mikudagur 26. oktober 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Flogbóltskappingin er farin i "" og Ítróttar-S0 sialurin fer at fylgja vid, hvussu g gongst í mei istaradeildini hjå kvinnum
og meistaradeildini hjá monnum. Ætlanin er at hava flogbólt í blaðnum eina ferð um vikuna
Flogbóltsáhugin
| ikki serliga stórur
(Savnsmynd)
Feløgini, ið fåast við flogbólt í Føroyum, hava ikki serliga góðar umstødur at arbeiða
undir. Mong teirra hava stórar hallarútreiðslur, dystirnir eru sera nógvir, og av ti at
kappingarskipanin ikki er komin, vita venjarar og spælarar ikki, hvór næsti dysturin er
Tað er rættiliga misjavnt,
hvussu nógvir áskoðarar
eru at síggja til tær ymsu
ítróttargreinarnar, ið eru.
Meðan nógv fólk er til tær
ítróttargreinarnar, ið eru á
sumri — fyrst og fremst fót-
bólt og kappróður — eru fáir
áskoðarar til stórt sæð allar
ítróttargreinarnar á vetri.
Einasta undantakið er helst
hondbólturin, ið kann savna
fitt av áskoðarum, men tað
er sum oftast treytað av tí
týdningi, viðkomandi dyst-
ur hevur í kappingini.
Fáir áskoðarar koma
Flogbóltur er ein av teim-
um ítróttargreinunum, ið er
sera åskodarafåtøk. Bert få
eru vidhvørt og hyggja at
flogbólti, og tað er ikki júst
fremjandi fyri hugin hjá
teimum mongu, ið spæla
flogbólt um veturin.
At ongar åskodarainntøk-
ur eru, ger tað ikki lættari
hjá feløgunum at svara
hvørjum sítt, eitt nú leigu
fyri holi at venja og spæla i.
Og tað eru langt frá smáar
upphæddir, talan her er um.
Nøkur úrslit um vikuskiftið
Eftir førimuni hava vit í
vikuni roynt at fingið fatur
á úrslitunum í meistara-
deildunum hjá kvinnum
og monnum, men helst eru
ikki øll úrslitini við her.
Vónandi hava vit meira
at borðreiða viðnæstu ferð
— við hjálp frå feløgunum.
Mjølnir hevdi í báðum
deildum vitjan av Fram,
og vann Mjølnir kvinnu-
dystin, men tapti mans-
dystin. Kvinnurnar vunnu
3-0, uttan stórvegis mót-
stóðu. Hinvegin var mans-
dysturin sera javnur og
spennandi, og hann kundi
fara báðar vegir. Endin
varð tó, at Fram vann 3-2.
Hetta var ein sera drúgvur
dystur — 110 minuttir. Tað
er sera leingi fyri ein dyst í
meistaradeildini í Føroy-
um.
Drúgvur var eisini dyst-
urin millum Fleyr og ÍF
hjá monnunum — 87 min-
uttir, ið eisini er sera lang-
ur dystur, tá settini bert eru
fýra í tali. Fleyr vann 3-1.
Tað var ikki óuppiborið,
men ÍF gav góða mót-
stóðu. Hjá kvinnunum
møttust somu lið, og har
vann Fleyr 3-2 í einum
sera jøvnum dysti, har tað
sá út til, at ÍF fór at vinna,
eftir at hava tikið bæði tey
fyrstu settini, men so kom
Fleyr fyri seg.
Fram og Nøvan møttust
hjå monnunum um viku-
skiftið, og har vann Fram
rættiliga lætt 3-0. Nøvan
kom væl frå fyrsta settin-
um, men so ikki meira.
SÍ er framvegis í meist-
aradeildini, hóast liðið
bert hevur vunnið ein dyst
í deildini, síðani komið
var upp. Hesaferð vóru
sørvingar í Fuglafirði og
spældu móti IF, og taptu
teir har 3-0. Kortini batn-
aði spælið hjá teimum fyri
hvort settið, men tað varð
ikki nóg mikið.
Hinvegin fekk betur hjá
kvinnunum úr Vágum.
Dráttur vann 3-2 á ÍF, og
var hettaein rættiliga løgin
dystur, har liðini skiftust
um at smyrja hvørtannad
av í gðrumhvgrjum setti.
Ein dystur varð spældur
í gjårkvøldid í Eysturskyl-
A millum Fram og ÍF.
men tað úrslitið fingu vit
ikki við í blaðið hesaferð.
