Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Cu Tidindabladid 371, BP spælir trumfin ut BP Exploration hevur nú almannakunngjørt úr- slit frå lovandi royndunum i Foinaven-økinum 180 kilometrar vestan fyri Hetland I gjår (tysdagin 25. okt.) váttaði BP gitingar um, at Foinaven-økid hevur fram- leitt 17.000 tunnur um dag- in, og er hetta eitt uppaftur betri úrslit enn mett. Í kunngerðini sigur BP frá, at Foinaven-okið gav upp til 20.000 tunnur um dagin, vid i medal 17.800 tunnum um dagin i vatn- rætta (horisontala) brunn- inum 204/24a-4 Royndin, ið vardi í 44 dagar, varð framd av bori- pallinum Ocean Guardian. lalt 437.000 tunnur av 26 API midaltungari ráolju var framleidd og pumpað í tangaskipið Vígdis Knut- sen. Lastin av ráolju, ið er tann fyrsta frá leiðunum vestan fyri Hetland, var síð- an sigld til raffinaríið hjå BP i Rotterdam. Samlada nøgdin av råolju í Foinaven-økinum er mett at vera millum 250 og 500 milliónir tunnur og ætlanin er at menna økid í tveimum stigum. Tann fyrsta oljan væntast tíðliga í 1996. Til hetta stig verður ein flótandi boripallur, skapaður sum eitt skip, nýttur. Ongar viðmerkingar Meðan BP er tilreidar at kunngera úrslitini frá Foinaven-økinum, vil fe- lagid Ogvuligatreydugt siga nakað um royndirnar hjá boripallinum Sonat Rather bert 5 kilometrar frá før- oyska fiskimarkinum Keldur innan oljuidnadin vilja vera við, at hesin bori- pallur er komin fram á stór- ar mongdir av gassi og kon- densatið (løtt olja) júst á hesi leið. Royndimar hjá Sonat Rather komu í ljósmála sama dag sum West of Shet- land rådstevnan varð hildin í Aberdeen tann 10. oktob- er. Framvegis verða roynd- imar hjá Sonat Rather í brunni 204/22-27 mettar sum ein loynidómur av BP, og felagið vil einki annað siga enn, at tað kann hvorki vátta ella avsanna tíðindini Hesar royndir eru á meira enn 730 metra dýpi, umleið 177 kilometrar vestan fyri Hetland og umleið 160 kilo metrar sunnan fyri Føroyar Oljufeløg til Føroya BP játtaði tó, at Tom Fyfe ið er næststjóri fyri ognum vestan fyri fyri Hetland, skal til Føroya saman vid Crawford Gordon, ið er ráð- gevi innan almanna- og stjórnarmál. Henda ferð skal eitast at vera ein leing- ing av eini vitjanarrød til „góðar grannar«, ið longu Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994 hevur verið í Orkneyoyggj- unum og Hetlandi. Sam- bært Aberdeenblaðnum Press and Journal skilst á føroyskum keldum, at henda ferð til Føroya hevur meira uppá seg enn at skapa góðvilja í Føroyum, og at BP kanska letur peninga- kistilin uppá víðan vegg. BP er bert eitt felag mill- um mong, ið hava vaksandi áhuga fyri Føroyum sum eitt nýtt olju- og gass útjað- aragki. Mobil er eitt annað oljufelag, ið leggur leiðina um Føroyar í næstum, og skuldi hetta verið einaferð í næsta mánað. Landsstýrið fær skjótt úr- Síða 7 Birgir = Christiansen » & ABERDEEN slitini frå lovandi seismisku kanningum, framdar vórðu av Western Geophysical í summar. Tað skilst, at BP var eitt av feløgunum, ið stuðlaðu hesum kanning- um. Áhugaverdar konsertir: Ur Brasiliu til Foroya Um víkuskiftið fara ton Atli Ellendersen (violin), Bettina Jucksch (violin) og Sune Vejlby Brogaard (kla- ver), at halda tvær konserur Tann fyrra verður í stu- dentaskúlanum á Kambs- dali leygardagin, meðan tann seinna verður í Norð- urlandahúsinum, báðar konsertirnar verða kl 16.00. Skráin er fjølbroytt við verkum fyri tvær violinir, tvær violinir og klaver og eisini klaver solo. Skråin er musikksøguliga kronolog- iskt uppbygd vid verkum eftir Håndel, Mozart, Chop- in, Bartok, Ravel og Mil- haud Hendan trioin hevur fleiri ferðir áður hildið konsertir her, seinast í jan. 1993 Atli Ellendersen, sum flestum kunnugt er fuglfirð- ingur, spælir saman við brasiliansku konu sími Bettinu Jucksch og danan- um Sune Vejlby Brogaard, sum er svágur Atla. Atli og Bettina hava verid búsett í Brasilia í nøkur år, har tey virka sum tónleik- arar og musiklærarar hjá brasilianska — symfonior- kestrinum »Blumenau«. Atli og Bettina lærðu bædi i Bern i Sveits hjå Max Rostal og vóru liðug har i 1987. Í eitt tvey ára skeið virkaðu tey sum tónleikarar í donskum orkestrum, inntil tey fluttu til Brasilía í 1989. Har spæla tey við kamar- orkestrinum >Blumeau< Orkestrið er uppkallað eftir samnevndum býi í suður Brasilíu, har Atli og Bettina eisini eru búseu nærhendis býnum Curitiba. I Curitiba búgvaum!. 1 og hálv millión og er býurin Framhald a síðu 19 náin lina