tivið í føroyskum fiskiidnadi, knappliga er vorðin teirra mótstoðumaður. At Fiskavirking, samstundis sum tað letur virkir aftur, eisini leggur fót fyri ollum ødrum fyritakssemi , er ikki lætt at skilja hjá fólki við sunnari fornuft. Hetta minn- ir ikki sort um, at lond íð tapa í kriggi, tey brenna alt nýtiligt, áðrenn tey taka seg aftur. FÓLK hava heldur ikki lætt við at skilja, at Fiskavirking onga sosiala ábyrgd hevur. Tey hugsa, at Fiskavirking er størsti sosialklientur, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Um nøkur fá ár, so fer skattagjaldarin at kenna á egn- um herðum, saneringina sum Fiska- virkingin fekk frá bankunum og eðrum kreditorum. Hendan sanering varð figgjad av lánum, sum landsstýrið lænti frá donum fyri at bjarga bankunum, Saneringin skal rindast aftur yvir skatt- in. Skatta gjaldarin skyldar Fiskavirking einki, heldur ovugt, og hetta eigur at avgera tónan. Eitt lokomotiv slóðar fyri, dregur ikki bert kolvognin, men eisini teir tómu aftast og tað brennir als ikki brýr.