Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 205 — 27. OKTOBER 1994 Sida 7 Frank Uhrenholdt, nevndarformadur i Faroe Seafood: Royal Greenlan utnyttar støduna i Føroyum i I — Tað er avgjørt ikki í mínum áhuga, at Royal Greenland nú kemur til Føroya, og tað er heldur ikki nakað, Faroe Seafood ynskir sær, sigur nevndarformadurin í Faroe Seafood, Frank Uhrenholdt. — Men vit skulu fyrst og fremst klára okkum í kappingini við at vera betri enn aðrir Herfyri vildi Dimmalætt- ing í grein vera við, at tað er eingin annar enn nevndar- formaðurin í Faroe Sca- food, Frank Uhrcnholdt, ið hevur lokkað Ro val Green- land at koma til Føroya. Dimmalætting skrivaði, at Royal Greenland og Uhr- enholdt høvdu >stórar for- rætningar sam Somu- leiðis vildi blað:5 vera við, at Uhrenholdt sjálvur selur fyri einar 300 mió. kr. av rækjum og fiski úr cut nú Grønlandi í kapping vid Føroyar Eg havi sæd 120, sum Dimmalætting skrivar, og er tað bert spell, at blaðið velur at bryggja eina slíka søgu burtur úr ongum, uttan ánakran hátt at venda sær til mín, sigur Frank Uhren- holdt í samræðu við Sosialin fyrrapartin. Dimmalætting minnir um Ekstrablaðið — Hasar leysu gitingarnar kann eg ikki á nakran hátt taka fyri fult, og eg mátti bara yppa øksl og flenna, tå eg las blaðið. Tað minti meg mest um stílin hjá Ekstra- blaðnum. Frank Uhrenholdt sigur, at hann ikki hevur samstarv við Royal Greenland, men at hann tverturímóti roknar tað grønlendska sølufclag- ið sum ein kappingarneyta Hinvegin hevur fyritøka mín altíð havt gott samstarv við Faroe Scafood, og uttan at kappast á nakran hátt, sig- ur hann Eitt nú hevur mín fyri- tøka einki við feskan fisk at gera, men selur bert frystan fisk. Stødan er akkurát tann øvugta av ti, Dimmalætting skrivar, tieg keypi hinvegin fisk frá Faroe Scafood. Men ert tú ikki eitt sindur bangin fyri, at tú kanst sita báðu megin borðið, tá tú bæði ert nevndarformaður í Faroe Seafood og selur fisk sjálvur? Nei, tí eri eg ikki bangin fyri. Vit eru sum sagt ikki kappingarneytar, og orsøk- in ul, at eg yvirhøvur siti í nevndini í Faroe Seafood, er bert fyri at mínar royndir tuni Frank Uhrenholdt, nevndarformadur í Faroe Seafood - Royal Greenland roynir at útnytta stóðuna í Føroyum sum sølumaður skulu koma Faroe Scafood til góðar, og at fyrtøkan kann koma at standa seg betur í alsamt stórri altjóða kappingini. Virkini latin uppaftur Frank Uhrenholdt leggur stóran dent á, at hann heldur enn fegin sá, at gongd kom á aftur í Føroyum, so tey virk- ini kanska enntá kundu latið uppaftur, ið nú eru stongd. — Eg vóni, at føroyingar nú byrja at standa saman um Føroyar, og at samarbeitt Millum tey, ið eru innan fiskasøluarbeidi í Før- oyum, tykist eingin sum helst ivi vera um, at tað ikki er við ongum ørind- um, at Royal Greenland nú ætlar at byrja virk- semi í Føroyum. — At Royal Greenland nú letur upp skrivstovu í Føroyum, er einki annað enn ein háttur at koma á føroyska marknadin inn gjøgnum bakdyrnar, sig- ur ein kelda vid Sosialin. — Teir munnu halda, at føroyingareru býttir, um teir ikki halda, at vit væl duga at síggja, at cinastu ørindini hjá teimum her eru at keypa råvøru, fyri møguliga at virka hana verður um at fáa sett nakað skilagott í gongd í Føroy- um, sigur hann. Tað hevði verið gott fyri fiskasøluna, um