hósdagur 27. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 205 — 27. OKTOBER 1994
Tidindabladid CF
Finnur
Helms-
dal er
nú for-
maður
í HSF
HSF — Hondbóltssam-
band Føroya — fekk i
famu viku nyggjan for-
mann, eftir at Kristin
Vestergaard, ið hevur
sitið sum formaður í
nøkur ár, hevur tíkið
seg úr nevndini. Í hans-
ara stað í formanssess-
inum er nú komin Finn-
ur Helmsdal, ið sat sum
næstformaður áðrenn.
Av tí at neyndin so-
statt er minkað við ein-
um nevndarlimi, kem-
ur fyrsti varalimur at
taka sæti í nevndini fyri
Kristin Vestergaard, og
er tað Palli FR em
Nevndin i Hond-
bóltssambandinum sær
nú soleiðis åt Finnur
Heimsdal, Kári Mort-
ensen, Jeanne á Lågabø
og Palli Askham.
Men eftir jól verða
tey bert trý fólk í HSF-
nevndini, tí tá fer Kári
Mortensen av landin-
um í lestrargrindum.
Seinnu árini hevur
ikki gingist so væl hjá
Hondbóltssambandin-
um, tí figgjarliga stød-
an hevur verid vånalig,
og står orka hevur tey
seinnu árini verið løgd
in at fáa hana á rættkjøl
aftur.
Fleiri ár eru eisini lið-
in, síðani hondbólturin
var við í samstarvi við
aðrar tjóðir við eitt nú
einum landsliði. Hetta
hevur eisini ført við
sær, at hondbólturin er
gingin aftur ella í besta
føri hevur staðið í stað
seinnu árini.
hj.
Nýtt discoteque '
Fólk mett av list
í Nólsoyarstovu
Tað er ikki bert av matinum, fólk kunnu gerast mett í Nólsoyarstovu. Har er fjólbroytt
list at síggja á veggjunum alla tíðina, og í summar hevur eydnast Dánjali Rein at selja
ikki færri enn tólv listarverk — teimum flestu eru útlendskir gestir farnir avstað við
Síðani fyrst í juni mánaði
hevur Dánjal Rein úr Havn
havt matstovuna Nólsoyar-
stovu, ið heldur til í ovastu
hæddina á bygninginum,
har Realurin hevur húsast
seinnu árini.
Matstova er hetta fyrst og
fremst, men eftirhondini er
so nógv list komin upp á
veggirnar í Nólsoyarstovu,
at matstovan eins væl eisini
kundi verið kalla gallarí.
—Eg fekk hetta hugskotið,
tá eg í fjør var í Reykjavík,
har fimm føroyskir listar-
menn høvdu framsyning,
og tå eg fór undir matstov-
una, tók eg tåttin upp her
beinanvegin, greidir Dånjal
Rein frå.
— Tað hevur eisini vist
seg, at hetta hevur verið eitt
gott hugskot, tí gestirnir eru
glaðir fyri at kunna hyggja
at list, meðan teir bíða eftir
matinum, og í summar hev-
ureisini eydnastat selja ikki
færri enn tólv listarverk, ið
hava hingið uppi á matstov-
uni.
Dánjal sigur, at tað fyrst
og fremst hava verið gestir
uttan ífrá, ið hava keypt tey
listarverkini, hann hevur
selt í summar fyri listarfólk-
ini, men at eisini onkur før-
oyingur hevur keypt.
Serliga eru tað listarverk
eftir Torbjørn Olsen, Olivur
við Neyst, Amariel Norðoy
og Zacharias Heinesen, ið
hava prýtt veggirnar í Nóls-
oyarstovu, men eisini hevur
Dánjal havt listarverk eftir
Asgerð Ásgeirsdóttir, In-
gálv av Reyni, Sofus Poul-
sen og onnur hangandi á
veggjunum.
Øg júst nú er ein stórur
málningur eftir Tommy
Arge, sála, komin at hanga í
Romarasalinum. Málning-
urin, ið eitur >Tey velta<, er
gjørdur síðst í 1977, sum
Tommy doyði í februar árið
eftir.
Listin hevur
fallandi virði
Hesin málningurin er til
sølu fyri ein privatan eigara,
ið vil hava 27.500 krónur
fyri hann. Annars verða all-
ir málningarnir í Nólsoyar-
stovu seldir, uttan at nøkur
Dånjal Rein i Romarasal-
inum. Málningarnir aftan
fyri hann eru »Uti á Bakka«
eftir Zacharias Heinesen
og »Tey velta« eftir Tommy
Arge, sála. — Stórur áhugi
er fyri listaverkunum, sigur
Dánjal Rein Mynd:Kalmar
provisión verður tikin aftur-
fyri ómakin, og Dánjal Rein
sigur, at tað fyrst og fremst
er fyri at stuðla listarfólk-
unum, at hann selur máln-
ingarnar.
