Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 208 — 1. NOVEMBER 1994 Sida 7 Kring alt landið savnast fólk í dag vid minnisvarðarnar fyri at minnast teir , ið sjólátnir eru síðani síðsta allahalganna- dag. Hesaferð vóru teir tólv í tali, ið ikki bóru boð í bý (Savnsmynd) Tolv føroyingar fórust á sjónum farna árið Havið hevur kravt nógv mannalív farna árið. Tólv føroyingar — allir mannfólk — eru sjólátnir, síðani alla- halgannadagur varð hildin fyri ári síðani. Allahalgannadagur er í dag, og verður hesin dagur hildin kring alt landið fyri at minnast teir, ið sjålåtnir eru. Summir teirra deyðir um- borð á skipi og aðrir drukn- aðir. Teir sjólátnu eru hesir: t Samson O. Samson, Tórs- havn, 61 ára gamal, deyd- ur umborð á Skålabergi 8. november 1993 * Magnus Ejler Olsen, Ritu- vik, 46 åra gamal, deydur við Polarhav í Hanstholm í Danmark 19. november 1993 t Kjartan Kjærbæk, Sum- ba, 46 åra gamal, deydur umbord å Brimborg 27. november 1993 t Sigurd Búgvason Joen- sen, Tórshavn, 25 ára gamal, druknaður uttan fyri Thurø í Danmark 23. april 1994 t Heini Walther Magnus- sen, Saltangarå, 34 åra gamal, druknadur uttan fyri Fanø i Danmark i april 1994 + Dånjal Pauli Andersen, Saltangará, 33 ára gamal, druknaður í Esbjerg í Danmark 25. apríl 1994 t Jóan Símun Hofgaard, Tórshavn, 30 ára gamal, druknadur í Nólsoyar- firði 19. juni 1994 t Edvin Forná, Tórshavn, 66 ára gamal, deyður um- borð á Vesturvón 16. august 1994 + Marner Poulsen, Strond- um, 33 åra gamal, gingin burtur við Sjóborgini í Thurso í Skotlandi 1. sep- tember 1994 t Peter Højgaard Ander- sen, Tórshavn, 39 ára gamal, gingin burtur við Sjóborgini í Thurso í Skotlandi 1. september 1994 t Jens Nielsen, Tvøroyri, 52 åra gamal, druknadur vid Zenitu 10. september 1994 t Poul Juul Ungagard, Lopra, 32 åra gamal, druknadur i Karlskrona 11. september 1994 Umframt vanliga minn- ingarhaldið á Sjómans- heiminum í Havn í morgun kl. 10, ið endar við at farið verður í Viðarlunduna at leggja krans við minnis- varðan har, verða eisini minningarhald við fleiri av hinum = minnisvardunum kring landið, eins og fleiri gudstænastur verða. Stóra minningargudstæn- astan í Dómkirkjuni í Havn verður í kveld kl. 20, har Henning Bøgesvang præ- dikar. Hendan gudstænasta verður send beinleiðis í út- varpinum. Minningarhald við minn- isvarðar verður á Strondum kl. 14 og kl. 15 í Miðvági, Klaksvík og Hvalba. Somuleiðis verða hesar gudstænastur: Í Eiðis kirkju kl. 14 við Peter O. K. Olofs- son, í Haldórsvíkar kirkju kl. 15 við Martini Restorff Jacobsen, í Gjáar kirkju kl. 16 við Peter O. K. Olofsson og í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 20 við Niels Paula Danielsen. Aftan á gudstænastuna í Haldórsvík kl. 15 verður farið til minn- isvarðan á Øskheyggi, har kransur verður lagdur. hj. Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsfórar fiskimenn: Læt góðar 400.000 kr. í stuðuli í fjør Fyri nøkrum árum síðani varð sidurin at skipa fyri merkjasølu kring landið allahalgannadag lagdur niður, men tó er Hjálpar- grunnurin fyri óarbeiðs- førar fiskimenn framveg- is virkin. Í dag fær hann 1. november á hverjum ári peningagávur frá virkj- um, bankum, privatum og ødrum. Hesar gåvur er grunnur- in sera takksamur fyri, og tryggjar hesin peningur, at grunnurin framvegis fær