mikudagur 26. oktober 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 204 — 26. OKTOBER 1994
Nýtt yrkingarsavn eftir Is-
mar Joensen úr Fuglafirði
varð í gjár útgivið á 75 ára
fødingardegi hansara.
Yrkingarsavnið, ið ber
heitið >Ur hugans heimi,
fevnirum ikki færri enn 132
yrkingar, ið viðgera mangt
og hvat.
Sjálvur sigur Ismar í for-
orðunum: >Havi av og á
verið biðin um at yrkja til
serstøk høvi. Bara hendinga
av hesum yrkingunum eru
vid í savninum.
Harafturímóti eru yrking-
ar um hendingar og hugtøk
úr mini samtíð tikin við, og
tá serliga slíkt, ið eg havi
mínar egnu hugsanir um.
Eisini havi eg úr bíbliuni og
úr gðrum andaligum lesnaði
nevnt hendingar, ið skuldu
havt almennan áhuga enn í
dag, av tí at tær hava ment-
anarligan og siðmenningar-
ligan tydning.«
Ismar Joensen byrjadi at
yrkja longu sum bladungur
drongur, og elsta yrkingin i
savninum er frå 1936 og tær
nyggjastu frå i år.
Flestuav fyrstu yrkingum
= »
hjunalags-
=
trupulleikar
»Påpi — hvi?« er heitið á nýggjar bók,
sum Bókadeild KFUM's hevur givið út.
Dana Hammer hevur týtt úr finskum
Bókadeild KFUM's hevur
seinnu árini verið sera virk-
in, og javnan eru nýggjar
bøkur komnar út — bæði før-
oyskar upprunabøkur og
bøkur, ið eru týddar til før-
oyskt.
Ikki er heldur ov nógv
sagt, at Bókadeild KFUM's
roynir at halda eitt ávíst
stødi, tí hóast talan hevur
verið um bøkur, ið venda
sær til ymiskar aldursbólkar
og á annan hátt eru fjøl-
broyttar, hevur dygdin ver-
ið í lagi.
Enn ein nýggj bók varð í
farnu viku útgivin av Bóka-
deild KFUM's. Hetta er
finsk bók, ið snýr seg um
hjúnalagstrupulleikar, ið
tykjast gerast alt meira van-
ligir — eisini í Føroyum.
Bókin ber heitið >Pápi —
hví?<, og er eftir finska rit-
høvundan Tapani Sopanen,
og hevur Dana Hammer tytt
bókina úr svenskum. Hesi
týðing er hon komin sera
væl frá, og sigast má, at tað
er sjáldsama lætt at lesa
bókina, ið als ikki er ávirkað
av tí heldur knortluta mál-
burði, ið ofta sníkir seg upp
í føroyskar tydingar.
Hjúnalagstrupulleikarnir
verða í bókini sæddir úr ein-
um kristnum sjónarhorni,
og høvundin tekur eisini
trupulleikarnar upp til við-
gerð á sera áhugaverdan
háti — uttan at skáka sær
undan ósemjum og trupul-
leikum. Kenslulýsingarnar
í bókini eru góðar — serliga
væl dugir rithøvundin at
lýsa teir tankar, ið børnini
hava, meðan foreldrini hava
trupult við at finna út av at
greiða sínar trupulleikar.
Tað eru jú altíð børnini, ið
gerast tapararnir, tá foreldr-
ini ikki finna út av tí.
Gongdin í bókini er bygd
rundan um hjúnalagið hjá
Liisu og Riso. Tað er vorðið
kaldligt, og í heimi teirra
eru kegl og stríð gerandis-
kostur.
Maðurin, Risto, arbeiðir
sum dugnaligur umboðs-
maður fyri heilivág, og er
hann — orsakaða av arbeið-
inum —nógv heiman ífrá. So
við og við fær hann hug á
ødrum kvinnum, og hann
byrjar at ganga við gðrum. Í
fyrstuni tykist hetta kanska
so meinaleyst, men sum frá
líður gerst hetta ein van-
lagna fyri alla familjuna.
