Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 208 — 1. NOVEMBER 1994 Sida 3 Hvilvtenni er å Skeivabanka Um tiggjutidina i gjåra- morgunin fór Hvilvtenni av Havnini. Hann setti kós oman gjøgnum fjørdin. Vit høvdu skiparan Odd- vald Juul i telefonini, tå teir høvdu Glyvursnes um tvøran. ; — Vit fara út Á Skeiva Banka at royna nýggju út- gerðina. Vit skuldu fara leygardagin, men tá vóru vit ikki klárir, heldur íkki sunnudagin. Tað eru ikki bestu líkindir í dag at fara, men vit royna kortini, sigur Oddvald Juul. — Vit skulu royna trolini og nýggju spælskipanina. Vit skulu royna fyrst við einum troli undir, síðan við tveimum og vit skulu vita um vit fáa tvítrolið at ganga, sigur hann. Hvilvtenni hevur seinasta árið roynt á Flemmish Cap saman við einum ís- lendskum trolara, sum hev- ur nýtt tvítrol. Hann hevur fingið munandi meira av rækjum enn bátarnir, sum bert hava eitt trol undir. Høgifossur hevur eisini roynt við tvítroli. Tvítrol kann bert nýtast í hampu- liga góðum líkindum. — Øll manningin er ikki við út á Skeivabanka. Her eru teir fýra í maskinuni og nakrir fáir aðrir. Eisini er fólk frá Skipasmiðjuni og umboð fyri spælverk- smiðjuna í Brattvág, sigur Oddvald Juul, skipari. Hann skiftist við Kjartan Joensen úr Leirvík at vera skipari á Hvilvtenni. Oddvald hevur verið rækjumaður síðan rækjuvinnan tók seg upp í sjeytiárunum. Tá royndirnar eru av fer Roynir tvitrolid eg] =. Hvilvtenni til Svalbard at royna. Eitt tvítrol merkir stutt sagt, at trolarin hevur tvey trol undir. Hetta merkir eisini at neypugt er við trimum veirum, heldur enn … tveimum tí hevur Hvilvtenni fingið eitt eykaspæl sett í, meðan hann hevur staðið á sleipistød í Havn. jústinus Vildi heilt illa til fríggja- dagin, so kundi Skopun- nar bygd verið skakað av einum ordans bresti. Eldur kom í eitt rúm í kjallaranum á einum set- húsum. Konan í húsin- um stákaðist uppi á og hon kendi royk, sam- stundis sum hon hoyrdi brandalarmin í húsunum fara at ýla. Kvinnan hevði eina grýtu standandi úti á í kjallaranum. = Hendan stóð á einum gasseld- staði. Hon hugsaði so klárt í øllum roykinum, at hon skrúvaði fyri gassfløskuni, fekk slanguna av og bar sidan fløskuna út í tún. Tveitti hana burtur frá húsun- um, fór síðan innaftur og boðaði = slekkiliðnum frá. — Eg dugi næstan ikki at hugsa mær, hvat hevdi hent, hevdi eldurin veru- liga fingid tak f og gass- fløskan framvegis var í kjallaranum. Húsini høvdu ivaleyst verið lyft Gassfløska i brennandi kjallara Kvinnan i húsinum fekk tveitt gass- fløskuna út í tún, tå hon legði merki til, at eldur var í kjallaranum uppfrá. Spreingingar av slíkum fløskum er ógvu- liga sterkar, serliga tá tær ikki eru fullar av gassi, sigur vakthavandi á sýsluskrivstovuni á Sandi. Slekkiliðið kom á staðið og sløkti eldin í kjallararúminum. Nakað av skaða er stóðst av eldinum, millum annað verður neyðugt at skifta el-kaðalar út í kjallara- num. Neyðrakett Annars var dramatikkur í Skopunnarfirði um vikiskiftið. Ein neyðra- kett lýsti yvir fjørðin og beinanvegin fóru bjarg- ingarskipini at at leita. Rakettin var eisini sædd í Vestmanna. Tíbetur hevði ongin neyðstaddur sent