Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Fnsembhie Nr. 203 — 25. OKTOBER 1994 i Nordurlanda- húsinum Beinanvegin var greitt, at hesi ungu tónlistarfólkini vóru dugnalig og sera væl samanspæld. Pyramide op. 572 av Niels Viggo Bentzon var ein livlig og leikandi løtt byrjan. Stórt uppfinningarsemi og samansetingin stutt og neyv. Verkið er serliga skrivað til Ensemble Nord. Órættvíst og ofta spei- rekandi undirmettur, Bent- zon. Sama kann sigast um Al- ban Berg. Tey stak stuttu stykkini fyri klaver og klari- nett op. 4, hóskaðu væl júst har, áðrenn avgjørt åhuga- verdasta verkid å konsertini »Vox Balaenae« (Hvala- røddin) av George Crumb (1929 -). Tíverri ov lang- røkjut, forvitnisligt, sum tað var. Alban Berg endadi lika- sum i vónloysi, í tómum heimi. Eina løtu seinni kag- aðu vit inn í ævinleikan. Hvalasangur úr einum dómadagsdámi. At álvars- mál vóru til umrødu, var einki at ivast i. Triggjar smågentur nær- hendis, ið spentar og for- vitnar teskaðu og tutlaðu sínámillum, gjørdust eina løtu kårrar. Børnini eru bestu barometrini. Ahoyrararnir leika vid, i øllum framførslum og her før fram åhugaverdur leik- ur. Andaleysur spenningur ráddi til tíðir. Konsertin var eitt »studie« í kynstrinum at lata seinasta tónan í hvørjum stykki ljóma fult út. Ahoyrararnir fingu bæði nakað til eygað og oyrað — onkur fekk kanska rætt og slætt eitt ógloymandi upp- livilsi. Barnasinnið er við- kvæmt og ljóðfgrini, nógv og ymisk. Og soleiðis, sum leikað varð á tey! Klaver- maðurin stóð uppi og spældi, beinleiðis á streing- irnar. Floytukonan sang, murraði og floytaði, alt í senn, bæði á lítla og stóra floytu (piccolo og traverso). Allur tónleikarahópurin var til hetta stykkið ílatin hálvar grímur fyri eyguni og bara veikt, myrkablátt ljós upplýsti pallin. Í stykk- inum Snelys varð leikað á bæði akustiskan og el-gui- tar. Stórar trummur og al- skyns slagverk, okkurt teirra hevði ein enntá ikki sæð fyrr — jú, purkurnar hava helst fortalt spennandi tíðindi heima hetta kvøldid. Fyrsta stykkið eftir stødg- in var av dananum Hans Abrahamsen, »Efterår« frá 1972. Stuttligt, lítið verk, »et som man kan muntre sig med«, sum Abrahamsen sjálvur skal hava tikid til. Serliga fangadi cellopartur- in. Beint í øllum fóru leik- ararnir at syngja afturvið, meðan teir spældu. Orðini, ið fortaldu okkurt um >at plukke kirsebær<, eigur ein Jacob Poulsen. Føroyingurin Sunleif Rasmussen var eisini um- boðaður við einum verki, Warnings nr. 2 fyri Cello Solo, eitt sera tekniskt verk. Tað tyktist at celloleikarin greiddi tað tekniska væl. Men at geva tónasmiðinum Curt Kollavik-Jensen, guitar skotsmál út frá bara hesum eina verkinum, ber ikki til. Havast skal í huga, at pro- fetar ofta verða lítið virðir í egnum fedralandi og helst skulu einar partleysar, út- lendskar brillur síggja, heldur enn einar føroyskar. Torsten Folke Pedersen, slagverk Tidindabladid CSE) Sven Birch, klaver Karen Skriver, floytu Mogens Christensen's Snelys frå 1994 og Her- mann D. Koppel, ein snøgg tóna småmynd (miniatura) »Giocattolo« frå '93 endadu konsertina. At siga nym6t- ans um musikk, er oftast misvisandi. Samanumtikid Otto Andersen, cello var skråin »en moderne mundfuld«. Í so stórur fyri onkran, kanska. Carl Nielsen varð spæld- ur á fyrru konsertini, týs- kvøldid, men tíverri varð Klaversuitan