fríggjadagur 28. oktober 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
[fy AA Ay AA AyA Af A[A[AyAy[AfAyAyAyA fy fy [fy fy fy AyAy[ AA [Å y ff fy yy AA [ [[]
Tíðindablaðið CD Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994 Síða 15
>=
borad nidur å 3-4000 metrar
skuldi verid komid igjøg-
num. Sosialurin hevur spurt
Tórbjórn Poulsen, lands-
stýrismann, um landsstýrið
hevur vidgjørt hetta málið.
Hann sigur, at tað hevur
verið fyri á landsstýrisfundi,
men hann dugir ikki at siga,
um málið er endaliga av-
greitt. Tað eru tó ikki settir
pengar av til nakrar fram-
haldandi boringar á figgjar-
lógini, sum verður framløgð
nú. Boringin er annars mett
at kosta einar 15 mill. kr.
Olja og Rockall
Hóast endmálið við áður-
nevndu boringum ikki hev-
ur verið at leita eftir olju, so
fara upplýsingar frá boring-
unum at siga okkum nakað
um møguleikarnar at finna
olju. Er talan um djúphavs-
skorpu er eingin møguleiki
at finna olju. Er haraftur-
ímóti talan um meginlands-
skorpu, kann møguleiki
vera til steðar fyri olju í hav-
botninum.
Umframt at fáa vísinda-
ligar upplýsingar um Før-
oya jarðfræði og at fáa eina
hóming av um olja finst, so
hevur boringin i Lopra eis-
ini tydning á ti politiska øk-
inu. Her er tað spurningurin
um Rock All grunnurin er
framhald av Føroyum ella
ikki.
So mikið um boringarnar.
Fyritreytir
Vit kunnu nú spyrja, hvørj-
ar fyritreytir skulu vera til
steðar, fyri at olja kann vera
í undirgrundini.
Fyri tað fyrsta skal
móðurgrýti vera í undir-
grundini, t.v.s. sediment við
organiskum — gråtsløgum,
sum olja kann gerast burtur
år.
Hamæst skal móður-
grýtið hava verið undir ein-
um stórum trýsti.
Tað skulu síðani vera til
steðar goymslugrýti, t.v.s.
poknut grótsløg sum eitt nú
sandsteinur og skifer, ið
oljan kann verða sogin upp
í.
Síðani skulu eisini vera
brotlinjur í undirgrundini,
sum gera lummar ella fell-
ur, sum oljan kann seta út í.
Vit kunnu nú spyrja,
hvørjar av hesum fyritreyt-
um eru til steðar í føroysku
undirgrundini.
Tað er í dag ein sann-
roynd, at teoriimar hjá
heimskenda jardfrødingin-
um Wegener um, at londini
eru farin frá hverjum
ødrum, eru veruleiki. Hetta
ertað vit vanliganevna hav-
botnaspjaðing.
Í bók síni, »Øldir og Upp-
hav« skrivar Jóannes Ras-
mussen, jardfrødingur, so-
leidis um hesa gongd:
„Einaferð lógu londini
saman á knettinum sum eitt
stórt meginland, Pangaca
nevnt. Norðuratlantshavið
var ikki til, Norðuramerika,
Grønland og Vestureuropa
lógu saman eins og Norður-
amerika og Nordurafrika.
Tíðliga í midøld jarðar fór
meginlandsskorpan millum
Norðurameriku og Vestur-
europu at støkka og plátur-
nar (landagkini) báðu-
megin við at reka burtur
hver frá aðrari.
A okkara leiðum fór
meginlandarákið (hav-
botnsspjaðingin), og harvið
sundurtøkan í Bretland,
Labrador, Grønland og Før-
oyar-Rockallgrunnurin,
fram í trimum stigum sein-
ast í midøld og í nyøld jarð-
er.
1. Fyrsta stigið, fyri 110-
80 mill. árum síðani fór
fram, har Hetlandsrennan
og Rockallrennan nú eru;
tað var sundurtøkan í eina
amerikanska og eina
eurasiska plåtu. Rivudalur-
in, millum rivurnar, haðan
pláturnar tóku seg burtur
hvor frá aðrari, gekk í út-
synning-landnyrðing; hann
gjørdist breiðari og djúpar!,
so hvert sum spjadingin fór
fram (Hetlandsrennan-
Rockallrennan). Plátan
eystan fyri fataði nú um
Europa og Asíu. Á plåtuni
vestan fyri lógu Amerika,
Grønland og Føroya-Rock-
allgrunnurin saman.
