Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 204 — 26. OKTOBER 1994 Síða 9 Tíðindablaðið CSV mm Teir bådir pressutalsmenninir hjå BP, sum Tidindabladid Sosialurin hevur havt stødugt samband vid seinasta årid. Fv. Bill Moore og Jamie Jardine boripallur okkara Sonat Rather skal hava funnið eina risastóra oljukeldu vestan fyri verandi keldur fari eg hvørki at vátta ella avsanna. Tað skilst annars á teim- um báðum pressutals- monnunum hjá BP, at teir eru rættiliga argir inn á fjølmidlarnar, tá slík tíðindi koma fram uttan at verða váttað á "hægsta" stað. Vit royndu at fáa meira at vita um hetta seinasta fundið, men har varð knív- skorið. Press and Joumal - journalisturin hevur annars gjørt greitt, at hann hevur tíðindini frá sera góðum keldum. Í hesum spurningi eru vit so júst við eitt av teimum eymu málunum hjá olju- feløgum sum heild. Tey eru oftast sera varin við at koma við upplýsingum um olju- fund ov tíðliga, tí hetta kann koma ødrum feløgum væl við. Tað hevur so víst seg, at hverja ferð sami tíðinda- maðurin á Press and Journal hevur latið leka út tíðindi um nýggjar oljukeldur, eitt nú Foinaven hjá BP og Solan hjå Amerada Hess, so eru hesi tíðindi váttað stutt eftir. Eru keldur hansara til hesa seinastu greinina eins góðar og tær hann hevur havt um onnur oljufund, so er helst rætt, at BP hevur rakt við enn eina oljukeldu. Tað er greitt, at BP-fólk síggja fegin, at tað eru tey, sum skulu gera av, nær tíðindi um nýggjar olju- keldur skulu út til al- menningin. Gera ílegur tí tað lønar seg Vit spurdu teir báðar pressutalsmenninar hjá BP um fjølmiðlarnir hava gjørt ov nógv burtur úr vónunum at finna olju vestan fyri Hetland ella um tað veruliga snýr seg um eina nýggja oljukoloni! Jamie Jardine: -Her skal nógv arbeiði gerast og tað skulu nógvir pengar til, áðrenn nógv olja fer atkoma higani. Men BP hevði neyv- an gjørt tær nógvu fløgu-r- nar, sum longu eru gjørdar í hesum økinum, um vit ikki sóu møguleika fyri at fáa lønandi vinnu burtur úr. Vit trúgva framvegis upp á hetta gkið og spurningurin nú er at tinnna fram til ta bestu og bíligastu loysnina at fáa oljuna til høldar og á marknaðin. Tað er hetta vit arbeiða við nú, og sjálvandi arbeiða vit víðari við at bora. Bill Moore: -BP hevur saman við 9 ødrum olju- feløgum heitt á ráðgevandi felagið Smith Rea um at gera eina frágreiðing um, hvussu vit frægast loysa spurningar um infrastruk- tur ol. saman. Hetta ar- beiðið verður klárt um mán- aðaskiftið oktobter-novem- ber. BP menninir siga, at hevði tað ikki lønad seg at gjørt íløgur í hesum nýggja økinum, so hevði BP ikki strongt so nógv á at fáa eina framleiðslu í gongd. Teir vilja við hesum vísa aftur, at oljuleitingin her fyrst og fremst fer fram fyri at kunna varðveita stóra oljuídnaðin 4 landi. Nú goymslumar í Norðsjónum eru farnar at minka hevur verið frammi, at leitingin vestan fyri Hetland er ein desperat roynd at finna oljuidnadinum nyggjan marknad. Jamie Jardine sigur, at BP Her á høvudsstødini hjá BP í Aberdeen streyma 1 mill. tunnur av olju úr Norðsjónum inn gjøgnum teldurnar hvønn dag. hevur sjålvandi oljukeldur aðrastaðni í heiminum, sum eru stórri og geva meira enn tað, sum enn er funnið vesta fyri Hetland. Her sipar hann m.a. til stóru oljukeldurnar hjá BP í Alaska. -Men hetta forðar okkum ikki í at leita eftir nýggjum oljukeldum og meta vitgkið vestan fyri Hetland sum eitt áhugavert framtíðar oljuøki sigur hann. Týðandi miðdepil og "knútapunkt" Tað er bert ein partur av teimum 1500 fólkunum hjá BP Exploration í Dyce, sum arbeiða við at