mikudagur 2. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI -— JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Blaðfóis- Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppseting PÆ Soslalurin Argjum 110Térshavn
Kilmar Jan Hansen - om: P/i Pressan 1981 | Tøleion: 11820 Talefar: 14720
Jústinus Eidesgaard
Utgevar: P/ Søslalurin
67. ÅRGANGUR
Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr. Postsmoga 76
Vitjan forsætisráðharrans
VITJANIN hjá Poul Nyrup Rasmussen er ein
sera týðandi hending í føroyskum politikki og
alt eigur at verða gjørt, sum gerast kann fyri at
fáa sum best burtur úr vitjanini. Vitjanin er
eitt einastandandi høvi til at koma beinleiðis á
tal við tann, sum meira enn nakar annar
einstaklingur hevur ávirkan á lagnu okkara
POUL Nyrup Rasmussen kemur til eitt sam-
felag í djúpari kreppu. Afturgongdin er steðgað,
siga tey klóku og tað kann vera ein uggi hjá
landsstýri og tingmeiriluta, men teimum
arbeiðsleysu og niðurundirkomnu hjálpir tað
lítið at hoyra. Landskassin, kommunur, vinnu-
fyritøkur og einstaklingar eru í botnleysari
skuld — ein skuld, ið mangan gongur aftur til á-
byrgdarleys donsk kreditfeleg og ágangandi og
ikki minni åbyrgarleysar føroyskar peninga-
stovnar og sølufyritøkur. Tiltøk verða sett í
verk við tí endamáli at fáa gongd á aftur, men
tiltøkini muna ov lítið. Hetta tí tiltøkini eru
ikki nóg væl samskipað, ella tí ov nógvir
ymiskir myndugleikar og stovnar eru um av-
gerðirnar ella tí tiltøkini eru so langsiktað, at
tað skal eitt Jobstol at bíða eftir virkninginum.
Afturat hesum koma gll tey mótstríðandi
áhugamálini hjá donskum og ødrum útlendsk-
um kreditorum, fíggingargrunninum, stórbank-
anum, Fiskavirking, skipaflotanum, lands-
stýrinum, kommununum og donsku stjórnini og
hennara baklandi ella manglandi baklandi á
fólkatingi. »Mens græsset gror, dør horsemor«.
Meðan alt hetta gongur fyri seg og åbyrgdar-
politikarar her å landi og i Danmark desperatir
leita eftir loysnum, blødir føroyska tjóðin
burtur.
VIT eru øll greið yvir, at hvørki landsstýrið ella
Nyrup Rasmussen hava nakra lætta uppgávu
| at loysa, men vit loyva okkum at vísa á, at ivin
| um orsakir, tiltøk og virkning er stórur ikki
| bert hjá manninum á gøtuni og á dekkinum,
| men eisini millum búskapar- og samfelags-
frødingar úti og heima. Tað framgongur tíverri
| alt ov greitt av eitt nú Bonneru-frágreiðingini
og ødrum ráðgevum hjá donsku stjórnini, at
konservativu búskaparsjónarmiðini frá
Schliitertidini framvegis eru í hásæti, tá um
Føroyar ræður. Vit spyrja ti enn sum áður á
hesum stað: Hví noyða okkum at nýta ein
heilivág, sum ein ikki heldur vera nýtiligan hjá
| sær sjálvum? Hví tvíhalda um ein strangan
| búskaparpolitikk, id ger tað ómeguligt at reka
ein arbeiðs- og vinnulívsfremjandi politikk, tá
ein heima hjá sær sjálvum í >det egentlige Dan-
mark« rekur ein sera virknan og arbeids-
skapandi politikk og tað hartil við framúr-
skarandi úrsliti? Er ikki tíðin nú komin at
leggja til viks tann trongskygda og revsandi
búskaparpolitikkin, sum Schliiter og Ellemann-
Jensen noyddu okkum at reka og tað við einum
katastrofalum úrsliti? Eru vit ikki nóg hart
revsað fyri tað sokallada marglætið í 80' unum
| og fyri tað, Lykketoft so vanvirðisliga hevur
Oddagrein
kallað »den færøske sognerådspolitik«, og hevur
sami Lykketoft ikki sjálvan fólkatingsvaldagin
boðað frá eini broyttari kós? Tað var væl ikki
valflesk, men ráðharraorð at taka í álvara — ella
hvat? Vit loyva okkum at minna á, at tann
Friedmannpolitikk, vit eru tvungin at reka,
hava javnaðarflokkar um allan heim víst frá
sær við andstygd, ti hann bara hevur ført til
neyð og elendigheit, har hann hevur verið rikin.
Tað er óneyðugt at nevna dømi og forsætisråd-
harrin kennir tey betur enn vit. Í hesum sam-
bandi kunnu vit ikki bara okkum fyri at spyrja,
um tað ikki eisini i Føroyum skal síggjast
munur á, hvert ríkið hevur eina konservativt
leidda stjórn ella eina sosialdemokratiska
stjórn.