2. Næsta stigið, fyri 76-
60 mill. árum síðan, fór
fram millum Grønland og
Labrador, so hesi lond
vórðu sundurskild. Grøn-
land og Føroya-Rockall-
grunnurin lógu enn saman,
men spjaðingin í Labrador-
havinum gjørði, at partar av
Føroya-Rockallgrunninum
og bretska meginlanda-
stødinum har um leiðir fóru
at søkka.
3. Tridja og seinasta stig-
ið, fyri um leið 60 mill.
árum síðan, byrjaði, tá ið
Grønland og Føroya-Rock-
allgrunnurin tóku seg sund-
ur. Spjadingin før tå fram
eftir Midatlantsrygginum. Í
sambandi við hana tóku
viðfevns eldgos seg upp
sum innskot í meginlanda-
skorpuna og sum opin eld-
gos í Grønlandi, á Føroya-
Rockallgrunninum og suð-
ur við vesturstrond Skot-
lands, heilt suður til land-
nyrðingshornið á Írlandi.
Aftur ein søkking gjørdi, at
Føroya-Rockallgrunnurin
— Rockall undantikin — og
stórir partar av bretska
útnyrðingslandgrunninum
komu undir sjóvarmálan.
Legini halda fram
Uttan at vit hava nógvar
visindaligar upplýsingar
um undirgrundina, so er tað
møguligt — júst tí at Føroyar
eru skrædnaðar frá og
riknar vestur eftir, at løgini
Frontier targets for the new er
eystan fyri Hetlands-renn-
una halda fram føroyameg-
in rennuna. Er hetta so, eru
møgulcikarnir at finna olju
ikki óhugsandi. Eisini tann
stóra Føroyalægdin (bas- |
sengið), sum røkkur frá øk-
inum vestan fyri Hetland og
til føroyska landgrunnin,
miðjar ímóti, at olja møgu-
liga finst. Lægdir av slíkum
slag í Norðsjónum, vestan
fyri Bretland og út fyri
norsku strondini eru ein for-
treyt fyri, at tað finst olja
har.
Skulu vit so gita okkum
til, at olja finst á føroyskum
øki, so er hon helst at finna á
sjálvum kantinum á Het-
landsrennuni. Har eru brot-
linjur, sum eru fortreyt fyri,
at olja kann vera í undir-
grundini. Eisini er hetta
økid mest líkt økinum eyst-
an fyri rennuna, har bretar í
dag bora eftir olju.
Á djúpum vatni
Um tað vísir seg at vera
møguleiki tilstaðar fyri olju
á føroyskum øki, so eru
menn samdir um, at oljan
liggur á djúpum vatni. Har
eru viðurskiftini við Het-
land ólík okkara, tí tað skal
ikki borast á djúpum vatni
fyri at koma fram á oljuhar.
Tær seismisku kanning-
arnar, sum eru gjørdar við
Føroyar, benda á, at før-
oyska basaltøkid røkkur
langt út, og boringin í Suð-
uroy vísir, at teir 2000 m. av
basalti, sum borað varð nið-
ur igjøgnum, hava ligid
oman fyri sjóvarmálan.
Tvs. at er olja til, so liggur
hon langt niðri.
Samanumtikið mugu vit
siga, at fortreytirnar fyri at
finnaolju við Føroyar eru til
staðar. Men enn vita vit
ikki, um olja finst. Boringin
i Lopra — hevdi hon rokkið
longur niður enn teir 2200
metrarnar — kundi kanska
givið okkum svarið uppá
hesar spumingar. Tað
gjørdi hon so ikki, ti útgerð-
in røkk ikki longur niður.
Nú sær tað so út til, at mynd-
ugleikarnir ikki eru hugaðir
at seta pengar av til fram-
haldandi boring. Við hesum
í huga, mugu vit tí bíða í
óvissuni, fyri at fáa at vita
um olja finst í føroyskum
øki ella ikki, og um Føroyar
upprunaliga hava verid ein
partur av meginlandinum.
Sjónleikarummæli
EIN ÆVISØGA
Einmanssjónleikur í Norðurlandahúsinum um
søguna hjá vietnamesiska flóttamanninum,
landmátaranum Tran Minh Canh
Teir seinast komnu áskoð-
ararnir eru neyvan selstir, tá
ið leikurin byrjar.
Dygst niðri við fremstu á-
skoðarasætini stendur lítla
borðið. > At fly.« (Bil.). >De
ár farligt!<
Men, tað ræður um hjá
menniskjuni at vera sterk og
at bjarga sær undan. Kosta
tað, ið kosta má!
Eg eri kanska ikki eydnu-
ríkasti maður, men cg
bjargaðist undan.