Sum nevnd omanfyri eru
tað børnini, ið bóta fyri, at
húskið verður syndrað, og
tá samanhaldiðslitnar,kem-
ur klandur í staðin.
Grundin undir gongdini í
søguni er alt annað enn góð,
men kortini er ein farri av
ljósi og vón gjøgnum alla
bókina, og kristni boðskap-
uriner hjartatåtturin, Ð bæði
uggar og grødir sår.
Bókin er sett og umbrotin
á Bókadeild KFUM's. Hon
er prentað á Prentstovuni og
heft á Bókbindarínum.
Bókin telur 200 síður og
kostar 120 krónur.
tær við í savninum. Fyrstu
ferð ein av yrkingum hans-
ara varð kunngjørd alment,
var í Tingakrossi í1937, og í
1940 eggjaði Hans Andreas
Djurhuss, skald, honum at
halda á við at yrkja. Hetta
hevur Ísmar eisini gjørt oll
árini síðani.
Ikki allar yrkingarnar í
»Ur hugans heimi< eru upp-
runayrkingar, tí okkurt hev-
ur hann týtt eisini gjøgnum
árini, og eru nakrar av hes-
um týðingum tiknar við.
Nøkur orð um ismar
Stutt kann sigast um Is-
mar Joensen, at hann er fødd-
ur i Fuglafirdi i 1919, og at
foreldur hansara vóru Jó-
hannus úr Jógvansstovu á
Eiði, av fuglfirðingum
nevndur Eiðis-Jóhannes,
og Malena úr Niðristovu io
Fuglafirði.
Sum 15 ára gamal byrjaði
Ismar at arbeiða í handli, og
eisini var hann til skips og
hevði annað daglønt arbeiði
á landi. Hann var saman við
250 ødrum føroyingum í Ís-
landi í 1941 og bygdi flog-
vøll fyri bretska hervaldið.
Síðani miðskeiðis í 50-
unum hevur Ísmar starvast
sum handilsmaður í Fugla-
firði, umframt at hann hesi
mongu árini hevur havt
hópin av ålitisstørvum.
Eitt nå hevur hann sitid
sum bygdarådslimur og -
formadur, og hann var vid
til at seta å stovn sildaverk-
smidju i Fuglafirdi. Eisini
hevur hann sitið á tingi eitt
stutt skifti.
Gjøgnum árini hevur Is-
mar Joensen givið út nakað
av lesnaði, og er talan um
bæði egið og týtt tilfar.
Nú er so yrkingarsavnið
komið aftrat hesum tilfari,
Tíðindablaðið (371
Ismar vid yrkingum
og er einki at ivast í, at tað
verður væl móttikið.
Saman við yrkingunum
eru eisini tekningar eftir In-
gálvi av Reyni, ið prýða
bókina.
Mentunargrunnur Føroya
Løgtings, Fuglafjardar
Kommuna og grunnumn
Fjølrit hava stuðlað útgáv-
uni. Yrkingarsavnið er 280
síður til støddar og kostar
150 krónur.
ISMAR JOENSEN
Úr hugans heimi
yrkingar
Leygardagin gjørdist Har-
ald Hammer í Syðruggtu
ræuiliga kløkkur, tá hann
undir eplaupptøku fann eitt
risastórt epli — tað er 21 cm
høgt, 12 cm breitt og vigar
heili 910 gram.
Beiggi Haralds, Johann-
us Hammer, kom fyrradag-
in å Sosialin vid eplinum,
so vit fingu eina mynd av ti
saman við einum mjólkar-
pakka. Eplið er enntá stórri
enn mjólkarpakkin.
— Havnarmenn vóru før-
oyameistarar í fótbóluti eina
løtu, og eisini í eplum eina
løtu í Dimmalætting leyg-
ardagin, tá eitt stórt epli
varð víst fram har upp á 650
g. Men gøtumenn vóru aft-
ur hesaferð teir stinnastu,
heldur hann.
hj.
RD
——bb0b00006more DD