Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 — 1. NOVEMBER 1994 Síða 11 Tíðindablaðið GIS Erik Eriksen var fyrstur ftir kriggið Tríggir forsætismálaráðharrar vitjaðu fyrstu árini eftir krígslok Tá heimsbardagin var lið- ugur, snúði nógv av polit- iska lívinum seg um, hvussu framtíðar viður- skiftini Føroyar og Dan- markar í millum skuldu skipast. Búskaparligi vøksturin hevði verið stórur í Føroyum, nógvur pening- ur var vunnin við sølu av feskum fiski í Onglandi, nógvir heimamenn høvdu verið í arbeiði hjá eingislk- monnunum, og broyting- arnar sum heild vóru so mikið stórar, at ein stórur meiriluti av føroya fólki var ikki sinnaður at fara aftur í amtsstøduna, sum hevði verið galdandi undan krígn- um. Føroyingar vóru í Dan- mark og ungadust, og um heystið í 1946, eftir at fólka- atkvødan hevði verið, kom vinstramaðurin Erik Erik- sen til Føroyar. Hann man vera best kendur sum for- sætismálaráðharri frá 1950 til 1953. Tað var hann, ið sum stjórnarleiðari undir- skrivaði grundlógina eftir at hon varð broytt í 1953. Í 1946 var hann landbún- aðarráðharri í stjórnini hjá vinstramanninum Knud Kristensen. Báðir vóruy teir bóndur, og tað var uppgåv- an hjá Erik Eriksen at sissa føroyingar og at fáa gongd á samráðingar um, hvussu vidurskiftini millum Før- oyar og Danmark skuldu skipast. Samráðingarnar = vóru langar og strangar, og tær endaðu við, at Føroyar frá 1. apríl 1948 gjørdust heima- stýri í danska ríkinum. Tað var javnaðarmaðurin Hans Hedtoft, sum legði uppskotið um heimastýris- skipanina fyri fólkatingið 13. mars 1948. Hedtoft og útbyggingarnar Eftir at viðurskiftini mill- um Danmark og Føroyar vórðu skipaði av nýggjum kom Hedtoft til Føroyar at vitja. Tad var i juli månad, og vid sær í ferdalagnum hevði hann m.a. Vilhelm Buhl. Hesin hevði verið fíggjarmálaráðharri = hjá Stauning, og tók við sum stjórnarleiðari, tá Stuning doyði á vári 1942. Í novem- ber sama árið noyddist hann at leggja frá sær, tí týskar- arnir kravdu tað. Tá týskararnir fóru úr Danmark í mai 1945 gjørd- ist Buhl stjórnarleiðari og sat til í november, tå Knud Kristensen úr vinstra flokk- inum tók við. Buhl var limur í stjórnini hjá Hedtoft fram til 1950, tá Erik Eriksen tók við. Samrødurnar millum Hedtoft, landsstýrið við Andrassi Samuelsen á odda og aðrar føroyskaar politik- arar snúðu seg um, hvussu farast skuldi til verka við at mynda Føroyar sum væl- ferðarsamfelag. Føroysku politikarnir vístu á, at tað var alneyðugt við útbygg- ing á samferðslugkinum — ikki minst vega- og havna- viðurskiftini vóru ógvuliga vánalig. Neyðugt var eisini við út- bygging av vatnorkuni, og føroysku politikarnir duldu Framhald av síðu 2 gongd, meðan føroyingar veittra við donskum fløgg- um, eru í reyðari húgvu og rópa hurrå í fjøruni og um- borð á bátum, sum hava rik- ið hvalin á land. Kríggið kom ímillum Tað tykist sum Stauning hevur fatan av, at stødan í Føroyum er vánalig, ti í donsku bløðunum sæst, tá hann er komin aftur úr Ís- landi, at hann heldur tað vera umráðandi, at fáa gjørt okkurt munagott í Føroyum, so at føroyingar kunnu koma igjøgnum ta herviligu figgjarligu kreppuna, sum reid øllum heiminum sum ein marra. Føroyingar ótolnaðust eftir utspæli frå donsku stjórnini, og tað kom í 1938, tá Stauning setti eina nevnd við tí setningi at kanna fyri- treytimar fyri vinnuútbygg- ing í Føroyum. Nevndin legði álit fram í maí 1939 við stórum ætlanum um endurnýgging og útbygging av fiskivinnuni á sjógvi og landi, samferðsluútbygg- ingum og so víðari. Men sama heystið brast kríggið á, og í apríl árið eftir varð Danmark hersett av týskinum og Føroyar av bretum, og so var einki sam- band fram til 1945. ikki fyri, at tað fór ikki at bera til við hesum útbygg- ingunum, um danir ikki hjálptu til. Tað er ivaleyst torført at visa å, at ein åvis vitjan ella einåvisur fundur hevur ver- ið avgerandi fyri, at farast kundi undir útbyggingar, men undir øllum umstødum fór SEV undir at útbyggja vatnorkuna í Vestmanna. Hon var liðug í 1954. Hans Hedtoft var heitur talsmaður fyri norður- lendskum samstarvi. Hann arbeiddi fyri norðurlendsk- um samstarvi á øllum økj- um. Millum annað ímynd- aði hann sær, at Norðurlønd stóðu saman í verjuspurn- ingum, men