mikudagur 26. oktober 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 204 — 26. OKTOBER 1994 Sida7
Mánadagin kunnaði formaðurin i stýrinum fyri Tekniska Skúla í Havn, Sørin Pram Sørensen, starvsfólkið á skúlanum um
fundin við landsstýrismannin. Undir liðini á honum situr skúlastjórin, Svenning Nielsen. Mynd: Kalmar
Formaðurin fyri stýrinum á Tekniska Skúla:
Vit ynskja samstarv
— men tað vil Landsskúlafyrisitingin ikki. Hon vil bert ráða, sigur Sørin Pram Sørensen
sum tó roknar við, at einki verður til hindurs fyri at stýrið finnur eina semju við lands-
stýrið
-Sjálvandi skulu vit fáa skil
á lógarverkinum í samband
við Tekniska Skúlan. Taðer
ikki í lagi sum er, men eg
ivist ikki í, at vit finna eina
semju saman við lands-
stýrinum í hesum spurningi.
Tað sigur formaðurin fyri
stýrið á Tekniska Skúlanum
í Havn, Sørin Pram Søren-
sen. Hann leggur aftrat, at
stýrið hevur so mangan
boðið Landsskúlafyrisit-
ingini samstarv men tað vil
Landsskilafyrisitingin
ikki. Hon vil bert råda, sigur
Sørin Pram Sørensen sum
leggur aftrat, at hetta átti
ikki verið ein spurningur
um at ráða yvir ðrum, men
heldur ein spurningur um at
samstarva.
Fleiri orsekir at
varðveita skúlan
Formaðurin fyri stýrinum á
Tekniska Skúlanum í Havn
heldur tað vera lítið skila-
gott at niðurleggja skúlan.
-Skúlin í Havn liggur mitt
fyri í landinum so høgligast
er hjá næmingunum. Hesin
skúlin er tann stórri, hevur
alla útgerð, og fleiri læru-
greinir.
Sørin Pram Sørensen
vísir á hvussu nógv skúlin
er skerdur í almennu játtan-
um. Tá skúlin fekk mest
yvir fíggjarlógina fekk hann
20 milliónir. Nú er upp átal,
at skúlin skal hava umleið
12.
Men tær 12 milliónirnar
eru ikki nóg mikið til rakst-
urin, sigur stýrisformað-
Mótasýning, sangur
og tónleikur
Mikukveldið kl. 20.00
skipar 1. lp á lærara-
skúlanum fyri hugna-
kveldi í Læraraskúla-
høllini. | Mótasýning
verður við nýggjasta
vetrarmótanum frá
Brandal og Sprundin-
um. Sagt verður, at mót-
in nú er ógvuliga líkatil,
alt er loyvt, og klæðini
eru ógvuliga praktisk. Í
høvudsheitum eru
natúrlitir brúktir, og
floyal er tað best um-
tókta tilfarið. Hvussu
hetta riggar, fáa vit at
síggja mikukvøldid.
Tónleikur er eisini á
skránni, har m.a. Ársins
Songrødd 1994, Gitte
Wicgand, og vinnarin år
Havnini, Olevina Ja-
cobsen, verda at hoyra.
Herluf Liitzen hevur
undirspælid. Kaffi og
vaflur eru at fåa. Kostn-
aður fyri kveldið er 30
kr.
urin. Sambært metingarnar
frá skúlanum skulu góðar
13 milliónir til sjálvan
raksturin, men tá er einki
oyra til dagføringar av
útbúgvingum, og tað má
eisini til, sigur hann.
Má ikki detta niður fyri
At virksemið í landinum
eisini merkir tilgongdina til
skúlan er eyðsýnt. Onkuntíð
vóru 300 næmingar á
skúlanum samstundis. Nú er
talið væl niðan fyri hundrað,
men Sørin Pram Sørensen
ávarðar ímóti at skerja so, at
vit ikki verða førir fyri at
taka ímóti nýggjum
avbjóðingum, tí tær koma.
Og tær verða ikki minst á
tekniska økinum. Tað er
hann sannførdur um.
tór.-
Ein 21 ára gamal fuglfirð-
ingur verður skuldsettur
fyri rúsdrekkakoyring eftir
eina hending á vegnum til
Fuglafjarðar månakvøldid.
Hann kom koyrandi við
longum ljósum móti Fugla-
firði. Ein, sum koyrdi ímóti
honum, royndi við at blinka
at fáa hann at blenda niður,
men í staðin fór hesin
bilurin sendandi yvir í hina
vegsíðuna, rendi í hin bilin
og í autoverjuna, soleiðis at
tríggir stabbar brotnaðu.
Ferðin hevur verið nógv, tí
bilurin steðgaði ikki fyrr
enn 133 metrar frá, har hann
bresti saman við hin.
Báðir bilarnir blivu so at
siga vrak.
Politiið hevði í gjár ikki
avhoyrt tann unga fugl-
firðingin, tí hann varð
fluttur á Landssjúkrahúsið.
Hann slapp væl frá óhapp-
inum. Maðurin verður
skuldsettur fyri rúsdrekka-
koyring.
Bilurin, hann koyrdi, var
ein útleigubilur úr Havn.
Hesin bilførarin hevði ikki
sjálvur leigað bilin.
randi
Brúðar- og brúðargentu-
kjólar til leigu
Ókeypis broytingar
Brúðarlín
V/. Aa aard
281
Føroyar
Nordurlendsk Føroya-feløg
skipa
fyri ymiskum tiltøkum
Tey ymisku Føroya-
feløgini í hinum norður-
londunum eru rættiliga
virkin enn sum áður.
Norsk-Færøysk Lag
hevði fund næstseinasta
sunnudag har fyrrver-
andi stjórin í Norður-
landahúsinum í Føroy-
um, Jan Klevstad
greiddi frá um tíðina
hann var stjóri í Norður-
landahúsinum. Eisini
vísti Jan Kløvstad ljós-
myndir úr Føroyum.
Annars er fundur í
Keypmannahavn í hes-
um døgum, har umboð
fyri tey ymisku norrønu
feløgini eru við, og har
framtíðarsamstarv verð-
ur umrølt.
Í tíðindaskrivi frá
Norsk-Færøysk Lag
verdur millum sagt, at
feløgini eru sinnad at
menna hetta samstarv
soleiðis at virkað verður
í enn stórri mun fyri
samstarvi millum á-
hugafeløgini og al-
mennu myndugleikarnar
og vinnulívið.
Í november fer Jóan
Pauli Joensen, fólkalívs-
frødingur, at halda fyri-
lestur í felagnum Sam-
fundet Sverige-Fårøar-
na, tá felagið skipar fyri
mentunnarkveldi.
I Nuuk skipar Føroy-
ingafelagið har fyri
dansikvøldum við før-
oyskum dansi. Hesi
kvold eru væl vitjaði,
frættist úr Nuuk.
Føroyingafelagid i
Nuuk hevur eisini ætlan-
ir, sum røkka inn i næsta
år. I samband vid at nytt
mentunnarhús letur upp í
grønlendska hevuðs-
staðnum kannar felagið
møguleikan at fáa slupp-
ina Jóhonnu at koma at
vitja.
tór.-
Føroyingafelagid i
Nuuk vil fegid hava
viljan av sluppini
Jóhonnu
Blindastovnur Føroya
hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.