leygardagur 29. oktober 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 207 —29. OKTOBER 1994 Síða3
Undirskotið
a figgjarlog-
ini minkast
Rådgevandi nevndin heldur ikki, at
undirskotid á uppskotinum til nýggja
løgtingsfiggjarlåg upp á 308 mið. kr.
er i samsvar vid kortlagda politikkin
Her e er tað Poul Nyrup Rasmus sen, id skei nkir Edmundi Joensen upp í íkaffikoppin á Ta hri. stian. ansborg. næstu in øm teir
báðir um pláss við borðið, tí tá vitjar danski forsætisráðharrin i Føroyum Í tríggjar dagar
” = *
yrup siggja rækj-
urnar hjá
Ferðin hjá danska forsætisráðharranum
í Fóroyum í komandi viku eru tó ikki bert
»sight-seeing«. Hann fer at fundast við
landsstyrid, kommunurnar, vinnulivid og
onnur á tríggja daga drúgvu ferðini
Mikudagin kl. 14.30 kemur
danski forsætisráðharrin
Poul Nyrup Rasmussen við
einum Gulfstream flogfari
hjádanska flogvápninum til
Føroya á vitjan, ið verður
tríggjar dagar drúgv.
Koyrt verður beinleiðis
av flogvøllinum í Vágum til
Havnar, har Poul Nyrup
Rasmussen fær tjúgu min-
uttir til at pakka kuffertið út,
áðrenn hann verður móttik-
in í Tinganesi av landsstýr-
inum. Har verður so fundur
í góðan tíma, áðrenn forsæt-
isráðharrin fer aftur niðan á
hotellið at gera seg kláran til
døgurdan, landsstýrið er
vertur fyri í Kirkjubø.
Hósmorgunin er ætlanin
at fara við vaktar- og bjarg-
ingarskipinum Tjaldrinum
úr Havnini inn á Toftir, har
PoulNyrup Rasmussen skal
vitja virkið hjá Fiskavirk-
ing, ið arbeiðir saltfisk. Har
fær hann høvi at tosa við
leisðluna og starvsfólkið.
Er veðrið ikki nóg gott til at
fara sjóvegis, verður koyrt í
bili inn í Eysturoynna.
Aftaná verður so farið
norður árækjuvirkið á Oyri,
har forsætisráðharrin eisini
fer at hitta leiðsluna og tey,
ið starvast á virkinum.
Fleiri fundir
verða hósdagin
Fyri miðdag verður farið
aftur til Havnar, har borð-
reitt verður hjá ríkisum-
boðsmanninum, áðrenn ein
fundur verður seinnapartin
við umboð fyri kommunu-
felagið og kommunurnar í
Tórshavn, Klaksvík og á
Tveroyri.
Aftaná hevur forsætis-
ráðharrin fund við umboð
fyri Føroya Arbeiðarafelag,
Føroya Fiskimannafelag og
Starvsmannafelagið.
Fundarvirksemið endar
hósdagin við einum fundi
við Javnaðarflokkin.
Hóskveldið er Poul Ny-
rup Rasmussen vertur fyri
einum døgurda, ið verður á
Hotel Hafnia.
Síðsti dagurin á vitjanini
hjá danska forsætisráðharr-
anum í Føroyum á hesum
sinni byrjar fríggjamorgun-
in við móttøku í løgtingin-
um.
Haðani verður farið á
fund við umboð fyri vinnu-
lívið — Føroya Reidarafelag,
Føroya Fiskavirking, Faroe
Mynd: Kåri Mikkelsen
Seafood, Føroya Havbún-
aðarfelag og Føroya Arb-
eiðsgevarafelag.
Avstað seinnapartin
fríggjadagin
Aftaná verður fundast í
trý korter við landsstýrið, og
endar hesin fundur við
tíðindafundi í Tinganesi á
miðdegi. Tá tíðindafundur-
in er av, verður landsstýrið
vertur fyri einum betri bita í
Nólsoyarstovu, áðrenn for-
sætisráðharrin við tyrlu fer
vestur í Vágar.
Viðrar ikki at fara avstað
við tyrluni, verður í staðin
farið við bili til Gomlurætt,
haðani vaktar- og bjarging-
arskipið Tjaldrið skal flyta
forsætisráðharran vestur til
Miðvágs.
Seinnapartin fríggjadagin
fer Poul Nyrup Rasmussen
so aftur til Danmarkar við
Gulfstream flogfari hjá
danska flogvápninum.
hj.
