leygardagur 29. oktober 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dimma og
journalistisk
suppa
ODDAGREININ í Dimmalætting týsdagin snýr
seg sum ikki einaferð um Sosialin og skriving
okkara. Hetta landsins størsta blað - enn -
veit sær ikki annað at skriva um enn at viðgera
tað, ið Sosialurin brúkar tíð og orku til.
TAÐ er tó greitt, at Dimmalætting hevur sjáld-
an nakað gott at bera sínum størsta kapp-
ingarneyta. Vit eru so vanir við, at leiðsla
Dimmalættingar og hennara politisku stuðlar
finnast at okkum. Oddagreinin týsdagin er
einki eindømi í so máta. Har verður funnist at
oljuskrivingini í Sosialinum ella sum blaðið
málber seg: Sosialurin hevur í longri tíð kókað
suppu upp á oljutíðindini fyri harvið at fáa
veljararnar at gloyma ónggd sína við rikna
politikkin hjá undanfarnu javnaðarsamgongu.
VIT hava gjørt nógv burtur úr oljumálinum
einsog marknatrætuni við bretar, og tað halda
vit vera journalistikt rætt og heilt náttúrligt. At
At Dimmalætting ikki hevur viljaðsæð hvønn
veg tað bar í hesum báðum stóru málunum er
eftir okkara tykki ófatiligt fyri ikki at siga
mannminkandi, ti sum landsins størsta blað
átti Dimmalætting at givið sær fær um slík
stórmál. Hava lesarar blaðsins ikki krav upp á
at fáa okkurt at vita um hesi mál eisini? Vit
skulu ikki gera av, hvat Dimma eigur at skriva.
Tað er heldur ikki tað vit vilja við hesum
orðum. Men tå blaðið dittar sær at leggja
okkum undir bæði líkt og ólíkt vegna sína egnu
ómegd, tá loyva vit okkum at tala at. Tá er
okkara kappingarneyti ússaligur. Oddagrein-
skrivari Dimmalættingar tykist annars ikki at
hava lisið sitt egna blað serliga væl, tá hugsað
verður um, at hansara egnu blaðfólk hesa
seinastu tíðina hava skrivað síðu upp og síðu
niður júst um oljuspurningin. Visti hann kan-
ska heldur ikki, at tey - heili 5 tali - vóru á
oljuskeiði fyri tíðindafólk herfyri - fyri nettup -
sum rætt er - at brynja seg út til at skriva um
umrøddu mál í framtíðini.
TAÐ er einki nýtt tá skrivað verður um hesi mál
í Sosialinum. Tann avbjóðing, sum liggur í, at
olja kanska finst í undirgrundini má metast at
hava stór perspektiv, samfelagsliga og jour-
nalistiskt. Og at síggja onkran nýggjan ljós-
glotta í myrkrinum kann tá ikki vera so galið
heldur! Annars kundi blaðstjórin spurt journa-
listarnar í sjónvarpi og útvarpi, hví eisini teir
hava gjørt nógv burtur úr umrøddu málum! Tað
kann ikki hava nakað við at fjala útyvir polit-
iskar syndir at gera, soleiðis sum Dimma
leggur okkum undir. Annars gongur oljupakki
okkara sum heitt breyð. Tað vísir áhugan fyri
hesm tilfari. Er tað ikki øvund alt hetta snýr
seg um, harra Dimmalættingarblaðstjóri! Ber
tú ótta fyri kapping - fyri at onnur kunnu gera
okkurt betri!!!
Sostalunin
Lesarabrøv
—
Um støduna í Vági
Orsøkimar eru fleiri, at stødan
í Vági er sum hon er.
Men at ein bygder ein bygd í
ráðaloysi er ábyrgd teirra
ráðandi. Tað er mær tí óskilj-
andi, at vágbingar góðtaka
sjálvglaða ego-trip býráðsfor-
mansins í útvarpinum. Tí við
slíkum samráðingartaktikki
verða vinnumøguleikarnir ein
eftir annan lorkadir av bygdini,
og hetta ber boð um dugna-
loysi. Dugnaloysi og vantandi
hugflog fingu fólk varhugan av
longu við láturliga uppskoti
hansara um, at Teistin hverja
viku skuldi sigla til Vágs at
yvirnátta.
Býráðsformaðurin og lokali
fakfelagsformaðurin, henda
greipa við teirra atgerðarloysi,
er størsta forðingin fyri at fáa
nýggjarbeiðspláss í Vági í dag.
