Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Skal ikki í fongsul Nr. 207 — 29. OKTOBER 1994 Landsrætturin hevur staðfest, at Eirikur Olsen bar seg ólógliga at móti tollararunum, men orsakað av serligu umstóðum varð dómurin í Fóroya Rætti gjørdur linart Tað loysti seg hjá Eiriki Olsen, skipara å Grana, at skjóta dómin, hann fekk i summar í Føroya Rætti, inn fyri landsrættin. Í juni mánaði í ár dómdi Føroya Rættur Eirik 30 dag- ar i fongsul fyri eina hend- ing við bryggjuna á Tvør- oyri fyri skjótt trimum ár- um. Teirvóru komnir heim við Grana úr Skotlandi. Toll- ararnir stóðu fyri teimum, men skiparin noktaði toll- ararunum úr Havn at koma umborð. Hann rópu ókvæmisorð eftir teimum, og sambært tollarunum úr Havn hótti hann teir eisini. Og fyri hetta dømdi Føroya rættur hann 30 dagar inn at sita, treytaleyst. Men Eiríkur helt kki dómin vera rímiligan og skjeyt hann inn fyri Eystara landsrætt, sum vidgjørdi málið mánadagin. Í gjár feldi landsrætturin sín dóm. Eystari Landsrættur fann Eirik Olsen sekan í at hava hótt tollararnar og forðað teimum í at gera teirra lóg- liga arbeiði. Tollararnir høvdu sín fulla rætt til at fara umborð at kanna skip- ið, sigur landsrætturin. Men sjálvt um skiparin varð funnin sekur, helt landsrætturin serligar um- stødur vera, sum taldu fyri at gera dómin linari. Teir høvdu verið í havsneyð og í lívsvanda, og tí vóru teir skakaðir, bæði skipari og manning. Hóttarnir vóru álvarsligar, men tå umstød- urnar vóru soleiðis, avgjørdi landsrætturin at gera dómin til treytaðan. Eiríkur Olsen skal sostatt ikki inn at sita, um hann ikki ger okkurt annað revsivert í tvey ár. Sakarmálsútreiðslurnar skal ríkiskassin rinda. randi Magnus Petersen, advokatur: Landsstýrið visti væl Advokaturin viðgongur, at eginpeningurin ikki allur var í Skálafjalli, men hann sigur, at byggikostnaðurin ikki var so nógv uppskrúvaður, sum ákærin vil vera við Fyrrapartin í gjár helt avhoyringin av Magnusi Petersen, advokati hjá Skálafjalli, fram á triðja degi. Ákærin legði fyri við at Spyrja um tey stuttfreistaðu lánini og flytingarnar aftur og fram millum kontoir hjá reiðarínum skipasmiðjuni og teimum, sum skuldu veita provisiónir og seta pening í skipið. Magnus Petersen segði tað vera Ósatt, sum Óli Zacariassen hevur greitt frá, at hann sum advokatur bað skipasmiðjuna koma uppí Helst nógv vitni Ákærin í Skálafjalsmálinum væntar at skula avhoyra heilt nógv vitni Á middegi í gjár var ákærin komin so langt í avhoyring síni av advokatinum Magn- usi Petersen, at hann vænt- aði at verða liðugur við ta avhoyringina í gjár. Nú er so bara Eyðun Hammer, fyrrverandi deildarleiðari i Føroya Banka, eftir at avhoyra av teimum åkærdu. Longu týsdagin er ætlanin at byrja við at avhoyra vitni, og hildið verður fram við at avhoyra vitni mikudagin. Akærin hevði væntað at klára seg við ngkrum fáum vitnum, men hann heldur seg ikki, at teir ákærdu hava lýst viðurskiftini nóg gjølla, og tí verða fleiri vitni boð- send. Upprunaliga vóru 65 fólk á vitnislistanum. randi Advokaturin Magnus Petersen hevur nú í tríggjar dagar verið avhoyrdur. Verjarnir Thomas Rørdam og Mannfred Petersen hava higartil iítið sagt, ti ákærin hevur havt orðið og sett teimum ákærdu spurningar Á GILJANESI SKOV, S Z TAXA % FERDAMANNAHEIM Tlf. 32900/TIf. 87199 Tidindabladid [ sostafurin } A EN 1 Á 4 SKÁLA- 1 i á FJALS- kg MÅLID hetta vid flytingunum, og hann kendi heinki til, at Vón hevði kravd trygd fyri sínum gjaldi. - So mugu vit heldur kalla Olaf Olsen inn sum vitni, helt dómarin. Magnus Petersen segði tað vera eitt mistak, at pro- visiénimar allar ikki eru bókaðar sum inntøka. Ákærin hevur fleiri ferðir roynt at fáa fram, at reið- aríið longu tidliga innbygdi eginpening, men Magnus Petersen heldur fast við, at teir heilt fram til oktober 1987 veruliga arbeiddu við at fáa nóg mikið av egin- peningi. - Hvussu ofta tú enn spyr, fær tú ikki annað svar, hev- ur Magnus Petesen fleiri ferðir sagt við ákæran. Magnus Petersen við- gongur, at eginpeningur var innroknaður í byggikostn- aðin, men ikki so nógv sum ákærin vil vera við. Og fyri tað um 4-5 mió krónur vantaðu i, er ikki sagt, at so nógv varð skipið, yvirfíggjað. Magnus Peter sen segði í gjár, at eftir hansara fatan stóð reiðaríið framvegis í stórari skuld til skipasmiðjuna, men tað hevur nú einki at siga, tá báðir partar eru farnir undir hamran. Magnus Petersen greiddi hósdagin frá, at váttanir, sum landsstýrið fekk um eginpening, bara vóru "skinnváttanir". = Okkurt skuldi landsstýrið hava at leggja í málið. Og lands- stýrið visti væl, at so var, segði Magnus Petersen. Spælireglurnar broyttust tó, tá nýggjur advokatur kom í landsstýri at taka sær av slíkum málum í staðin fyri Kristoffer Thomassen, tí hesin nýggi, Alfred Peter- sen, var ikki so lagaligur. randi Dekk- og lyktakanning Seinastu árini hevur ver- ið skipað fyri lyktakann- ing fyri at geva fólki høvi at kanna, um ljósini á bili teirra eru í lagi. Sum nakað nýtt verða dekkini eisini kannað í ár. Tað, at miðalaldurin á bilunum er hækkaður seinastu árini og at fólk hava minni pening at nýta til viðlíkahald ger, at tað er enn og størri tørvur á hesum tiltakin- um enn fyrr. Ferðslutrygd og bil- verkstød kring alt landið eru saman um kanning- ina, sum verður gjørd 6- keypis. Men, tað er bert sjálv kanningin, sum er ókeypis — skal nakað stillast ella umvælast, ja, so kostar. Dekk- og Lyktakann- ingin í ár verður gjørd í neyvum samstarvi mill- um Ferðslutrygd og løg- verjuna. Tí, aftan á kann- ingina fer løgreglan at gera serligt burtur úr at steðga bilum og hyggja serliga væl at teimum, sum ikki hava >lykta- og dekk kanningarmerki< í rútinum, sigur Ferðslu- trygd í skrivi. = vr Ofre GS le reven