Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í morgin kemur danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen á vitjan í Føroyum - fyri fyrstu ferð. Hann er boðin henda vegin av landsstýrinum. Undanfarni løgmadur beyd eisini Nyrup til Føroya, men tá hevði hann ikki stundir til tess. Nú kemur hann so. HÓAST vitjanin verður stutt og tað longu er greitt, at tann veruliga vitjanin ikki verður fyrr enn í summar, so rokna nógvir føroyingar við, at henda vitjanin kann fáa stóran týdning fyri bæði vidurskiftini í Føroyum og eisini viður- skiftini millum Føroyar og Danmark. Vitjanin kemur i lag bert fåar dagar, ådrenn landsstyrid skal til Danmarkar at samrådast vid donsku stjórnina. TAÐ er einki at dylja yvir, at hóast føroyingar altið hava borið orð fyri at vera gestablíðir, so munnu mangir føroyingar í dag eygleiða hesa donsku vitjan við sera ivasomum eygum. Tað er sum um at tær avtalurnar, sum hava verið gjørdar millum hesar báðar partarnar av rík- inum hesi seinastu árini, eru ikki bert upp- fataðar sum nakað gott fyri Føroyar, hvat meiningin annars nettup skuldi vera. Mangir føroyingar - hóast teir eisini eru takksami mótvegis dønum eitt nú í sambandi við end- urfíggng av okkara uttanlandaskuld - halda ikki, at sokallaðu kreppuloysnirnar hava givið tað úrslit, sum tær annars áttu fyri Føroyar og fólkið her býr. Tey eru mong, sum í størri og stórri mun seta spurningin: um ikki hesar loysnir í ávísan mun ella stóran mun vórðu gjørdar fyri at bjarga donskum kreditorum, tvs. bankum, kreditfeløgum o.g. sum annars høvdu vágað sín pening í Føroyum, men av tí at her vóru so nógvir pengar upp á spæl, at okkurt mátti gerast fyri at bjarga, í hvussu so er einum stórum parti av teimum. VIT síggja í dag, hvussu ilt donsku kreditfel- øgini hava við at gera nakra sum helst avtalu vid føroysku kommunurnar, sum als ikki klára at rinda síni lán aftur. Hesi kredifeløg bera seg so láturliga at, at tey hava hótt við at taka gras- líkini av okkara fótbóltsvgllum. Skulu hesi kreditfeløg, sum sjålvi hava risikerað pening, sleppa heilt snikkaleys undan sinum "iløgu- ævintýrum“ bara ti at tað er staðfest, at ein kommuna kann ikki fara á heysin! Skulu nú komandi ættarlið, sum tó tykjast flýggja av landinum, hefta fyri, hvat umrøddu kreditfeløg saman við lokalpolitkkarum og føroyskum peningastonvum hildu vera skilagóðar iløgur! Í blaðnum í dag prenta vit bræv frá føroyskum samfelagsfrødingi til danska forsætisráðharr- an. Tað er hart og kontant Helst verður tað við til at loysa upp fyri nøkrum av ti, sum í dag bylgist innan í mongum føroyingi. Hvat sigur Nyrup til tað? Tað lysti okkum at frætt. Annars hjartaliga vælkomin Nyrup. Livst so spyrst. Sasíalunin FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Blaðfóls. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tårfinn Smith - hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Åbyrgdarbiadstjåri: Jan Múller Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Útgevari- PA Soslalurin Uppseting: PÅ Sasíalurin Prent: P/T Pressan 1981 Argjum Telefon; 11820 Á heysti 1936 stóð ein tekning av Stauning í danska keipublaðnum Blæksprutten, har hann er teknaður sum ein grinda- Bústaður. Argjavegi 26 67. ÁRGANGUR Postadr.. Postsmoga 76 110 Tórshavn Taletax: 14720 hvalur. Hann ger landgongd, meðan føroyingar veittra við donskum fløggum, eru í reydari húgvu og rópa hurrá í fjøruni og umborð á bátum, sum hava rikið hvalin á land Flestu forsætisráð- harrar hava vitjað her á