Júst tí tykist tað mær legið, at
ongin mælir ímóti, tá fakfe-
lagsformaðurin sigur við út-
varpið, at nú eru legtings-
menninir kallaðir á fund, so
fólk kunnu siga teimwm sína
meining um støduna. Jamen,
hvi skulu teir hava at vita, hvat
fólk halda um støduna? Er tað
ikki býráðsformaðurin, sum
hevur brúkt almennan fjølmid-
il at kunna øll, eisini kapping-
arneytar, um gongdina í sam-
ráðingunum um uppbodssøl-
una? Eru tað ikki lokalu
myndugleikamir, sum soleiðis
hava spælt enn ein møguleika
av hondum, tá tað, sum skuldi
til, var, at meira varð gjørt og
minni reypað?
Í samrøduni í útvarpinum
áðrenn bygdarfundin sunnu-
dagin, minti lokali fakfelags-
formaðurin so ræðandi nógv
um Ingeborg Vinther at hoyra:
Nógv orð, men hvørki uppskot
ella ætlanir. Hevur Ingeborg
Vinther í síni tíð fingið vág-
bingum nakað arbeiðspláss?
Hevur Kári Jacobsen? Tå svar-
ini so skjótt eru givin, gerst tað
heila næstan margháttligt í øll-
um álvarseminum, tá Ingeborg
Vinther, av øllum, nú skal fáa
virkið at verða verandi opið, og
serliga tá hátturin er at áleggja
ødrum, landsstýrinum, at
halda virkið koyrandi. Jú,
henda løgtingskona, sum er
vald á ting at skapa arbeiðs-
pláss, tveitur nú frá sær, um
landsstýrið ikki letur virkið
upp aftur. Tað er lítið kynstur!
Nú stødan er vorðin heilt 6-
tolandi, er væl skiljandi, at fólk
eru á gosi. Men tað tykist, sum
tað hevur eydnast hesum
monnum at øsa fólk upp um
annað enn veruligu trupulleik-
arnar, so eyguni eru vend frå
teirra ráðaloysi, og at tað eydn-
ast er ræðandi. Vónandi er
hetta bara løtu-ødi, at øll énøgd
kemur f einum, og kanska fer
hetta at broytast. — Tad hendir,
tå vågbingar vakna, siggja
veruligu trupulleikarnar, og
brúka orkuna konstruktivt. Tí
tað ber ikki til, at so lítið skal
koma burtur úr eini bygd sum
Vági. Her er talandi dømi um,
hvussu lítið gott fólk við ring-
ari leiðslu fær á skaftið. Taka
vágbingar seg saman, fáa rætta
fólkið at stýra í nevnd til bjarg-
ing bygdarinnar, taka býráðs-
formannin og fakfelagsfor-
mannin av ræði og lata Inge-
borg gera, sum henni dámar
best, Le. goyggja, so kunnu
nøkur arbeiðspláss skapast upp
ástutta tíð, fleiri upp á longri tíð
Tí kunnu tvøramenn, so kunnu
vágbingar eins væl.
Tíðin er farin frá monnum,
sum kalla ein fund fyri ein góð-
an fund, tá fólk tosa um blekk-
spruttur “ staðin fyri at tosa um,
hvussu arbeiðspláss kunnu fá-
ast!
Væl veit eg, at vandi er, at
grein sum henda verður tíkin
fyri at vera ein roynd at stroya
salt í sárið, og tá vil greinin bert
oysa bensin á bálið, sum nú er
kynt. Men eg vóni kortini, at
fólk eru ímillum, sum skilja, at
eisini tvøraf6lk eru, ið eru stúr-
in um støduna. Vágbingar
skulu so vita eitt, at á Tvøroyri
vildu teir lættliga funnið fræg-
ari stuðlar enn fakfelagsfor-
mannin og býráðsformannin!
At tvøramenn nú fóru avstað
við uppbodssøluni er í løtuni 6-
heppið fyri framtíðarsamstarv í
oynni, men hent er hent og á-
sannast må bara, at øll verðin
kann ikki bíða, meðan smáir
fiskar í býráðspolitikki skulu
sóla sær í sínari sjálvgleði.
Tá menn eru komnir niður á
jørðina aftur, so aftur kann tos-
ast saman tvørtur um bygda-
mark, so kunnu suðuroyingar
úr øllum bygdum við at finna
saman og ikki leita sundur í
samstarvi um alla oynna enn
eina ferð geva prógv um, at
søgan endurtekur seg við
hundrað ára millumbili. Tí
verða hesar reglur skrivaðar
við eini vón um fleiri arbeiðs-
pláss í Vági og betri viðurskifti
millum Vág og Tvøroyri, allari
oynni at frama.