Hóskveldið verður eisini
dystur í Eysturskúlanum,
og tá fær Fram vitjan av
hinum høvudsstadarfel-
agnum, Fleyr.
hj.
Tidindabladid { sostalurin ) Nr. 204 — 26. OKTOBER 1994 Síða 11
FK-kapping
i flogbólti
í november
Flogbóltsfelagið Fleyr
fer í november mánaði at
skipa fyri FK-kapping í
flogbólti. Skipað verður
fyri hesi kapping saman
við Føroya Keypsam-
tóku.
Kappingin verður í
Sera nógvir dystir eru hjá
feløgunum í bestu deildun-
um. Bæði í meistaradeildini
hjá kvinnum og monnum
eru seks lið í hvørjari deild,
og tað gevur sostatt hvørj-
um liði 20 dystir í lands-
kappingini, tí spælt verður
við dupultkapping. Aftrat
hesum koma so ikki færri
enn fimm vikuskiftiskapp-
ingar, so tað er ikki smáveg-
is, ið spælararnir skulu fara
igjøgnum, áðrenn kapping-
arárið er av. Hjá summum
verður kanska talan um eina
30-40 dystir — ella enntá
fleiri enn tað.
Vita ikki nær
dystirnir eru
Herfyri byrjaði flogbólts-
landskappingin, men hóast
Flogbóltssambandið hevði
sett sær fyri, at í ár skuldu
ikki vera so nógvir útsettir
og avlýstir dystir sum árini
frammanundan, varð longu
í tí allarfyrsta umfarinum
gingið frá hesi meginreglu.
ið er góð í sjálvari sær.
Tí er kanska eitt sindur
torført at gera upp, hvussu
stødan veruliga er í kapp-
ingini, ti øll liðini ikki hava
spælt eins nógvar dystir.
At so kappingarskipanin
ikki er komin enn, ger tað
ikki lættari. Hon sigst tó
koma út í dag, men onkur
Leygardagin varð kapp-
ast í leridúgvuskjóting
um FM-heitið í trap.
Vinnari í kappingini
gjørdist Finn Ludvig, og
hann setti f seinasta um-
farinum føroyskt met, tå
hann skjeyt allar tær 25
dúgvurnar. Tað er fyrstu
ferð, at hettaeydnastein-
um føroyingi í kapping.
Hetta hevur onkuntíð
eydnast nøkrum skjútt-
Finn Ludvig
skjeyt allar
dúgvurnar
Besta úrslit nakrantid hjá einum før-
oyskum skjútta í kappingini í trap
tveimum. Yngru deild-
imar kappast vikuskiftið
12. og 13. november,
meðan kappingin fyri
eldru deildirnar verður
vikuskifuð 26. og 27.
november.
hj.
væntar ikki, at tað verður
fyrr enn í næstu viku kort-
ini.
Men tá eingin kappingar-
skipan er at hyggja í, vita
nógvir av spælarunum og
venjarunum ikki, hverjir
teir nærmastu dystirnir hjá
teirra liðum eru. Og ikki er
tað frægari fyri okkum, ið
skulu royna at skriva um
hesa ítróttargrein at finna
útav, hverjir dystir eru
spældir og ikki.
Áheitan á felegini
Tí skal her verða heitt á
feløgini í báðum meistara-
deildunum um at hjálpa til,
so vit fáa dómaraseðlarnar
sendar í telefaksinum — tað
er nr. 14720 — og annar um
at legja telefonnummør eft-
ir seg, so vit kunnu seta okk-
um í samband við tey fyri at
frætta nærri um teir ymsu
dystirnar.
Hetta átti at gjørt tað lætt-
ari fyri allar partar, so tí sær
ltróttar-Sosialurin fram til
eitt gott samstarv við flog-
bóltsfelggini í vetur.
Og kanska verður eisini
áhugin fyri flogbóltinum
stórri — ikki minst á áskoð-
arasíðuni — um tit hjálpa
okkum at fortelja lesarun-
um um tað, ið fer íram í
kappingini.
hj.
um undir venjing, men
ongantid ådur i kapping.
Finn Ludvig fekk 90
stig og vann kappingina,
og sidani komu Regin
Hentze, Esmar Andrea-
sen, Suni McIntosh, Reg-
in Enghamar, Simme Ja-
cobsen, Birgir Kass og
Hanus Kúrberg.
FM-kappingin i skeet
verdur leygardagin.
hj.