Landmátarin Tran Minh
Canh noyddist flýggja í út-
legd, orsakað av ringu um-
stødunu í heimlandinum
Viet-Nam.
Í dag er hann búsetstur í
Finlandi. Hevur aftur fa-
miljuna hjá sær. Arbeiðir í
sínum gamla yrki.
Litillåtni landmåtarin sit-
ur við eitt lítið borð, í hvítari
skjúrtu, svørtum slipsi.
Hevur brotið upp um
ermar. Jakkan hevur hann
hongt á stólarbakið.
„Fyrst komu fransamir,
síðani komu amerikanarar-
nir!<
Á borðinum ein skrivi-
blokkur. Meðan hann for-
telir fanglast hann við ein-
um blýanti.
Brillurnar hevur hann lagt
frá sær. Finski sjónleikarin
ber fram sjónleikin sáttliga.
Hann er beint nú setstur at
fortelja.
Fortelir í trý korter út í
eitt.
Noyddist at lata seg skilja
frá konuni, so hon kundi
hava pappírini í ordan. Um
hvussu tey øll stóðu í sjógvi,
upp undir knæ í ti lítla far-
Inum.
Umborð fýra ferðir so
mong, ið farið er ætlað til.
Brakar í hvørjum spreki ov-
ast uppi á tungari aldu. Setir
hart í sjógvin aftur. Hvørja
løtu vænta tey at báturin
brotnar undan teimum.
Eingin vón, tey eru glat-
að.
Men tey eru á lívi. Tað ber
til at finna ísakalda skilið,
javnvågina í sjålvt størsta
vónloysinum.
Svart bakveggjartjald
tvørtur um allan salin, frá
ofti til gólv, fjalir størsta
partin av pallargólvinum.
Eitt lítið innvik, so borðið
fær staðið har. Tveir metrar
til nærmasta áskoðara.
Hetta er sokallad Intim
Teater.
Hann talar tað eyðkenda
svenska málið við sterkari
finskari úttalu. Eitt gøtu-
svenskt.
Lítla fjølbroytni í taluni
ger-at tankarnir fjakka til
gamlar skúladagar, eina
| løtu.
Í
Í auluni savnast næming-
ar til filmsfyrivísing.
Tað var áðrenn sjónvarp-
ið kom hertil lands. Tann so
hugnaliga William Heine-
sen prydda morgunsang
høllin, vid Sjårdi og Orm-
inum, er nú eitt inferno vid
bulduri og braki, eldi og
royki, B-52 og Napalm. Vit
vóru paff.
Ár seinni Cambodia og
Laos. Tey seinastu bjargað-
ust undan í helikoptara, av
tekjuni í Saigon. Nixon
noyddist frá.
Vónloysis kríggið, ið vit
vuksu upp við, er ikki liðugt
enn. Hvør vann? Mannaætt-
in tapti ! Sårini eru enn ikki
lekt!
Meðan SARKOLA leik-
ar væntar ein hvørja løtu, at
nú fer hann at reisa seg á
fótur, at fara heim til Viet
Nam, eftir hjartanum og
SM. ið hann legði eftir seg
ar.
Var tað, tí fólk ræddust
fyri ikki at skilja svenskt, at
bara tríati fólk vágaðu sær í
Norðurlandahúsið, hendan
dagin ?
Klokkan 16 sunnudag
seinnapart er ein góð tíð til
framførslur.
Sarkola noyddist at kapp-
ast vid Asterix og OBELIX í
sjónvarpinum.
Fyri teimum sjálvt rómar-
ríkið dvína má !
P.S. Nú kann ein so angra,
at ein ikki hevur sæð
Skókjurnar. - Kanska
skøkjurnar høvdu rigg-
að væl i Klingruni. Tær
høvdu riggad væl, td.
ein sunnudag seinna-
part. Ein seinasta syn-
ing fyri jól.
LÁGORKU
FRYSTI-
BOKSIR
fyri EINANS 1.950,-
J. D. IMPORT
Klaksvik
Tlf. 57013 - 87013
Best um kvøldid
LOTTO
viku nr. 43, 26. okt.
Vinnaratøl: 8 - 18 - 24 - 35 -
46-47
Eykatøl: 22 - 25 - 26
Prognosa:
6vinnaratøl
5 vinnaratøl +
1 eykatal 293.336,-kr
Svinnaratøl 8.121,-kr
4 vinnaratel 190,-kr
3 v.tøl + minst 1 eykatal 56,-kr.
Sosialurin tekur onga ábyrgð
av meguhgum villum