Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994 - Rådgevandi nevndin við- vikjandi Føroyum vid Er- ik Bonnerup åodda, vænt- ar at arbeidsloysistrygg- ingin fer at klåra seg uttan fíggjarligar trupulleikar restina av hesum árinum og næsta ár við. Hetta heldur nevndin í nýggju frágreiðingini, ið danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen í vikuni hevur fingið frá neyndini. Men samstundis sigur nevndin eisini, at hetta er, um galdandi reglur fyri arbeiðsloysistryggingina verða tær somu, ið hava verið í gildi. So tykist tó ikki at vera, nú landsstýrið leggur upp til broytingar, men hesum er hædd ikki tíkin fyri í frágreiðingini — óivað, tí tankar landsstýr- isins viðvíkjandi reglun- um eru so nýggir, at tað Á Ein av stóru orsøkunum til fallandi ar oyum er stóra fólkafráflytingin Folkaflytingin minkar um arbeiðsloysið Føroyska arbeiðsloysið er komið niður á 17%, men tað er mest tí at mong arbeiðsleys velja at flyta av landinum ikki hevur eydnast ráð- gevandi nevndini at binda um heilan fingu og taka tey neyðugu fyrivarnini í metingum sínum. Ráðgevandi neyndia er í frágreiðingi komin til ta nidurstødu, at orsøkin til, at arbeiðsloysistrygging- inklárar seg, er at fólk ikki hava havt møguleika at verið í skipanini longri enn tvey ár, og at fleiri tí eru farin úr skipanini. Ti gjørdist heldur ikki neyd- ugt hjá arbeiðsloysis- tryggingini at taka tað lán- ið, ið undanfarna lands- stýrið legði upp til. Frágreiðingin sigur: „De faldende arbejdsløs- hedstal har betydet, at Ar- bejdsløshedskassens øko- nomi er væsentlig bedre end forventet i begyndel- sen af áret.< Spurningurin verður so, beidsloysid i Før- (Savnsmynd) um arbeiðsloysistrygg- ingin fer at klára seg, tá tíðin hjá fólki i skipanini verður sett upp í trý ár. 1.000 úr skipanini Tá september mánaður var liðin, vóru eini 6-700 dottin úr skipanini, av tí at tey høvdu verið í henni í meira enn tvey ár, og ráð- gevandi nevndin roknar við, at við árslok er talið komið upp á 8-1.000 fólk — harav bert ein partur fær møguleikan at koma undir forsorgarlógina. Men sum nevnt, eru hesi tól sett upp, uttan at kunn- leiki er ul nýggja uppskot- ið hjá landsstýrinum. Nýggjastu arbeiðsloys- istélini, ið ráðgevandi nevndin hevur í frágreið- ing síni, eru frá 1. august 1994, og sambært hesum tólum var talið á arbeiðs- fórum føroyingum 20.830 — av hesum vóru 2.800 i arbeidsloysisskipanini og umleið 800 undir forsorg- arlógini. Tað gevur eitt arbeiðsloysisprosent, ið er 17. Við ársbyrjan var hetta prosentið so mikið høgt, at fjørdihvør ikki hevði eitt arbeiði at fara upp til um morgunin. Sambært frágreiðingini hjá ráðgevandi nevndini er ein stór orsøk til fall- andi arbeiðsloysis-pro- sentið, at so mong eru flutt av landinum. Nevndin staðfestir við gørum orð- um,atmong av teimum, ið flyta av landinum, eru arb- eiðsleys. hj. 2.400 flyta av landinum i år Nettufráflytingin, ið hevur verið av munandi stødd tey seinnu árini, heldur fram og veksur í ár, sigur ráðgev- andi nevndin viðvíkjandi Føroyum í nýggju frágreið- ing síni, ið varð almanna- kunngjørd fyrrapartin í gjár. Fyrra hálvár í ár eru 750 fólk fleiri farin av landin- um, enn flutt eru til landið. Sama tal fyri alt árið í fjør var 464, og tá var nettofrá- flytingin 1.804, ið er tað mesta nakrantíð. Men sambært tølum frå Hagstovuni, ið ráðgevandi nevndin nevnir í frágreiðing síni, er samlaða fráflytingin í ár atkoma heilt upp á 2.400 fólk, ið aftur er nýtt met. Nettoflytingin úr Føroyum 371 1.017 599 883 1.804 464 750 1989 1990 1991 1992 1993 1. hålvår 1993 1. hålvår 1994 Av tí at burðaravlopið á ongan hátt kann uppviga eina so stóra nettofráflyt- ing, minkar fólkatalið i Før- oyum, samstundis sum frá- flytinging hevur við sær, at aldurssamansetingin av tí fólki, ið her býr, broytist. Somuleiðis staðfestir ráð- gevandi nevndin, at tað fara at verða færri og eldri fólk, ið búgva í Føroyum. Víst verður á, at í fjør vóru 667 av teimum 1.804 fluttu í aldursbólkinum millum 15 og 24 ár. hj. Ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Føroyum á fundi Tíðindablaðið = í Tinganesi. Hóast nevndin hevur verið nógvar ferðir í Føroyum og hevur skrivað nógvar síður um støðuna í Føroyum, hevur ikki júst verið so nógv lurtað eftir tí, nevndin hevur havt upp á hjarta Nevndin, ið eingin hevur lurtað eftir Síðani ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Føroyum varð sett á stovn miðskeiðis í sekstiårunum, eru nógvar túsundtals síður frá hesi nevnd lagdar á borðið hjá teimum forsætisráðharrum, ið hava sitið við borðendan á Christiansborg øll hesi ár- mi. Mangan hava frågreid- ingarnar eisini vakt miklan ans, tå tær eru komnar. Fyrsti formaðurin í råd- gevandi nevndini var An- ders Østergaard, og hann sat i mong år sum formadur, til hann varð avloystur av Niels V. Skak-Nielsen, ið legði frá sær fyri trimum árum síðani, eftir at hava verið formaður í 12-13 ár. Nú er Erik Bonnerup for- maður í ráðgevandi nevnd- ini fyri Føroyar. Nevndin åvaradi vid stórum bókstavum Tað er serliga undir tíðini við Niels V. Skak-Nielsen sum formanni, at frágreið- ingarnar hjá nevndini hava verið nógv umrøddar. Upp gjøgnum øll åttatiårini var nevndin kritisk yvir fyri ti førda politikkinum i Føroy- um, og mangan varð skriv- að við stórum bókstavum, at nå máttu føroyingar taka annad skinn um bak og fåa betri tamarhald å politikk- inum her á landi. Men hóast frágreiðing- arnar vórðu nógv umrøddar øll hesi árini, var so mikið minni lurtað eftir teimum, og ikki kann sigast, at skift- andi landsstýris- og løg- tingsmanningar hava gjørt sær stóran ómak við at taka við ráðunum, nevndin er komin við. Einasta, frágreiðingarnar hava verið brúktar til, er at vera politisk kastibløka hjá skiftandi andstødufélkum, og serliga upp undir fleiri val hevur dúgliga verið lisið upp úr frágreiðingin, men bert fyri at brúka hana sum eitt vápn móti politiskum måtstødufélkum. Frágreiðingamar staðfesta nú alt Eitt sindur ørdvisi tykist vera í dag, tí nú er so nógv av tí, ráðgevandi nevndin í orð og talu hevur ávarað so staðiliga ímóti, vorðið veru- leiki. Frågreidingarnar nú eru eisini ødrvisi orðaðar, enn tær vóru tey atfinningar- somu árini. Best sæst tað kanska í nýggju frágreið- ingini, ið varð almanna- kunngjørd fyrrapartin í gjár. Hon er fyri ein stóran part staðfestingar av, at tað, ið ávarað hevur verið ímóti hesi mongu árini, nú íkki (Savnsmynd) longur kann ávarast ímóti — nú er alt hent, júst sum ráð- gevandi nevndin hevur sagt tað. Frágreiðingin hesaferð er tilsamans 73 tættskrivaðar A4-sidur til støddar, og har verda øll hugsandi vidur- skifti tíkin upp til viðgerðar og viðmerkt. Sagt verður í fororðunum til frágreiðingina, at >Det rådgivende udvalg ved- rørende Færøerne er nedsat af Statsministeriet og har til opgave at følge den økono- miske udvikling på Færø- erne og afgive indberetning herom til statsministeren«. I hvussu er tey mongu seinnu årini er rådgevandi nevndin komin vid eini frå- greiding å hvørjum åri, og hevur nevndin trúliga vitjað Í Føroyum fyri at kanna tey viðurskifti, henni er álagt. Seks mans sita í ráðgev- andi nevndini. hj. Fr Serliga í tidini, tå Niels V. Skak-Nielsen sat sum formadur i ráðge vandi nevndini, hevur nevndin ávarað móti tí, sum nú er veruleiki í Føroyum. Men illa varð lurtað eftir...