leygardagur 29. oktober 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CS.
Nr. 207 — 29. OKTOBER 1994 Síða 21
Annan og tjúgunda sunnudag
eftir trinitatis
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Alvaldandi, ævigi Guð! Vær ásannum fyri tær,
at vit eru neyðar syndarar og standa skrivaðir fyri
nógv í skuldabók tíni; men vær tøkkum tær av øll-
um hjarta várum fyri, at tú hevur miskunnað okk-
um við harra várum, Jesusi Kristi, sum tú kvittaði
okkum av við alla skuld okkara í. Vær biðjum teg,
at tú náðiliga vilt halda okkum uppi í hesi uúgv
og leiða okkum við heilaga anda tínum her á fold,
so at vit mega liva eftir vilja tínum, fegin veita
næsta okkara allan kærleika, beina og hjálp og
leggja av alla vreiði, illføri og hevndarhuga, til
tess at vit ikki skulu elva vreiði tína móti okkum,
men altíð mega hava ein miskunnsaman faðir í
tær við Jesusi Kristi, harra várum, sum við tær
livir og ræður í einleika heilaga andans, ein
sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul til Efesusmanna,
4. kap. 30. v. og út.
Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg, sum tit
eru innsiglaðir við til endurloysingardagin! Allur
beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spott-
an veri langt burtur frá tykkum tillika við øllum
óndskapi! Men verið góðir hvør við annan, mis-
kunnsamir, so at tit fyrigeva hver øðrum, eins og
Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus
evangelistur, 18. kap. 1 --14.v
Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og
søgdu: »Hvør er tå størstur í himmiriki?« Og hann
kallaði eitt lítið barn til sin og setti tað mitt inn í-
millum teirra og segði: >Sanniliga sigi eg tykkum:
Um tit ikki venda um og verða eins og børnini,
koma tit als ikki inn í himmiríki. Hver tann, sum
tí setur seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann
er størstur í himmiriki. Og tann, ið tekur ímóti
einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur
ímóti mær. Men tann, ið er ein meinbogi fyri ein-
um av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var
tað betri, at ein mylnusteinur var hongdur um
hálsin á honum, og hann var søktur niður í djúpa
havið. Vei heiminum fyri meinbogarnar! Tí at
neyðugt er tað, at meinbogar koma, men kortini,
vei tí manni, sum meinbogin kemur frá! Men um
hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av
og kasta hann trå tær, ti at betri er tær at ganga
laman ella krypil inn til lívið enn at hava báðar
hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin
æviga eldin. Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað
út og kasta tað frá tær; tí at betri er tær at ganga
einoygdur inn til lívið enn at hava bæði eygu og
verða kastaður í helvitis eldin. Síggið til, at tit íkki
vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi
tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða
ásjón faðirs míns, sum er í himlunum. Tí at menn-
iskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur
farið. Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundr-
að seyðir, og ein av teimum er vilstur burtur, man
hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara
úl fjals at leita eftir hinum burturvilsta? Og
gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga
sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir
honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum
ikki viltust burtur. Soleiðis hevur himmalski faðir
tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum
smáu skal farast.
Gudstænastur 22. s.e. trinitatis
Havnar kirkja: S. Klein, altargongd
Vesturkirkjan: K. Mørkøre, altargongd
Norðradalur: H. Poulsen kl. 12.00
Kirkjubøur: I. P. Dam
Saksun: M. Bæk kl. 11.00, altargongd
Kvívík: M. Bæk kl. 15.00, barnagudstænasta
Vestmanna: M. R. Jacobsen kl. 12.00
Bøur: D. Johannesen kl. 12.00
Sandavågur: U. Næs kl. 12.00, altargongd
Miðvágur: talvan gongur fyri sunnudagsbladid
Klaksvík: Børre Knudsen kl. 11.00 (Pro Vita) og N. P.
Danielsen
Svinoy: E. Beder kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: B. Bæk innsetir Hartvig Poulsen sum sóknar-
prest i Suduroyar nordara prestagjaldi
Skålavik: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Vågur: H. Jensen kl. 11.00 (Konf. heyst 1954 møtast),
Ljómur syngur
Søldarfjørdur: J. Kass kl. 11.00, altargongd
Frå komandi sunnudegi verdur farid i kirkju kl.
12.00 i Sandavági, Miðvági, Sørvågi og í Bø
Meinigheitshúsið, Tórshavn
Sunnudagsskúli kl. 14.00.
