fríggjadagur 28. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994
Tónleikur
aftur við
arbeiðinum -
At arbeiðsfólk fáa tónleik aftur við
arbeiðinum kann bert gera arbeiðshugin
betri, heldur arbeiðsformaðurin
-Hví skulu okkara arbeiðs-
fólk ikki, eins og onnur,
kunna fylgja við dagsins
hendingum gjøgnum út-
varpið. Tað sendir megin-
partin av degnum, so altíðer
okkurt, sum hevur áhuga.
Og er onkur, sum heldur vil
hoyra eina fløgu ella okkurt
band, so eru eisini ráð fyri
tí.
Tað sigur Gullberg Gull-
foss, arbeiðsformaður á
Fiskavirking í Havn. Eftir
ynski frá arbeiðsfólkunum
hava tey á Fiskavirking á
vestaru bryggju í Havn
fingið útgerð, so tey kunnu
hoyra tað sum radiotólið
hevur at bjóða uppá.
Tríggjar rásir eru at velja
ímillum. Útvarpið og tvær
tónleikarásir, og fólkini
koma sjálvi við tónleik-
inum, sum er av gllum
møguligum slag,- frå de
syngende husmødre til
Sjúðrakvæðini ella harðan
rock.
Spurdur um tónleikurin
ger, at fólk arbeiða skjótari
sigur Gullberg Gullfoss, at
tónleikurin ger tað íkki
verri. Fólk eru í góðum lag,
og tað merkist sjálvandi
eisini hvussu nógv fæst
burturúr.
Tíðindini hjálptu
Tað frættist herfyri, at
torført var hjá Fiskavirking
í Havn at fáa nógmikið av
fólki. Virkið søkti, men bert
seks fólk sýndu áhuga. So
varð lýst aftur, og bert
nøkur få vendu sær til
virkid.
-Hetta tóktist mær eitt
sindur legið, men tå so
útvarpið tók spurningin upp
sum tíðindi, fingu vit heilt
nógvar áheitanir. Tað er
sum fólk sløkkja fyri
útvarpinum tá lýsingarnar
koma, heldur arbeiðsfor-
maðurin.
Gullberg Gullfoss letur
væl at hvussu gongst á
Fiskavirking í Havn. Mark-
naðurin fyir lidugtvøru er í
menning og fólk hava
støðugt arbeiði.
Tíðindi, tónleikur ella
hvat tað kann vera. Tað |
kemur væl við, og arbeiði
gongur sum eitt spæl
A Fiskavirking í Havn
arbeiða nú útvið hálvt-
annaðhundrað fólk.
tór.-
Myndir: Kalmar
Nú skal Doly Parton á
fløguspælaran.
Tíðindablaðið ET"
É
þá
&
BG Ka.
Bøta bert posttænastuna
— og kappast ikki vid hýruvognsfórarar
Sum høvudstidindi miku- =
kveldið bar Útvarp Føroya |
tey tíðindi, at Postverk Før-
oya er farið at kappast í-
móti hyruvognsførarum,
tí postverkið bjóðar fram
tænastur, ið umfata heint-
ing og útkoyring av posti.
Tað er nú einaferð stað-
fest í postlógini, at post-
verksins uppgáva er at
savna, flyta og bera út
post.
Vit í postverkinum kunnu
ikki annað enn fata hetta
sum eina roynd at snara
veruleikanum á, og at Út-
varp Føroya heldur enn feg-
ið letur seg nýta til órætt-
vísa, skeiva og skaðiliga
propagandu ímóti almenn-
um stovni, sum hóast mót-
gongd og haft av ymiskum
slag roynir at tillaga og
menna sínar tænastur til
tørv kundanna.
Vit ynskja hyruvognsfør-
arunum alt gott og ætla ikki
at leggja okkum út í fólka-
flutning ella hýruvogns-
gjøld.
Vinarlig heilsan,
Mortan Rasmussen
Mortan Rasmussen, marknaðarleiðari
| Vit gera gamla
gólvið sum nýtt A
Gólvtænastan | í London
Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875 Nærri upplýsingar frá:
Tórshavn Fax. 18809 Birgit Sólstein,
ti. 00944816815730
Helgi Joensen,
ti. 00944932829027
Ókeypis tilboð og vegleiðing verða
givin.