tá tað miseydn- aðist mælti hann til, at Dan- mark gjørdist límur i NATO. Hans Hedtoft doyði brád- liga í 1955. Hann var á fundi í norðurlandaráðnum í Stockholm, og teir funnu hann deyðan á gistingarhús- inum. Haldor, H. C. Han- sen og svanin H C. Hansen hevði verið uttanríkisráðharri hjá Hedtoft, og tá hann tók við sum stjórnarleiðari eftir at Hedtoft so brådliga doyði, var hann eisini utt- anríkismálaráðharri. H. C. Hansen kom til Føroya at vitja í august mánaði árið eftir at hann hevði tíkið við sum stjórn- arleiðari, ella eftir at hann hevði verið forsætismála- ráðharri í átta mánar. H. C. Hansen vitjaði kring oyggjarnar. Millum annað var hann í Oynd- arfirði, har borðhald var fyri honum. Fínt skuldi tað vera, og tí høvdu teir heitt á Erik Olsen á hotell- inum í Klaksvík, um at koma norður og varta upp. Erik hevði vinmannin, Haldor Holm við sær. Haldor Holm, sm var bakari í Klaksvík, var dani. Hann var íðin javn- aðarmaður og hevði havt nógv samband við ung- mannafelagið hjá javnað- arflokkinum, DSU, í sin- um ungdómsárum. Hann visti væl, at forsætisráð- harrin umframt Hans Christian eisini hevði Svane sum millumnavn. Tað gjørdi HC Hansen ongantíð nýtslu av, men tá Haldor dekkaði borðið, har forsætisráðharrin skuldi síta, setti hann ein svana í navnið. Forsætismálaráðharrin Tá H. C. Hansen vitjadi í august mánaði 1956: Samferðslan og sjúkra- húsini stóðu á skránni Forsætismálaráðharrin upplýsti, at ískoyti til raksturin av sjúkrahúsnum fór at hækka Ivaleyst er tað soleiðis, at fleiri rokna við, at forsætis- málaráðharrin hevur okkurt í ermini, tá hann kemur til Føroya at vitja. Spenning- urin nå er, hvat Nyrup hevur at byta ut, tå hann vitjar komandi dagarnar! Tå H. C. Hansen vitjadi i august 1956 var ikki endi å teimum målunum, sum før- oysku politkamir ynsktu at tosa vid hann um vid ti endamåli at fåa danir at gjalda sin part av útbygg- ingum. Forsætismálaráðharrin helt, at tað var ikki møgu- leiki fyri at fremja alt í senn. Tað høvdu hvorki donsku ella føroysku myndugleik- arnir fíggjarliga orku til. Hann heitu ti á landsstýrið — Kristian Djurhuus var løg- maður og saman við honum samráddust landsstýris- menninir Hákun Djurhuus og Edvard Mitens við for- sætisráðharran — og løgting- ið um at gera eina langtidar íløguætlan, har raðfestingar vórðu gjørdar. H. C. Hansen upplýsti annars, at at stjórnin hevdi søkt figgjarnevndina um at hækka studulin frå danska statinum til — føroysku sjúkrahúsini, soleiðis at hetta frá 1. apríl 1956 skuldi hækka til 13 krónur fyri hvønn sjúkradag, sum svar- ar til umleði helmingin av samlaðu rakstrarútreiðsl- unum. Politisku spurningarnir, sum st6du frammarlaga hjå landsstyrinum at fåa danir at taka lut í at útbyggja tá, vóru millum aðrar eter. vegurin, vegurin millum Hov og Øravik og at fáa í lag flogsamband millum Før- oyar og Danmark. Teir tosaðu eisini um åbøtur á sjúkrahúsið á Tvør- oyri, útbyggingar av sjúkra- húsinum í Klaksvík og á landsskjúkrahúsinum í Havn, og um ætlanina at gera sinnissjúkrahús í sam- bandi við landssjúkrahúsið. Landsstýrið upplýsti, at arbeitt varð við ætlan um legði hetta til merkis, og spurdi, hvør hevði borð- reitt. Hann fekk at vita, at tað var ein, sum var í køk- inum, og HC Hansen vildi fegin hitta mannin, tí hann visti sjálvsagt, at hetta mundi vera ein, sum hevði stórri innlit í hansara við- urskifti, enn so mong onnur. Teir heilsaðust og avrátt var, at HC Hansen skuldi støkka inn á gólvið hjá Haldori, tá hann kom til Klaksvíkar. Haldor sat og bíðaði eftir forsætismála- ráðharranum, tá hann kom til Klaksvíkar, men hóast hann sjálvur fegin vildi vitja inn á gólvið, so kom hetta íkki í lag. studentarskúla í Hoydglum og at gera bróstsjúkrahúsið tl næmingabýli. Vit kunnu staðfesta, at tað mesta av hesum síðani er fingið í lag. Danir hava tikið lut í fløgunum, og ivaleyst hevði vitjanin hjá H. C. Hansen árin á stødutakanina hjá honum og har við á avgerðimar í Danmark. Men hvussu nógv tað hevði at siga, er ilt at meta um. H. C. Hansen gjørdist ikki gamal í politikki. Hann gjørdist sjúkur av krabba- meini, hann var nógv burtur frá, og í 1960 andaðist hann bara 56 ára gamal. Tá tók Viggo Kampmann við sum forsætismálaráðharri.