klettunum Í leygardagsblaðnum sógdu vit frå forsætismálaráðnum, sum hevur Føroyar og viðurskifti viðvíkjandi Føroyum undir sær. Poul Nyrup Rasmussen kemur higar í morgin, og í tí samband- inum líta vit aftur um bak og hyggja at onkrum forsæti smálaráð- harravitjanum, sum hava verið áður Flestu forsætismálaráð- harrarnir hava verið skjótir at vitja í Føroyum, eftir at teir hava tikið við starv- inum. Vit hoyrdu sunnu- dagin í útvarpinum,atJógv- an Arge greiddi frå, tå danski uttanríkismálaráð- harrin, C. Moltke greivi, var í Føroyum og vitjaði um ólavsgkumundið í 1924. Hann var radikalur uttanrík- isráðharri í samgongu- stjórnini, sum Stauning hevði skipað í apríl sama árið millum javnaðarmenn- inar og teir radikalu. Moltke var fyrsti uttanríkismála- ráðharrin, sum vitjaði í Før- oyum. And eftir kom Stauning til Føroyar at vitja. Remb- ingarnar vóru stórar í Før- oyum um hetta mundið, men tað vóru ikki bara somu spurningar, sum tá vóru á lofti, um vit sammeta vit tað, sum hoyrist undan vitjanini hjá forsætismála- ráðharranum í morgin. Nina Bang, ið var kenslu- málaráðharri í stjórnini hjá Stauning og sum annars var fyrsti kvinnuligi ráðharri í øllum heiminum, hevði spurt seg fyri í løgtinginum, hvat føroyskir politikkarar hildu skuldi vera skúlamál. Løgtingsval hevði verið 22. januar 1924. Amtmað- urin og prósturin høvdu havt atkvødurætt fram til tað valið, men nú fyrispurn- ingurin kom frá donsku stjórnini var prósturin farin úr tinginum. Amtmaðurin var framvegis í tinginum, men hann hevði ikki at- kvødurætt. Tingið var mannað við 10 sjálvstýris- monnum og 13 sambands- monnum, og tí var kanska ikki so undarligt, at ein meiriluti atkvøddi ímóti føroyskum skúlamáli. A fundi í arbeiðs- mannafelagnum Tá Stauning kom til Før- oya um mánaðarskifti aug- ust september helt hann rødu i løgtinginum, og tað dåmdi Jóannes bónda lítið. Hann helt tað vera ófólka- ligt, at ein danskur ráðharri talaði í løgtinginum, uttan attingið hevði játtað honum serligt loyvi at gera tað. Stauning ferðaðist kring oyggjarnar, og millum ann- að var hann til havnavígslu suðuri í Vági 2. september. Stauning helt til hjá amt- manninum, og eftir áheitan frá nevndini í Havnar Arb- eidsmannafelag var hann å fundi saman vid nevndini og kvøldid eftir å limafundi i felagnum. Tå var føroyski javnadarflokkurin ikki stovnadur. Stauning rósti arbeiðsmonnunum fyri, at teir nøkur ár framman und- an vóru gingnir saman í fel- ag, men hann metti hetta ikki at vera nóg mikið og heitti á teir um eisini at roynaat vinna sær umboðan í kommunustýrum og í ting- inum. Í tí sambandinum vísti hann á, hvussu menn- ingin hevði verið í Norður- londum og í Týskalandi. Kom í Blæksprutten Stauning vitjaði aftur í Føroyum 7. juli í 1936. Á tí ferðini vitjaði hann eisini í Íslandi. Stødan í Føroyum var, sum hon hevur verið hesi seinastu árini. Borgara- kríggið í Spania bar við sær, at fiskaprísirnir vóru í botni, og fiskivinnan lå av teirri grund í andaleypi. Arbeiðsmenninir í Havn- ini gjørdu av at geva Stau- ning eina tignarliga mót- tóku. Teir syrgdu fyri, at fløgg og flaggstengur á neystunum vóru í hampu- liga góðum standi, og teir gingu við hornorkestri, fel- agsmerki og tveimum donskum fløggum á odda í felag úr kommunuskúla- garðinum og út á bryggj- una. Rómin man ivaleyst hava verið stórur, tí í kenda danska keipublaðnum, Blæksprutten, er seinni um heystið ein tekning av for- sætismálaráðharranum, ið er teknaður sum ein grinua- hvalur. Hann ger land- Framhald á síðu 11