ER ikki tíðin nú komin at sópa áhugamálini hjá
ábyrgdarleysum donskum kreditorum til viks
og seta áhugamálini hjá føroysku tjóðini í há-
sætið? Danski javnaðarflokkurin hevur áður
gingið ímóti streyminum fyri at hjálpa Føroyum
| og tað við sera góðum úrsliti og uttan at hirða
| um rinini og hvinini frá høgru helvt av fólka-
| tinginum. Nevnini Stauning, H. C. Hansen og
| J. O. Krag eru lýsandi dómi um júst hetta.
TAÐ hjálpir tó lítið at leggja alla ábyrgd á
danska forsætisrådharran. Høvudsåbyrgdin
liggur å okkum sjålvum og å okkara sam-
rådingarfélkum, t.v.s. landsstyrinum og tess
rådgevarum. Tad eru hesi, id skulu geva donsku
stjórnini eitt hóskandi mótspæl og skilagóð
hugskot. Og her má í sannleikans áhuga sigast,
at nógv restar í. Vit vita so ngkunlunda, hvat
danir vilja og ætla, men vita vit hvat føroyingar
vilja og ætla sjálvir? Fyri fólkinum er hetta
dult, men vónandi hava landsstýrið og tess
ráðgevarar gjørt sær púra greitt, hvørji ráð tey
skulu geva forsætismálaráðharranum, nú hann
hevur ómakað sær heilt ta longu leið til Føroya.
TAÐ ræður um hjá teimum føroyingum, sum er
so hepnir at hitta forsætisráðharran, at sann-
føra hann um, at Danmark má leggja kósina
um, tí kósin leiðir til katastrofu fyri búskapin
og samanstoyt millum tjóðirnar og ger ríkis-
felagsskapin sum felagsskap til ein absurditet.
Danmark má útinna aktiva lívshjálp í staðin
fyri nakað, sum næstan kundi verið at saman
borið við aktiva deyðshjálp. Nyrup má sann-
forast um, at vit hava ongan livandi kjans at
rinda skuldina aftur. Hann má tí sannferast
um. at rentan má frystast her og nú. Nyrup
kann ikki skapa aftur tann fisk, sum vit sjálvi í
ábyrgdarloysi hava oytt á Føroyagrunninum,
men hann má kunna útvega okkum nógvar
ferðir betri sømdir enn tær, vit í dag hava hjá
ES (um tað, ið vit í dag hava yvirhevur kann
kallast sømdir!). Og Nyrup má sannførast um,
at tey trongu bond, id liggja i avtalunum vid
Danmark, mugu loysast, so vit fáa rikið ein
aktivan og arbeiðsskapandi vinnulívspolitikk
aftur i Føroyum. Hartil må Nyrup sannførast
um, at Danmark må hjálpa okkum fíggjarliga
við hesum politikki. Eydnast hetta ikki, er
deyðin í durunum. Tí er tað bókstaviliga ein
spurningur um lív ella deyð, at føroyingar og
danir finna hvønn annan í hesum máli. Verdi
hetta sagt, hóast vit og allir føroyingar eru púra
greiðir yvir, at tað als ikki er nøkur lett upp-
gáva hjá forsætisráðharranum at skapa okkum
goodwill og fáa fólkating og almenning at taka
undir við einum nýggjum Feroyapolitikki.
Hann fær í so máta heldur onga hjálp frá
donsku pressuni, ið fyri tað mesta miðvíst
villleiðir danska almenningin í hatursfullum
álopum á føroyingar og við beinleiðis ósannind-
um, ið illa semir seg pressu í demokratiskum
landi. Her skal verða lagt afturat, at ávísir
partar av føroysku fjølmidlunum hjálpa væl til!
VIÐ hesum orðum ynskja vit Poul Nyrup
Rasmussen hjartaliga vælkomnan til Føroya.
Hetta var eingin veitslurgða, men ferð Nyrups
er heldur eingin veitsluferð, men ein arbeiðs-
vitjan, hvar hann eftir egnum ynski skal royna
at seta seg inn í tingini á staðnum, lurta eftir tí
føroyingurin hevur upp á hjarta og sidan at
gera sær sínar niðurstøður. Ferð Nyrups er tað,
summi kalla ein »fact finding mission« og ikki
ein statsvitjan. Hetta er eitt frálíkt hugskot og
vit fegnast øll av einum ærligum hjarta yvir
vitjanina og vit vænta okkum øll nakað gott og
positivt burturúr. Til summars í 1995 kemur
Poul Nyrup Rasmussen aftur á almenna vitjan,
statsvitjan, og tá skulu veitslurgðurnar ikki
tróta, heldur ikki her í blaðnum, uttan mun til,
hvat annars kemur burtur úr hesari ferðini. At
enda skulu vit bert nevna, at okkum nýtist ikki
at mæla fólki til at sýna forsætisráðharranum
blíðskap og vinarlag, tí tað vita vit, at øll, sum
hitta hann fara at gera. Vit føroyingar hava frá
gamlari tíð havt orð á okkum fyri at sýna gest-
um stóran blíðskap og mikið vinarlag og fara
øll, sum hitta Nyrup sjálvandi at liva upp til
hetta okkar góða orð.
SOSIALURIN