mikudagur 26. oktober 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VAGS býur á gravarbakkanum. Hetta er tann
fatan og tann kensla tú fær, tå tú í fjøl
miðlunum fylgir gongdini í hesi fyrr so stoltu
bygd. Í Vági er alt á gosi, nú Fiskavirking hevur
avgjørt at stonkja einasta stóra arbeiðspláss-
ið, fiskavirkið. Vágbingar vilja íkki góðtaka
hetta, ti teir meta seg hava rætt til eitt líkinda
arbeiðspláss - ikki minst nú fleiri av verandi
tingmonnum úr oynni koma úr Vági.
VIT skilja væl, at vágbingar eru uppøstir. Tað
sigur seg sjálvt, at eitt pláss, sum hevur verið í
so stórum blóma sum Vágur, góðtekur ikki
uttan víðari, at alt virksemið doyr út. Fólkið vil
sjálvandi stríðast til tað síðsta fyri at varðveita
sítt egna.
FISKAVIRKING fær stóran part av skyldini
fyristøduni. Men hesum Vísir stjórin aftur.
Hann sigur, at politikararnir hava einki lært av
skeivleikunum í 80-unum. Tað, sum hendir í
løtuni, er helst tað, at so stórt trýst er lagt á
sudriartingmenninar, at ganga teir ikki krøvu-
num frá vágbingum á meti, so eru teirradagar
helst taldir. Valið hjá politikarunum er tí, antin
at lurta eftir sínum veljarum ella eisini síni
egnu sanntøring. Hyggja vit at gongdini í
Føroyum hesi seinastu 20 árini. er greitt, at
politkararnir hava í nærum einum og øllum
gjørt tað, sum veljararnir hava kravt av
teimum. Tær góðu tíðirnar hava so eisini gjørt,
at politikararnir hava roynt at yvirbjóða hvor
annan við at lova meira og meira.
NÚ er stødan so tann, at politikararnir hava
einki at yvirbjóða við. Kassin er tómur. Eftir
standa veljararnir - íbúgvararnir - við sínum
krøvum til somu politikarar um eitt minsta
mark av arbeiði. Teir hava verið vanir við at
krøvini eru gingin á meti. Nú tað stendur um
"liv" duga teir sjálvandi ikki at skilja, at eingin
lurtar. Spurningurin er tí, hvat hesir somu
politikarar vilja og kunnu. Hetta fara vit helst
at hoyra meira um komandi dagar, tí neyvan
tora teir bara at lata standa til. Vit fara kanska
at síggjahóttanir frá somu politikarum móti
samgonguni, og kanska fer hon um koll av
somu orsøk. Tá hava vit eina stóðu, su mong
hava borið ótta fyri, eina stóðu, sum kann
enda vid anarki og meguliga við, at danir antin
taka heilt yvir ella sleppa endanum heilt.
ØLL eru vit góð við Vág. Sangurin um Vágs
bygd, sum so oftani hevur tendrað onkran
neistan í okkum, verður framvegis sungin,
men tað er mest í sambandi við kappróður ol.
Syngur Vágur sín svanasong? Hvat kann
gerast! Ødrumegin ásanna vit, at fria initiativ-
ið við flakavirkjum á hvørjum tanga og stórari
havn á hverjum firði var skeiv gongd. Hinu-
megin ásanna vit eisini tað skeiva í, at alt
initiativ doyr í og við, at ein mastodontur sum
Fiskavirking gerst veruleiki. Stødan minnir ikki
sørt um eitt tvíeggiað sverð.
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
sðíói. Randi Jacobsen - Dagny + PA Sosialurin Bústaður. Argjavegl 26 | Postadr. Postsmoga 76
3 Joensen - Tårfinn Smith - | Uopsetng. PA Soslalurin Argjum 110Térshavn
Kilmar Jan Hansen - Prent P/t Pressan 1981 | Telefon: 11820 Telefax: 14720
Jåstinus Eidesgaard
Lesarabrøv
A
Oljusvans
VT" 0 0 dus
f sambandi vid eina møguliga
oljuvinnu í landinum, hevur
Biofar í hyggju at fara undir
eina nýggja kanning av hav-
umhvervinum, ið sambært
stjóranum Ama Nørrevang er
mett at kosta 0.u. 1-2 mió. kr.
Sjey navngivin oljufeløg hava
longu veitt pening til verkætl-
anina.
Nú er 1-2 mið. kr. í olju-
heiminum sum mýggjabita-
lortur atrokna, og hóast tað fyri
megulig framtíðar boriloyvi
verður kravt eitt ávíst um-
hvørvisgjald, so er og verður
her talan um mutur — sama
hvussu menn royna at >burtur-
forklåra« málið. Arne Nørre-
vang situr sjálvur í landsins
»oljunevnd« og skuldi tí verið
tann fyrsti at sagt neitakk til
nakra tilika »gåvu«. Í hvussu
so er eru vit mong, ið høvdu
væntað at Halgir Winther
Poulsen, advokatur, ið siturí
somu nevnd, hevði latið við
seg koma.