— Eitt nå hesin målningur-
in eftir Tommy Arge hevur
havt eitt virði einastaðni
millum 50 og 60.000 krón-
ur, men er sum so nógv ann-
að vorðin bíligari, av tí at
tíðirnar eru verri nú, sigur
hann.
— Flestu málningarnir, vit
hava á veggjunum í Nólsoy-
arstovu, liggja um 6.-8.000
krónur í prisi, og teir høvdu
fyri bert fáum árum síðani
farið fyri einar 10.-12.000
krónur.
letur upp í Havn
Friggjakvøldid letur upp eitt nýtt discoteque í Havn, ið er fyri tey
ungu, ið eru eldri enn 16 ár. Roynt verður í ein mánað fyri fyrst
Tað er ásannandi, at ikki so
nógvastaðni er hjá teimum
heilt ungu at fara, tá tey eru í
býnum, at nýtt discoteque í
annadkvøld kl. 23 letur upp
í Niels Finsensgøtu 20, har
Dicoteque Blizz helt til.
Nýggja staðið fyri ung, ið
erueldri enn l6 ár, fer ateita
Discoteque Hollywood, og
er ætlanin fyrst at hava tað
opið í ein mánað sum eina
roynd.
— Vísir tað seg, at hetta ber
til, so ætla vit at halda fram,
men í fyrsta umfari er hetta
bert ein roynd, sigur Brand-
ur Hanusarsson, ið er ein av
fyrireikarunum.
— Vit satsa mest upp á tey
16-17 ára gomlu, tí áðrenn
hevur verið discoteque við
ongum aldursmarki, og tá
halda vit, at tey 13-14 ára
gomlu stygdu hini burtur, ið
eru eitt sindur eldri.
Tónleikurin, ið ætlanin er
at spæla í Discoteque Holly-
wood, verður alt tað, sum er
frammi í tíðini, og sum tey
ungu kunnu dansa eftir.
Somuleiðis verður kiosk,
so fólk kunnu keypa sær
okkurt leskandi, og møgu-
leiki er fyri, at heitur onkun-
tíð matur verður at fáa eisini
— Pizzaria er í sama húsi.
Atgongumerkini kosta 50
krónur, og opið er fríggja-
og leygarkvøldid frá kl. 23
til 4.
hj.
Nú letur eitt nýtt disco-
teque upp til tey ngu, ið
eru eldri enn 16 ár
(Tilvildarliga vald mynd)
Andaligur
lesnaður
Hesa vikuna eru tvey av
føroysku bløðunum við
andaligum lesnaði út-
komin — Trúboðin og
Kirkjuligt Missións-
blað.
Forsíðan á Trúboð-
anum, ið er málgagnið
hjá Hini Kirkjuligu
Heimamissiónint í Før-
oyum, snýr seg um tað
stóra sangskeiðið, sum
var í Leguhúsinum í
Nesvík í heystfrítíðini,
har umleið 150 komu
saman at syngja. Blað-
ið vísir á forsíðuni eis-
ini á samrødu við Jóhs.
Mortensen, fyrrver-
— Størsta avbjóðing
og uppgåva hjå Heima-
missiónini er framveg-
is at vera ein vekingar-
rørsla, sigur Mortensen
millum annað. Hann
hevur meginpartin av
vist senðirúbað-
ari í Føroyum og Dan-
upp
ikki sláa í hel«, og tvær
samrødur við ungfólk
eru eisini í blaðnum:
Onnur er við Benjamin
Gøte úr Leirvík, ið arb-
eiðir í sjómanskirkjuni
í Rotterdam, og hin er
við Viggo Johannesen
úr Sandavági, sum er
maskinaspirantur hjá
Mærsk.
Kirkjuligt Missións-
blað, málgagnið hjá
Kirkjuliga Míissións-
felagnum, er eisini út-
komið hesa vikuna,
eru í blaðnum hesafe
greinar, ið taka ymisk
andalig evni upp. Eisini
er åhugaverd fråsøgn
um umstødurnar hjå
teimum fyrstu kristnu i
bynum Gorra f Etiopia,
og >Missiónskallið< er
heitið á frásøgn um
bamaminni hjá einum
fyrrverandi aðalskriv-
ara í Norsk Luthersk
Misjonssamband.
hj.