Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 205 — 27. OKTOBER 1994 Eitt sindur biligari at ringja Mest fellur prísurin á samtalum við nýggju fartelefonini Telefonverkið hevur biðið landsstýrið um loyvi at broyta nøkur telefongjøld. Vanligar samtalur verða citt sind- ur bíligari framyvir, men stóra broytingin er í sam- band við nýggjastu far- telefonina NMT 900. Fyri innlendis samtalur við fartelefonini fer prísurin fyri hvørt minutt úr 4,03 og niður í 1,77. Hetta upplýsir lands- stýrismaðurin í samskif- tísmálum, Sámal Petur í Grund. Hann leggur aftrat, at hetta er fyri at fáa greiðu á, hvussu prísurin ávirkar hugin at nytahesanyggjutelefon- skipanina. Fyri uttaniandssam- talur fer prisurin upp úr 4,50 til 6.67. tór.- Savnar inn til Rwanda Lutaseðlasóla byrjar leygardagin Vit hava sæð mangar ræðuligu myndinar úr lítla miðafrikanska land- inum Rwanda, har fólk eru myrd í hópatali. Lewygardagin byrjar í Føroyum søla av luta- sedlum til frama fyri teimum illa støddu fólk- unum í Rwanda. Leif Erik Niclasen í Havn hevur sjálvur tikið stig til lutasedlasøluna, og tad er ikki heilt av tilvild. Gjøgnum Børnefon- den hevur Leif Erik Niclasen í tvey ár verið faddur hjá einum lítlum drongi í Rwanda, t.v.s. at hann hevur goldið ávísa upphædd um mánaðin til hetta barnið at liva av. Drongurin er føddur i 1989 og eitur Dushimiy- iamana. Tvær ferðir fekk Leif Erik jólakort frå dronginum, men so kom stigur i, og hann kann ikki ver visur i, at drong- urin framvegis er å livi. Leif Erik Niclasen fekk ti tad hugskot i stad- in fyri sjålvur at senda pening, at gera eina inn- savning til fólkini í land- inum. Ótroyttiligur = hevur hann ringt runt til handl- ar, fyritøkur og góð fólk og biðið um stuðul, og væl gekk. Bara ein stórur handil segði seg ikki hava ráð at stuðla. Hini lótu øll eftir føri- muni, og tað eru vinn- ingar av alskyns slagi, stórir og smáir, gávukort, bøkur, kjøt, málningar, uttanlandsferdir, = mat- vørur, gåvulutir, brúks- lutir 0.a. Vinningarnir eru tils- amans 360 í tali á luta- seðlinum, ið verður prentaður í 15.000 ein- tókum. Fyri at býta vinningar- nar so rættvíst sum gjør- ligt um landið, verður sølan býtt upp eftir sýsl- um, soleiðis at drigið verður millum seðlarnar í hvørjari sýslu fyri seg, og 60 vinningar verða so í hvørjari sýslu. Lutaseðilin kostar 10 krónur. Drigið verður 14. desember. Amnesty International Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja- dag kl. 10—16. Tlf. 15816. | Nyrup um Føroya-ferdina: Tidindabladid CH Eg vil tosa við so mong sum gjørligt Føroyaferdin hjá Nyrup hesaferð verður ein arbeiðsvitjan. Í vár verður talan um eina almenna vitjan Danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen kallar hesa fyrstu ferð sína til Føroya fyri arbeiðs- vitjan. Hann kemur miku- dagin 2. november og fer avstað aftur friggjakvøldid 4. Edmund Joensen, løg- maður sigur, at sjálvur hevur Nyrup sagt seg vilja nýta hesar dagarnar at kunna seg so væl sum gjørlit um vidurskiftini í Føroyum, og at hann vil tosa við so mong tað ber til. Ikki bert tey, sum sita á fremstu rók, men eisini fólið á gøluni, sum hann málber seg. Lógmaður sigur, at Nyrup fer millum annað at tosa vid landsstýrið, kommunur, fakfeløg og umboð fyri ymisk virkir. Poul Nyrup Rasmussen kemurtóneyvan heilt ófyri- reikadur til Føroya. Nýggj- asta frágreiðingin hjá Ráð- gevandi neyndini við Bonnerup á odda er um at vera liðug, og hana fer forsætisráðharrin helst at lesa væl og virðiliga áðrenn hann kemur. Danski forsætisráðharrin hevur longu boðað frá, at hann kemur aftur til Føroya einaferð til várs, og at tað tá verður talan um eina almenna vitjan. tór.- Á Fóroyaferð síni vil danski forsætisráðharrin hitta so mong sum gjørligt. Mynd: Jan Minstaløn til útróðrarmenn Skipanin eydnaðist so mikið væl í vár, at landsstýrið hevur samtykt at royna somu skipan aftur í heyst og næsta vár Í mars og apríl royndi landsstýrið eina skipan við minstuløn fyri útróðrar- menn. Utróðrarmenn vóru so mikið væl nøgdir við hesa skipan, at nú hevur landsstýrið samtykt at royna somu skipan aftur. Hesaferð í dupult so langa tíð,- fýra mánaðir. Tveir mánaðir nú í heyst, og so til várróðurin aftur. Men áðrenn skipanin kann koma í gildi skal uppskotið til ummælis í fiskivinnustarvsnevndini. tór.- Á Meira til fleiri arbeidsleys Landsstýrið fer fríggjadagin at leggja broytingaruppskot fyri tingi í samband við arbeiðsloysisskipanina Í morgin fer landsstýrið at mæla tinginum til at broyta arbeiðsloysisskipanina. Utgjaldid fer upp í 70 prosent av eini arbeids- mannaløn og rullandi út- gjaldið fellur burtur. Har- næst er ætlanin at leingja tíðina, fólk hava møguleika at vera í skipanini, upp í trý ár ístaðin fyri sum nú tvey ár. Hetta ger eisini tað, at fólk, sum eru farin úr skip- anini, koma í hana aftur. Annars hevur stýrið fyri Fleiri fáa nú meira fr arbeiðsloysisskipanini Mynd: Kalmar skipanina ynskt at lækka inngjaldið frá 1996, niður í tvey prosent, men hvussu verður við ti er enn Óvist. síðani varð tað hækkað úr tveimum prosentum til tað sum tað er í dag. Tað velst um so mangt til ta tíð, so inngjaldið verður framvegis 2,75 prosent. Fyri hálvum gðrum ári tór.-