virka fyri endamåli sinum, id er at veita 6arb- eidsførum fiskimonnum eina peningahjålp til jólar. Grunnurin fekk í fjør umleið 200 umsóknir, og tá læt grunnurin góðar 400.000 krónur í stuðuli. Roknað verður við, at tað verður nakað tað sama í ár. Umsóknir um stuðul fá- ast við at biðja um tær, og er adressan endan: Hjálp- argrunnurin fyri óarbeiðs- førar fiskimenn, Tinga- nes, Postboks 64, FR 100 Tórshavn. Eisini ber til at venda sær til Borgarhjørt Kragesteen, skrivara í grunninum, á tlf. 11080 ella 16089, um okkurt er at spyrja um. Umráðandi er, at hesar umsóknir, ið skulu hava læknaváttan, eru grunn- inum í hendi í so góðari tíð sum gjørligt, so studulin kann verða útgoldin til jól- ar, sum ætlanin eisini er við honum. Óli Jacobsen er formað- ur í nevndini fyri grunnin, ið telur fimm limir. hj. F i Hilmar Jan Hansen, blaðmaður, skrivar: PORNO OG HARÐSKAPUR myndaðu kjakið um TV 3, ið var í farnu viku — ser- liga í Havn, har hendan rás sæst. Væl og virðiliga kom fram, at hildið verður, at ov nógv av harðskapi og sidloysi fyllir sjónvarpsskíggjan, tá TV3 er á skránni. Einki er heldur at ivast í, at dygdin á tí, ið hendan norðurlendska rásin sendir, er versnað munandi seinnu árini. EIN STÓR ORSOK til tað er, at tað er norska útgávan, ið verður send út til oll húsarhald í Havnini, tí tað er heldur einki at liggja omaná, at norðmenn gjøgnumgangandi eru eitt sindur aftan fyri hini norðurlondini, tá talan er um sjónvarp. Hevdi Tórshavnar kommuna heldur valt donsku ella svensku útgáv- una, hevði dygdin óivað verið munandi betri — ikki minst, tá fótbóltur ella annar ítróttur verður sendur, tí tá tosar norð- maðurin alla tíðina um teir norsku spæl- ararnar, ið ikki eru vid í dystinum, ið verður sýndur. TAÐ ERU SUMMI, ið altíð skulu gera sínar viðmerkingar — uttan at tær hin- vegin altíð eru so væl eydnaðar. Frálíkt demi um tað var eitt lesarabræv í einum av blødunum í farnu viku, har ein ella annar »C.J.« gjørdi upp vid sokallaðu A TV2 I hesum lesara- rævi varð greitt so væl frá, hver tann fyritøkan er, ið letur sendingina Playboy gera og hver kjarnin í hesi sending er. Har var einki at fara skeivur av: Við- komandi brævaskrivari hevur start eyg- uni úr sær framman fyri sjónvarpstólin- um. Men sjálvandi, ikki ber til at niður- gera nakað, uttan tú veitst, hvat tað eri Samstundis er tað logið, at tað fyrst og fremst eru bróst og elskandi per, ið eru fyri skotum. Ofatiligt, at fólk fyrr leggja eftir hesum, heldur enn at tala at ollum tí óndskapi og harðskapi, ið sleppur at fylla skíggjan — blóðsprænur og devul- skapur av ødrum slagi kemur ikki inn í myndina fyrr enn í adru rød. Hetta er og verður ongantíð nakað annað enn ein fávitskutur dupultmoralur. Og annars er jú altíð ein møguleiki at sløkkja, um ein ikki vil hyggja ella ikki vil loyva ødrum at hyggja. Tað tykist, sum fólk als ikki vilja trysta á hendan sera snilda knøttin. ØLL ERU YMISK, men altíð eru tó nøk- ur, ið fegin vildu havt øll hini at verið sum tey. So tykist eisini vera, tá tosað verður um at fáa okkurt annað í staðin fyri TV3. Hugburðurin er tann, at tá okk- urt er, ið mær ikki dámar, so skulu hini heldur ikki fáa frið at njóta tað, um teim- um skuldi dámt tað. Hinvegin er rætt at hugsa um bernini — tey hava betur uppi- borið enn blóð, harðskap og morð.