rakettina, leiting- arskipini funnu einki og heldur ikki er nakar saknaður. Rakettin er helst send í grovum spølni. jústinus Rætting: Skuldi skifta mjødn, fekk heilaskaða Narkosudeildin á landsjúkrahusinum hevði ikki feilin Men ein yvirlækni á landsjúkra/úsinum fekk eina nøs, ella ábreiðslu, fyri óhepnu umstóðunum, tá ein 54 ára gamal suðuroyingur gjórdist avlamin fyri sjey árum síðan Vit komu tíverri at gera læknum og sjúkrasyst- rum á narkosudeildini á landsjúkrahúsinum svíð- andi órætt, tá vit eina løtu í rættinum seinasta fríggjamorgun prógvaðu »ikke nødvendigvis at op- fatte alle en retsags en- keltheder korrekt.«, sum tikið var til í einum kend- um dómi herfyri. Hetta verður tikið til eftirtektar og tí hesi orð: Vit skrivaðu um ein 54 ára gamlan suðuroying, sum fyri sjey árum síðan fekk skaða í heilan á landsjúkrahúsinum. Vit skrivaðu: >Meðan maðurin liggur undir skurði hendir eitt óhapp, sum narkosu- yvirlæknin hevði ábyrgd- ina av. Eina lítla løtu lam- mast andadråttgøgnini og heilin fær ovliud av súr- evni. Maðurin vaknar aftur og heimurin kring hann er fullkomiliga broyttur...<. „ Hettaerbarapartvíst rætt. Í fyrstu atløgu fær yvir- læknin á narkosudeildini eina nøs fyrióhappið. Málið endan í Rættslæknaráðnum hjá heilsustýrinum, sum fríkennir narkosuyvirlæk- nan, men sum gevur yvir- læknanum á skurðdeildini, sum hevði vakt, tá tann 54 ára gamli varð langur undir skurð, eina nøs. Orsøkin til at maðurin fekk skaða í heilan var ikki narkosan, men helst, at blóðurýsuið eina løtu var so lágtm stutt aftaná skurðvið- gerðina, at heilin fekk ovlítið av ilt og tí tok skaða. Yvirlæknin á narkosu- deildini á landsjúkrahús- inum, Høgni Djurhuus, ringdi å bladstovuna måna- morgunin og gjørdi vart vid okkara mistak. Hann var ikki sjálvur yvirlækni á narkosudeildini fyri sjey árum síðan. Hann sigur, at stendur greinin í Sosial- inum einsamøll, so kunnu fólk ikki longur hava álit á narkosudeildini á Land- sjúkrahúsinum. Hann sendi okkum eina rætting, sum vit seta í blaðið í óbroyttum orðalagi: Rætting > Í samband við grein tykkara í blaðnum leygar- dagin 29.10.1994, blaðsíða 7., fari eg at biðja teg um at seta eina rættleiðing . Rætt er, at maðurin hevur fingið heilaskaða, og at sjúkra- húsið hevur viðgingið sær orsøkina til skaðan, og at hann tí skal hava tað endurgjald hann hevur krav uppå.« > Men alt tað viðvíkjandi grundina ul heilaskaðan er heilt burturvid. Sum sæst, so er sakin 7 ára gomul, hettaer tí at tað hevur verið heldur trupult at seta ábyrgdina. Hendan sakin hevur gingið fyri seg í Rættslæknaráð- num hjá Heilsustýrinum, landslæknin hevur verið millummaður. Urslitið av hesari viðgerð fríkendi narkosudeild, læknar og sjúkrasystrar á narkosu- deildini.< > Eg ynski tí, at blaðið skjótast gjørligt setir eina rættleiðing í blaðið framma- laga, so hon er vís. Vit kunnu ikki liva við tí mis- áliti, sum sjúklingar fáa av hesi grein. jústinus Bert galdandi fyri myndir, ið verða latnar inn til framkallan mikudagin 2. november LANDSINS BESTU MYNDIR KODAK ROYAL PAPPIR Tilboðið er bert galdandi fyri framkalling av sjálvum myndunum SMS FOTO & VIDEO SMS > Tlf. 19820