fríggjadagur 28. oktober 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994 Síða 13
VÍF-kvinnurnar
mistu takið
Tað, ið líktist einum heldur óvæntaðum sigri til kvinnurnar hjá
VÍF móti Kyndli, varð av ongum. Kyndla-kvinnurnar tóku sær
um reiggj, tá dysturin sá taptur út, og so var einki at gera hjá VIF
1. deild kvinnur:
Kyndil-VÍF 15-12 (7-7)
Málskjúttar:
Kyndil: Beinta Sørensen 7,
Ann Hansen 4, Anja Joen-
sen 3, Malan Mikkelsen I
VIF: Eydna Johannesen 5,
Laila Friis 3, Angelie Joen-
sen 2, Sgibritt Friis 1, An-
drea Nielsen 1
Avaringar:
Kyndil 1, VIF 2
Utvisingar:
Kyndil 2, VIF 1
Askodarar: 50
Tað líktist avgjørt ikki ein-
ari endurtøku av sigrinum
móti VB, tá Kyndla-kvinn-
umar mikukveldið høvdu
vitjan av VIF á Hálsi.
Vestmannakvinnurnar, ið
eru feskar í 1. deild, løgdu
út við góðum álopsspæli og
vardu eisini væl, tá Kyndil
hevði bóltin og var í álopi.
Tað var bæði í verjuspæl-
inum og álopsspælinum, at
tað haltaði hjá Kyndli. Tá
VÍF var í álopi, var verjan
hjá Kyndli óansin, og eitt nú
eydnaðist triggjar ferðir
Eydnu Johannesen at fáa
mál upp á langskot. Ikki
gjørdist tað frægari av, at
Rannvá Christiansen í mál-
inum, ið var sera góð móti
VB, ikki hevði spælt seg
heita, fyrrenn fyrri hålvleik-
ur var mestsum runnin.
Vestmannakvinnur vardu
sera væl, tá Kyndil royndi at
svara aftur, og hóast serliga
Ann Hansen royndi at flyta
seg framman fyri verjumúr-
inum hjá VÍF, dugdu vest-
mannakvinnurnar lættliga
at lesa spælid og forda fyri
vandamiklum skotum.
Tá VIF kom á odda 6-2, sá
sera svart út hjá Kyndli, og
mest av øllum líktist dystur-
in tá einum heldur óvæntað-
um sigri til VIF.
Men so við og við gjørdist
spælið hjá VIF alt meira
skjøtisleyst, og skjótt var, at
Kyndil fekk revsad hetta so
dyggiliga, at hålvleiksstød-
an var javnleikur 7-7.
Seinni hálvleikur líktist
als ikki fyrra hálvleiki. Nú
hevði Kyndil yvirvág, og tá
avtornaði endaði dysturin
15-12 úl Kyndil.
VÍF nýtti gjøgnumgang-
andi ov nógva tíð til at upp-
byggja álopini, og við ong-
um veruligum skjótálopi
bar illa til at fáa tey neyðugu
málini.
hj.
Ann Hansen úr Kyndli í
skotroynd, meðan Leila
Friis og Angelie Joensen
úr VÍF royna at verja
Mynd: Kalmar
Vestmenningar
vóru nógv betri
Kyndil spældi í nýggjum og vøkrum búnum — men spælið hjá
liðnum stóð í skríggjandi kontrasti til nýggja hamin. Sigurin hjá
vestmenningum var ongantíð nær við at vera í vanda
1. deild menn:
Kyndil-VIF 18-28 (8-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Tróndur Joensen 6,
Bent Jákup Hansen 4,
Sophus Dal-Christiansen 3,
Hanus Jensen 2, Rúni Poul-
sen 2, Bárður Johannesen Í
VÍF: Ingi Olsen 8, Rógvi
Nielsen 5, Áki Olsen 5,
Harald Bjørgvin 4, Johnny
Joensen 3, John Wilhelm-
sen 2, Sjúrður Holm I
Avaringar: |
Kyndil 2, VIF 3 (+ eina til
venjaran)
Utvisingar:
Kyndil 6, VIF 6
Askoðarar: 155
Við stórum skeltum runt um
í Havnini hevði Kyndil lagt
upp til, at toppdystur skuldi
verda å Hålsi mikukvøldid
millum bestu manslidini hjå
Kyndli og VIF.
Áki Olsen leysur í høgru
síðu — tað var tó mest mitt
fyri, at hann gjørdi um
seg móti Kyndli
Mynd: Kalmar
Nú aftaná kunnu Kyndla-
menninir vera glaðir fyri, at
vestmenningar komu — ann-
ars hevði einki verið at hugt
at í hesum dystinum.
Beinanvegin frá byrjan
sást, at VIF var betra liðið,
og vid vælskipaðum spæli —
bæði í verju og álopi — var
VÍF alla tíðina eitt stórt stig
framman fyri heimaliðið, ið
spældi ein sera vánaligan
dyst.
Sum dystur leid, øktist
munurin bara, og tey tiggju
málini, ið vóru á muni vid
dystarenda, vóru ógvuliga
sigandi fyri dystin, tí har
vóru í minsta lagi tíggju mál
á muni millum liðini.
Kyndla-menninir spældu
við høvdinum undir arm-
inum. Ferð eftir ferð gjørdu
teir stór mistøk, og ferð eftir
ferð vórðu hesi mistøk revs-
að, samstundis sum teir als
ikki dugdu at gera sær dælt
av teimum fáu ferðunum,
VÍF forfummaði seg.
Besta dómi um hetta var
tíðliga í seinna hálvleiki, tá
Kyndil í skjótum mótálopi
misti bóltin á VIF-hålvuni.
Har fekk Harald Bjørgvin
fatur á honum, og so vóru
ikki stundir til nakað roks:
Úr 23 metrum sendi hann
bóltin í Kyndla-málið aftan
fyri Høgna Wilhelmsen, ið
hevði dittað sær at staðið ov
langt úti, tá hansara menn
vóru farnir fram á vøllin.
Kann vera, at Kyndil enn
saknar Petur Petersen, ið er
skaddur, men kortini áttu
hinir á liðnum ikki at verið
so ússaligir, sum teir vóru
hetta kveldið. Kyndil er hó-
ast alt meistaraliðið. Einasti
maður hjá Kyndli, ið royndi
at stríðast, var Bent Jákup
Hansen, men hann mundi
kenna seg sera einsamallan.
Hinvegin spældi VIF sum
eittkomandi meistaralið, og
serliga var tað ein fragd fyri
eyga at síggja nettu lang-
skotini hjá Inga Olsen, um-
framt styrkina hjá bróðrin-
um Áka, ið eisini kom sera
væl frá dystinum. Somu-
leiðis spældi Johnny Joen-
sen ein góðan dyst úti á
vonginum —honum er óivað
framtíð í.
hj.