Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994 Møguleikarnir at finna olju í føroysku undir- grundini ikki óhugsandi — men vit vita tað tó ikki í dag Hetta seinasta árið hevur verið ikki so lítið skrivað um møguleikarnar at finna olju í havbotninum við Før- oyar. Meðan føroysk blød hava verið meira varin við at siga lesarum sínum, at olja er á føroyskum øki, so hava fleiri útlendsk blød harafturímóti = beinleiðis sagt frå, at olja finst við Før- oyar. Nakað herfyri skriv- aði danska blaðið Børsen, at »Føroyar liggja mitt í einum rimmar stórum oljudíki<, sum blaðið tók til. Nú um dagarnar kom út blaðið hjá felagum ESSO, >Syns- punkt<, har m.a. verður skrivað: »flere og flere geo- loger bliver mere og mere enige om, at der findes olie ved Færøerne«. Gitingar - metingar Tad er greitt, atnógv av hesi skrivingini er bygt uppå gitingar og metingar. Vit eiga tó i Føroyum fólk, sum helst betur enn útlendingar duga at meta um, antin olja finst ella ikki. Ein teirra er jarðfréðingurin, Jóannes Rasmussen, sum í nógv ár hevur starvast á Føroya Jardfrødissavni, har hann hevur staðið fyri einum hópi av innsavningarar- beiði, kanningum, upplýs- andi arbeiði umframt at skriva bøkur og ritgerðir um júst føroysk jarOfrødilig fyribrigdi. Sosialurin hevur heitt å Jéannes Rasmussen, um at siga okkum eitt sindur um spurningin viðvíkjandi olju á føroyskum øki. Vit prenta her ein samandrátt av prát- inum. Møguleikin til steðar - men vit vita enn einki Møguleikarnir at finna olju í føroysku undirgrundini eru ikki heilt óhugsandi, men vit vita tað tó ikki í dag. Olja er funnin framvið norsku strondini, í Norð- sjónum og vestan fyri bretsku oyggjarnar. Hetta eru alt øki, sum liggja rætti- liga tætt upp at Føroyum. Tað, sum fær menn at trúgva uppá møguleikan, at olja finst við Føroyar, eru tær oljuboringar, sum gjørdar eru eystan fyri Het- landsrennuna, ið er ein djúp og breið renna í havbotnin- um millum Føroyar og Het- land. Um so er, at løgini eystan fyri rennuna halda fram vestaru megin, so kann møguleiki vera fyri, at olja eisini finstokkara meg- in. Men um so er, tá liggur hon á djúpri vatni, tí botn- urin hellir út frá Føroyum. Ongantid miðvíst borað eftir olju Tað hevur ongantíð mið- víst verið borað eftir olju á 1 — “Skulu vit gita okkum til, at olja finst á fóroyskum øki, so er hon helst at finna á sjálvum kantinum á Hetlandsrennuni. Har eru brotlinjur, sum eru fortreyt fyri, at olja kann vera í ? undirgrundini. Eisini er hetta økid mest likt økinum eystan fyri rennuna, har bretar i dag bora eftir olju” Jéannes Rasmussen, jardfrødingur, i Sosialinum 1982 føroyskum umrådi eins og tað hevur verið gjørt á okj- unum eystanfyri. Tað hava kortini verið gjørdar bæði seismiskar kanningar og boringar fyri at kanna, hvussu løgini og undir- grundin undir Føroyum eru vorðin. Hetta eru vísinda- ligar kanningar, sum hava til endamál at fáa meira at vita um jardfrødiliga upp- hav Føroya. Her skal stutt verda sagt frå teimum boringum, sum vórðu gjørdar í fjør åvika- vist í Vestmanna og i Lopra Fortreytirnar at finna olju í føroysku undirgrundini eru til steðar. Men finst hon, so liggur hon langt niðri. Á kortinum síggja vit ta djúpu Hetlands- rennuna millum Føroyar og Hetland. Beint við kantin eystaru megin rennuna bora bretar eftir olju. Menn vilja vera við, at lógini føroyamegin rennuna eru tey somu sum eystarumegin. Ti er orsøk til at halda, at tað ikki er óhugsandi, at olja finst á føroyskum øki. Eisini spurningurin um Rockall- grunnurin er framhald av Føroyum stendur enn 6- svaraður Tíðindablaðið E3,,, Jóannes Rasmussen, sáli var ein framúrskarandi vísindamaður. Áhugvert at í dag síggja, hvat hann fyri skjótt 15 árum síðani metti um møguleikarnar at finna olju í fóroyskum øki Boring í Vestmanna og í Lopra Endamálið við boringini í Vestmanna var: at vita, um fláirnar vestan fyri og kolalindin hildu fram undir sjónum eystur eftir og undir hvørjum jarð- frødiligum umstødum og at fáa kunnleika um jarðhita- vøksturin, sum er ókendur í Føroyum. Undir hesi boringini varð komið fram á kolalindina — sum væntað á stivum 550 m. dýpi, men kol varð einki har á staðnum. Nú verður so ein nágreinilig kanning gjørd av ti savnaða tilfarin- um frå boringini. Skulu vit harafturímóti tosa um møguleikan at finna olju, so er boringin í Lopra meira áhugaverd, hóast endmálið við henni ikki júst var at kanna, um olja finst við Føroyar. Endamálið viðLoprabor- ingini var: at fáa kunnleika um tey jardfrødiligu vidurskiftini umleid 2000 m. nidur frå teimum nidastu fláunum, sum í dag eru oman fyri sjóvarmálan. Møguliga at bora tvørtur igjøgnum basaltfláirnar og fáa vitan um, um undirstødid undir Føroyum er djúphavs- skorpa, tvs. at fáa prógv fyri, um tað er partur av Føroya-Rockallgrunninum ella ikki og sidan eisini at fáa kunnleika um jarðhita- vøksturin eisini har suduri. Undirstødid! Hvat er so undirstødid undir Føroyum! Tað skulu vit tríva í her. Boringin í Lopra gav tíanverri einki úrslit hesum viðvíkjandi. Borað varð nærum 2200 metrar og eydnaðist tað ikki at koma igjøgnum basaltið, sum menn annars høvdu vónað. Sostatt vita vit í dag enn ikki, um undirstødid er djúphavsskorpa. = Annars gav boringin í Lopra nógvar áhugaverdar upplýsingar um løgini niðureftir. Hesir upplýsingar og tilfarið ann- ars verður nú vidgjørt í Dan- mark av serfrødingum. Tosað hevur verið um at halda fram við boringini. Mett verður, at verður -5