mikudagur 26. oktober 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a nn
Nr. 204 — 26. OKTOBER 1994 Síða 3
| Tíðindablaðið (HL
Tríggjar mánaðir í fongsul
fyri at hava sett seg ímóti, at
tveir tollarar úr Havn komu
umborð at rannsaka skipið.
Tann dómin, sum fall í
Føroya rætti í summar,
góðtók skiparin á Grana á
Tvøroyri ikki og kærdi ti
málið ul landsrættin.
Teir triggir donsku lands-
rættardómararnir fingu á
rættarfundinum mánadagin
at vita frá nøkrum vitnum,
at sinnalagið á suðuroying-
um og hinum nordanfjørds
ikki er tað sama, og at ikki
skal leggjast so nógv í
hørðu ordini, suðuroyingar
kunnu finna uppá at brúka.
Nú skulu teir so taka
stóðu til, um slíkt hevur
nakran tydning, tá dømast
skal í málinum móti skip-
aranum, sum ikki vildi hava
tveir tollarar umborð á
Grana og rópti ókvæmisorð
eftir teimum.
Eirikur Olsen varð í Før-
oya rætti dømdur fongsuls-
revsing í 30 dagar fyri
atburð sín. Henda dóm vil
ákæruvaldið hava staðfest-
an, men Eiríkur sjálvur
krevur fridøming, í ødrum
lagi linari revsing.
Vit skulu næstan try år
aftur í tíðina.
Í havsneyð
Nakrar dagar fyri jól í 1991
kom Grani heim úr Skot-
landi, har hann hevði selt.
Teir rendu seg í ódnar-
veður, og komnir hálvan
veg heim, fingu teir triggjar
stórar sjógvar. Teir fingu
ikki siglt sjálvir, róptu
neyðarkall, og Tjaldið kom
so 2% i teir til Før-
oya. Fyrst hevdi danska sj6-
verjuskipið Vedrurin verið
og leitað eftir Grana, men
danska sjóverjuskipið sá
ikki skipið, so høgar vóru
aldurnar, segði Eiríkur Ol-
sen, tá hann varð avhoyrdur
Vildi ikki siggja
tollarar ur Havn
Stakittpissari merkir landkrabbi á suðuroyarmáli
mánadagin
Stødan hjá teimum var so
álvarslig, at teir vóru í
lívsvanda í fleiri tímar,
áðrenn Tjaldrið kom til
teirra, og fyri at slætta
sjógvin høvdu teir koyrt
30.000 litar av olju út.
Meðan teir sigla heim, fáa
teir at vita, at:teir úr Skot-
landi eru meldaðir til toll-
valdið, og at tollarar úr
Havn fóru at standa fyri
teimum, tá teir komu á
Tveroyri.
Hetta hildu teir vera nógv
fyri, og skiparin boðaði frá,
at hann fór at seta seg ímóti,
at tollaramir úr Havn komu
umborð. Tað kravdi eisini
at fáa at vita, hvar hevði
meldað, men tað fingu teir
ikki upplýst.
Stór móttska
Teir komu so á Tvøroyi 21
desember. Bryggjan var
stúgvandi full av fólki. Ikki
bara var har familjan hjá
teimum 15 monnunum,
sum høvdu verið í havs-
neyð, men eisini hevði
verið sagt í útvarpinum,
hvat var hent, og onnur vóru
tí og tóku ímóu.
Og so vóru tollararnir har.
Tveir úr Havn og ein av
Tvøroyri.
Eirikur Olsen hevði boð-
að frá, at tað var í lagi, at
tollarar av Tvøroyri komu
umborð, men hinar vildi
hann ikki síggja.
Eirikur Olsen viðgekk, at
hann hevdi rópt reyvarhol
og stakittpissarar eftir toll-
arunum úr Havn. Tað var tí,
hann helt tað vera nógv fyri
at fáa slíka móttøku. Teir
høvdu verið í havsneyð,
sjálvur hevði hann ikki sov-
ið í meira enn trý samdøgur.
Komu tollararnir umborð at
kanna skipið, gingu tveir til
hålvur tiði tími aftrat, til
teir sluppu í land.
Spurningur
um merkingina
Nøkur vitni mintust, at
Eiríkur Olsen hevði brúkt
orðini stakittpissari, og
fleiri spurningar vórðu sett
ir við, hvat skuldu leggjast í
hetta orð. Ein maður, sum
var við bátinum, var samdur
við Eiríki í, at tað merkti
ikki annað enn landkrabbi
Ella, sum Eiríkur Olsen
segði: ein, sum ikki hevur
pissad í saltan sjógv
Skiparin er ákærður fyri
at hava sett seg upp ímóti, at
tollararnir komu umboð at
gera sitt arbeiði sum em-
bætismenn, og fyri at hava
háðað tollararnar
Mintust ikki tað sama
Havnartollararnir vilja vera
við, at skiparin hótti við at
sunga eygum ut reimum
skera oyruni av og kappa
høvdini av teimum, komi
teir umborð. Skiparin nokt
ar at hava málborið seg sc
leiðis. Tollarin á Tvøroyri
sum var á bryggjuni, mintist
seg ikki hava hoyrt nakað
um tað, og tað gjørdu heldur
ikki havnarmeistarin, ein av
manningini og cin eyka-
politistur, sum av tilvild
hevdi verid å bryggjuni.
