hósdagur 27. oktober 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin ] ju Nr. 205 — 27. OKTOBER 1994 Síða5
Nú fáa kommunurnar svar frá kredittfeløgunum
Kann vera avgerandi á
fyri skattaprosentið
Loysnin verður ikki so góð sum vit upprunaliga vónaðu, men helst brúkilig kortini,
heldur stjórin í Fóroya Banka
Ein stórur partur av út-
reiðslunum á fíggjarlógini
hjá flestu av føroysku
kommunnum eru útreiðsl-
urnar til rentur og avdråttir.
Til tess at fáa hesar út-
reiðslur so lagaligar sum
gjørligt, hevur í longri tíð
verið tingast við lånsveit-
ararnar um betri lánsav-
talur. At lækka rentuna og
møguliga eisini ein leingja
avdráttartíðina. Føroya
Banki hevur staðið fyri
hesum tingingum við út-
lendsku lánsveitararnar fyri
kommunurnar, men striltið
hevur gingist at fáa eitt
útspæl. Men tað er nú í
ljósmála, sigur Janus Peter-
sen, stjóri í Føroya Banka.
Hann sigur, at bankin
hevur aftur fyri stuttari tíð
síðani heitt á útlendsku
lánsveitararnar um at koma
viðeinum svari, og tað hava
teir sagt seg vilja koma við í
hesum mánaðinum.
Sama tilboð frá
Feroya Banka
Seinast bankin hevur havt
fund við hinar lánsveitarar-
nar hjá kommununum var
19. august, og síðani hevur
bert verið rykt og bíða eftir
svari.
Einaferð varð roknað við,
at tað fór at standa kom-
mununum í boði at fáa
rentuna niður í sjey prosent
og avdráttartíðina upp í 20
ár, men so gott verður
tilboðið ikki, sigur Janus
Petersen. Hann roknar tó
við, at tað verður so mikið
gott, at tað kann góðtakast.
Stjórin í Føroya Banka
leggur aftrat, at bankin
gevur sama lánstilboð sum
útlendsku lánsveitararnir
koma við. Hvorki verri ella
betri, men sum dagligur
kredittveitari hjá komm-
ununum tekur bankin á seg
stórri skyldur.
Skattaprosentið
ásetast
Í seinasta lagi 1. november
skulu kommunumar lata
landsstýrnum fíggjarætlan-
ini fyri komandi ár. Eitt
skattaprosent skal eisini
ásetast, og rættiliga avger-
andi fyri skattaprosentið
kann nýggja lánsavtalan
verða. Janus Petersen sigur
seg rokna við, at kann út-
spælið frá útlendsku láns-
reitarunum
góðtakast,
kunnu nýggjar lánsavtalur
gerast so tær koma at virka
frá komandi fíggjarári hjá
kommununum.
tór.-
Dúgliga hava umboð fyri
kommunurnar fundast um
kommunuskuldina og nú
bíða tær eftir einum
útspæli frá
lánsveitarunum.
Mynd: Kalmar
Sølustevna í Klaksvik
Aftur í ár verður skipað fyri
einari Sølustevnu í Klaks-
vikar Ítróttarhgll. Sum altíð
verður hetta fyrsta viku-
skifti í desember, í ár 2., 3.
og 4. desember.
Allar stevnurnar, ið hava
verið fyriskipaðar í Klaks-
vík, hava verið sera væl vitj-
aðar, uml. 4-5000 á hvørj-
ari stevnu.
Fyrireikararnir hava eis-
ini altíð gjørt nógv burtur úr
hvørjari stevnu. Nógv und-
irhald, kappingar, móta-
framsýningar o.a. hava altíð
gjørt, at nógv fólk eru kom-
BILLUTIR
útvegast til
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
Fax.
21666
Tlf.
21605
in í ftréttarhøllina at vitja.
Eisini hava stevnurnar altíð
verið framúr væl skrýddar.
Jólamánaðin er júst tá byrj-
aður, og stevnurnar hava
altíð verið merktar av jóla-
stemningi.
Heilir 40 básar verða við á
hesi stevnuni, og er hetta tað
mesta nakrantíð. Fyrireik-
ararnir siga í tíðindaskrivi,
ateinans 10 básar eru eftir at
fylla, og um onkur hevur
áhuga, kunnu tey venda sær
til Sølustevnuna Klaksvík
'94, tlf. 57898.
Kostnaðurin fyri vitjandi
er kr. 40,- fyri vaksin og kr.
20,- fyri børn. Børn undir 7
ár sleppa inn ókeypis saman
við vaksnum.
|
Landsstýrið
talar harðliga
Klaksvíkar
ov nógv í 1992
Landsstýrið góðkendi á
fundi týsdagin rokn-
skapin hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fyri 1992,
men heilt uttan viðmerk-
ing fór roknskapurin ikki
aftur við borðinum.
Roknskapurin vísti, at
sjúkrahúsið hevur í 1992
nýtt 717.000 krónur
meira enn játtað varð, og
fyri hetta hevur lands-
stýrið givið sjúkrahús-
inum eina harðliga átalu.
Tað má ikki henda aftur,
sigur landsstýrið.
Á tíðindafundinum í
landsstýrinum beint eftir
landsstýrisfundin segði
landsstýrismaðurin í al-
mannamálum, Andrias
Petersen, seg hava fingið
eina ábending um, at
roknskapurin fyri 1993
vísir umleið 125.000
krónur skeiva vegin.
Men hetta er tó so mikið
lítið í mun ul samlaða
roknskapin uppá slakar
40 milliónir, at her
Sjúkrahús
Sjúkrahúsið brúkti 717.000 krónur
verður hvorki givið gult
ella reytt kort.
A fundinum varð eisini
upplýst, at Suðuroyar
Sjúkrahús hevði eina
meirnytslu upp á
100.000 krónur í 1992.
Heldur ikki Lands-
sjúkrahúsið fekk tølini at
hanga saman i 1992, og tí
varð neyðugt við eini
stórri eykajáttan. Enda-
ligi roknskapurin fyri
1992 er ikki komin frá
Landssjúkrahúsinum
enn.
Sambært nýggju rokn-
skaparreglunum, sum
koma í gildi komandi 1.
januar, er ásett nær tílíkir
roknskapir skulu sendast
landsstýrinum. Tá skal
landsstýrið hava rokn-
skapirnar til ásetta tíð.
tór.-
Klaksvíkar Sjúkrahús
fær átalu frá
landsstýrinum
Jákup fyri
Inger
Landsstýrið hevur valt
Jákup Thorsteinsson í
samstarvsnevndina fyri
Fróðskaparsetrið. Jákup
Thorsteinsson, sum er
deildarleiðari í lands-
stýrinum, er valdur fyri
fyrrverandi starvsfelaga
sín, Inger Christiansen,
sum er farin úr starvi.
tór.-
Lívdin, Dj. í Geilsgøtu 1
Opið er soleiðis: Mikukvøid frá kl. 20—23, friggja-
kveld og leygarkvøld frá kl. 19.00 til 01.00, og
sunnukvøld frå kl. 19.00 til 23.00.
Aldursmarkið er 16 ár.