við Hu- moreskuni ikki endurtikin Ensemble Nord Ensemble Nord varð stovnað í 1989 og er sprottið úr Kon- servatorie umhvørvinum í Ålborg og Nordjyllands Unge Tonekunstneres musikfestivaler. Tónleikarahópurin hevur heilt frå byrjan havt ein týð- andi listarligan profil við áherðslu á nýggjan tónleik í partituri. Tey seinastu fýra árini hevur Ensemble Nord frumframført 40 nýggj kamartónleikaverk. Teir eru í dag eitt tað tydningarmesta ensemblið at framføra nýggjan smíðaðan tónleik. Várið 1993 vann Ensemble Nord 35.000 kr. og fek høvi til at spæla inn eina fløgu í kamartónleikakappingini hjá Program 2, ið varð fyriskipað av Danmarks Radio. Hendan heidurslønin saman við teimum mongu verkum, ið eru skrivað beinleiðis til Ensemble Nord, prógva í sær sjálv- um, at talan er um ein kamartónleikarbólk við einum sera høgum tónlistarligum stigi. Virkið økist støðugt Umframt at hava stórt konsertvirki í Danmark, leitar hóp- urin sær eisini til útlandið. Í 1992 vóru teir á einari langari ferð kring um í Skandinavíu. Um heystið 1993 vóru teir í Stavanger, har teir leikaðu tónleik av donskum og ís- lendskum tónasmiðum við Ung Nordisk Musikfestival. Várið 1994 ger hópurin ferð til Eysturríki og Týsklands þr. = 3 og nå til heystar skal Ensemble Nord vid i framførslu av fjølmidla (les: Multimedie) konsertum i Finlandi, Islandi og Danmark. I 1995 er ein ferð til USA í umbúna. Millum teir tónasmiðir, ið hava skrivað fyri Ensemble Nord, kunnu nevnast: Hermann D. Koppel, N. V. Bentzon, Niels Martinsen, Mogens Christensen, Klaus Ib Jørgensen og Jens Hørsving. Fleiri av teirra verkum er longu spæld inn á fløgu. Ikki einans nýggjur tónleikur, Ensemble Nord framførir Tann spennandi lj60førissamansetingin ger tað møguligt at framføra eitt sera vittfevnandi leikevni. Ti vil ein konsert við Ensemble Nord ofta hava klassisk meistaraverk, tón- leik frá 20. øld og eisini tann alra nyggjasta smíðaða tón- leikin. Teir spæla við so nógv ymisk høvi, nevnast kunnu t.d.: kirkjukonsertir, konsertir í musikforeiningum, festi- valir og harafturat gera teir við jøvnum millumbilum send- ingar fyri Danmarks Radio. Fleiri, tey flestu kanska, droyma um at skriva tónleik fyri fult symfoniorkestur. Oftast er hetta sera kostnaðarmikið og sera trupult at fyriskipa — serliga í einum lítlum, fjar- skotnum landi sum okkara. håskvøldid 20. okt. Spell, at heldur ikki 1. satsurin av Schubert kvartettini í G-dur fyri floytu, klarinett, cello og guitar varð tikin við aft- ur. Tónleikarar og fyrireik- arar Óttast innast inni, at eingin kemur at lurta. A- hoyraratalið var tó ikki líka liud sum kamarmusikk manningin. Fjøruti til hálvt- hundrað fólk lýddu á. Teirra millum fleiri børn. Norðurlandahúsateknik - ararnir Finnbogi Johanne- sen og Zakarias Guttesen høvdu eisini ein leiklut Ljóð og ljós var týðandi partur til hvalasangin. Góð javnvág og ekkó í teimum stóru håtalarunum. Eina løtu bar til at gloyma, at tal- an var ikki um bandupptøku úr djúpum havi. Næstu ferð hesin hópurin kemur á vitjan, — ivaleyst verða teir bodnir at koma eina aðru ferð, tá verða kanska fleiri føroysk verk á skránni. Ensemble Nord leikar norðurlendskan mu- sikk í Norðurlandahúsin- um. da capo! Norðurlandahúsið í Tórs- havn er altíðeina vitjan vert. Opið er dagliga kl. 10-18, leygardag kl. 10-18 og sunnudag kl. 14—18.