kanna gkið vestan fyri Hetland. Bygningurin er "knúta- punktið" fyri alla oljufram- leiðsluna í Norðsjónum. Higani verða teir 15 olju- pallarnir hjá BP stýrdir og er finst her m.a. høvuds bjargingarstødin, um onkur vanlukka hendir á pal- lunum. Við ti nýggjastu tøknifrødini verður fylgt við øllum tí, sum fer frá á boripallunum hjá BP í Norðsjónum. Her finst so eisini sjálvur centralurin, ið hevur eftirlit við øllum oljurstreyminum Vilja menna samhandilin Í dag koma tvey umboð fyri BP og eitt umboð frá bret- sku sendistovuni í Danmark til Føroya á vitjan. Í hesum sambandi skipar Strandfaraskip = Landsins fyri einum fundi á Hotel Hafnia í dag. Fundurin er fyri innbodnum. Ætlanin er at tosa um handilssam- vinnuna millum Bretland og Føroyar" og fara bæði gestir og føroyingar at hava nøkur stutt innlegg. A fundinum verður tveir landsstýrismenn, Sámal Petur í Grund og Óli Jacob- úr Norðsjónum. í tí framkomna teldu- rúminum á stødini arbeiða fólk vid at skráseta hvønn oljudropa, sum kemur frá framleiðslupallunum. Ikki minni enn 1 mill. tunnur av olju fara gjøgnum telduskipanina um dagin. Her er bæði talan um olju frá brestkum pallum men eisini frá øðrum oljufeløg- unum, sum arbeiða í Norð- sjónum. Hóast væl varð tikið móti føroyskum blaðmanni, so høvdu fólkini á BP-høvuds- stødini úr at gera, og tí varð avmarkað, hvatkundi koma burtur úr eini vitjan. Vit fingu tó loyvi til at kaga innar ymsa staðni í stóra bygningnum. Samanumtikið kann sig- ast, at BP, sum stendur fyri stórum parti av oljuvirk- seminum í Norðsjónum, leggur stóran dent kann- ingarnar vestan fyri Het- land. Fyritøkan er komin longst, tá ræður um at fáa eina lønandi framleiðslu í gongd í hesum økinum og BP er longu nú við at gera eina kanningarætlan fyri komandi ár. Sambæt hesi ætlan verður roynt at vita, hverjar aðrar oljukeldur kunnu takast í nýtslu í næstu framtíð. BP hevur fleiri boripallar í økinum nú og fer helst at gera víðari boringar í nøkrum av keldunum, teir halda eru lovandi, í næsta ár. sen. Umframt teir fara stjórin á Strandferðsluni, Thomas Magnussen, og stjórin á rækjuvirkinum á Oyri Jákup Mørkøre at siga nøkur orð. Anthony Layden frá bretsku sendistovuni í Keypmannahavn fer at tosa um, hvat bretar halda um handilssammvinnuna mil- lum Bretland og Føroyar og Crawford Gordon, stjóri í BP fer at tosa um møgu- leikarnar hjá føroyingum í eini komandi oljuvinnu. jan Ahugi fyri samstarvi Sohvørt sum vit nærkast eini veruligari framleiðslu úr hesum økinum og so- hvort tað gerst greitt, at møguleikarnir at finna fleiri nýggjar goymslur eru til- stedar, økist eisini åhugin fyri føroyska økinum. BP hevur fyrr víst á, at tað vildi verið nátúrligt við ein- um samarbeiði við før- oyingar, um olja eisini verður funnin føroysku megin markið. Eisini er møguleiki hjá bretum at brúka Føroyar, tá oljuvinna teirra hevur tørv á ymsum tænastum. Jú nærri mark- inum bretar finna olju tess stytri er í føroyska havn. Og har vit hava nakað at bjóað, sum hetlendigar og skotar ikki hava, tá er tað ein sjálv- fylgja, at eitt felag sum BP hevur eyguni eftir Føroyum - uttan mun til um olja verður funnin her hjá okk- um ella ikki. Í dag koma tvey umboð frå BP úl Føroya. Tey fara m.a. at kunna landsstýrið og oljumyndugleikarnar um, hvat hendir vestan fyri Hetland, og hvgrjar ætlanir BP hevur í hesum gkinum. Helst verða eisini spírar lagdir til eitt komandi samstarv. Orð og myndir: Jan Muller Bjargingarrúmið, har samband er vid allar 15 boripallarnar hjá BP. Higani verðar alt hjålpiarbeidi stýrt, um onkur vanlukka skuldi hent