afturlatnu virkini kundu latid uppaft- ur, og at Føroyar gjørdust ein middepil innan fiski- vinnuna, so tad kundi gjørst áhugavert hjá útlendingum at landa fiskin i Føroyum. Royal Greenland útnyttar støduna At Royal Greenland nú cr farið undir at fyrireika eina skrivstovu í Føroyum, held- ur nevndarformaðurin í Fa- roe Seafood vera skaðiligt fyri virksemið hjá fiskasøl- uni. - Eingin ivierum, at Roy- al Greenland vil útnytta ta stóðu og teir møguleikar, sum eru í Føroyum í løtuni, sigur hann. --Eg vil ikki fara út til fjøl- miðlarnar og siga, at føroy- ingar ikki skulu lata Royal Greenland fáa fisk, men eg vil so sanniliga vóna, at teir lata vera. Tað er til skaða fyri Faroe Scafood, og tað kann ikki gagna nøkrum. Samstundis slær Frank Uhrenholdt fast, at:tað ikki ber til at forða fyri kapping, ið undir vanligum umstød- um er sunn og mennandi. Tí fer Faroe Seafood eisini at taka kappingina upp við Royal Greenland, skuldi tað gjørst neyðugt. Vanliga móti stuðli Men um Royal Green- land við stuðulskrónum frá grønlendska heimastýrin- um keypir seg inn í Føroy- um, kann tað gerast álvars- ligt, sigur hann. --Sjálvur eri eg ímóti stórt sæð øllum slagi av stuðli, tí tað er ein meginregla í mín- ari verð, at vit skulu kunnu Ætlar sær ikki einki i Føroyum At Royal Greenland letur upp skriv- stovu i Føroyum er bert fyrsta stigid å leiðini til nakað, id er nógv stórri aðrastaðni. Líuð hjálpir, at Royal Greenland nú roynir at fáa tað at ljóða so óskyldugt, at talan er um samstarv við føroy- ingar. Hetta er at kappast við føroyingar og einki annað. Tað, sum serliga verð- ur tíkið fram, tá talan er um Royal Greenland, er stóri stuðulin upp á um- leið 80 mió. kr., ið selu- felagið í ár fær frá grøn- lendska heimastýrinum: — Serliga í marknadar- føringini hevur Royal Greenland stóran fyri- mun av stuðlinum, so tí kunnu vit ikki siga hend- ur í favn og hyggja at. hj. vera kappingarførir, ti vit eru dugnaligir — ikki ti vit verda studladir. At studul hinvegin kundi verid latin til at seta onkra framleiðslu í gongd, er eitt annað mál, men viðvíkjandi tí havi eg einki avgjørt uppskot ella nakra loysn. Samstundis dylir Uhren- holdt ikki, at Royal Green- land sjálvandi hevur ein av- gjørdan fyrimun, við tað at fyritøkan verður stuðlað al- ment. Grønlendska heimastýrið stuðlar Royal Greenland við umleið 80 mió. kr. um árið — harav fer helvtin til keyp av råvøru og helvtin til sølu og marknadarføring. Vanliga er Royal Greenland vid å øllum stórum fiskivinnu- og fiskasølumessum — gjarna við bæði stórum og sjónsk- um framsýningarbásum. Skulu gerast kappingarferir Frank Uhrenholdt sigur, at hann vónar, at Faroe Sca- food í komandi tíðini kann gerast dugnaligari, sjálvt um fyritskan longu nú hev- ur nógv dugnaligt fólk Eru vit ikki kappingar- førir, so skulu vit gerast tað, sigur hann. Vit vita jú, at kappingin á heimsmarknaðinum í dag er stór, so tað setir sjálvandi okkum nøkur krøv, og tey fara vit at royna at uppfylla. Ein hin størsta fyritreytin er, at Føroyar gerast eitt åhuga- vert stað hjá útlendingum at landa fiskin, so okkum kann eydnast at fáa sett meira arb- eiði í gongd. Tað er eisini eitt hitt størsta ynskið hjá Faroe Seafood, ið allan veg- in ígjøgnum hevur sum sitt fremsta endamál at rekja føroysk áhugamál. bj.