Møti sunnukvøldid kl. 18.00 við teimum ungu.
KFUK, Torshavn
Eldrasamkoman v/ K. Mørkøre, sóknarpresti, verður
månadagin kl. 15.00.
Samkoman Sion, vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøt.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00-22.00.
Eliaskirkjan
Vesterbrogade 49, København. Kristiligur fundur verdur
leygardagin kl. 19. Bussarnir 1,6, 16, 28 og 41 steðga nær-
hendis. Sunnudagsskúlin á Oyrasundskollegiinum verður
sunnudagin kl. 14.
Tlf. 32 88 67 27.
Vitin, Árhus
Oktoberfundur við stórari luttóku úr Esbjerg verður
leygardagin 29. oktober í felagshúsinum >Stenhytten<,
Stenaldervej 77, Brabrand Nord.
Okkurt verður til matna áðrenn og aftaná.
Vitin, tlf. 086 24 77 73.
22. oktober
Josefina Strem Nielsen, Sandavági, 93 ára gomul.
Elsba Garðshorn, Elduvík, 81 ára gomul.
23. oktober
Rigmor Clementsen, Leirvík, búsitandi í Skopun, 83
ára gomul.
Napoleon Smith, Tórshavn, 79 ára gamal.
25. oktober
Jacobina Sørensen, Trongisvågi, 67 ára gomul.
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin tysdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf. 15816.
innar
Faðinga!
Olsen og Torbjørn Joensen,
Vági, eima dóttur. Hon var
53 cm long og vigaði 3970
gr
20. oktober fingu Joanita og
Jan Jacobsen, Strondum,
eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3200 gr.
21. oktober fingu Gudrun
N. og Eyðun-Berth Jacob-
sen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 51 cm long og vig-
aði 3175 gr.
24. oktober fingu Jenny og
Eyðun Joensen, Tórshavn,
ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 4250 gr.
24. oktober fingu Annika
Mikkelsen og Sæbjørn B.
Nielsen, Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm langur og
vigaði 4100 gr.
25. oktober fingu Mette og
Kenneth Nygaard, Saltang-
ará, eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3700 gr.
Vælkomið
lítla barn
26. oktober fingu Poula
Holm og René Hansen,
Nólsoy, ein son. Hann var
54 cm langur og vigadi
3800 gr.
27. oktober fingu Beinta D.
Mohr og Eyðfinnur Finns-
son, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 51 cm long og vig-
aði 3700 gr.
Konsert í Runa-
víkar skúla
Eystankórið við Simuni
Nónklett sum leiðara hevur
konsert í Runavíkar skúla
sunnudagin 30. okt. kl. 17.
Á skránni verða føroyskir,
danskir og enskir sangir.
Millum tað enska verður
minioperan The Stone Wall
at hoyra og kendir sangir
sum t.d. What a Wonderful
Worldog Anthem úr Chess.
Klaverspælari verður
Stamen Stantchev.
AA fundir,
Leygardagin kl. 17.00 og
kl. 22.30 í Uppistovu, C.
Pløyensgøtu 17.
Sunnudagin kl. 11.00 í
Uppistovu. Kl. 17.00 opin
fundur í Uppistovu. Av-
varðandi og onnur áhugað
eru væl komin.
Mánadagin kl. 20.00 í
Uppistovu.
Týsdagin kl. 20.00 á Há-
skúlanum.
Barna- og ung-
dómstelefonin
hjá Barnabata/Reyða
Krossi, svarar mánadag frá
kl. 16-18. Tlf. 10645.
Læknavaktir
Tórshavn: Álvur av
Kák, tlf. 12557, leyg-
ardagin. Petur Hgj-
gaard, Uf. 10110,
sunnudagin.
Eysturoy: Sigvald
Kristiansen, uf.
41517, leygardagin
Sverri Lamhauge, tlf.
48016, sunnudagin.
Norduroyggjar:
Olavur Gaard,
tlf. 56900.
Vågar: Tlf. 32413.
Suðuroy (norður):
TIf. 71560.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl.
13—14. Tlf. 14544
Hjarnar í Gunda-
dalshøllini
Hjarnar spæla til
friggjakvøldid 4. nov.
Føroyskt Íslandsrossa-
felag
dans
Argja Dartfelag
venur hvønn månadag og
mikudag í Neystinum hjá
Argja Róðrarfelag. Øll eru
vælkomin.
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdøgrid á tlf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00—21.00 fæst persénlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.