mikudagur 26. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
málum. Mynd: Kalmar
Verður einki veruligt
gjørt at fáa sett á stovn
nýggj arbeiðspláss verð-
ur talið á arbeiðsleysum
føroyingum, sum í dag
liggur um 4.500, nógv
stórri, sigur Kristiligi
Fólkaflokkurin. Flokk-
urin hevur á tingi skotið
upp at broyta skatta-
lógina, so til ber at draga
pening frá í skatti, sum
fólk seta í nýggj arbeiðs-
pláss.
Í viðmerkingnum til
uppskotið sigur flokkur-
in m illum annað, at
tørvur er á peningi til
vinnuendamál á nærum
øllum økjum, og tí er
tørvur á, at ein partur av
tøka peninginum, sum
enn finst i Føroyum og
útlandinum, verður
brúktur til vinnuskap-
andi tiltøk.
Uppskotið snýr seg um
at fólk, sum seta pening í
arbeiðsskapandi tiltøk,
yvir eitt avíst tíðarskeið
fáa møguleika at draga
upphæddina frá á sjálv-
uppgávuni. Hugsað
verður um, at øll fólk,
sum seta partapening í
småpartafeløg ella
partafeløg, skråsett i
Føroyum, skulu hava
møguleika at draga upp
til 10.000 krónur frå í
sjálvuppgávuni eitt ein-
stakt år, og upp til 30.000
krónur yvir trý fylgjandi
Seta skatta-
frían pening
i partafeløg
Hetta fer at økja um virksemið, held-
ur Kristiligi Fólkaflokkurin
Nr. 204 — 26. OKTOBER 1994
-Eg vil gera alt fyri at varðveita Tekniska Skúlan í Havn,
men sparingar mugu finnast har tað á nakran hátt er
gjórligt, sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í skúla-
ár.
Kristiligi Fólkaflokk-
urin heldur, at hendan
møgueika skulu komm-
unur, sum hava møgu-
ligan tøkan pening, eisini
hava. Loyvt skal vera
kommunum at studla
vinnuvirkjum å
staðnum, men kortini
ikki meira enn við 10
prosentum av partapen-
inginum.
Eisini heldur Kristiligi
Fólkaflokkurin, at tað
skal bera til hjá feløgum
á arbeiðsmarknaðinum,
sum eiga milliónir til
ymisk endamál, at fáa
møguleika at brúka ein
part av sínum pengum til
hetta endamál. Hetta
heldur flokkurin kann
verða gjørt á tann hátt, at
feløgini læna limum sín-
um pengar, sum arbeiða
á virkjum, so tey á
hendan hátt fáa møgu-
leikar at seta partapening
í virkið tey sjálvi arbeiða
hjá. Pengarnar skulu tey
gjalda aftur eftir eini
góðkendari reglugerð.
Kristiligi Fólkaflokk-
urin heldur, at eitt tílíkt
uppskot í fyrsta lagi fer at
kosta landskassanum
pengar, men endamálið
við uppskotinum er, at
økta virksemi skal fíggja
uppskotið.
tór.-
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdøgrid á tf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persóniig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.
Tekniski Skúlin í Havn:
Virkar sera illa sum
Tidindabladid GEL
— Stýrið fyri skúlan hevur í mong ár als einki tamarhald havt á skúlanum. At stýrið
hevur virkað illa ávirkar eisini undirvísingartilboðini, sigur Eilif Samuelsen, lands-
stýrismaður í skúlamálum. Hann sigur, at avgjørda treytin fyri at skúlin heldur fram er,
at rættlag kemur á stýrisviðurskiftini
Fríggjadagin var leiðslan og
umboð fyri stýrið á Tek-
niska Skúla í Havn á fundi í
Tinganesi. Har hittu tey
landsstýrismannin í skúla-
málum, Eilif Samuelsen, og
ørindini vóru at gera vart
við, at upphæddin, lands-
stýrið hevur í hyggja at seta
á fíggjarlógini næsta ár til
skúlan, er ov lítil.
Men so lætt gekk tað kort-
ini ikki. Í staðin fyri at fáa
eina ábending um at hækka
játtanina, gjørdi landsstyr-
ismadurin stýrinum og
leiðsluni greitt, at ein
møguleiki er eisini at niður-
leggja skúlan í Havn.
-Talan er um stórar spar-
ingar á fíggjarlógini so hall-
ið verður so lítið sum gjør-
ligt, og tí eru vit noyddir til
at rationalisera har tað kann
lata seg gera, sigur Eilif
Samuelsen. Hann sigur, at
hann helt tað vera beint at
lufta tankanum fyri stýrin-
um og leiðsluni at ein
møguleiki er at niðurleggja
skúlan í Havn, ti virksemið
er minkað so nógv.