Vinarliga
Flóvin Eidesgaard,
fyrr Tvøroyri
Flakavirkini og råvøran
Nii flakavirkini standa og gapa
vegna vantandi råvøru, mugu
allir møguleikar nytast at fåa
meiri virksemi.
Fiskavirking er komin, og
råvørukreppanrakar eisini teir.
Tí leiga teir bert virkini í møl-
posanum út, um tað ikki er í
kapping við Fiskavirking um
stuðla at viga upp ímóti hesum
meinboga.
Stovnast kann alment parta-
felag, sum keypir fisk inn at
virka og hevur ábyrgd av, at
góðskan er nóg góð. Fiskurin
verður seldur til hægstbjóð-
andi, møguliga gjøgnum ver-
andi uppbodssølur. Hetta kem-
Flskavirking og onnur, ið
leiga virki úr mølposanum,
kunnu so kappast um henda
fisk. Hetta fer í øllum fórum at
geva bygdunum, ið liggja
svartar, ein møguleika. Fyri at
varðveita kapping um fiskin,
so hetta ikki skal gerast eitt
studuls-sjålvtøkubor8, må
the loosers verður tað nú se
lect the winners.
Nú gjørdist stuðul til fiski-
vinnuna mest sum f einum ein
vanbøn. Men fri kapping er
ongastadni f heiminum annad
enn eitt hugtak, og samráðing-
>fríhandils<-avtalur
snúgva seg fyri stjórnir fremst
fiskin av leiðnum við Føroyar. — ursjálvandiatgevaundirskot- nggdin, sum á henda hátt verð- um at finna hættir umvegis at
Tosað hevur tí veriðum atinn- — annars hevði ferð fyri langari = urkeyptinn, ikki vera ov stór. stuðla sínum vinnulívi. Við
flyta fisk at virka, men tað fæst = tid síðani verið komin á — men Tað er ikki roynt fyrr í Før- = vón um, at tað verður ásannað
ikki at geva krónur. tað verður figgjad av lands- oyum at lata marknaðarkreft- her heima, verður hetta upp-
Ov vånalig markaðarat- kassanum vid pengunum, sum — irnar stýra stuðlinum og á ein skot sett fram.
gongd verður søgd at vera ein = á fíggjarlógini eru settir av til hátt, har ta kortini lønar seg at
orsøk. Men her eigur landið at = ALS. gerast betri. Í staðin fyri save Flóvin Eidesgaard
Til fiskasolustjó
Til tykkum høgt mettu fiska- andi, tå ið eg nýti framleiðslu lev.í USA 16,6 - .
sølustjørar: Hr. Niels Søren- kostnaðin hjá Bjarta Mohr, Utsøluprisurin Sg Be státenykkangr
sen, Jákup Jacobsen á Faroe stjóraáFiskavirking,harhann ímatveruhandli: 82,00 kr/kg — Matvøruhandilin fær 50% í
Seafood ltd. og Hr. Johan i blødunum sigur, at fram- eu vinningi av 16,65 kr/kg, so er
Mortensen, Marr Co. leiðslu kostnaður í Føroyumer Prísmunurin á hansara útssluprísur einans
€ Høvdu tit kunnað svarað 3,15 kr. pr. kilo fisk. hesum fiski er: 65,35 kr/kg — 24,98, við øbrum orðum, teir
mær uppå hesar fylgjandi avfiski = tjena14,65 perkilo. Men her er
spurningar: = DØMIUMMINA Vinarliga, høgt mettu sølu- — flg. 82,- kr. minus 24,98 kr. =
Hvussu ber tað til, at ein UTROKNING: stjórar, kunnu tit klárt og væl — 57,02 kr. per kilo á muni.
toskur kostar umleið 8,50 kr/ — Toskur yvir 2 kg 850kr/kg greiðamær frá hvussu eg skal
kg á gólvuppboðsseluni á
Toftum og sami toskur, men er
avhevdaður og frystur, kostar
at keypa í matvøruhandlum í
USA við dagsins kursi uml.
82,- kr./kg.?
Mín útrokning er sum fylgj-
Framleiðsluútr.: 3,15kr/kg
Pakningsútr.: max. 2,00 kr/kg
Flutningur Før-
oyar-USA: 3,00 kr/kg
(max. kr./kg. upplýst frá Skipafe-
lagnum Føroyar) -—————
Fiskurin kostar
definera ella útgreina hendan
prísmunin?
- Hvar kann eg plasera
henda prísmunin?
— Hvussu kann eg síggja hesa
útgreining?
— Hver fær hesa provisión?
Svarið mær og kanska øllum
óvitandi Føroya fólki, ið seta
sær hendan spurning: Hvar er
prísmunurin og hvussu kunnu
vit skilja hetta?
Vinarliga
Selma