Innan fyri komandi mán-
aðin roknar ráðgevandi
nevndin viðvíkjandi Før-
oyum, at landsstýrið fer í
løgtingid við einum upp-
skoti ul nýggja løgtings-
fíggjarlóg, ið betur er í
samsvari við tann kort-
lagda politikkin, ið hev-
ur sum aðalmál at fáa
uttanlandsskuldina nið-
ur.
Í nýggju frágreiðing-
ini, ið fyrrapartin hås-
dagin varð løgd á borðið
hjá Poul Nyrup Rasmus-
sen, forsætisráðharra, er
einki at fara skeivur av,
at ráðgevandi nevndin í
hvussu er íkki heldur, at
undirskotið á verandi
fíggjarlógaruppskoti, ið
er upp á 308 mió. kr., er í
samsvar við tann ætlaða
politikkin.
Víst verður á, at lands-
stýrið í avtalunum við
donsku stjórnina hevur
givið til kennar, at ætlan-
in er at fáa gjøgnumført
nakrar fastar árligar
sparingar innan ávísar
karmar, ið eitt nú fara at
verða settar saman av
betringum á fleiri høv-
udsøkjum.
Eisini verður víst á, at í
avtaluni frá 28. mai 1993
verður sagt, at danska
stjórnin og landsstýrið
skulu = samráðast um
karmarnar fyri løgtings-
fíggjarlógina.
Neyðugt við langt-
røkkandi politikki
Hesum roknar ráðgev-
andi nevndin við, at før-
oysku politikararnir fara
at rætta seg eftir, tá teir í
innan fyri komandi mán-
aðin fara at koma við ti
nýggja fíggjarlógarupp-
skotinum í tingi.
Fyri at sleppa av við ta
stóru uttanlandsskuldina
sum skjótast og á besta
hátt, heldur ráðgevandi
nevndin, at neyðugt er
við einum lagtrøkkandi
politikki. Í frágreiðing-
ini verður dentur enntá
lagdur á, at hetta er sera
stórum týdningi.
»Balanceakt«
Askodanin hjå nevnd-
ini vidvikjandi komandi
figgjarpolitikkinum hjá
landsstyrinum tekur bædi
hædd fyri, at langtrøkk-
andi politikkur verdur
lagdur, men at verandi
stødan i Føroyum kortini
ikki verður yvirsæð:
>Kravene til den øko-
nomiske politik inde-
bærer derfor en ba-
lanceakt mellem et
kortsigtet hensyn til
den nuværende, van-
skelige økonomiske si-
luation og en varela-
gelse af det langsigte-
de hensyn til produk-
tionog beskæftigelse.«
Rådgevandi nevndin vis-
ir í frágreiðing síni á, at
um endurfíggingin av
føroysku skuldini heldur
fram sum higartil, sam-
stundis sum Landsbank-
in fær ætlaða lánsbræva-
lánið heim, skuldi eingin
vandi verið fyri, at lands-
kassin fekk gjaldføris-
trupulleikar í ár.
Hinvegin vísir nevnd-
in eisini á, at skal eydnast
at fáa vent búskaparligu
gongdini í Føroyum sum
skjótast, er neyðugt før-
oyski figgjarpolitikkurin
verdur grundadur å »et
realistisk grundlag«.
Og Icelandair meinar tað i álvara:
100 ár gomul
ferðast ókeypis
Nú er íslendska flogfelagið
Icelandair komið á markn-
aðin við einum ótrúligum
tilboði: Fólk, ið eru eldri
enn 67 ár, fáa eins nógv pro-
sent í avsláttri, og tey eru
gomul. Eitt nú fær ein 78 ára
gamal føroyingur 78% í av
sláttri á ferð ul Reykjavíkar
og aftur ul Føroya í tíðar-
skeiðinum 1. november til
31. mai komandi år.
Vid ødrum ordum ferdast
ein 100 åra gamal føroying-
ur ókeypis vid Icelandair.
Fullur ferdasedlaprisur å
ferðaseðli til Íslands kostar
5.230 krónur, so ferðaseðil
in hjáeinum 67 ára gomlum
føroyingi kostar bert 1.730
krónur báðar vegir.
Icelandair sigur í tíðinda-
skrivi, at maki, ið er fyltur
65 ár, fær sama avslåttur
sum eldri makin, men skulu
tey tá ferðast saman.
hj.
Icelandair er nú komið við einum heilt ótrúligum tilboðið til fólk, id eru 67 ár ellaeldri: Tey
fáa eins nógv prosent í avsláttri, og tey er gomul. Tilboðið er galdandi frá 1. november til
31. mai komandi ár. Føroysk og íslendsk ferdaavgjøld eru tó ikki iroknad avslátturin