Táslíkt gongur — hvat verður
so tað næsta? At ávís oljufeleg
líta Advokatskrivstovuni v/
Halgir Winther Poulsen upp í
hendur at gera eitthvert løg-
frødiligt >millión-álit< í sam-
bandi við eina komandi olju-
vinnu í Føroyum?
Biofar við Arna Nørrevang
sum undangongumanni hevur
gjørt eitt fyrimyndarligt og
heimsviðurkent kanningarar-
beiði av okkara havumhvørvi.
Eingin ivast heldur í, at Nørre-
vang er botnreiðuligur og at
veruligur tørvur er á teimum
kanningum, hann skjýtur upp
verða framdar áðrenn fyrstu
boriloyvini verða veitt. Men so
mikið meira átti landsstýrið tí
at sagt kortanei til øll sløg av
»gåvum« frå åvisum oljufe-
løgum. Okkara havumhvørvi
er åbyrgd landsmyndugleik-
anna, og siga vit »ja« til olju-
vinnuna, so mugu vit eisini
sjålvi rinda tad, hesi kanning-
ararbeidi kosta. Hvussu lands-
kassin so skal fáa hesar út-
67. ÅRGANGUR
reidslur afturrindadar frå teim-
um oljufeløgum, i5 veruliga
fåa boriloyvi er eitt heilt annad
mål.
Føroyar fara ikki å heysin av
1-2 mió. kr., men rætta vit — so
sum vitlongunúeru í ferð við at
gera — ávísum oljufeløgum
lítlafingur, so vita vit hvønn
veg tað ber.
Tað er markleysur naivitetur
at trúgva, at oljufeløgini geva
nakað fyri einki — at hesi feløg
eru eitt nýtt slag av Frelsunar-
heri.
Tormóður Dahl
——————."
Áheitan á SVF
Tá ið landsdysturin millum
Skotland og Føroyar skuldi
spælast, var tad ikki sørt, at
vónir um at SvF fór at senda
dystin kendist í einum, men
gakk. Enn einaferð noyddist
man at setast at lurta eftir teim-
um óféru Arge brødrunum.
Hvussu ber tað til, at SvF ikki
kann vísa dystin, har teir flestu
føroyingar kendu næstan
hvønn spælara, og sum vit
gleddu okkum til skuldi spæl-
ast? Svarið er Givad tað sama
gamla, at tað kostar so nógv og
sjónvarpið skal eisini spara. Jú,
gaman i, men hvussu kann SVF
so loyva sær at vísa Danmark-
Spania og eisini Spania-Dan-
mar? Kostaði tað onki kanska?
Vitskulu jåøll verða við til at
menna okkara landslið, eisini
sjónvarpið. So roynið og vísið
okkum dystin Finnland-
Føroyar.
Ein ónegdur
sjónvarpsgjaldari
——
Tann ótolandi upplýsingin
Okkara tíð er proppandi full
við upplýsingum. Og tí kann
eingin okkara, vit, ið fingu
eygu og oyru og eru før fyri at
nýta hesar gávur, siga seg 6-
vitandi.
Jú, upplýsingin er rúgvis-
mikil. Ja, helst so rúgvismikil,
at okkara samfelagsliga sam-
vitska er í ferð við at verða
érinin (immun). Og tó er tað
so, at enn hava tey flestu okk-
ara ikki heilt mist evnini til at
blíva rist í grundvøll. Eitt nú tá
ið estiska ferjan >Estonia< for-
listi í Eystursjónum. Ristingar-
nar frá hesi hending vóru so
mikið ógvisligar, at ikki bara
skipasýnið, nei, so sanniliga
eisini geisligheitin saman við
politinum, vildi nú til at fyri-
reika um so skuldi borið á, at
ein líknandi hending óvart
skuldi komið á okkum, og tøkk
eiga teir uppiborið fyri tað.
Tó fari eg at halda, at bæði
geisligheit og politi ikki áttu at
kett seg. Tørvur er á hjálp
hvønn dag og tað í ólukkumát.