Teir høvdu i hvussu er ikki
heft seg vid, at hann hevdi
hótt.
Nakrir av suðuroyingun-
um gjørdu eisini vart við, at
suðuroyingar ikki málbera
seg á sama hátt sum fólk
nordanfjørds. Tað er ikki
meint so álvarsliga, sum tað
verður sagt, tá teir taka
dýran til.
Karamellur í land
Á rættarfundinum varð eis-
ini nevnt, at skiparin hevði
tveitt eitt blikk av eingilsk-
um karamellum í land.
Sjálvur segði Eiríkur, at
Eiríkur Olsen á
Tvøroyri, skipari á
Grana, hevur fiskað í
32 ár. Hann vildi ikki
finna seg í, at tollarar
skuldu koma úr Havn
at endavenda øllum
umborð, tá teir útlúgv-
aðir komu heim av túri,
høvdu verið i havsneyð
og ikki sovið í meira
enn trý samdøgur
karamallumar vóru til
børnini. Tollararnir hava
greitt frå, at skiparin hevdi
tveiott teimum karamell-
urnar og sagt, at hatta kundu
teir fáa.
Tollararnir úr Havn fóru
ikki umborð at kanna skip-
ið. Teir rådførdu seg við yv-
inollaran, sum var staddur í
Havn, og endin var, at toll-
arin á Tvøroyri fóru um-
borð. Hann fann einki
ólógligt umborð annað enn
nakrar dósir av øli, og slíkar
mugu ikki innflytast.
A rættarfundinum komu
teir eitt sindur inn á, um teir
umborð á Grana høvdu
drukkið ella ikki. Onkur
vildi vera við, at teir høvdu
góða kenning. Skiparin
segði sjálvur, at hann einki
drakk, fyrr enn teir høvdu
lagt at, og at hann tá bara
hevði drukkið nakrar gl.
Annars vóru teir allir so
lúgvaðir.
Akærin legði stóran dent
á, at skiparin skuldi hava
háðað tollararnar úr Havn
framman fyri tí stóru
mannfjøldini, sum klappaði
og stuttleikaði sær. Sjálvur
segði Eriikur bara, at hann
hevdi verid soilskur inn å, at
teir skuldu koma at kanna
skipid beint aftanå henda
strævna túrin.
Skiparin átti seinasta
orðið, áðrenn málið varð
tikið upp til dóms:
- Eg havi fiskað í 32 ár, eg
havi altíð verið á sjónum og
ofta í havsneyð. Tað var
ræðuligt at fáa slíka mót-
tóku, og so at skula í fongsul
afturfyri.
randi
Í dag klokkan níggju
sessast teir allir á Par-
nassinum á Hotel Hafnia
og halda fram við at
viðgera sakarmálið um
fíggingina av skipinum
Skálafjalli.
Tá sakarmálið byrjaðu
fyri tveimum mánaðum
síðan, var ein av teimum
ákærðu, Eydun Hamm-
er, til skips. Men nú er
hann heimafturkomin.
Akæruvaldið fer at
biðja um at sleppa at
byrja dagin við at av-
hoyra Eyðun Hammer,
sum arbeiddi i Føroya
Banka
Um hann ikki er til
reiðr at verða avhoyrdur
beinanvegin, er ivasamt,
hvat annars verður á
skránni, tu ákæruvaldið
Førarin á einum tanga-
bili hjá Mjólkarvirki
Búnaðarmanna var 6-
heppin månamorgunin.
Hann fór oman til
Kvívíkar, og ikki visti
hann, at har vórðu gjør-
dar ferðsluforðingar.
Tær vóru heldur ikki
komnar fyrr enn seinasta
fríggjadag.
Skeltini vórðu ikki
uppsett, tá bilurin kom,
Mikudag
Skálafjall
yrjar aftur
Varnaðist ikki
forðingina
vil bíða við at avhoyra
aadvokatiån — Magnus
Petersen, til allir hinir eru
avhoyrdir. Nå eru bara
Eydun Hammer og
Magnus Petersen eftir av
teimum åkærdu at av-
hoyra.
Orsøkin til, at bíðað
verdur vid Magnusi Pet-
ersen, er, at umframt at
hann var advokatur hjá
reiðarínum hjá Skåla-
fjalli, hevur hann eisini
verið advokatur fyri Før-
oya Banka.
Tríggir dagar í hesu
vikuni og tríggir dagar í
næstu viku eru setur av
til Skalafjalsmálið.
Síðan verður steðgur
til um mánaðarskiftið
november desember.
randi
og tå ferðin var ov nógv
til at koyra tvørtur um
føringarnar, fóru fjarð-
arnar aftan á bilinum.
Bilurin fekk ikki koyrt
víðari við mjólkini, og tí
kom ein annar tangabilur
atavloysa.
Seinni sama dag komu
upp skelti, sum siga frá
ferðsluforðingunum.
randi
kl. 16.30 Børn 5-6 år
kl. 17.15 Børn 6—7 år
Friggjadag, galdandi frå 28.okt
kl. 15.00 Pinkur og gentur 10—12 år
kl. 15.45 Småpiltar
kl. 16.45 Piltar
kl. 17.45 Smådreingir
kl. 18.45 Smågentur
kl. 21.00 Dreingir
kl. 22.00 Unglingar
(198586)
(1983-84)
(1981-82)
(1981-82)
(1979-80)
(1976-78)
B.36