Spurdur um hví tað júst er
skúlan í Havn, landsstýrið
hevur umhugsað at niður-
leggja sigur Eilif Samuel-
sen, at skúlin í Klaksvík
hevur betri umstødur og
hevur fleiri av nýggjari
útbúgvingunum.
A skúla i Danmark?
Í Sosialinum í gjár vóru ikki
færri enn tvær lýsingar frá
einum tekniskum skúla í
Danmark sum søkti eftir
næmingum. Er ikki eitt
sindur øvugt at vit niður-
leggja undirvising í Føroy-
um og senda næmingarnar
til Danmarkar í staðin?
-Jú, men Tekniski skúlin
her hevur bert fáar útbúgv-
ingar, og haraftrat er lær-
lingatilgongdin = minkað
burtur í nærum einki, sigur
landsstýrismaðurin og
leggur aftrat, at tað kann
TA
Frå Leikarafelag Føroya:
GRIMA vid nyggjum leiki
i Norðurlandahúsinum
Leygardagin 12. november
verdur fyrsta framførsla av
sjónleikinum >Góða Je-
lena< í Norðurlandahúsin-
um. Leikurin er um nútíðar
Russland og innihaldið er á-
gangandi. Tað er íslendski
leikstjórin Ingunn Asdisar-
dóttir (ausdisardóttir), ið
hevur staðið fyri venjingini.
Leikritið er frá 1980, og
sjónleikurin hevur verið
framførdur fyri fullum hús-
um í okkara grannalondum.
Leikurin var eitt tíðarskeið
bannaður í gamla Sovjett.
Sjónleikurin er um lærar-
innuna Jelene Sergajevna,
ið hevur fæðingardag. O-
væntað koma nakrir av
næmingum hennara at
ynskja henni tillukku og
geva henni fødingardags-
gávu. Men skjótt kemur
ikki vera forsvarligt at hava
flokkar við bert tveimum
ella trimum næmingum. Tá
er munandi bíligari at hesir
fara til Danmarkar í skúla.
Nú talan er millum annað
um útbúgvingar innan olju-
vinnu, kann ein so ikki
hugsa sær, at brúk er fyri
tílíkum skúla í framtíðini?
-So avgjørt, og millum
annað tí eri eg eisini sera
ivingarsamur at niður-
leggja skúlan, sigur Eilif
Samuelsen.
Stýrið virkar illa
Men landsstýrismaðurin í
skúlamálum setur eina av-
gjørda treyt fyri at skúlin í
Havn skal halda fram. Tað
er, at styrisvidurskiftini
verda i lagi.
--Tekniski Skúli í Havn er
sjálvsognarstovnur, og tí
hevi eg als einki ímóti. Væl
at merkja um tað virkar.
Men tað ger Tekniski Skúl-
in í Havn ikki. Hann hevur
fram, at annað býr undir
vitjanini, og áðrenn vit vita
av, eru vit komin uppí eina
rædisøgu um harðskap,
terror og maktgimd.
Leikurin er ikki minst
ætlaður ungdómi, hóast
hann er skrivaður í Russ-
landi, hevur hann ein boð-
skap til øll — eisini føroy-
ingar.
Leikarar:
Rúni Gaard-
virka sera illa sum sjálvs-
ognarstovnur í fleiri ár.
Stýrið hevur als einki tamar-
hald havt á skúlanum. Og
tað, at stýrið ikki virkar,
ávirkar eisini undirvísing-
artilboðini, sigur Eilif Sam-
uelsen. Hann leggur aftrat,
at útbúnaðurin á skúlanum
er slitin so nógv niður, at
neyðugt verður við eini
fløgu upp á átta milliónir um
skúlin skal verða góðkendur
sum lærlingaskúli.
Eilif Samuelsen sigur, at
hann roknar við at kunna
semjast við stýrið um neyð-
ugar broytingar í stýrisvið-
urskiftunum.
Hvussu verður við skúl-
anum í Havn fæst annars
helst greiða á heilt skjótt.
Fíggjarlógin skal vera liðug
heilt skjótt, og tá sæst hvør
lagnan hjá Tekniska Skúla í
Havn verður.
tór.-
lykke, Súsanna Tórgarð,
Erling Eysturoy, Hans Tór-
garð og Kristina Hansen,
Leikstjórn: Ingunn As-
dísardóttir. Leiktjøld: Han-
sina Iversen: Týðing: Karl
Johan Jensen.
Leikurin verður bert
framførdur i Nordurlanda-
húsinum. Atgongumerki
fåast å Kunningarstovuni
og í Norðurlandahúsinum.