Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 208 — 1. NOVEMBER 1994 Sida 5 2.000 folk lurtaðu eftir Kjell Samuelson å trimum konsertum Føroyingar eru yvirhøvur sera áhugaður í andaligum tónleiki, og ofta eru tað svi- ar ella norðmenn, ið finna vegin til føroysk hjørtu, tå talan er um lættari andalig- an tónleik — onkur tekur samanum og kallar tað alt samalt fyri gospeltónleik. Eitt av teimum nøvnun- um, ið einamest hevur sett síni spor her á landi, er tann svenski bólkurin Samuel- sons, ið varð settur saman avteimum fýra beiggjunum Rolf, Kjell, Olle og Jard. Teir sungu saman í mong år, og vóru teir eisini í Før- oyum á vitjan, meðan teir vóru í hæddini. Fyrst ferð, teir vitjaðu í Føroyum, var fyri skjótt tjúgu árum síð- ani, so nógv vatn er runnið í ánna síðani tað. Men bólkurin Samuel- sons er ikki til longur. Tann elsti beiggin, Rolf, doyði av krabbameini fyrst í 80-un- um, og síðani hildu Kjell, Olle og Jard á í nøkur ár. Men síðani gjørdist Olle so mikið sjúkur av lidagikt, at hann ikki fekk hildið fram. Hann er síðani fluttur til USA at búgva. Men bæði Kjell og Jard hava sjálvir hildið fram við at syngja hver í sínum lagi. Kjell hevur sín egna bólk, ið kallast >Tro, hopp och kár- lek<, meðan Jard og kona hansara eisini ferðast runt og syngja saman. Meðan Kjell gjarna er til eitt sindur sullari tónleik, hevur Jard meira verið eyðkendur av lættari tónleikastíli, og tað plagdi eisini at vera soleið- is, at teir býttu sangskránna millum sín í tíðini við bólk- inum Samuclsons. Hetta vikuskiftið vitjaði so Kjell Samuelson aftur í Føroyum, og her helt hann triggjar konsertir. Friggjakvøldid var fyrsta konsertin í Royn-høllini í Hvalba, leygarkvøldid var konsert í ltråtarhøllini í Runavík, og ferðin endaði við konsert í Badminton- høllini í Havn sunm kvøld- ið. Tað er heldur einki, ið bendir á, at føroyingar hava gloymt Kjell, ið trúliga hev- ur vitjað í Føroyum — eisini aftan á tíðina við Samuecl- sons — og á teimum trimum konsertunum vóru tilsam- ans ikki færri enn 2.000 áhoyrarar. - Tað er altíð stuttligt at vitja aftur í Føroyum, ti her havi eg fingið so mong góð minni, og eisini havi eg her fingið vinir fyri lívið, for- taldi Kjell á konsertini í Havn, áðrenn hann fór und- ir fyrsta sangin. — Eg veit ikki, hvussu tit hava tað í Føroyum, men jell Samuelson, sum tey flestu kenna hann — spælandi harmoniku, meðan hann syngu ... ………=… 00:00. Fy I hann var i Føroyum fyrstu ferð saman vid beiggjum sínum í bólkinum Samuelsons hjá okkum í Svøriki er ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at trúgv er nakað, ið tú bert fæst við í kirkjuni. Soleiðis er tað bara ikki — trúgvin er neyðug allastaðni og alla tíðina. Ikki minst í dag, nú mong ikki hava tað so lætt, eru arbeiðsleys og kanska kenna seg einki at hava at liva fyri, er neyðugt við trúgv, vón og kærleika. Kjell tosaði millum næst- an allar sangirnar, ið hann og hinir báðir í >Tro, hopp och kárlek< framførdu. Tó gekk tíðin skjótt, og tá kon- sertin var liðug, vóru tveir og gott og væl ein hálvur tími farnir. Onkur nýggjur sangur var at hoyra, men ein stórur partur var sovorðið, ið fólk kennast aftur við, eitt nú »Jag vil tro, jag vill hoppas på kårleken«, ið flestu før- oyingar munnu hava hoyrt í útvarpinum onkuntíð. Aðrenn Kjell og teir fóru á pallin, sungu Mirjam, Ly- dia,Vanja og Laila fýra sangir, ið tær komu stak væl Umframt at syngja frá pallinum, royndi Kjell Samuelson at fáa fólkini at syngja við á kon- sertini í sunnukvøldid, og fór oman millum áhoyrarnar Mynd: Hilmar Jan Hansen frá. Eisini sang Petur Her- mansen við teimum. Her var tónleikur á høgum stødi at hoyra, og ein kundi ynskt sær, at tey høvdu fleiri enn FÅ bert hesar fyra sangirnar å skránni, hóast hetta fyrst og fremst var ein konsert við Kjell Samuelson. Men samanumtikið fingu pe r. Tað eru skjótt 20 ár liðin, síðani - Fl úR Mynd: Hilmar Jan Hansen fólk eitt væleydnað kveld saman við svianum, ið Óiv- að leggur leiðina hendan- vegin onkuntíð aftur. hj. Bólkurin >Tro, hopp och kårlek«. Frå vinstru: David Ástrøm, tangentar, Kjell Samuel- son, sang og harmoniku, og Lars Møllersjø, sang og guitar Mynd: Hilmar Jan Hansen Tilsamans vóru yvir 2.000 fólk og lurtaðu eftir »Tro, hopp och kårlek« á teimum trimum konsertunum, ið vóru í Hvalba, Runavík og Havn Mynd: Hilmar Jan Hansen