Tá ið eg hesa ferð settist við
telduna, var tað júst upplýsing-
in frá blødum, útvarpi og sjón-
varpi, ið skakaði mín grund-
vøll. Hesa ferð var tað norski
statsleiðarin, Gro Harlem
Brundtland. Upplýsingin var,
at Gro hevði hildið eina sera
djarva réðu á rådstevnuni í
Kairo. Hvat var tað so, henua
djarva kona hevði opinberað í
Kairo? Jú, at tey í samfelag-
num veikastu skuldu gerast
enn veikari. Nú skuldi ikki bert
íegna landi hennara, har tað ár-
liga verða týnd millum 15 og
20 túsund av veikastu lands-
monnum hennara — barnið í
móðurlívi — nei, nú skuldi
heiðinskapurin, ið Ólavur
kongur bardist ímóti við lív-
inum sum innsatsi — útsetan av
barninum — fáast til at fungera
aftur alheims. Nú skuldi ikki
villini djórini, ella hungur
beina fyri teimum smáu veiku.
Nú skuldi heiðinskapurin
klæðast í hvítar kitlar, sterili-
serað umhvørvi og stáltól við
sama reinleika. Týningin og
blóðbaðið skuldi krógvast
burtur í tí kallað verður heilsu-
verkið. Har fólk skipa fyri, ið
hava avlagt lyfti um at gera alt,
ið stendur í teirramakt til tess at
verja lív.
Víðari reddi Gro um at tað
galt lív og heilsu hjá konuni.
Konan átti rættin til at velja sær
ynskibørn??? Og skuldu konur
ikki gerast kriminellar, máttu
fosturdrápini legaliserast. Ger-
ast lóglig og tað í heilsuliga
tryggum umhvørvi. Gro gjørdi
fosturdráp til ein heilsuspurn-
ing. Ja, hetta skuldi vera ein
liður í familjuplanleggingini.
Barnið mátti ikki koma í vegin
fyri at kvinnan fekk eitt verd-
ugt lív við útbúgving. Saman
við pakistanska statsleiðaran-
um fingu vit at vita, at tær vóru
valdar til at stýra londum. Ikki
trongskygdum minnilutum, og
moralur varð kallað kávalótir,
tí fosturdráp var kent frá
araldstíð. Jú, dirvi skal til at
kunngera fyri øllum heimin-
um, at tað, sum fyrr var »kent«,
havi eg Gro og flokkur mín
gjørt til lóg. ÁA Á tann skamm-
leysa norðurlendska tunga.
Hugvekjandi var eisini at lesa,
hoyra og síggja, at harðligt
mótmæli kom til hesa skamm-
leysu réðu, og tað kom frá ka-
tólska og islamska heiminum.
Um Gro og javnaðarsosial-
istar hennara í Noreg fyri bert
100 árum síðani høvdu fingið
hesalóg framda, sum teir núeru
so glaði fyri, hevði uttan iva
eingin flokkur verið til at staðið
saman við henni og hennara
líkum. Sosiala, fíggjarliga, ja,
almennastødan hevði loyvt
fosturdrápi fyri ein hóp av
norsku arbeiðarafamiljuni.
Jú, dirvi skal til. Ikki kunnu
blóðdálkaðar hendur gera
reint, so at heiðinskapsins
myrkur og dálkan ikki gera um
seg. Í Dimmu nr. 128, tysdagin
18. okt. 1994, skrivar Beata L.
Jensen um ræduleikan, tå 5 åra
gamal Silja varð funnin deyð.
Undir yvirskriftini >6 ára
gamlir drápsmenn< skrivar
hon: Tróndheimur á gosi,
fyrstu ferð, at tílíkt er hent í
norsku søguni, og so minnir
hon átað, sum hendi í Onglandi
fyri ikki so langari tíð síðani,
har ein 2 ára gamal drongur læt
lív, steinaður til deyðis av smá-
dreingjum. Mær rann til hugs
orðatakið: >Som de gamle
sjunge så lære de unge«. Ella:
»Sum tú sådar, skalt tú heysta —
minst til tað!< Gro Harlem
Brundtland er forsætisráðharri
teirra. Hon samtykkir dráp av
meira enn tåsund småbørnum
hvønn mánað, og ølltey, ið gera
vart við hetta, verða kallað
myrkamenn og konur. Og vit
hava fingið at vita, at Gro eigur
systrar, ið halda so sum hon,
eisini í okkara landi.
At enda. Latið ikki okkum
koma so langt, áðrenn vit
vakna. Men við virðing fyri
konuni, mammuni og í kær-
leika og tékk til hennara og
Hansara, ið sjálvur valdi henda
undurfulla veg at koma eftir
inn í heimin. Latum okkum
vera við til at verja øll tey, ið
byrjað eru at ganga inn í heimin
og gera opinlýs øll tey, ið vilja
steðga hesum smáu, og við
valdi beina fyri teimum. Tá
fyrst kunnu vit bera kristin-
tjóðarheiti. Tá fyrst kunnu vit
vísa á merkið sum merki okk-
ara.
Ólavur í Mittúni
A AU UU